Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Tekin er nú av álvara komin um vár og vit gleða okkum til komandi summarið, tá alt aftur fer at spretta. Hetta er eisini tíðin, har nógv lesandi á Setrinum sita við bacheloruppgávuni og leggja seinastu hond á útbúgving sína. 

Hetta er eisini tíðin til umsóknarfreistina at søkja inn til lestur á Setrinum. Kvotu 2 freistin var 15. apríl og vóru tað heili 149 umsøkjarar, sum nýttu hendan møguleikan. Umsóknarfreistina til kvotu 1 er 1. juli 2015 og spennandi verður, hvussu nógvar umsóknir, ið samanlagt fara at koma.  Sí nærri kunning um upptøku her

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 1. juni 2015 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 23.

PRÓVTØKUR

Á Føroyamálsdeildini hevur próvtøka verið í lestrarevninum Innsavning. Fýra lesandi vóru uppi. Lærarar vóru Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen.

------------

Fríggjadagin 24. apríl vardi Bergur Djurhuus Hansen ph.d.ritgerð sína "Er heima til? Ein tekstslagsástøðilig og bókmentasøgulig viðgerð av ferðafrásagnum Kristians Osvald Viderø”. Í metingarnevndini vóru Dagný Kristjánsdóttir, professari á Háskúla Íslands, Bergur Rønne Moberg, post doc granskari á Københavns Universitet, og Turið Sigurðardóttir, professari á Fróðskaparsetrinum. Turið Sigurðardóttir var forkvinna í nevndini og hinir báðir nevndarlimirnir tískil andmælingar undir verjuni. Sigurð í Jákupsstovu, rektari, var orðstýrari og handaði Bergi ph.d.-prógvið. Vegleiðari hjá Bergi hevur verið Malan Marnersdóttir, dr. phil., professari á Fróðskaparsetrinum, og hjávegleiðari hevur verið Frits Andersen, dr. phil. á Aarhus Universitet. Sama dag sum verjan var, kom ritgerðin út í bók. Fróðskapur stóð fyri útgávuni. Bókin er 295 bls. og fæst í bókabúðunum fyri kr. 250,-.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeidlini hava próvtøkur verið á sosialvísindum og samfelagsplanlegging tann 26. mars og endurpróvtøka hevur verið tann 29. apríl.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Leiðari fyri nýggju Lestrarskrivstovuna. Elin Brimheim Heinesen tók 1. apríl 2015 við starvinum sum leiðari fyri nýggju Lestrarskrivstovuna á Fróðskaparsetrinum.
Vit ynskja Elini vælkomnari í starvi.

------------

Nýggjur húsavørður á Námsvísindadeildini/Venjngarskúlanum. Sagt verður frá, at Terji R. Mikkelsen er settur í starv sum húsavørður á Námsvísindadeildini/Venjingarskúlanum fyri Jóna Johannesen, sum hevði sín seinasta starvsdag 15. apríl. Terji byrjar í starvinum beinanvegin.
Vit ynskja Terja vælkomnum í fast starvi.

------------

Lektari í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini. Toke Mejer Carlsen, ph.d., er settur sum lektari í støddfrøði á Náttúruvísindadeildini frá 1. apríl 2015.
Vit ynskja Toke vælkomnum í fast starvi.

------------

Lív Patursson er sett sum vísindahjálpari á Søgu- og Samfelagsdeildini, har hennara uppgáva verður at hjálpa til í tí umsitingarliga arbeiðinum kring nýggju master-útbúgvingarnar í master-læru.

------------

Námslektarastarvið á Sjúkrarøktarfrøðideildini er nú sett. Liljan av Fløtum Petersen er sett í starvið frá 27. apríl 2015 at rokna. Tað vóru tríggir umsøkjarar til starvið.
Arbeiðið hjá námslektaranum fevnir m.a. um undirvísing í sjúkrarøkt, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir. Ein partur av arbeiðinum verður eisini at luttaka í støðuga menningararbeiðinum av útbúgvingarvirkseminum á deildini.
Vit ynskja Liljuni vælkomnari í starvi.

------------

Lektari í heilsuvísindum á megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi. Marin Strøm er sett í starv sum lektari í heilsuvísindum á megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum. Marin, sum hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsuvísindum í 2005 og ph.d. útbúgving í 2010 frá Keypmannahavnar Universiteti, byrjar í starvinum 1. september í ár.

ÚTGÁVUR

Blaxekjær, L. and Hansen, T. Historien om FNs COP-møder. [The history of UN COP meetings]. In: Tue Hansen (ed), Klimakrisen [The Climate Crisis], Copenhagen: Forlaget Rosenkilde. 16 pages.

Blaxekjær, L.
, Asien - Kina nægter at lade sig kue [Asia – China stands up]. In: Tue Hansen (ed), Klimakrisen [The Climate Crisis], Copenhagen: Forlaget Rosenkilde. 16 pages.
Útgáva av bókini verður 29. mai 2015 í Industriens Hus í Keypmannahavn kl 16-18. Øll eru vælkomin.

RÁÐSTEVNUR

Ráðstevnan "Green Growth Dialogue" í Norðurlandahúsinum.
Í døgunum 27.-28. apríl varð skipað fyri ráðstevnu um grønan vøkstur í Norðurlandahúsinum kallað "Green Growth Dialogue". Tað var Fróðskaparsetur Føroya, í samstarvi við universitet í Kanada, Grønlandi, Íslandi og Noregi, sum fyriskipaði. Ráðstevnan varð væl vitjað av umleið 70 fólkum.
Á ráðstevnuni vórðu trý evni viðgjørd:
1:At kunna um nýggju masterútbúgvingina: West Nordic Studies - Governance and Sustainable Management kunngjørd.
2: At halda fyrsta fundin í einum nýggjum kanadiskum-vestnorðurlendskum granskingarnetverki við fokus á  grønan vøkstur og Arktis.
3: At bjóða til kjak og samrøðu millum granskarar, lesandi og borgarar, um hvussu samfelag, vinnulív og útbúgvingarstovnar í felag kunnu samstarva um burðadygga menning og grønan vøkstur.

Les her samandrátt (á donskum) frá ráðstevnuni, sum Lau Øfjord Blaxekjær hevur skrivað

------------

Sissal Maria Rasmussen, ph.d. lesandi á Føroyamálsdeildini er í døgunum 28. og 29. apríl á ráðstevnu á Syddansk Universitet, Børnesprogskonference 2015: Systematiske og eksplicitte sproginterventioner i danske dagtilbud.

------------

Ráðstevna um vegleiðing í NLH 4. mai 2015.
4. mai skipa fyrstu masterlesandi í vegleiðing við Fróðskaparsetur Føroya fyri ráðstevnu í NLH um vegleiðarafakið, breiddina, endamálið og møguleikarnar við vegleiðing í dagsins globaliseraða samfelag - við dømum um, hvussu tað verður brúkt í øðrum londum.
Nærri kunning seinni

------------

Ráðstevna um haldførisavbjóðingina í føroyska búskapinum
Mánadagin 18. mai skipar Búskaparráðið fyri ráðstevnu um “haldførisavbjóðingina í føroyska búskapinum”
Høvuðsrøðari verður John Smith, sum er stjóri í danska búskaparráðnum. Nærri verður lýst seinni her.

TILTØK

Kunningarfundur um nýggju masterlæruútbúgvingina innan Sosialvísindi og samfelagsplanlegging, Politikk og umsiting og Søgu verður mánakvøldið 18. mai kl. 19 á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, gøtuhæddini, Tórshavn.

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:

Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 16. mai. Nærri kunning hjá ask(at)setur.fo

------------

Skipað verður fyri hátíðarhaldi í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár. Hátíðarhaldið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mai 2015. Nærri kunning seinni.

------------

Prógvhandanin 2015 verður fríggjadagin 26. juni 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærri kunning seinni.

------------

Umsóknarfreist  fyri at søkja inn til lestur á Setrinum komandi ár eftir Kvotu 1 er 1. juli. Les meira um upptøku her

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 23. september og 25. november. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen , Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 1. juni 2015 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras