Skip to main content

Sjónarmið

  • Fólkatal og -vøkstur - hvat er fólkavøkstur?
    Fólkavøkstur er, at vit gerast fleiri í Føroyum. Vøkstur byggir á burðartal, deyðiligheit, til- og fráflyting. Verða fleiri børn fødd og fleiri flyta til landið, so veksur fólkatalið. Øvugt er við deyðiligheit og fráflyting. Størstu ávirkanina á fólkavøksturin í Føroyum hava til- og fráflyting.

  • Útbúgving er hornasteinur í at økja fólkatalið
    Framskrivingin av fólkatalinum í Føroyum næstu 40 árini vísir, at megna vit ikki at venda núverandi netto fráflytingini til eina netto tilflyting, so fer fólkatalið í Føroyum at minka munandi. Hetta kemur av, at aldursbýti á teimum sum búgva her skeiklast, soleiðis, at tað gerast fleiri eldri í mun til tey í burðardyggum aldri og sæst longu nú, at talið av nýføddum fellur. Forsyrgjarabyrðan fer tí at økjast munandi hvørt ár.