Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar desember 2013

INNGANGUR

So er aftur eitt heyst farið afturum og enn ein lestrarhálva er um at halla. Men fyrst er tað jólahøgtíðin, sum nú stendur fyri durðum, og vit gleða okkum øll til at sleppa at halda jól og nýggjár saman við familju og vinum. Vit fara at ynskja øllum nær og fjar eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár, við tøkk fyri gott samstarv í skjótt farna ári.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. januar 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 5.

ÚTBÚGVING

Tey lestrarevnini, sum verða boðin út til várs á Føroyamálsdeildini eru: Ferðafrásagnir, barnabókmentir, málnýtsla, samfelagsmálvísindi & purisma og semiotikk/myndamál. Byrjað verður 6. februar 2014.
Lestrarevnini á BA og MA í føroyskum várið 2014 verða eisini lýst sum stakskeið, soleiðis at fólk, sum hava tær kravdu fyritreytirnar, kunnu søkja um upptøku og fáa undirvísing saman við teimum, sum lesa fulla tíð. Umsóknarfreistin er 6. januar 2014.

------------

Allars skeiðslýsingar fyri bæði bachelor og master útbúgvingarnar á Søgu- og Samfelagsdeidlini fyri várið 2014 eru nú klárar og liggja á heimasíðuna.

------------

Hans Andrias Sølvará og Gestur Hovgaard, lektarar á Søgu- og Samfelagsdeidlini vóru fyrst í desember á fundi á Akureyri um felags norðurlendskan master. Tað hevur ligið í kortinum, at hesin master skal byrjað komandi heyst, men er hetta nú útsett til á heysti 2015.

PRÓVTØKUR

Hesar próvtøkur hava verið á Søgu- og samfelagsdeildiní heyst:

  • 8. oktober, Føroysk fyrisitingarlóg (master)
  • 11. oktober, Grundskeið í lóg (1. og 2. ár).
  • 18.-20. november, Skattarættur (master).
  • 28. november, Grundleggjandi fyrisitingarlóg (1. og 2. ár).
  • 2. desember, Problemorienterað projektarbeiði (1. og 2. ár).
  • 2. og 3. desember, Føroyskur kollektivur arbeiðsrættur (master).
  • 10. desember, Nationalisma.
  • 16 desember, Mentannarfrøði (1. og 2. ár).
  • 17 desember, Arkivkunnleiki (1. og 2. ár).


Fleiri próvtøkur verða í januar.

FYRISITING

Kunning til starvsfólk um nýggja eftirlønarlóg
Nýggja eftirlønarlógin kemur í gildi 1. januar í 2014. Hon áleggur øllum borgarum millum 21 ár og fólkapensjónsaldur at spara saman til egna eftirløn. Kortini hava persónar, ið eru føddir fyri 1. januar 1954, ikki skyldu til at spara saman til egna eftirløn, men kunnu sjálvboðin spara saman. Er starvsfólk undir avmarkaðari skattskyldu, skal tað ikki spara saman til egna eftirløn. Tænastumannastørv eru eisini undantikin.
1. januar í 2014 skal í minsta lagi 1 % av inntøkuni rindast til eftirløn. Tó er minstamark ásett, soleiðis at er einstaka lønarflytingin lægri enn 3.000 kr., verður einki eftirlønargjald drigið.
Flestu alment sett eru sett sambært sáttmála, sum tryggjar teimum eftirløn. Hesum starvsfólkum nýtist ikki at hugsa stórvegis um nýggja eftirlønarkravið fyrstu árini.
Tó er tað so, at hvør einstøk lønarflyting skal lúka treytirnar um eftirlønargjald. Verður t.d. yvirtíð ikki útgoldin í somu lønarflyting, sum tann fasta lønin, verður 1 % drigið frá yvirtíðarlønini og flutt til eftirlønaruppsparing.
Fleiri føri eru eisini, har arbeiðsgevarar bara rinda lønmóttakarum løn, sum ikki gevur eftirløn, t.d. fundarpening. Tá verður eisini 1 % drigið frá og flutt til eftirlønaruppsparing.
Fyri at avgreiða hesar lønirnar, skal starvsfólkið hava eftirlønarkontu. Tí er neyðugt, at tey sum ikki longu hava eftirlønarkontu, stovna sær eina innan fyrstu lønarútgjalding í 2014. Á heimasíðuni hjá TAKS, www.taks.fo, stendur hvørjir góðkendir eftirlønarveitarar eru.
Vinarliga
Hugin Skaalum, fíggjarleiðari

------------

Vegleiðing fyri tænastuferðir uttanlands
Í sambandi við, at alt ov nógvar ferðauppgerðir ikki verða gjørdar upp eftir teimum leiðreglum, sum Fíggjarmálaráðið hevur ásett, verður her í stuttum greitt frá, hvussu ferðauppgerðirnar skulu gerast upp.
Les alla kunningina her
Vinarliga
Hugin Skaalum, fíggjarleiðari

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Martha Bech Hansen, reingerðisfólk á Sjúkrarøktarfrøði- og Søgu- og Samfelagsdeildini, fer frá vegna aldur um ársskiftið. Martha hevur verið reingerðisfólk á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum frá 2005, tá ið hann var á Eirargarði. Martha flutti við yvir á Jónas Broncks gøtu 25, og her hevur hon hildið húsið reint og ruddiligt og fjálga um starvsfólk og lesandi.

------------

Erika Hayfield byrjar í starvi sum adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini tann 01. januar 2014.

GRANSKING

EURAXESS portalurin er nú opin
Føroyski EURAXESS portalurin – www.euraxess.fo - varð latin upp á einum tíðindafundi fyrrapartin 19. desember, ið Granskingarráðið skipaði fyri. Fróðskaparsetrið fær leiklut sum annað av tveimum “Service Centres”, og samband fæst við at venda sær til euraxess(at)setur.fo. Umboð og komtaktpersónur fyri Setrið er Elisebeth Holm.
Les tíðindaskriv frá Granskingarráðnum her

ÚTGÁVUR

Anfinnur Johansen lektari á Føroyamálsdeildini fekk handað eitt heiðursrit í sambandi við 60 ára føðingardagin. Heiðursritið nevnist Frá Sturlungu til West Venture og varð handað á samkomu á Námsvísindadeildini 16. desember 2013.

------------

Beinta í Jàkupsstovu, adjungeraður lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini hevur skrivað nýggja vísindaliga grein saman við Alyson Bayles við Hàskóla Islands. Geinin hevur heitið: The Faroe Islands and the Arctic: Genesis of a strategy og kemur út 19. December í íslendska tíðarritinum Stjórnmál og Stjórnsýsla.

RÁÐSTEVNUR

Jens Chr. Justinussen, adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini, var fyrst í desember á ráðstevnu við framløgu í Rovaniemi, Finlandi. Evnið var “Arctic university cities and knowledge-based economies - before, now and in the future: Reykjavík, Akureyri, Tórshavn, Nuuk and Sisimiut”.

SKEIÐ

Eind 2, Patientologi
Sjúkrarøktarfrøðideildin bjóðar út skeið í patientologi í vár. Skeiðið er partur av ískoytisútbúgvingi, men kann eisini takast sum stakskeið. Tað er 10 ECTS til støddar. Skeiðið er frá viku 14 til og við 22.
Fortreyt fyri at søkja inn á skeiði er, at tú ert sjúkrarøktarfrøðingur ella heilsustarvsfólki við aðrari heilsufakligari miðallangari framhaldsútbúgving. Tað er fyrimunur, at hava staðið eind 1.
Patientologi er læran um, hvussu tað er at vera sjúkur. Hvussu menniskjan fatar, upplivir og reagerar, tá ið hon verður sjúk og verður brúkari av heilsuverkinum. Skeiðið setur fokus á, hvussu heilsustarvsfólk fáa innlit í sjúklingsins sjónarhorn. Skeiðið gevur lesandi vitan um og førleika til at arbeiða við hugtakinum patientologi á einum vísindaligum støði grundað á nýggjastu vitan, og taka hesa vitan við í menningina av egnum yrki/praksis.
Undirvísingin er skipað sum verkætlanararbeiði. Skeiðini sum fyrilestrar við skifti millum fyrilestrar, dialog, lesibólkar, bólkaarbeiði og sjálvlestur.

Eind 3, Bachelorritgerð
Sjúkrarøktarfrøðideildin bjóðar eisini Eind 3 ískoytisútbúgvingini út í vár frá viku 7 til og við viku 22. Fortreyt fyri at søkja inn á eind 3 er, at tú hevur staðið eind 1 og eind 2 í ískoytisútbúgvingini ella hevur fingið avriksflutning fyri javnvirðis skeið. Ritgerðin verður latin 12. mai 2014 og munnlig próvtøka verður 28. mai 2014.

TILTØK

Studentarnir á Føroyamálsdeildini skipaðu fyri jólaborðhaldi 13. desember fyri lesandi og starvsfólkum. Góð undirtøka og eitt sera hugnaligt kvøld.

------------

Í sambandi við at Anfinnur Johansen fekk handað heiðursrit, varð skipað fyri hátíðarhaldi í høllini á Námsvísindadeildini 16. desember. Heilt fitt av fólki var samankomið at heiðra Anfinn, sum annars ikki visti av nøkrum.

------------

Jobmatch 2013
Aftur í ár luttekur Setrið á Jobmatch, sum verður mánadagin 30. desember 2013 í Østrøm á Skálatrøð í Havn. Tiltakið er ætlað fyri útisetar, sum eru heima í jólafrí. Starvsstevnan verður frá kl. 13.00 til 20.00 og netverkskvøldið byrjar kl. 20.00.
Skráin sæst á jobmatch.fo  

------------

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 20. januar kl 15 í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánaða og altíð kl 15.
Her sæst fundarfrásøgn frá 5. fundi í Vísindamót mánadag 18. november kl. 15.00 í Jónas Broncks 25.
Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

-------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinkir.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. januar 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras