Skip to main content

Strategi fyri Setrið

Leiðslan og deildarleiðararnir eru farin undir at gera eina strategi fyri Setrið.

Eina langtíðarætlan, sum skal gerast ítøkilig við málum fyri styttri áramál og fyri einstøku deildirnar. Tað ber í sær, at strategiarbeiðið, sum varð gjørt í 2008 og 2009 á Setrinum, skal endurskoðast og nakað av arbeiði skal leggjast afturat. Arbeitt verður fram ímóti at hava uppskot til eina yvirskipaða strategi fyri Setrið klára til 1. apríl í ár.

Orsøkin til, at vit taka strategiarbeiðið uppaftur er, at Setrið seinastu árini hevur skulað virkað undir ógvuliga skiftandi játtanum, sum hava ført við sær stórar avbjóðingar, tá langtíðarætlanir skuldu gerast. Hetta hevur tarnað stovnsetingini av nýggjum útbúgvingum, samstundis sum krøvini til Setrið alsamt hækka.

Tað er í løtuni nógv fokus á leiklutinum, Setrið eigur at hava í samfelagsmenningini. Politiska skipanin sóknast rætta leikluti okkara og hetta sæst aftur í arbeiðsbólkum settir av politisku skipanini, hvørs endamál er at koma við tilmælum um, hvussu verandi gongd við fólkafrá¬flyting kann vendast. Her hevur Setrið ein týðandi leiklut. Hóast ein henda samfelagsliga tilvitska um týdningin hjá Setrinum eigur at gagna okkum, so kann hetta tó eisini gerast ein hóttan, við tað, at onnur uttan fyri Setrið koma við loysnini til, hvussu Setrið skal lyfta uppgávuna, ið stovnurin eigur í samfelagsmenningini. Koma vit ikki sjálvi við einum uppskoti um okkara leiklut, er vandi fyri, at onnur eyðmerkja ein leiklut, sum síðan verður álagdur Setrinum.

Umframt óstøðugar játtanarkarmar til Setrið ár um ár, hevur okkara stovnur verið ígjøgnum eina skiftistíð seinastu árini. Stórur partur av leiðsluni er nýggjur, bygnaðarbroytingar eru framdar, skipanin fyri Setrið er broytt, so at vit nú virka undir einum stýri og fyrrverandi Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðiskúlin eru lagdir saman við Setrinum og eita nú Námsvísindadeildin og Sjúkrarøktarfrøðideildin. Hetta hevur ført við sær stórar avbjóðingar á øllum deildum, nú ymiskar mannagongdir, vanar og námsskipanir skulu tillagast, so vit gerast ein enn meira dynamiskur og vælvirkandi stovnur enn vit eru í dag.

Allar hesar broytingarnar, sum vit hava verið ígjøgnum, eru samstundis ein onnur orsøk til, at vit eiga at taka strategiarbeiðið uppaftur.Slík tilgongd skapar samskifti í organisatiónini og reisir reflekterandi spurningar – um vit kunnu siga, hvar vit eru, hvagar ynskja vit so at flyta okkum, hvat stendur í vegin fyri at vit røkka málunum og hvussu røkka vit málunum? Ein tilgongd sum hendan skapar eina støðuga ringrás av samskifti og leggur upp til samstarv, við at geva organisatiónini eitt greitt fokus á raðfestingar og ætlanir. Vónin er tí, at vit við at fara ígjøgnum hesa tilgongdina, umframt at gerast meira tilvitað um, hvussu vit vilja menna Setrið næstu árini, eisini byrja eitt samskifti, sum fer at føra til, at vit fara at kenna okkum sum ein stovn við felags mannagongdum og felags samleika.

Heimasíðan fer at verða brúkt sum amboð at kunna um tilgongdina. Á hesum plássi fer tilfar og kunning um strategitilgongdina at verða lagt út