Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Í hesum døgum sita nógv lesandi á Setrinum við bacheloruppgávuni og leggja seinastu hond á útbúgving sína. Hetta er samstundis tekin um vár og summar, har alt er farið at spretta. Og eisini eru tekin um, at tað nærkast til umsóknarfreistina til kvotu 1, sum er 1. juli 2014.  Sí nærri kunning um upptøku her

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 28. mai 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 22.

ÚTBÚGVING

Í útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing eru síðstu eindirnar áðrenn summarfrítíðina byrjaðar. Tær eru:

Eind 4, Sjúkrarøkt til fólk við somatiskari sjúku (B). Lesandi eru fyri fyrstu ferð í kliniskari útbúgving í 4 vikur á Boðanesheiminum, har evnið er grundleggjandi sjúkrarøkt, og vera aftur á SFD 19. mai. Próvtøkan er uttanhýsis, skrivlig og einsæris, og fer fram eftir lokna undirvísing í eind 4. Próvtøkan er evnað sum ein case við próvtøkuspurningum. Uppgávan verður útflýggjað 24. juni og skal latast inn 27. juni.

Eind 8, Sjúkrarøkt til eldri. Sjúkrarøkt til varandi sjúk. (B)Endurmenning. Lesandi eru í kliniskari undirvísing í sekundera geiranum, t.e. heimasjúkrarøkt, ellis- og røktarheim. Innanhýsis próvtøka er á kliniska útbúgvingarstaðnum, og er skipað sum støðumet, har lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina. Tey vera aftur á SFD 16. juni, tá ið tey hava skeið í kvantiativum granskingarháttaløgum, sum endar við innanhýsis skrivligari próvtøku.

Eind 12, Sjúkrarøkt til menniskju við sálarligum sjúkum. Lesandi eru 2 vikur í ástøðiligari og síðani 8 vikur í kliniskari undirvísing, sum er á psykiatriska deplinum og á sambýlum. Innanhýsis próvtøka er á kliniska útbúgvingarstaðnum, og er skipað sum støðumet, har lesandi verða mett í mun til læruúrtøkuna fyri klinisku undirvísingina.

Eind 16, Bachelorritgerð. Eindin er 20 ECTS og byrjaði 24. mars. Ritgerðin skal latast inn 10. juni. Almennur framløgudagur av bachelorritgerðunum verður 25. juni. Skráin verður løgd á heimasíðuna.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini arbeiða umleið 20 lesandi á teimum trimum linjunum við sínum bacheloruppgávum.

PRÓVTØKUR

Á Søgu- og samfelagsdeildini varð Bára Óladóttir Gullbein fyrst í apríl liðug við bachelorútbúgving sína í sosialvísindi og samfelagsplanlegging.

FYRISITING

Nýggir takstir í samband við tænastuferðir
Frá 1. januar 2014 eru nýggir takstir fyri tænastuferðir ásettir. Høvuðsbroytingin er, at mann eisini fær dagpening á kr. 360 á heimferðardegnum. Harumframt verður goldið fyri innivist á hotelli eftir rokning, tó í mesta lagi kr. 1.264 fyri hvørja nátt.
Sí alla kunningina her

------------

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Gestur Hovgaard, lektari í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur í apríl mánað verið tvær vikur á Malta, har hann hevur kunnað seg um umstøðurnar í hesum oyggjasamfelagi, fingið í lag samstarv við granskarar har, umframt at hildið fyrilestur og luttikið á seminari um oyggjaturismu.

GRANSKING

Góðu granskarar og undirvísarar
Tað er mær ein frøi at siga frá, at Setrið hevur keypt greiningarforritið Nvivo til granskarar, undirvísarar og lesandi á Setrinum. Nvivo er eitt forrit til greining av kvalitativum dátum og verður brúkt á nógvum universitetum kring heimin. Forritið er keypt og kt-fólkini hava biðið Føroya Tele leggja tað á fjarskriviborðið, so at øll fáa atgongd til tað í senn. Tey, sum skulu brúka forritið nógv, kunnu fáa tað lagt á teldur sínar.
Umboð fyri Setrið hava verið til framløgu av hesum forriti, har vit sóu ítøkilig dømi um, hvørjir møguleikar eru við tí. Eg eri av tí fatan, at hetta er eitt sera gott og brúkaravinarligt amboð til gransking. Øll, sum fáast við ella fara at fáast við kvalitativa gransking, skulu hava høvi at seta seg inn í brúkið av hesum forriti. Harumframt skulu tey lesandi fáa frálæru í at brúka Nvivo sum part av metoduskeið. Tí er tað umráðandi nú í fyrsta umfari, at granskarar og undirvísarar raðfesta at luttaka í frálæruskeiði, sum verður í næstum. Eg havi biðið umboð fyri Søgu- og Samfelagsdeildina samskipa frálæruna fyri granskarar og undirvísarar. Tey fara í beinanvegin forritið er tøkt á fjarskriviborðinum at senda tykkum innbjóðing við dagfestingum fyri nær skeið/ini verða umframt upplýsingar um tilmelding.

Malan Marnersdóttir

RÁÐSTEVNUR

Tann 7. og 8. mai verður Sjúkrarøktarfrøðideildin vertur fyri árligu FIKS (Forening for Internationale Koordinator på Sygeplejeskoler) ráðstevnuni, har 15 altjóða samskiparar frá sjúkrarøktarfrøðiskúlum luttaka.
Endamálið við FIKS netverkinum er at deila vitan og royndir innan skipan av skiftislesnaði hjá sjúkrarøktarfrøðilesandi. Limir í hesum netverki eru úr 9 donskum sjúkrarøktarfrøðiskúlum, Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum í Nuuk og Sjúkrarøktarfrøðideildini á Setrinum. Sjúkrarøktarfrøðideildin verið limur í FIKS í nógv ár.

SKEIÐ

Ískoytisútbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøïdeildini.
Enn er stórur áhugi millum heilsustarvsfólk, serliga sjúkrarøktarfrøðingum, at taka ískoytisútbúgvingina. Í vár hava vit skipað fyri
Eind 3, Bachelorritgerð 15 ECTS. Lesandi skulu lata uppgávuna inn 12 mai. Framløgudagur fyri bachelorritgerðirnar verður 29. mai, og klinikkin er boðin við til tiltakið.
Eind 3 verður boðin út aftur í heyst.
Eind 2, patientologi, 10 ECTS. Skeiðið byrjaði 31. mars. Lesandi lata próvtøkuuppgávuna inn 26. mai. Á skeiðinum eru 21 luttakarar.
Masterskeið
Grundskeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi innan heilsuvísindi á 15 ECTS verður í heyst á fyrsta sinni.
Skeið í diabetes
Við støði í álitinum um heildarætlan fyri diabetes, hevur Heilsumálaráðið heitt á Sjúkrarøktarfrøðideildina á Fróðskaparsetrinum at skipa fyri skeiðið í diabetes fyri sjúkrarøktarfrøðingum, sum starvast í læknaviðtalum. Undirvísingin er løgd fríggjadagar kl. 13:00 – 16:30 og leygardagar frá    9 – 16:30 í tíðarskeiðinum  9/10 og 23/24 mai, 13/14 juni áðrenn summarfrítíðina og 5/6 og 19/20 september , 3/4 og 24/25 oktober aftaná summarfrítíðina.

TILTØK

Leygardagin 17. mai verður enska málroyndin IELTS
Nærri kunning her

------------

Setrið luttekur aftur í ár við almennum tiltaki á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 6. juni 2014 frá kl. 19 til 23. Nærri kunning um stað og skrá kemur seinni.

------------

Setursdagur týsdagin 20. mai 2014

------------

Starvsfólkaútferð fríggjadagin 13. juni 2014

------------

Prógvhandan fríggjadagin 27. juni 2014

------------

Umsóknarfreistin at søkja inn til útbúgvingarnar á Setrinum eftir kvotu 1 er 1. juli 2014 á midnátt. Sí nærri kunning um upptøku her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 28. mai 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras