Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar, desember 2012

INNGANGUR

Hetta er næst seinasta kunningarskrivið INNANSETURS í hesum árinum. Haldi at hetta átakið við kunning millum starvsfólk og studentar hevur lagt ein góðan gróðrarbotn fyri betri kunning okkara millum. Fari aftur at heita á tykkum, um at leggja tað virksemið, sum verða fyriskipað úti á deildunum, í Árskalendarin. Hetta er fyritreytin fyri, at vit øll verða kunnaði um tað sum fyriferst á Setrinum. 

Arbeitt verður nú fram ímóti at fáa partin Innanseturs á setur.fo til at verða okkara Innanhýsis kunningartorg fyri starvsfólk og lesandi á Setrinum. Tá verður møguleiki fyri eisini at hava annað tilfar liggjandi á heimasíðuni, sum annars ikki verður mett skal liggja alment frammi. Nærri kunning um hetta í næsta tíðindabrævi.

Evstamark
fyri tilfari til komandi tíðindabræv: mikudagin 19. desember kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS undan jólum í viku 51.

ÚTBÚGVING

Fróðskaparsetur Føroya, Nordland universitetið í Bodø, Háskoli Íslands, Universitetið á Akureyri og Universitetið í Grønlandi sendu 14. september 2012 umsókn til Norðurlandaráðið um játtan til at menna ein felags master við heitinum Managing Societal Development in the High North" (DEV4NORA). Í døgunum 12.-13. september fundaðust umboð fyri øll universitetini á Søgu og samfelagsdeildini, har umsóknin varð gjørd liðug og send Norðurlandaráðnum. Tann 16. november fingu vit svar frá Norðurlandaráðnum um, at umsóknin varð gingin á møti. Talan er um 1 millión norskar krónur, sum skulu brúkast til at menna útbúgvingina. Raksturin skulu universitetini sjálvi taka sær av. Upprunaliga er talan um hugskot, sum NORA hevur sett fram.

Ì viku 46 undirvísti John Andersen, professari Roskilde Universitet í samfelagsplanlegging, hetta á bachelorútbúgving okkara í Sosialvísind og Samfelagsplanlegging.

Ì viku 47 undirvísti Finn Laursen, lektari við Aalborg Universitet í sosialvísind, hetta á bachelorútbúgving okkara í Sosialvísind og Samfelagsplanlegging.

Í viku 46 undirvísti Uffe Østergård, professari í søgu við Copenhagen Busines School, í skeiðnum Nationalisma í lokalum og globalum høpi, sum er partur bachelorútbúgvingunum í søgu og stjórnmálafrøði.

Tann 29 oktober vitjaði Alyson Bailes,fyrverandi bretskur ambassadørur, og nú atknýttur professari á Háskúla Íslands,á Søgu og samfelagsdeildini og var hon gestalærari í Altjóða Politikki, har hon helt fyrilestur um trygdarpolitikki.Umframt at undirvísa á deilidini, arbeiddi Alyson saman við Søgu og samfelagsdeildini um granskinginnan Smátjóðir.

Í november skipaði Søgu og samfelagsdeildin fyri almennum fyrilestri við tí Arktiska ambassadørinum hjá Danmark, Klavs A. Holm, sum tosaði um ”Kongeriget Danmarks Arktiske Strategi”, og við Hanna í Horni frá Uttanlandatænastuni, sum tosaði um føroysku luttøkuni í Arktiska Ráðnum. Hesin fyrilesturin var eisini partur av fakinum Altjóða Politikkur innan bachelorútbúgving okkara í í politik og umsiting.

VEGLEIÐING

Sjøtul er settur á skipan av vegleiðing á Setrinum. 1. nov fóru fýra studentavegleiðarar til verka á NVD, FMD og á SSD, og síðan hava samskipanar- og samstarvsfundir verið av ymsun slag.  Les mera her

------------

Tann 27. november vitjaðu miðnámsskúlanæmingar úr Suðuroy Fróðskaparsetrið. Vitja varð eisini Søgu og samfelagsdeildini, har umboð fyri deildina studentaleiðbeinarar kunnaðu um úbúgvingarmøguleikar á deildini.

PRÓVTØKUR

Próvtøkur á Søgu- og samfelagsdeildini heysthálvan 2012, sí nærri her

À Megindeildarráðsfundi 15. mars 2005 varð samtykt at broyta próvtøkureglurnar soleiðis, at studentur, ið er innskrivaður til eina útbúgving eisini automatiskt er tilmeldaður tær próvtøkur, ið hoyra til útbúgvingina.
Tey, ið ikki ynskja at fara til próvtøku, skulu boða frá hesum í seinasta lagi vikudagin fyri próvtøkudagin. Afturtøkan skal verða fráboðað deildini skrivliga, og kann hin lesandi krevja kvittan fyri afturtøkuna. Ov sein afturtøka telur sum próvroynd. Viðv. endurpróvtøkum fer tó innskriving fram sum higartil.

Við sjúku til próvtøkuhald læknaváttan má koma beinan vegin - ikki seinni enn 2 dagar aftaná, at próvtøkan er hildin - og tá skal verða fráboðað ikki seinni enn sama dag, sum próvtøkan verður hildin, at ein læknaváttan er á veg. Hetta er fyri, at hin lesandi ikki skal verða noteraður fyri ikki at møta - um próvtøkuvaktin noterar á
próvbókarblaðið, at ein lesandi ikki er møttur til próvtøku, útloysir tað automatiskt 00 til royndina, og
hann eigur bert 2 umfør eftir. Um sjúkumelding verður noterað á próvbókarblaðið, missir hann ikki
møguleikan at sleppa 3 ferðir til somu roynd.
Hin lesandi eigur 3 møguleikar at sleppa til somu roynd, og ikki øll hava ráð at lata ein møguleika fara fyri skeyti.

FYRISITING

Heitið á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er broytt til Sjúkrarøktarfrøðideildin.

------------

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Á starvsfólkadegi í oktober í Læraskúlahøllini varð Hans Pauli Joensen, dekanur heiðraður fyri 30 ára tænastu. Malan Marnersdóttir, dekanur, handaði honum gávu í hesum sambandi.

------------

Á Søgu og samfelagsdeildini er Sigrid Joensen sett í starv sum deildarskrivari fyri Eileen Vang, sum fer frá vegna aldur 31. desember. Sigrid, sum í løtuni starvast á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu, tekur við deildarskrivarastarvinum á SSD 10. desember.

------------

Jógvan Andersen á KT-tænastuni er farin í farloyvi frá 1. desember 2012 í 1 ár at rokna.

ÚTGÁVUR

Hans Andrias Sølvara, lektari á Søgu- og samfelagsdeilini: Tey fyrstu jólini. Fróðskapur, Tórshavn, 2012. Bókin, sum er 344 síður til longdar, verður útgivin 29. november.

SKEIÐ

Í døgunum 3-7 desembur verður Gestur Hovgaard, Ph.D lekatari á Søgu- og samfelagsdeildini, staddur á Klitgården Refugium í Skagen til seminar fyriskipað av Centre of Equality, Diversity and Gender, Aalborg Universitet. Eitt altjóða panel af granskarum skal kjakast um felags stev í gransking av "The Global Periphery".

Í mars luttók Jens Christian Svabo Justinussen, á ráðstevnu í Illulissat í Grønlandi, skipa av Vestnordisk råd,hvar hann helt fyrilestur um ”Ændringerne i Arktis, Færøernes strategi, oguniversiteternes rolle”

-------------

Skeið fyri undirvísararnar á Sjúkrarøktarfrøðideildini var  24. og 25. oktober:

“Transition:”  Eitt meginhugtak innan sjúkrarøkt. Frá “rites de passage” til ástøði um “transition”.
Endamálið er at økja førleikarnar til at menna vitan um “transition”

Talan er um er eitt meginhugtak – og fyribrigdi – innan sjúkrarøkt. At venja førleikarnar at brúka vitanina í undirvísing, menning og gransking. Les meira her

Atknýtt leinkja: Experiencing transitions: An Emerging Middle-Range Theory í Advances in Nursing Science

Kliniskt vegleiðaraskeið verður aftur í vár. Sjúkrarøktarfrøðideildin hevur fingið nógvar fyrispurningar og bjóðar tí kliniskt vegleiðaraskeið í vár.

TILTØK

Skipað verður fyri valfundum fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum týsdagin 4. desember kl 14. á Østrøm 04.12.2012. Tey lesandi velja eitt umboð og eitt varastýrislimur í stýrið, bæði fyri fyri 1 ár. Hesi er uppstillaði sum lesandi:

  • Jens Mortan Rasmussen
  • Vibeke á Botni
  • Bergur Arnbjarnarson Dalsgarð
  • Bjørg Dam
  • Birna Gaard


Á fundinum fer Sunniva Klæmintsdóttir Olsen, stýrislimur, vald sum studentaumboð, at greiða frá stýrisarbeiðnum. Eisini fáa øll valevnini orðið.

------------

Trivnaðarnevndin fyriskipar jólaveitslu 2012 fyri starvsfólkunum á Setirnum í hølunum í Jónas Bronksgøtu 25, stovuhæddin, fríggjadagin 7. desember 2012 klokkan 19. Nærri kuning her.

------------

Val til Stýrið fyri Fróðskaparsetur Føroya er ásett at verða týsdagin 11. desember 2012 á Setursskrivstovuni. Les meira um valið her.

------------

Gløgg verður fyri øll starvsfólk á Setrinum á Sjúkrarøktarfrøðideildini fríggjadagin 14. desember 2012 frá kl 14 til 16. Tilmelding: liljan.witt(at)skulin.fo innan 11. desember. Les meira her

 ------------

Skipað verður fyri jólahaldi fyri starvsfólkum á Setrinum við familju á Østrøm leygardagin 15. desember, kl. 15. Vit fara at dansa um jólatræ og børnini fáa pakkar. Tey vaksnu fáa mandlurís og kaffi/te

Tey sum ganga á tónleikalinjuni á Námsvísindadeildini fara at syngja og spæla við børnunum og fyri teimum vaksnu. Nærri kunning verður send út í komandi viku.

------------

Avgerð er tikin um, at Setursdagur verður tann 17 mai 2013. Endamálið er at hátíðarhalda føðingardagin við ráðstevnu o.ø.. Arbeitt verður við at leggja neyvari skrá og nærri kunning kemur um hetta seinni, sí eisini Árskalendarin.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.
Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.
Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 19. desember kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras