Skip to main content

Kunning um nýggja postskipan

Dagfest 2. januar 2013 kl 09:30


Vegleiðing frá Gunnari um uppseting av fartelefonum

Góðu Starvsfelagar

Nógv hava spurt meg hvussu telefonin verður sett upp til nýggju postskipanina. Her royni eg at geva tykkum eina vegleiðing eftir førimuni. Vegleiðing er gjørd út frá HTC ONE V á enskum.

1. Fyrst er neyðugt at sletta gomlu kontuna. Um tit hava týdningarmiklar kontaktir ella kalendaraavtalur er eitt gott hugskot at avrita tær fyrst. Tit sletta gomlu kontuna soleiðis: Far inn á "Settings > Accounts & sync > Exchange ActiveSync" (sum hoyrir til tykkara gamla seturteldupost) og vel síðani "Remove" ovast á skerminum og vátta hetta við at trýsta á "Remove account".

2. Neyðugt er at tit ikki eru á tráðleysa netinum á Setrinum fyri at fáa teldupostin at rigga. Tit kunnu sláa tað tráðleysa netið frá við at seta "Setting > Wi-Fi" til "Off" og sláa 3G til sama stað við at seta "Mobile network" til "On". Gevið gætur at tit nú brúka av tykkara fríu megabytum hjá FT.

3. Far inn á "Settings > Accounts & sync" og trýst á "+ Add" ovast á skerminum. Vel "Exchange ActiveSync". Skriva teldupost adressuna (t.d. gunnarr@setur.fo) og loyniorðið og so next. Nú skal skermurin vera fyltur út soleiðis (um brúkaranavnið er gunnarr):
- Email address: gunnarr@setur.fo
- Server address: post.setur.fo
- Domain:
- Username: gunnarr@setur.fo
- Password: ********
- Flugubein við "This server requires an encrypted SSL connection"
og trýst so á Next.
Nú kunnu tit velja ymiskt (t.d. navn á konto og syncroniseringsfrekvens (eg valdi SmartSync)).

Vónandi riggar hetta nú.

Fyri at onnur á Setrinum skulu kunna síggja tykkara telefonnummar, kunnu tit fara inn á post.setur.fo/owa/ frá teldu tykkara. Logga inn, og vel "Indstillinger" ovast til høgru og síðani "Se alle indstillinger...". Nú koma tit inn á Min konto og velja "Rediger" nokkso mitt á skerminum. Undir Kontaktpersonnumre kunnu tit skriva tykkara fartelefonnummar inn í Mobiltelefon, sum t.d. +298292563 og síðani velja Gem. Nú kunnu allir starvsfelagar finna mítt fartelefonnummar við at fara inn á "People" á telefonini og so velja ">" og síðani "Search" og skriva t.d. "Gunnar" og velja "Search contacts in your Company Directory" og so trýsta á Gunnar Restorff. Nú kemur bæði teldupostbústaður og telefonnummar fram. Til ber at leggja ávísar persónar inn á telefonina við at trýsta á "+Add", so teir beinanvegin koma fram.

Vónandi fær onkur gleði av hesum upplýsingum ;-)

Vinarliga,
Gunnar

Dagfest hósdagin 20-12-2012 kl 12

Til starvsfólk á Setrinum

KT-tænastan hevur nú verið runt á øllum deildum og innlagt Outlook á teldur hjá starvsfólkum, sum vóru til staðar. Írestandi teldur verða innlagdar fyrst í komandi ári.

Atgongd frá tráðleysum netum verður somuleiðis klár ein av fyrstu døgunum í januar.

Nógv roks hevur staðist av at skifta loyniorð.

Umframt at loyniorðini skulu verða 8 stavir, harav í minsta lagi tvær av hesum treytum skulu verða loknar

•    ein litil stavur
•    ein stórur stavur
•    eitt tal.
•    eitt sertekn (!@$% ...)

skal loyniorðið ikki líkjast nøkrum kontu-upplýsingum, so sum fulla navni, adressu ella virki. Loyniorð kunnu ikki skiftast fleiri ferðir sama dag og fyrr brúkt loyniorð kunnu ikki nýtast aftur. 

Arkiv-posturin frá GroupWise kann síggjast í Outlook undir
Filer -> Datafilstyring... -> Datafiler -> Tilføj... -> Office Outlook-privatmappefil (.pst) -> OK
og síðani velja pst-fíluna við tínum brúkaranavni á tínum Novell heimadrevi H:

KT-tænastan heldur frí restina av december. Um tit hava átrokandi brúk fyri KT-hjálp, kann ringjast til KT-tænastuna á 352515 og 352516 ella til høvuðsnummarið hjá Setrinum 352500, tó ikki er vist, at nakar svarar.

Vinarliga

Óli

Dagfest mánamorgun 17-12-12 kl. 10

Flytingin av gamla postinum til arkiv hevur gingið eftir ætlan um vikuskiftið.

Fleiri enn 1.100.000 teldubrøv eru flutt.
Fleiri enn 63.000 kalendaraavtalur eru fluttar

Arkivið skal brúkast sum arkiv í Outlook.

Gamla GroupWise posthúsið virkar ikki longur, hóast onkur fær innritað.

Tríggir mans ( Dávur, Sveinur og Jón ) eru nú á veg út á deildirnar at taka GroupWise av teldunum og leggja Outtlook inn. Raðfylgjan verður:

  •      SSS
  •      FMD
  •      NVD
  •      NAD
  •      SSD
  •      SFD


Hesi viðurskifti verða fingin í rættlag seinni í vikuni:

  •      Skanning frá kopimaskinum til teldupost.
  •      Innriting til Búskaparskipan Landsins.
  •      Atgongd til e-tilfeingi.


Vinarliga

Óli

Kunning frá Óla Simonsen, KT-leiðara

Dagfest 14-12-2012 kl. 10:34


Góðu starvsfelagir!
 
Fyribils loyniorð til nýggju postskipanina er/verður sent tykkum til gomlu postskipanina.
 
Um tit ikki longu hava verið inni á nýggju postskipanini og skift loyniorð, verður viðmælt, at tit leggja tykkum fyribils loyniorðið í geyma ella skriva tað niður, áðrenn gamla posthúsið letur aftur í dag kl. 16.
 
Gott vikuskifti!
 
Vinarliga

Óli

Dagfest 13-12-2012, kl. 23


Góðu starvsfelagir
 
Fríggjadagin 14. december kl. 16, letur gamla GroupWise posthúsið aftur, og um vikuskiftið verður gamli posturin lagdur í arkiv.
 
Fyribils loyniorð til nýggju postskipanina er/verður sent tykkum; hendan er í fyrsta umfari bara tøk umvegis web á https://post.setur.fo
 
Innritið við teldupostadressu og fyribils loyniorði.
 
Mælt verður til at broyta loyniorðið sum skjótast. Vegleiðing niðanfyri her.

Loyniorðini skulu verða 8 stavir, harav í minsta lagi

  • ein litil stavur
  • ein stórur stavur
  • eitt tal.


Frá mánamorgni 17. december koma vit runt á deildirnar at innleggja Outlook-viðskiftaran, haðani atgongd eisini verður til arkivið við gamla GroupWise postinum.
 
Fylgið annars við kunning og støðufrágreiðingum, sum verður løgd her á heimasíðuna.
 
Vinarliga
 
Óli Simonsen

Broyting av loyniorðum á web

Dagfest 13-12-2012, kl. 23

Kunning frá Sigurð í Jákupsstovu, rektara

Dagfest 09-12-2012

Góðu starvsfólk

Sum flestu tykkara hava frætt, so verður arbeitt við at umleggja KT skipanir Setursins. Hetta merkir í fyrstu syftu, at postskipanin Groupwise verður niðurløgd, og at ístaðin verður Microsoftskipanin Exchange/Outlook tikin í nýtslu. Nýggja postskipanin  verður hýst hjá Føroya Tele.

Fyrireikandi arbeiðið at skifta postskipan er farið í gongd og eftir ætlan verða brúkarnir fluttir frá Groupwise til Exchange/Outlook í tíðarbilinum 14 - 16 desember, tá eingin atgongd verður til gomlu postskipanina. Fyrstu dagarnar eftir at groupwiseatgongdin verður latin aftur, verður nýggja skipanin bara tøk umvegis web-access, hetta til brúkarateldurnar hava fingið innlagt MS Office við Outlook.  

Posturin sum í dag liggur í tykkara Groupwise postkassum verður ikki lagdur inn í nýggja exchange postkassan. T.v.s. at nýggi postkassin er tómur tá tit logga á fyrstu ferð. Groupwise posturin verður ístaðin lagdur í eitt persónligt arkiv (.pst fílur) hjá hvørjum einstøkum haðani tit fáa fulla atgongd til Groupwise postin umvegis Outlook skipanina.

Áðrenn posturin hjá tykkum verður lagdur í arkiv, vilja vit heita á tykkum um at brúka tíðina fram til 14 desember at rudda burtur óneyðugan og eldri teldupost úr postkassanum. Sum meginregla skal postkassin ikki vera størri enn 1 GB (1000 MB), tá ið hann skal arkiverast.

Til ber at kanna støddina á GW-postboxini við at fara inn á Speciel/Kontroller størrelse af postkasse... ella Tools/Check Mailbox Size...

Um tit hava spurningar kunnu tit senda hesar til Óla Simonsen, KT leiðara, tlf nr 29 25 15.

Nærri kunning verður send tykkum í vikuni.

Vinaliga

Sigurð