Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

So er nýtt lestrarár byrjað á Setrinum og vernadi lesandi saman við teimum nýggju lesandi, ið byrja sín lestur í ár, eru farin til verka. í dag kl 15 verður skipað fyri móttøkutiltaki á Østrøm fyri øll nýggj lesandi á Setrinum, vit gleða okkum at síggja tykkum.

Og vit fara at minna øll tey nýggju fulltíðarlesandi á Setrinum á, at tey skulu taka mynd til námskort. Seinasta freist at taka mynd er hósdagin 12. september 2013, les nærri kunning um hetta undir tiltøk.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 2 oktober kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 40.

ÚTBÚGVING

Tann 2. september var móttøka fyri nærum 60 nýggjum lesandi á bachelor á Søgu og Samfelagsdeildini. Harumframt eru umleið 25 byrjaði at lesa master í Løgfrøði. Nú undirvísingin er byrja eru ella fara í næstum umleið 20 bachelor- og masterskeið at byrja. 

------------

18 nýggj lesandi eru byrjað á Føroyamálsdeildini. 14 lesa BA fulla tíð, tvey lesa ískoytisútbúgving til MA og tvey eru stakgreinalesandi.

26 umsóknir til Føroyskt fyri útlendingar. Luttakarar eru úr m.a. úr Italia, Onglandi og s o úr Føroyum

------------

Mánadagin 19. august byrjaði nýggja lestrarárið á Námsvísindadeildini. 78 lesandi – 39 námsfrøðingar og 39 lærarar byrjaðu í 1.flokki. Fyrsta vikan var  innleiðsluvika. Á skránni var m.a. kunning um lesturin og skúlan. Tey lesandi fingu eisini høvi at koma á tal við umboð fyri Studna, Føroya Pedagogfelag og Føroya Lærarafelag. Innleiðsluvikan endaði við setursskúla á Gjaargarði.
Hjá læraralesandi á 2. árgangi byrjaði lestrarárið við undirvísing á breytunum. Fyrru árini hava tey havt høvi til at velja millum tvær breytir, hugvísinda – og náttúruvísindaligu breytina. Hetta lestrarárið hava tey havt møguleika at velja eina triðju breyt – kreativu breytina. Hjá námsfrøðingunum á 2. árgangi byrjaði lestrarárið við undirvising á serøkinum.
Lesandi í 3 -  4. árgangi byrjaðu lestrarárið við linjulestri. Hetta lestrarárið eru valmøguleikarnir í sambandi við linjulesturin hesir:
Námsfrøðingar: heilsa, kroppur og rørsla, námsfrøðilig leiðsla, sernámsfrøði, estetiskar lærutilgongdir, skúlabúging og innskúling
Lærarar: føroyskt, støddfrøði, enskt, náttúra & tøkni, ítróttur, námsfrøðilig leiðsla, sernámsfrøði,  skúlabúging og innskúling

Hósdagin 29. august byrjaði nýggja vegleiðaraútbúgvingin. Henda útbúgving, sum er staðsett á Námsvísindadeildini, er fingin í lag í samstarvi ímillum Háskóla Íslands og Fróðskaparsetrið, stuðlað av MMR. Talan er ikki bert um samstarv ímillum Føroyar og Íslands, men eisini ímillum umboð úr øllum Norðanlondum umvegis eitt Nordplusnetverk. Undirvísararnir á hesi útbúgving koma frá Finnlandi, Noregi, Danmark og Íslandi. Afturat teimum undirvísa serkøn á Fróðskaparsetrinum. 48 lesandi eru upptikin, talan er um virkandi lærarar og vegleiðarar á útbúgvingum frá fólkaskúla til hægri lestur.

------------

So er fult hús aftur á Sjúkrarøktarfrøðideildini. Fyri fyrstu ferð, síðani vit broyttu lestrarbyrjan og fóru undir at broyta útbúgvingina til eindir á 15 ECTS, eru øll lesandi eftir nýggju skipanini. Tey fyrstu dimittera komandi ár í seinast í juni.

Ìskoytisútbúgvingin
27 lesandi byrjaðu á fyrstu eind í ískoytisútbúgvingini, vísindaástøði og granskingarháttalagsfrøði, í august. Eindin endar 13. Desember.
Tað er sera trongligt her yviri á Jónas Broncks gøtu 25. Húsið er sera fult, ikki bert av okkara, men eisini av øllum studentunum á SSD.

VEGLEIÐING

Viðtalutíðin hjá studentavegleiðingini á Føroyamálsdeildini er broytt til týsdagar frá kl. 10.30 til 12.30. Studentavegleiðingin er flutt úr Reins húsi oman á FMD.

Samband fæst á fmd-studvegl(at)setur.fo og á 352526. Telefonin verður bert svarað, tá viðtalutíð er.

------------

Nýggjur studentavegleiðari á Náttúruvísindadeildini er Bárður Rasmussen, ið eisini røkir uppgávuna sum studentavegleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini. Bárður hevur royndir við studentavegleiðing síðan hendan skipan bleiv sett á stovn í novembur 2012. Harafturat er hann lesandi á nýggju masterútbúgvingini í vegleiðing, ið júst er byrjað.  Nærri kunning um nær og hvar hann verður at hitta verður send lesandi og starvsfólki á deildini í komandi viku (vika 37).

------------

Lestrarvegleiðarin á Sjúkrarøktarfrøðideildini, Johild Dulavík, er farin undir vegleiðaraútbúgvingina, sum Setrið bjóðar út. Lestrarvegleiðingin er tí broytt nakað. Lesandi verða kunnað í dag á felagstímanum fyri lesandi á SFD.
Broytta virksemi verður lýst seinni á First class stevnuni hjá lesandi á SFD og á heimasíðuni.

FYRISITING

Upplatingartíðirnar á skrivstovuni á Jónas Broncks gøtu 25 vera broyttar frá mánadegi 16. September fram til jólar, tá ið broytingin verður eftirmett. Opið verður soleiðis:

  • Mánadag og fríggjadag 9 – 14
  • Mikudag stongt
  • Týsdag og hósdag 9 – 12:15

 

Endamálið við broyttu upplatingartíðini er at betra um arbeiðsumstøðurnar hjá skrivstovufólkinum.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Á Føroyamálsdeildini eru ph.d.-studentarnir Bergur D. Hansen og Sissal Rasmussen uttanlands heysthálvuna í sambandi við ph.d.-verkætlanirnar. Bergur er í Svøríki og Sissal í Danmark. Kristin Magnussen, ph.d.-studentur byrjaði sum málfrøðingur á Málráðnum 1. august 2013.

------------

Tann 1. august vóru hesi sett í starv á Námsvísindadeildini:

  • Erla Olsen, phd. , adjunktur í lívfrøði - og náttúru & tøkniundirvísing
  • Kalpana Vijayavarathan, adjunktur í enskum
  • Vár í Ólavsstovu, phd., adjuntur í móðurmálsnámsfrøði og undirvísingarfrøði
  • Jóhannes Miðskarð, phd., adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu og fyrisiting
  • Harald W. Knudsen, námslektari í støddfrøði

ÚTGÁVUR

Kári á Rógvi, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur givið út lærubókina Felagsverklóg – føroyskur kollektivur arbeiðsrættur, Fróðskaparsetur Føroya, 2013, les meira her.

------------

Síðsta mánað kom bók út, sum fólk á Føroyamálsdeildini hava ritstjórnað. Bókin ber heitið: Nøvn í strandamentanini / Navne i kystkulturen. Forelæsninger fra det 41. NORNA-symposium i Tórshavn 2.-4. juni 2011. NORNA-rapporter 89. NORNA-förlaget 2013. Uppsala. Í bókini eru prentaðir flestallir fyrilestrar, 19 í tali, sum vóru hildnir á ráðstevnuni. Fyrilestrarnir, sum eru á donskum, norskum og svenskum og sum hava samandráttir á enskum ella týskum, snúgva seg um staðarnøvn, fólkanøvn og skipanøvn. Nøvnini verða eisini sett inn í mentanarsøguligt høpi. Nortið verður eisini við støðuna hjá staðarnavnagranskingini í okkara talgildum tíðum. Bókin er 380 bls. til støddar og fæst í bókabúðunum fyri 200 kr. Í ritstjórnini vóru Tina K. Jakobsen, Kristin Magnussen, Anfinnur Johansen og Eivind Weyhe.

RÁÐSTEVNUR

Í døgunum 22.-23. august var Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, á ráðstevnu við Háskólan á Akureyri, hetta um “Climate Change in Northern Territories – sharing experiences, exploring new methods and assessing socio-economic impacts”. Ráðstevnan hevði oman fyri 100 luttakarar úr tilsaman 14 londum. Á ráðstevnuni  var lagt fram paper um “West-Norden. A functional region?”, hetta í samstarvi við Gretar Eythórsson, professara í stjórnmálafrøði.

------------

Ráðstevna um integrasjón og undirvísing
Mánadagin 28. oktober verður ráðstevna á Østrøm um integrasjón og undirvísing. Serligur dentur verður lagdur á undirvísing av vaksnum tilflytarum, og tað arbeiði, ið norðurlenska “Alfarådet” fæst við. Kunning um hetta netverk fæst á: http://www.nordvux.net/page/575/alfaradet.htm  “Alfarådet” hevur júst útgivið bóklingin: “Kompetensbeskrivning av lärare i grundläggande litteracitet för vuxna med andra modersmål än de nordiska”, ið er tøk á svenskum ella á enskum á: http://www.nordvux.net/page/1571/kompetensbeskrivningavlarare.htm
Fyrilesarar verða úr Føroyum, Íslandi, Danmark, Noregi og Svøríki, harav nakrir teirra eru úr Alfarådet. Nærri kunning og skrá kemur seinni á Innanseturs og á setur.fo
Fyriskiparar eru Karolina Matras, námslektari á NÁD og limur í Alfarådet, og Elisabeth Holm, SSS, ið er umboð Føroya í NVL – Norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring. Kunning um NVL og virksemi tess fæst á: http://www.nordvux.net/

TILTØK

Í sambandi við lestrarársbyrjan skipaði Føroyamálsdeildin fyri eini serligari innleiðsluviku frá 2.-6. september, har dentur varð lagdur á kunning um lesturin um starvsmøguleikar eftir loknan lestur. Starvsfólk á deildini greiddu frá sínum arbeiði, og eldri lesandi søgdu frá sínum royndum at lesa á Føroyamálsdeildini. Studentavegleiðarin greiddi frá vegleiðingini. Annars varð kunnað um Moodle og First Class og um Bolognatilgongdina, Nordkurs, Nordliks og Islex.   

------------

Týski sendiharrin í Danmark vitjar Søgu og samfelagsdeildina 9. september kl. 16.00. hann fer at halda fyrilestur við fyribilsheitinum “Týskland og Ríkisfelagsskapin, bilateral viðurskifti við Danmark/Føroyar, evropapolitikkur , samveldisvalið”. Fyrilesturin, sum verður á enskum, verður í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25. Sí nærri kunning verður á heimasíðuni.

------------

Øll nýggj fulltíðarlesandi á Setrinum skulu taka mynd til námskort.
Lesandi-nummar fært tú, tá tú kemur at taka mynd (dømi: nr. 2013.307)
Myndin verður tikin á:
Setursskrivstovuni  (miðfyrisitingin á Setrinum)
J. C. Svabos gøta 14 (Gróthúsið)
100  Tórshavn
Opið er frá 26. august 2013:  

  • Mánadag - týsdag kl 9-12
  • mikudag - hósdag kl 13-15

Seinasta freist at taka mynd er hósdagin 12. september 2013

------------

Setið X í kalendaran beinanveg!!

Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum verður á Sjúkrarøktarfrøðideildini hósdagin 19. Desember frá 14 – 16.

------------

Hesir merkisdagar eru settir inn í árskalendaran, sí leinkir.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 2. oktober 2013 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras