Skip to main content
  • “Skapandi Stættin” eftir Richard Florida (2002)
    (The Rise of the Creative Class/Den kreative klasse)


    Richard Florida, professari í Regionaløkonomi, gav í 2002 út bókina “Skapandi Stættin”. Í bókini vísir hann á, at ein partur av arbeiðsmegini í býum í USA dagliga arbeiðir við at hugsa nýtt og finna uppá loysnir. Florida nevnir hendan bólkin fyri “skapandi stættin”. Við í skapandi stættina telur Florida arbeiðsmegi innan tøkniliga øki (t.d. granskarar, verkfrøðingar og arkitektar), listarliga øki (t.d. tónleikarar, instruktørar ella sniðgevar) og sosiala øki (t.d. leiðarar, íverksetarar og ráðgevarar).

Samandráttir

  • Hvar eru tey og hvussu eru tey nøgd?
    Samandráttur av kanning millum tey í hava lisið á Fróðskaparsetrinum árini 1999-2009. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning (Dennis Holm), Arbeiðsrit 23/2009. Kanningin varð umbiðin av Setrinum og fevnir um SSD, FMD og NVD. Les alla kanningina her.

  • Hvar endaðu tey øll?
    Samandráttur av kanning millum tey sum hava tikið miðnám í Suðuroynni 1976-2006. Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning 2009, arbeiðsrit 24, Dennis Holm. Kanningin varð gjørd um ársskifti 2008/9. Les alla kanningina her.