Skip to main content

Um fíggjardeildina

 

Fíggjardeildin tekur sær av flest øllum fíggjarviðurskiftum á Fróðskaparsetri Føroya og ráðgevur starvsfólkum og leiðslu innan fíggjargeiran.

Samlaða nettoútreiðslujáttanin hjá Fróðskaparsetur Føroya er 82.535 tkr. fyri fíggjarárið 2016, íroknað játtanina til eftirútbúgvinga av lærarum – ræðisrætturin av hesum partinum av játtanini liggur hjá MMR, sum verður nýttur til eftirútbúgving av fólkaskúlalærarum, til pedagogikum hjá miðnámsskúlalærarum, og til Vegleiðaraútbúgvingina á Setrinum.

Umframt omanfyri nevndu játtan, hevur Fróðskaparsetur Føroya fingið eina løgujáttanina á 8.000 tkr., sum skal brúkast til at yvirtaka Venjingarskúlan, og til at fyrireikingararbeiðið at skipa universitetskampus á Frælsinum.