Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Enn ein lestrarhálva er um at halla og jólahøgtíðin stendur fyri durðum. Vit gleða okkum øll til at sleppa at halda jól og nýggjár saman við familju og vinum.

Vit fara at ynskja øllum nær og fjar eini gleðilig jól og eitt vælsignað nýggjár, við tøkk fyri gott samstarv í skjótt farna ári.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 28. januar 2015 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 5.

ÚTBÚGVING

Lestrarevnini, sum verða boðin út á MA og BA á Føroyamálsdeildini í vár, eru: Barnabókmentir (Tóta Árnadóttir), bókmentatíðarskeiðið 1950-árini (Turið Sigurðardóttir) og setningafrøði (Zakaris S. Hansen). Tvey onnur skeið vórðu boðin út, men vegna ov lítla undirtøku vórðu tey tikin av skránni. Hesi skeiðini vóru orðabókafrøði og innsavning (feltarbeiði).

------------

Í november/desember hava John Andersen professari við Roskilde Universitet, og Finn Laursen, lektari við Aalborg Universitet, verið og undirvíst í ávikavist samfelagsplanlegging og í sosialvísindum, hetta fyri lesandi á triðja ári á bachelor á Søgu og samfelagsdeildini.

Komandi vár byrjar nám í føroyskari kirkjusøgu sum stakgreinalestur á Søgu og samfelagsdeildini. Henda útbúgvingin verður sett í verk í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Fólkakirkjuna í Føroyum.
Fyrsta skeiðið “Liturgikk og hymnologi – føroysk gudstænastuskipan og sálmasangur” verður várið 2015 og umsóknarfreistin til hetta er sett til 9. januar 2015. Les meira her

Til heystar verður tikið upp til felags vesturnorðurlendska masterútbúgvingini í Governance and Sustainable Management, West Nordic Studies, á Søgu- og samfelagsdeildini. Talan er um samstarv ímillum Fróðskaparsetur Føroya, University of Greenland, University of Akureyri in Iceland, University of Iceland og University of Nordland, coastal Norway. Les meira her

Aftur komandi summar bjóðar Fróðskaparsetur Føroya alment skeið í landgrunsrætti. Talan er um framhald av sama skeiði, ið varð hildið á Fróðskaparsetri Føroya í juni 2014. Skeiðið hesaferð verður hildið í døgunum 21. – 28. juni 2015. Les meira her

VEGLEIÐING

Kunning um upptøku á Fróðskaparsetrinum 2015 er nú komið á setur.fo.
sí leinkið
Her fæst eisini umsóknarblað og leiðbeining til at søkja inn eftir kvotu 2, har umsóknarfreistin er 15. apríl 2015 á midnátt. Umsóknarblað og leiðbeining til at søkja inn eftir kvotu 1, har freistin er sett til 1. juli 2015 á midnátt, verður lagt á seinni.
Sama kunning um upptøku er eisini at finna inni á deildarsíðunum.

-----------

Í januar og februar mánað fer Vegleiðaratoymið at kunna á øllum miðnámsskúlunum í Føroyum um lestrarmøguleikar á Setrinum í 2015.

PRÓVTØKUR

Vetrarpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru byrjaðar nú í desember og halda fram allan januar mánað.
Fimm lesandi eru til próvtøku í Søguligum málvísindum. 3 MA-lesandi og 2 BA-lesandi.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava royndir verið: skrivlig roynd  í fakinum Grundleggjandi fyrisitingarlóg 12. desember og munnlig roynd í Kommunurætti 15. og 16. desember.

FYRISITING

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

 
Nýggjastu stýrisfundarfrágreiðingarnar:

------------

Møguleiki er hjá starvsfólki á Setrinum at fara inn á felags Z-drivið fyri at síggja fundarfrágreiðingar frá skrivarafundum og samstarvsnevndarfundum.

------------

Lestrarráðið á Føroyamálsdeildini er mannað.  Lærararnir í ráðnum eru: Bergur D. Hansen (formaður), Zakaris S. Hansen og Jógvan í Lon Jacobsen, og studentarnir eru: Silja Poulsen (næstforkvinna), Ebba Malena Debess Thomsen og Ingilín Strøm.

------------

Samstarvsavtala er undirskrivað millum Fróðskaparsetrið og Sapienza university í Rom. Tað hendir í sambandi við, at Søgu- og samfelagsdeildin og Facoltà di Lettere e Filosofia á Sapienza university hava ætlanir um granskingsamstarv og undirvísing í føroyskari miðaldarsøgu.

ÚTGÁVUR

Eyðun Andreassen, professari á Føroyamálsdeildini, hevur givið út eina bók um ævintýr. Útgevari er Fróðskapur.

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini
& Renata Szczepaniak hava eina grein í Fródskaparritum: Frá hvørsfalli til klípi.

Jógvan í Lon Jacobsen og Hjalmar P. Petersen, lektarar á Føroyamálsdeildini, hava eina grein í Fródskaparritum: Fyrisetingin fyri í føroyskum.

------------

Fróðskapur hevur givið út bókina Frá sjálvstýri móti loysing. Donsk-føroysk viðurskifti frá 1906 til 1925 við serligum atliti at radikaliseringina av tjóðskapar- og sjálvstýrisspurninginum, sum Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur skrivað. Bókin er 480 síður.

Pat Maher, Hans Gelter, Kevin Hillmer-Pegram, Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, John Hull, Gunnar Þór Jóhannesson, Anna Karlsdóttir, Outi Rantala og Albinu Pashkevich. 2014. Arctic Tourism: Realities & Possibilities. Arctic Yearbook 2014.

TILTØK

Hósdagin 18. desember bjóðaði Føroyamálsdeildin starvsfólki og lesandi til jólahugna og eina máltíð á middegi. 

------------

Temadagurin á Føroyamálsdeildini verður gjørdur sum ein mentanartúrur gjøgnum gomlu Havnina í dag fríggjadagin 19. desember. Byrjað verður kl. 14.00 við Føroyamálsdeildina. Gingið verður oman á Öström, har ein bókmentafrøðingur fer at hugleiða um fabrikkina í føroyskum skaldskapi. Síðan halda vit fram til standmyndina av Nólsoyar Pálli o.s.fr. Túrurin fer væntandi at vara hálvan annan til tveir tímar. Fólk av øllum Setrinum eru boðin við.

------------

Mint  verður á umsóknarfreistina til útbúgvingar í UK við UCAS umsóknum, sum er 15. januar 2015.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 28. januar 2015 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras