Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar apríl 2013

INNGANGUR

So varð aftur eitt INNANSETURS klárt við kunning til starvsfólk og lesandi á Setrinum.

Seinasta mikudag varð faldarin við kunning um bachelorútbúgvingarnar "Skapa teg á Setrinum" klárur og sendur í hvørt heim í Føroyum. Hetta er eitt stig á vegnum í marknaðarføringini í sambandi við upptøkuna í summar. Freistin at søkja inn er sett til 1. juli 2013 á miðnátt. Umsóknarblað og leiðbeinining at søkja inn eftir kvotu 1 er nú komið á heimasíðuna.

Annað størri tiltak verður luttøkan á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 7. juni 2013 frá kl. 19 til 23, har Setrið skipar fyri almennum tiltaki á Østrøm. Har verður bæði kunning og ymisk innsløg við luttøku av lesandi á Setrinum.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. maj kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 22.

ÚTBÚGVING

Føroyamálsdeildin hevði kunningarfund fyri studentum og starvsfólkum um broytingina, sum liggur í, at bólkurin partíðarlesandi verður strikaður, samstundis sum ein nýggjur bólkur verður settur á stovn: stakskeið, sum lesandi skulu gjalda fyri at taka lut á. Stór misnøgd var millm tey lesandi við broytingina.

------------

Á Námsvísindadeildini endaðu hesi skeið um mánaðarskiftið mars/apríl.:

  • skeiðið í náms-og sálarfrøði og almennum didaktikki hjá 1. árs lesandi
  • skeiðið serøkið hjá námsfrøðingunum á øðrum árgangi og
  • linjulesturin hjá 3. og 4. árs lesandi

Øll hesi skeið endaðu við eftirmeting/próvtøku um mánaðarskiftið mars/ apríl.

Í viku 15 (8 – 12. apríl) byrjaði arbeiðið við bachelor- og yrkisrættaðu verkætlanini hjá ávikavist  3. og 4. árs lesandi. Hetta arbeiðið endar við munnligari próvtøku í viku 24 ( 10 – 14. juni).
81 lesandi skriva bacheloruppgávu, av hesum eru 9 námsfrøðingar og 6 lærarar, sum taka ískoytisútbúgving til bachelor.  71 lesandi skriva yrkisrættaðu uppgávuna.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini er útbúgvingin í Master í løgfrøði um at vera klár. Fróðskaparsetrið hevur biðið Mentamálaráðið góðkenna, at farið verður undir at bjóða út master í løgfrøði og at tikið verður upp til heystar. Les meira um hetta her.

Arbeitt verður eisini við at gera individuellar master – ella meistaralæru.  Í tí sambandi hava Hans Andrias Sølvará og Gestur Hovgaard verið í Danmark á fundi við donsk universitet, hetta fyri at fáa í lag samstarv á útbúgvingarøkinum. Fundir hava verið við útbúgvingar- og institutleiðarar í Aalborg,  Århus og Roskilde.

------------

Masterútbúgving í vegleiðing
Setrið bjóðar parttíðarlestur í lestrar- og yrkisvegleiðing á masterstigi frá lestrarbyrjan á heysti í 2013.
Les tíðindaskriv her

PRÓVTØKUR

Føroyamálsdeildin hevur á lærarafundi ásett próvtøkudagarnar fyri summarpróvtøkuna, sum verða í mai og juni 2013.

------------

Próvtøkurnar á Søgu- og samfelagsdeildini verða tær allarflestu í juni mánaða. Miðjað verður ímóti at allar próvtøkur eru lidnar 20. juni.

Frá Diplomútbúgvingini í almannafyrisiting á Søgu- og samfelagsdeildini verða til várs fyrstu diplomini  handaði á Fróðskaparsetrinum. Talan er um ávegis útbúgving á bachelorstigi, har virkin fólk í føroyskari almannafyrisiting hava tikið parttíðar ársnám (60 ECTS). Les meira um hetta her

FYRISITING

Um mánaðarskiftið mars/apríl varð telefonavgreiðslan á Setrinum flutt á Námsvísindadeildina. Skrivstovan á Námsvísindadeildini tekur sær nú av hesum máli.

------------

------------

Mannagongd fyri útbúgvingar- og skeiðslýsingar
Bolognabólkurin hevur, í samráð við dekanarnar, orðað mannagongd fyri útbúgvingar- og skeiðslýsingar. Tak skjøl á føroyskum og enskum niður her:

------------

Í døgunum 10. til og við 12. apríl  skipaði fyrisitingin á Setursskrivstovuni fyri einum internati á Deplinum í Skálavík. Les kunning her.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Hermann Oskarsson er frá 1. apríl settur í starv sum granskari á Søgu- og samfelagsdeildini.

Lýst er eftir lektara/adjunkti í samfelagsvísindum. Umsóknarfreistin er 1. mai 2013. Hesin verður væntandi settur frá 1. august 2013.

RÁÐSTEVNUR

Leygardagin 20. apríl verður fundur í Islex-verkætlanini á Føroyamálsdeildini. Tá koma tveir málfrøðingar úr Íslandi at fundast við tey føroysku Islex-umboðini.  Islex er ein felags norðurlendsk netorðabók úr íslendskum í øll hini norðurlendsku málini. Orðabókin er opin á netinum ókeypis, men tann føroyski parturin er tó ikki tøkur enn, av tí at Føroyar komu uppí langa tíð eftir, at hini londini vóru byrjað. Adressan hjá Islex-orðabókini er www.islex.lexis.hi.is

SKEIÐ

Fríggjadagin 5. apríl hevði Mikael Alexandersson, rektari á universitetinum í Halmstad, ein sera áhugaverdan fyrilestur/verkstovu um lærara-/námsfrøðingaútbúgvingar fyri starvsfólkunum á Námsvísindadeildini. Mikael Andersson, sum er professari í námsfrøði og didaktikki, hevur drúgvar royndir við at meta um/eftirmeta námsfrøðiligar útbúgvingar, serliga í Norðurlondum.  
Fyrilesturin/verkstovan var ætlaður sum íblástur til eina eftirmeting av lærara- og námsfrøðingaútbúgvingunum, sum liggur fyri framman.

------------

Mikudagin 24. apríl hevur Poul Bitsch Olsen lektari á Lærda Háskúlanum í Roskilde verkskeið saman við starvsfólkunum á Sjúkrarøktarfrøði-  og Søgu- og Samfelagsdeildini. Verkskeiðið snýr seg um viðgerð av "problemorienteret projektarbejde", sum hevur til endamáls at stuðla lesandi í at ogna sær hegni í projektarbeiði frá byrjan til enda.
"Problemorienteret projektarbejde" gevur lesandi ávís amboð, hugskot og hugtøk, ið hava týdning innan tilgongdina.

------------

Grundskeið í lóg
Føst venja er fyri at starvsett á Fróðskaparsetrinum ókeypis kunnu taka gjaldsskeið í løgfrøði.
Aftur í heyst verður Grundskeið í lóg boðið út. Talan er um 10 ECTS skeið á bachelorstigi, ið umleið 500 fólk higartil hava tikið.
Skeiðið er sera væl umtókt sum eftirútbúgving og er fortreyt fyri øðrum fakum í lóg.
Áhugaði kunnu boða frá hjá Sylviu á Søgu- og samfelagsdeildini. Bókin Fyrisitingarlóg fylgir við skeiðnum.

TILTØK

Lærarar og tvey starvsfólk á Føroyamálsdeildini vóru á arbeiðsfundi á Hotel Vágum fríggjadagin 12. apríl at arbeiða við BA- og MA-frymlinum. BA-frymlin varð liðugt endurskoðaður, meðan MA-frymilin krevur ein arbeiðsdag afturat, áðrenn hann endaliga er avgreiddur.  

------------

Sum fyrr boðað frá fekk Føroyamálsdeildin nakað av skjalatilfari frá børnunum hjá Paulinu og Jóhannesi av Skarði beint fyri jól 2012. Hetta virðismikla skjalatilfarið varð pakkað fyri jól, men seinni skipað og fyribils skrásett í januar/februar. Les meira um hetta her

------------

Týskvøldið 14. mai kl. 19.30 verður Seturskjak á Østrøm við evninum: “Lóggáva og planlegging í dagsins føroyska samfelagi” hesuferð er tað Søgu og samfelagsdeildin sum skipar fyri. Nærri kunning í Árskalendaranum

------------

Hósdagin 16. mai 2013 skipa Fróðskaparsetur Føroya, Søvn Landsins og Búnaðarstovan  fyri ráðstevnu um hvussu lívfrøðiligt margfeldi kann varðveitast við burðardyggari lendisnýtslu.  Ráðstevna verður í Norðurlandahúsinum. Les meira í Árskalendaranum

------------

Avgerð er tikin um, at Setursdagur verður tann 17 mai 2013. Endamálið er at hátíðarhalda føðingardagin við ráðstevnu o.ø.. Arbeitt verður við at leggja neyvari skrá og nærri kunning kemur um hetta seinni, sí eisini Árskalendarin.

------------

Fríggjadagin 24. maj kl. 14-16 verður skipað fyri innanhýsis sosialum kjaktiltaki fyri starvsfólki á Setrinum. Tiltakið verður á Østrøm har ábit og kaffi/te/øl verður at fáa.
Leiðsla og deildarleiðarar

------------

Í viku 22, t.e. 28. – 31. mai, skipar Bolognabólkurin á Setrinum fyri uppfylgjandi verkstovum um útbúgvingarnýskipanina sambært Bolognaavtaluni. Komandi tiltakið  er framhald av innleiðsluskeiði, ið var fyri starvsfólk á Setrinum í oktober 2011, har høvuðsdentur varð lagdur á læruúrtøkur í útbúgvingunum. Næsta skeiðið fer eitt stig víðari, har sambandið ímillum læruúrtøkur, undirvísingarhátt og próvtøkur verður sett í miðdepil. Á enskum fakmáli nevnist hugtakið “constructive alignment”.

------------

Prógvhandan á Námsvísindadeildini
Ársins prógvhandan verður fríggjadagin tann 21. juni kl. 14 í auluni á Námsvísindadeildini. Prógv verða  handað teimum, sum eru liðug við pedagog- og læraraútbúgvingarnar og aðrar útbúgvingar á Setrinum í summar.  Harafturat verða øll fagnað, sum hava fingið prógv á Setrinum í lestrarárinum 2012-13.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. maj kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras