Skip to main content

Frændafundur 8

Føroysk-íslendsk vísindaráðstevna í Havn 24.-25. august 2013

Granskingarsamstarvið millum Fróðskaparsetur Føroya og Háskóla Íslands bjóðar øllum áhugaðum til ráðstevnu 24.-25. august 2013 um evnir, sum hava týdning fyri Føroyar og Ísland. Ráðstevnan verður hildin á Námsvísindadeild Fróðskaparsetursins, á Frælsinum 20, Tórshavn. 

Frítt val av evnum

Endamálið er at lýsa og viðgera evnir, sum kunnu hava áhuga fyri Føroyar og Ísland á øllum økjum. Tað kann vera innan fyri náttúruvísindi, samfelagsvísindi, vinnu, løgfrøði, mál, mentan, list og onnur øki. Á www.setur.fo/gransking/fraendafundir/ er yvirlit yvir Frændafund 1-7, sum vísir, hvørji evnir higartil hava verið viðgjørd; men hóast eitt evni hevur verið viðgjørt, ber til at viðgera tað úr einum nýggjum sjónarhorni.

 

Filmur og filmsgerð

Vit vilja varpa ljós á film. Filmur í víðari merking er tann týdningarmesti miðilin í okkara tíð, og vit vilja tí fáa fram lýsingar og viðgerðir av filmum og filmsgerð í Íslandi og Føroyum bæði søguliga og samtíðarliga. 

    Eitt nú kann verða spurt: 

Hvussu hevur filmsgerð tikið seg upp í Føroyum ávikavist Íslandi. 

Hvørji sløg av filmum hava verið gjørd? Talan kann vera um t.d. spælifilmar, heimilda [dokumentar]- filmar og stuttfilmar. 

Greiningar av einstøkum filmum, formliga og innihaldsliga, eru áhugaverdar sum fyrilestrarevni. Hvørjar listfrøðiligar snildir eru nýttar í filmunum? 

 

Filmsmiðilin  er samantvinnaður við tungumál, bæði sum talað mál og undirtekstur á tjaldinum/skíggjanum; tað er galdandi fyri skaldsligar filmar eins væl og heimilda [dokumentar]- filmar og aðrar upplýsandi filmar.

Hvussu verður málið brúkt í filmum?

Hvør er leikluturin og treytirnar hjá films- og sjónvarpsteksting?

Hvussu hava filmirnir verið fíggjaðir, vístir og umtóktir?

Er filmsgerðin skipað og eru serligir stuðulsmøguleikar?

 

Føroyskt/íslendskt úr námsfrøðiligum sjónarhorni

Í hesum árum harðnar trýstið á móðurmálið í fámentum londum sum Íslandi og Føroyum stórliga. Millum orsøkirnar til tað eru ikki minst altjóðagerðin og tann talgilda fjølmiðlanin. Ætlanin er varpa ljós á móðurmálið úr námsfrøðiligum sjónarhorni við at lýsa og viðgera týðandi tættir av evninum. 

     Evnið er víðfevnt, og nógvir møguleikar eru at viðgera tað á ymiskan hátt, til dømis: 

Hvør er leikluturin hjá tí stovnsgjørdu móðurmálsfrálæruni í tjóðarbyggingini í Føroyum/Íslandi? 

Hvussu kemur samleikaspurningurin til sjóndar í námsfrøðini hjá móðurmálslærugreinini ávikavist persónliga, sosialt og tjóðarliga?

Hvørjar umstøður hava tjóðarmál okkara í altjóðagerðini?

Hvørja ávirkan hevur tað og hvørji krøv setur tað til móðurmálsfrálæruna og frálærutilfarið, at nógv av tí vitanartilfari, sum næmingar ogna sær í ikki-stovnsgjørdu frálæruni, er á donskum og enskum? 

 

Í Føroyum er nógv av tilfarinum til børn ung og lesandi týtt tilfar. Evnini, myndirnar og dømini – alt hevur fremmandan uppruna. Setningar, orðaval, heimsmynd og sjálvsmynd, alt hetta ávirkast meira enn vit geva okkum far um av, at tilfarið er týtt. Hvørja ávirkan hevur tað undirvísingarfrøðiliga?

     Tað er ógvuliga týdningarmikið, hvat vit velja til týðingar. Okkara úrval av amboðum/bókum/tilfari er so avmarkað, at tað liggur ein ovurstór ábyrgd í at velja væl, at valið er væl umhugsað og at tað ikki er tilvildarligt, hvat vit satsa uppá. Herming, týðing og tillaging av donskum tilfari er ein leið, sum má nýtast sera tilvitað, um hon skal vera til gagns. 

     Hvønn leist ella rák velja vit til móðurmálsinnlæringina? Tað hevur týdning at lýsa støðuna, t.d.: Hvat er til av námsfrøðiligum tilfari til tey ymisku aldurstigini? 

Hvørjum tilfari er tørvur á til tey ymisku aldursstigini?  

Hvønn týdning hevur tað at hava føroyskt barnaútvarp, barnasjónvarp, teknifilm og aðrar føroyskar filmar fyri børn film fyri børn? 

Í hvussu stóran mun kunnu - og mugu – vit skapa føroyskt tilfar frá grundini, gjarna við íblástri aðrastaðnifrá? Og í hvussu stóran mun er tað ráðiligt at herma eftir/týða/tillaga danskt tilfar, sum er gjørt til eitt annað samfelag og aðra skúlaskipan?

 

Høvuðsfyrilestrar

Tað gleðir okkum at siga frá, at 

Vár í Ólavsstovu úr Føroyum og Þórunn Blöndal úr Íslandi hava játtað at halda hvør sín høvuðsfyrilestur um føroyskt ávikavist íslendskt úr námsfrøðiligum sjónarhorni 

og

Jan Berg Jørgensen úr Føroyum og Björn Ægir Norðfjörð úr Íslandi hava játtað at halda hvør sín høvuðsfyrilestur um film og filmsgerð í ávikavist Føroyum og Íslandi. 

Høvuðsfyrilestrarnir skulu vera 45 minuttir, spurningar og viðmerkingar íroknaðar.

 

Nærri upplýsingar

Fyrireikararnir vóna at fáa nógv uppskot til eina fjølbroytta røð av fyrilestrum, harímillum eisini innan fyri film og filmsgerð og móðurmálið úr námsfrøðiligum sjónarhorni.

Ráðstevnumál

Ráðstevnumál eru føroyskt og íslendskt. Harumframt kunnu tey, sum ikki eru før fyri at halda fyrilestur á føroyskum ella íslendskum, nýta danskt, norskt, svenskt ella enskt. Fyrilestrarnir verða varpaðir upp á skíggja til tess at lætta um og styrkja fatanina.

Freist at senda uppskot til fyrilestur ella verkstovu er 3. apríl 2013 

Uppskot til fyrilestrar ella verkstovur skulu vera okkum í hendi 3. apríl 2013. Vinaliga sendið uppskot (250-400 orð) til Lenu Reinert við telduposti lenar@setur.fo ella við vanligum posti til Lenu Reinert, Postboks 272 Fróðskaparsetur Føroya FO-272 Tórshavn. 

Nevndin viðger tey innkomnu uppskotini og svarar innsendarunum. Hava tit spurningar viðvíkjandi fyrilestrum ella ráðstevnuni eru tit vælkomin at skriva til Turið Sigurðardóttur turids@setur.fo ella Maríu A. Garðarsdóttur maeja(at)hi.is.

 

Skrá leygardagin 24. august
Klokkan Aulan Høli A Høli B
09:00-09:10 Setan: Sigurð í Jákupsstovu, rektari
09:15-10:00 Høvuðsfyrilestur/aðalfyrirlestur Vár í Ólavsstovu: Føroyskt í skúlanum – móðurmálslærugrein og samleiki/Námsgreinin færeyska í skólum: Móðurmál og sjálfsvitund
10:00-10:15 Kaffisteðgur
10:15-10:45 Amalía Björnsdóttir: Viðhorf færeyskra og íslenskra ungling til skólagöngu sinnar/Hugburður hjá føroyskum og íslendskum ungfólkum til skúlagongd sína Ásgrímur Angantýsson: Orðaröð í aukasetningum í færeysku/ Orðarað í eykasetningum í føroyskum Ármann Jakobsson: Er Færeyinga saga Íslendingasaga/ Er Føroyinga søga íslendingasøga?
10:45-11:15 Erla Olsen: Týðandi og minni týðandi lærugreinar – ein hugburðskanning/Mikilvægar og síður mikilvægar námsgreinar - könnun á viðhorfum Zakaris Svabo Hansen: Syntaktisk variatión í føroyskum/ Setningafræðileg tilbrigði í færeysku Noomi í Dali: Føroysk bindimentan í søguligum og nútíðar høpi: Trupulleikin at staðfesta tað, sum er so sjálvsagt, at tað verður ikki sagt/Færeyskur prjónaskapur í fortíð og nútíð: Vandinn að lýsa því sem er svo sjálfsagt að það er aldrei fært í orð
11:15-11:45 Gudlaug Nedrelíd: Vestnordisk som studieemne i nordiskfaget ved norske universitet/Vesturnorræn mál sem hluti af námi í norrænu við norska háskóla/Vesturnorrønt sum evni í norðurlendskum við norsk universitet Guðrún Þórhallsdóttir: Notkun málfræðilegra kynja í íslensku og færeysku/ Nýtsla av málfrøðiligum kyni í íslendskum og føroyskum Bjarki Karlsson: Sjálfvirk braggreining og háttvísitala kvæða/Sjálvvirkin greining av ørindisløgum og vísital fyri ørindisløg
11:45-12:15 Marjun Simonsen: Føroyskt frøðimál í skúlabókum og øðrum undirvísingartilfari/Færeyskt fræðimál í skólabókum og öðru kennsluefni VERKSTOVA Ása Helga Ragnarsdóttir og Rannveig Björk Þorkelsdóttir: Stuttmyndagerð, leiklist og þjóðlegur fróðleikur/ Stuttfilmagerð, leiklist og fólksligur fróðskapur Leif Hansen: Sungna reformatiónin/ Siðbreytingin í söng
12:15-13:15 Miðmáli
13:15-14:00 Høvuðsfyrilestur/aðalfyrirlestur Þórunn Blöndal: Móðurmálskennslan og tíminn/Móðurmálsundirvísingin og tíðin
14:00-14:15 Kaffisteðgur Kaffisteðgur Kaffisteðgur
14:15-14:45 Karolina Matras: Sjónarmið hjá lærarum og skúlaleiðarum um arbeiði við lestrar- og skriftarkunnleika/ Viðhorf kennara og skólastjóra til vinnu við lestrar- og skriftarkunnáttu María Garðarsdóttir og Sigríður Þorvaldsdóttir: Fallatileinkun í íslensku sem öðru máli/Falltillutan í íslendskum sum øðrum máli Freydís Jóna Freysteinsdóttir: “Það leikur sér enginn að því að vera samkynhneigður” – Upplifun samkynhneigðra af umhverfi sínu/“Tað er einki spæl at vera samkyndur” – Hvussu samkynd uppliva umhvørvi sítt
14:45-15:15 Þórhildur Oddsdóttir: Ritfærni í dönsku metinn á grundvelli Evrópurammans (CEFR)/Skriviførleiki í donskum mettur við støði í evropeisku rammuni (CEFR) Erla Bech Nolsø: Tailendingar og føroysk koda/Tailendingar og færeysk viðskeyti
Skrá sunnudagin 25. august
Klokkan Aulan Høli A Høli B
09:00-09:45 Høvuðsfyrilestur/aðalfyrilestur. Björn Ægir Norðfjörð: Íslensk kvikmyndagerð: Þjóðleg, þverþjóðleg og loks alþjóðleg/Íslendsk filmsgerð: Tjóðarbundin, tvørtjóðalig og at enda altjóðalig
09:45-10:00 Kaffisteðgur
10:00-10:30 Hlynur Helgason: Listfengi á jaðrinu: Gildi höfundarverks Níelsar Hafstein/List á jaðaranum: Gildið hjá høvundarverkinum hjá Níels Hafstein. Höskuldur Þráinsson: Tilbrigði í færeyskri og íslenskri setningagerð/Frábrigdi í føroyskari og íslendskari setningsgerð Ragnar Karlson: Sérkenni smæðarinnar: Samanburður á fjölmiðlakerfum í Færeyjum og á Íslandi/ Eyðkenni lítilleikans: Samanburður millum fjølmiðlakervi í Føroyum og Íslandi
10:30-11:00 Anne-Kari Skarðhamar: Myndabøkurnar um skrímslini úr undirvísingarfrøðiligum sjónarhorni/Myndabækurnar um skrímslin frá kennslufræðilegu sjónarhorni Remco Knooihuizen: Hetlandsorðbókin hjá Jakobsen: Eitt triðja sjónarmið um vesturnorðurlandamál/ Hjaltlandsorðabók Jakobs Jakobsen: Þriðja sýn á vesturnorræn tungumál Jóan Pauli Joensen: Angin av røstum, sum tað ikki ber til at fara skeivur av. - Olsson, Matras, Panum og føroyskur matur./Angin av røstum, sum tað ikki ber til at fara skeivur av. - Olsson, Matras, Panum og føroyskur matur.
11:00-11:30 Ole Wich: Refleksioner over færøsk forvaltning af erindring og identitet med udgangspunkt i kunsteventet “HugA” – 60 mindesmærker til et lokalmråde i Tórshavn./Hugleiðingar um føroyska umsiting av minni og samleika við støði í listartilburðinum “HugA” – 60 minnismerki til ein býling í Havn /Hugleiðingar um minningar og sjálfsvitund í ljósi innsetningarinnar “HugA” – 60 minnismerki um hverfi í Tórshavn. Jóhannes Gísli Jónsson: Þróun ija-stofna i íslensku og færeysku/Menningin hjá ija-stovnum í íslendskum og føroyskum Ása Johannesen: Fiskur og flugur: Hvussu djór yvirliva við at krógva seg í bólkum/Fiskar og flugur: Hvernig dýr lifa af með því að fela sig í hópum
11:30-12:00 Janna Egholm Hansen: Sekularisering í Føroyum/Trú og veraldarhyggja í Færeyjum Jón Símon Markússon: Samband brottfalls og hljóðanvæðingar: Útjöfnun /a/ og /ø/ á undan /u/ í færeysku/Samband millum burturfall og fonemisering: Útjavnan av /a/ og /ø/ undan /u/ í føroyskum Ingi Sigurðsson: Samanburður á sögu Færeyja og sögu Íslands. Nokkrir meginþættir/ Samanburður millum søgu Føroya og søgu Íslands. Nakrir megintættir
12:00-13:00 Miðmáli
13:00-13:45 Høvuðsfyrilestur/aðalfyrilestur Jan Berg Jørgensen: Blanka løriftið: Føroyskur filmur í (út)norðurshøpi/ Autt tjald: Færeyskar kvikmyndir í (út)norðri
13:45-14:00 Kaffisteðgur
14:00-14:30 Sigríður Magnúsdóttir: Talmeinafræði við Háskóla Íslands/Talifrøði/logopedi við Háskóla Íslands Sigríður Sigurjónsdóttir: Minnie sá, at Anders And turkaði sær: Afturbeyging í máli færeyskra barna með nokkrum samanburði við íslensku/Afturbending í málinum hjá føroyskum børnum partvíst samanborið við íslendskt Kolbrún Friðriksdóttir: Icelandic Online: Opinn aðgangur að íslensku máli og menningu/Icelandic Online : Opin atgongd at íslendskum máli og mentan
14:30-15:00 Samanumtøka og ráðstevnan slitin/ Samantekt og ráðstefnuslit.

Stutt um søguna hjá granskingarsamstarvinum

Fróðskaparsetur Føroya og Hugvísindadeild Háskóla Íslands gjørdu samstarvsavtalu í 1990. Tá vórðu nevndir skipaðar á báðum stovnunum til at hava hetta samstarv um hendur. Seinni er samstarvið víðkað til allar megindeildir í Háskóla Íslands. Samstarvið hevur verið skipað sum ráðstevna triðja hvørt ár og útgáva av ráðstevnufyrilestrum í røðini Frændafundi, higartil 1-7. Ráðstevnan 2013 er tann áttanda. 

     Tað eyðkennir hesar ráðstevnur, at dentur verður lagdur á at styrkja felagsskapin millum Føroyar og Ísland bæði í søgu og samtíð eins væl og málsliga. Tað verður gjørt á tann hátt, at evnir, ið eru viðkomandi fyri Føroyar og Ísland, verða viðgjørd, og á ráðstevnunum verða fyrilestrar hildnir á føroyskum og íslendskum. Tá ið fyrilestrarnir eru prentaðir, fylgir enskur samandráttur við.

     Eitt annað, ið hevur eyðkent ráðstevnurnar er, at ein røð av evnum verður viðgjørd úr bæði føroyskum og íslendskum sjónarhorni, og fyrilesararnir verða eggjaðir til at samskifta, tá ið teir gera fyrilestrarnar. Evnini, sum higartil hava verið viðgjørd á ráðstevnum, falla í hesar høvuðsbólkar (www.setur.fo/gransking/fraendafundir/ ): Mál (málfrøði, navnafrøði, orðafelli, mál og samfelag), Mentan, List (skaldskapur og bókmentir, leiklist, myndlist), Søguvísindi, Samfelag, Búskapur og vinnulív, Havfrøði og fiskifrøði.

 

Vælkomin á Frændafund 2013

Tórshavn, 4. januar 2013,

Vinaliga, vegna Íslandsnevndina á Fróðskaparsetri Føroya og Føroyanevndina við Háskóla íslands

 

Turið Sigurðardóttir, Fróðskaparsetri Føroya & María A. Garðarsdóttir, Háskóla Íslands