Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

So er nýtt lestrarár byrjað á Setrinum og verandi lesandi saman við teimum nýggju lesandi, ið byrja sín lestur í ár, eru farin til verka. Í dag kl. 14 verður skipað fyri felags innleiðslutiltaki í Jónas Broncks gøtu fyri øll nýggj lesandi á Setrinum, vit gleða okkum at síggja tykkum.

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa INNANSETURS her.

Kunningini í INNANSETURS fer at koyra eftir sama leisti sum áður, har kunningin fyri ein mánað verður savnað og send starvsfólkum og lesandi seinast í einum mánaðarskifti. Nærri kunning um mannagongdir er at finna í niðasta teigi "FRÁBOÐAN".

Tilmelding til SETURSTÍÐINDIR

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 30. september kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 40.

ÚTBÚGVING

Á Náttúruvísindadeildini verður tikið upp til lestur annahvørt ár og í ár eru 19 byrjað at lesa “Orkuverkfrøði”. Útbúgvingin hevur skift navn og kallaðist seinast, t.e. í 2013, fyri “Orku- og umhvørvisverkfrøði”. Útbúgvingin koyrir í tøttum samstarvi við DTU og verða próvtøkurnar skipaðar eftir teirra leisti.

------------

Annað ársverkið á MA í vegleiðing, ið er parttíðarnám, er farið av bakkastokki og byrjar við intensivum skeiði á Námsvísindadeildini 28. og 29. august. Skeiðið, ið er fyrsti partur av skeiðnum “Professional development and practice 1”, byggir á undanfarin skeið og er ein týdningarmikil liður í professionellu menning vegleiðarans. Undirvísari er Dr. Raimo Vuorinen frá “Finnish Institute for Educational Research” á Jyväskylä Universitetinum. Umframt at vera navnframur granskari innan vegleiðing, vegleiðaraskipanir, politikk og strategi á økinum, er Raimo Vuorinen samskipari  av ELGPN – ”European Lifelong Guidance Policy Network (sí www.elgpn.eu) og varaforseti í altjóða felagsskapinum “International Association for Educational and Vocational Guidance” (sí www.iaevg.net).

------------

Á Føroyamálsdeildini byrjar lesturin aftur hósdagin 27. august, tá ið innleiðsla verður á deildini. Innleiðslan heldur fram fríggjadagin. Seinnapartin fríggjadagin verður skipað fyri innleiðslutúri til Selatraðar saman við lesandi av Náttúruvísindadeildini. Áhugin at lesa føroyskt er stórur: 23 eru upptikin til BA-lestur, 3 til hjánám og 2 til MA í føroyskum. Hesin stóri áhugi ber við sær, at Loftsstovan má takast í brúk sum undirvísingarhøli, og tí missir starvsfólkið sína matstovu, sum má flytast í annað høli. Starvsfólkið hevur víst sera stóra vælvild í hesum máli.

------------

16 nýggj lesandi eru tann 20. august byrjað á teimum 3 linjunum innan nýggja masterlærukonseptið á Søgu- og Samfelagsdeildini, 14 kvinnur og 2 menn.

------------

BSc í sjúkrarøkt
Á Sjúkrarøktarfrøðideildini er 24 nýggj lesandi í flokki 2015 mánadagin 24. august. Av teimum tóku 19 forskeið í biokemi og 1stu hjálp í viku 34. Allir 4 flokkarnir eru inni hesa tíðina, so her er trongligt á Jónas Broncks.

-------------

17. august byrjaðu 78 nýggj lesandi – 38 námsfrøðingar og 40 lærarar – á Námsvísindadeildini.
34 kvinnur og 4 menn lesa til námsfrøðing, og 27 kvinnur og 13 menn lesa til lærara.
Umframt hetta eru 10 fólk, sum eru útbúgvin eftir gomlu skipanini – 8 námsfrøðingar og 2 lærarar  – farin undir at taka ískoytisútbúgving til bachelor.

LESTRARVEGLEIÐING

í døgunum 18. til 21. august luttók  Johild Dulavík á árliga netverksfundinum í Nordplus saman við 13 øðrum skúlum.  Hesa ferð var Agder Unversitet í Kristiansand vertur. Evnir, ið kjakast bleiv um, var m.a. skiftislesnaður, merit, og býtið av pengum frá Nordplus.

Harumframt bleiv seinasta hond løgd á IP-skeið, sum verður á Bornholm í viku 39, ið hevur heitið: Sygepleje – Velferdsteknologi, e-helse.  Skeiðið er ætlað  2 sjúkrarøktarfrøðilesandi  úr hvørjum skúla, og fáa tey skeiðsprógv upp á 1,5 ECTS. Umframt lesandi luttekur 1 lærari, ið kemur at undirvísa. Nærri frágreiðing verður gjørd eftir skeiðið.

PRÓVTØKUR

Í viku 35 verða endurpróvtøkur hildnar á Føroyamálsdeildini.

FYRISITING

Nýggjasta leiðslufundarfrágreiðingin:

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Á Føroyamálsdeildini er Tóta Árnadóttir sett sum adjunktur í skaldskapi av manna munni.

------------

Lestrarárið 2015-16 koma hesi fólk aftrat starvsfólkahópinum á Námsvísindadeildini:

  • Turið Petursdóttir, námslektari í heilsa, kroppi og rørslu og ítrótti. Turið fer saman við Onnu Gásadal, námslektara, og Magna Mohr, lektara, at undirvísa námsfrøðingum á linjunum heilsa, kroppur og rørsla og lærarum á linjuni í ítrótti.
  • Lydia Didriksen, farloyvistarv, fer at undirvísa námsfrøðinga- og læraralesandi á grundskeiðinum í føroyskum og læraralesandi á linjuni í føroyskum.
  • Rúna í Skála, cand. ped.ped, fer at undirvísa námsfrøðinga- og læraralesandi í pørtum av linjuni skúlabúgving/innskúling.
  • Bárður V. Niclasen og Benadikt Joensen frá Náttúruvísindadeildini á Setrinum fara saman við Jacob Thomsen, lærara og Jacob Eli Olsen, lærara, at undirvísa læraralesandi á linjuni í alisfrøði.
  • Anna Sophie Gravesen, cand. psyk., farloyvisstarv, fer at undirvísa námsfrøðinga- og læraralesandi á linjuni sernámsfrøði fram til jóla.

------------

Fyrsta august og ½ ár fram eru Anna P. L. Olsen og Elisabeth S. Olsen settar sum hjálparfólk á Søgu- og Samfelagsdeildini. Tær eru settar at stuðla undir nýggju masterútbúgvingunum innan masterlærukonseptið.

------------

Gestur Hovgaard, lektari á Søgu og Samfelagsdeildini, er knýttur at Ilisitimatursafik í Grønlandi sum hjálparundirvísari.

GRANSKING

Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, var í august á vitjan á Memorial University í New Foundlandi (Faculty of Business and Administration), har hann luttók í undirvísingini og samstarvaði við granskarar har. Vitjanin var fíggjað av North2North skipanini hjá Arctic University.

ÚTGÁVUR

Sølvará, Hans Andrias: "Eine besondere färöische Religionsgeschichte aus nordisch-dänischer Perspektive" - s. 11-21. Tjaldur 54, Mülheim/Ruhr, juli 2015

------------

Ólavur Christiansen: "A Simpler Understanding of Classic GT: How it is a fundamentally different methodology". í Barney Glaser: Barney G. Glaser PhD, Hon PhD (2014): Choosing Classic Grounded Theory – A Grounded Theory Reader of Expert Advice,  Mill Valley, California, USA, Sociology Press (439 pages), (pp. 73-108), 2014

Ólavur Christiansen
: "The Rationale for the Use of Classic GT", í Barney Glaser: Barney G. Glaser PhD, Hon PhD (2014): Choosing Classic Grounded Theory – A Grounded Theory Reader of Expert Advice,  Mill Valley, California, USA, Sociology Press (439 pages), (p. 189-222), 2014

------------

Magni Mohr, Eva W.Helge, Liljan F. Petersen, Annika Lindenskov, Pál Weihe, Jann Mortensen, Niklas R. Jørgensen, Peter Krustrup: "Effects of soccer vs swim training on bone formation in sedentary middle‑aged women", European Journal of Applied Physiology, april 2015.
Les greinina her

-----------

Bogi B. Jensen et al: Employment of Kernel Methods on Wind Turbine Power Performance Assessment, IEEE Transactions on Sustainable Energy, 2015
Les samandrátt her

------------

Annemi L. Joensen og Elisabeth Hall: Hvorfor er sygeplejersker usynlige i offentlige medier? Klinisk sygepleje nr. 4, 2015, (kemur út í desember).
Les meira her

RÁÐSTEVNUR

Ráðstevna um “Career Management Skills” (CMS) 28. september 2015
Mánadagin 28. september skipa NVL og norðurlendska vegleiðaranetverk NVLs fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum um hugtakið “Career Management Skills” (CMS). Á ráðstevnuni verða tvær NVL-útgávur lagdar fram og viðgjørdar. Tann fyrra er frágreiðingin “Karrierekompetence og vejledning i et nordisk perspektiv – Karrierevalg og karrierelæring”, ið byggir á samstarv ímillum NVL og ELGPN (European Lifelong Guidance Policy Network – www.elgpn.eu ). Hin útgávan, ið væntandi verður útgivin fyrst í september, snýr seg um leiklut vegleiðarans í sambandi við tilgongdir til førleikameting. Øll áhugað eru vælkomin. Nærri kunning og skrá kemur seinni. Les meira um hugtakið ‘karrierukompetensa’ her

------------

19. august luttók Zakaris Svabo Hansen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, á netverksfundi hjá norðurlendsku málráðunum og 20.-21. august á Norðurlendskum málfundi. Fundur og ráðstevna vórðu hildin í Roskilde. Evnið á ráðstevnuni í ár var málfatan og samskiftisatføri í Norðurlondum og snúði seg um, hvussu fólk í Norðurlondum samskifta málsliga, eitt nú hvussu væl tey skilja hvørt annað, tá ið tey tosa sítt egna (skandinaviska) mál, ella um tey heldur velja at samskifta á enskum.

Í juli mánaði skipaði Føroyamálsdeildin saman við øðrum fyri kvæðaráðstevnuni “Og dansurin gongur...” við føroyskum og útlendskum fyrilestrarhaldarum. Millum evnini, ið vórðu viðgjørd, var aldurin á teimum gomlu kvæðunum. Her kom tað sjónarmið fram, at kanska vóru hesi kvæðini ikki so gomul, sum hildið hevur verið. M.a. varð tað ástøði sett fram, at J.H. Schrøter ikki bara skrivaði Sjúrðarkvæðini niður, men at hann sjálvur hevur yrkt tey.

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini, helt fyrilestur á Kvæðarðáðstevnu í juli 2015.  "The phrasal clitic –sa in the satirical ballad Jákupsa skegg and elsewhere.".

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini helt fyrilestur á ráðstevnu: 26th Scandinavian Conference of Linguistics (SCL26). Aalborg, 19.-22. august). "Dative Objects in Faroese. Variation and Change.".

------------

Jens Christian Svabo Justinussen, lektari á Søgu og samfelagsdeildini helt eina framløgu um ”The Pivotal North Atlantic: The Past, Present, and the Future of Faroese Security” á árligu ráðstevnuni hjá Transatlantic Studies Association, í Middleburg í Hollandi, tann 6.-8. juli.

-------------

Á eina ráðstevnu í Trondheimi frá 12.-14. aug. presenteraði Anna Sofía Fjallheim, ph.d.-lesandi, triðja partin av ph.d.-verkætlan síni um barnsburðartunglyndi, "Women's experience with postnatal depression in a small-scale society". Ráðstevnan, sum er 34. av sínum slag kallast International Human Science Research Conference (IHSRC).

SKEIÐ

Seminar um fyriskipan av útbúgvingatilboðum til vaksin 29. september 2015
Týsdagin 29. september skipar NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) fyri seminari um lívslanga læring (LLL), førleikamenning og útbúgvingartilboð til vaksin (VÚ) í breiðum týdningi. Seminarið verður á Hotel Hafnia frá kl. 12 – 17. Á skránni verða m.a. framløgur um norðurlendska strategi og politikk fyri VÚ-økið, og høvuðsúrslit úr noðrurlendsku PIAAC-kanningini (the Programme for the International Assessment of Adult Competencies) verða løgd fram. Eisini verður kjak um tørv á skipaðum útbúgvingartilboðum til vaksin, ið bæði fevnir um skeið á heilt grundleggjandi stigi og sum fyrireiking til miðnám og hægri lestur, føroyskt fyri útlendingar, førleikamenning í mun til arbeiðsmarknaðin, og støðuna viðvíkjandi lívlangari læring í Føroyum. Nærri kunning og skrá kemur seinni.

------------

Masterskeið á Sjúkrarøktarfrøðideildini
3 skeið á masterstigi verður bjóðað út í heyst, Sí lýsing á heimasíðuni. Heitið er Etikkur, virðir og lóggáva í heilsufakligari praksis og gransking.

------------

Ph.d. skeið á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Í viku 45, 2. – 6. november, verður áhugavert skeið á ph.d.-stigi hildið á SFD. Heitið er "Antropologi og føroysk mentan". sí lýsing á heimasíðuni. GG tilmeldingarfreistin er 31.08.2015.

TILTØK

Markleys Útbúgving
Aftur í ár verður skipað fyri Markleysari útbúgving. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum týsdagin 15. september. Nærri kunning seinni her

------------

Næsti stýrisfundur verður 22. september 2015

------------

Ráðstevna um “Career Management Skills” (CMS) 28. september 2015
Mánadagin 28. september skipa NVL og norðurlendska vegleiðaranetverk NVLs fyri ráðstevni í Norðurlandahúsinum um hugtakið “Career Management Skills” (CMS) og leiklut vegleiðarans í sambandi við førleikameting (validering). Nærri kunning undir Ráðstevnur

------------

Seminar um fyriskipan av útbúgvingatilboðum til vaksin 29. september 2015
Týsdagin 29. september skipar NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) fyri seminari um lívslanga læring (LLL), førleikamenning og útbúgvingartilboð til vaksin (VÚ) í breiðum týdningi. Seminarið verður á Hotel Hafnia frá kl. 12 – 17. Á skránni verða m.a. framløgur um norðurlendska strategi og politikk fyri VÚ-økið, og høvuðsúrslit úr norðurlendsku PIAAC-kanningini (the Programme for the International Assessment of Adult Competencies) verða løgd fram. Eisini verður kjak um tørv og støðuna viðvíkjandi LLL og VÚ í Føroyum. Nærri kunning undir Skeið

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 23. september og 25. november. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen, Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

------------

IELTS test
Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 31. oktober. Nærri kunning seinni her og hjá ask(at)setur.fo

------------

Aftur í ár skipar Sjúkrarøktarfrøðideildin fyri hugna fyri starvsfólki á Setrinum við gløgg og køkum . Hetta verður fríggjadagin 18. desember frá kl. 14 til kl. 16 í Kantinuni á veghæddini í Jónas Bronch gøtu 25
Nærri kunning her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 30. september 2015 kl. 12.

Ritstjóri á INNANSETURS

Anna Katrin Matras