Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar februar 2013

INNGANGUR

Við kyndilsmessuni komu tey fyrstu rættuligu tekini um at sólin er við at vinna sær megina aftur. Og nú februar er um at halla, merkja vit at ljósið hevur vunnið ein størri part av døgninum aftur. Fyri framman stendur várið og vit kunnu gleðast um, at alt aftur fer at spíra og spretta.

Eitt sum upptekur okkum á Setrinum júst nú er upptøkan av nýggjum lesandi til komandi lestrarár. Tíðarfreistin til at søkja inn eftir kvotu 2 er longu 15. mars, meðan freistin fyri at søkja inn eftir kvotu 1 liggur longri frammi, 1 juli. Spennandi verður at síggja hvussu nógv umsøkjarnir verða.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er sett til mikudagin 20. mars kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 12.

ÚTBÚGVING

Farið verður nú undir fjarundirvísing í føroyskum fyri útlendingar í Føroyum á Føroyamálsdeildini. 29 lesandi hava teknað seg, og áhugin hevur verið stórur, ikki bara í Føroyum, men eisini eru fyrispurningar komnir frá Europa og USA, og ætlandi verður skeiðið víðkað til fólk, sum ikki eru búsitandi í Føroyum. Hjalmar P. Petersen hevur tikið stig til undirvísingina, og fer hann eisini at undirvísa. Les meira um skeiðið.

------------

Málsøga er fyri fyrstu ferð skipað sum felagsskeið fyri lesandi á Føroyamálsdeildini og á Námsvísindadeildini. Tað merkir, at tey lesandi, sum hava føroyskt á linju á NÁD og lesandi á FMD, hava felags tímar í málsøgu fram til 21. mars. Eftir tað halda FMD-studentarnir fram til umleið hálvan mai, tá ið lestrarhálvan endar. 

Í februar hevði Føroyamálsdeilin vitjan av Brittu Olrik Frederiksen frá universitetinum í Keypmannahvan, sum hevði skeið í danskari málsøgu.

------------

ískoytisútbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøðideildini:
Eind 1 í ískoytisútbúgvingini til Bc, Vísindaástøði og granskingarháttlagsfrøði er um at vera liðug. Próvtøkuuppgávan skal latast inn 01.03.2013. 34 luttakarar vóru á skeiðnum.

Mánadagin 18.03 byrjaðu 28 nýggj lesandi á kliniska vegleiðaraskeiðinum. Kliniska vegleiðaraskeiði er námsfrøðilig úbúgving til sjúkrarøktarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk, sum hava ábyrgd av lesandi. Skeiðið er valskeið í ískoytisútbúgvingini.

Í broytingini av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing eru vit nú komin til eind 11 av 16. Várhálvan byrjaði í viku 6. Tá byrjaðu eind 3, 7 og 11

VEGLEIÐING

Nýggjur studentavegleiðari á NVD
Unn Vagnsdóttir Johannesen, lívfrøðilesandi, er sett at røkja uppgávuna sum studentavegleiðari á Náttúruvísindadeildini. Uppgáva studentavegleiðarans er at vegleiða í spurningum, ið hava við lestraviðurskifti at gera. Hesi fevna m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu
tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar.

Viðtalutíðir hjá studentavegleiðarunum:
Søgu- og samfelagsdeildin:  T-postur: SSD-studvegl(at)setur.fo .
Elisabeth Steinberg: Týsdag 10:30 - 12:30 og Hósdag 13:30 - 15:30                               
Bárður Rasmussen: Mánadag 10-12 og Fríggjadag 10-12
Eisini ber til at ringja á tlf. 352581.

Náttúruvísindadeildin: NVD-studvegl(at)setur.fo.
Unn Vagnsdóttir Johannesen: Mánadag kl. 12.00– 14.00.
Eisini ber til at ringja á 352555.
 
Føroyamálsdeildin: T-postur: FMD-studvegl(at)setur.fo (verða svaraðir týs- og hósdagar)
Guðrið Poulsen (í Reins Hús): týsdagar kl. 11.00 – 13.00  og hósdagar kl. 11.00 – 13.00.
Eisini ber til at ringja á 35 25 26.

PRÓVTØKUR

Á Føroyamálsdeildini hevur prógvtøka verið í "Málvariatión og málbroyting". Vika 8 er sett av til endurpróvtøkur á Føroyamálsdeildini.

Próvskeið í føroyskum hevði seinasta undirvísingardag týsdagin 19/2. Samansetta próvtøkan verður leygardagin 23/2 kl 10-14 og týsdagin 26/2 kl 17-19.

FYRISITING

15. mars 2013 á miðnátt er sett sum tíðarfreist fyri at søkja inn eftir kvotu 2 til at byrja lestur til heystar á Setrinum. Í hesum sambandi verður skipað fyri Kunningartiltøkum kring landið. Talan verður um kunning bæði á Miðnámsskúlum og almenna kunning um kvøldi. Skráin fyri hesa kunning sæst her. Kunning um upptøku, har eisini umsóknarblað og vegleiðing til kvotu 2, er løgd á heimasíðuna, sí nærri her.

------------

Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 6. november 2012
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 13. november 2012
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 20. november 2012
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 27. november 2012
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 04. desember 2012
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 18. desember 2012
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 15. januar 2013
Fundarfrásøgn frá Leiðslufundi 19. februar 2013

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Ì sambandi við at nýtt starv sum professari í søgu í 1900-talinum skal setast við Universitetet i Nordland er Jóan Pauli Joensen,professari,  dr.phil.& fil.dr. av hesum universiteti settur í nevnd at meta um, hvør av umsøkjarunum hevur bestan førleika til at verða settur.

------------

Hálvan februar byrjaði Sára Joensen sum skrivari hjá Maluni Marnersdóttir 1½ dag um vikuna, fyri fyrst í tveir mánaðir. Hesar dagarnar fer hon at hava arbeiðspláss í Gróthúsinum. Sára er framvegis deildarskrivari á Føroyamálsdeildini. Broytingin ber til, av tí at Rannvá Setursskrivstovuni hevur tikið nakrar av uppgávunum hennara, og Lena og Oda á Føroyamálsdeildini hava tikið aðrar.Samstundis er hin skrivarin á deildini, Oda Mørkøre, farin upp á fulla tíð.

ÚTGÁVUR

Nýggj bók "4 or more languages for all", um avbjóðingar, málsamfeløg fara at hava í framtíðini, er komin út. Talan er um ráðstevnurit frá Minst fýra mál til øll. Karin Jóhanna Knudsen, Hjalmar P. Petersen og Kári á Rógvi hava ritstjórnað, og Novus Press í Noregi gevur bókina út. Bókin er 131 blaðsíður.

------------

Í september mánaða í 2012 var fyriskipað norðurlendskum skeiði á Sjúkrarøktarfrøðideildini um "Sjúkrarøkt og at liva eitt gott lív við diabetis". Í hesum sambandi er hendan útgávan komin.

RÁÐSTEVNUR

Í døgunum frá 14. til 16. mars 2013 verður ráðstevan um málsligt margfeldni fyriskipað við heitinum "Rom for språk" av Institutt for lingvistiske, litterære og estetiske studium, Universitetet i Bergen. Her fer Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari í málfrøði á Føroyamálsdeildini at halda fyrilestur við heitinum Bilingualism connected to close related languages. (Tospråklegheit ved nære språk.). Les meira um ráðstevnuna.

SKEIÐ

11. mars, kl. 10.15-12 skal Kristin Magnussen, ph.d.-studentur á Føroyamálsdeildin halda fyrilestur á Seminariet för Nordisk Namnforskning á universitetinum í Uppsala. Heitið er: “Tradition og fornyelse i færøske gadenavne. Rapport fra et afhandlingsprojekt.”

Dagarnar 14.-16. februar var Zakaris Svabo Hansen, adjunktur á Føroyamálsdeildin á universitetinum í Zürich í Sveis og helt skeið í føroyskum fyri lesandi har og úr Basel. 35 lesandi luttóku á skeiðinum, so undirtøkan var heilt góð. Tey vóru sera hugagóð og áhugað at kunna seg við føroyskt mál og tað, sum tað hevur í sær. Skeiðið var ein liður í fyrireikingunum hjá teimum til eina námsferð til Føroya, sum er á skránni í mai.

20. mars eru Kristin Magnussen og Sissal M. Rasmussen á ph.d.-skeiði um “Videnskabsretorik” á RUC. Vertur er Ph.d.-skolen for kommunikation, virksomhed og informationsteknologier.

TILTØK

Týsdagin 26. februar kl. 20.00 verður skipað fyri tiltakinum "Fólkaflyting, Fróðskaparsetrið og fólkavøkstur" á Østrøm. Her verður tikið upp um, hvønn leiklut og hvørja ávirkan universitet kunnu hava í smáum útjaðarasamfeløgum. Tveir serfrøðingar, Peter Arbo og Ingi Rúnar Eðvarðsson, fara at greiða frá, hvussu universitet kunnu gerast eitt vakstraramboð í einum útjaðarasamfelagi. Les um tiltakið

-------------

4. mars fara Martina Huhtamäki og Lars Lundsten frá universitetinum í Helsingfors  at halda tveir fyrilestrar á Føroyamálsdeildini, ávikavist um prosodi í finnlandssvenskum talumáli og um Adolf Reinach - grunden för Speech Act Theory. Fyrilestrarnir byrja kl. 10.00. Martina hevur lært seg føroyskt og undirvísir m.a. í føroyskum á universitetinum í Helsingfors.

------------

Seturskjak við evninum "Fjarlestur" verður fyriskapað hóskvøldið 7. mars kl 19.30 á Østrøm á Skálatrøð
Hesuferð er tað Náttúruvísindadeildin sum fyriskipar Seturskjaki. Nærri kunning um tiltakið seinni her

------------

Fríggjadagin 29. mars kl. 14-16 verður skipað fyri innanhýsis sosialum kjaktiltaki fyri starvsfólki á Setrinum. Tiltakið verður á Østrøm har ábit og kaffi/te/øl verður at fáa.
Leiðsla og deildarleiðarar

------------

Avgerð er tikin um, at Setursdagur verður tann 17 mai 2013. Endamálið er at hátíðarhalda føðingardagin við ráðstevnu o.ø.. Arbeitt verður við at leggja neyvari skrá og nærri kunning kemur um hetta seinni, sí eisini Árskalendarin.

------------

Prógvhandaná Námsvísindadeildini
Ársins prógvhandan verður fríggjadagin tann 21. juni kl. 14 í auluni á Námsvísindadeildini. Prógv verða  handað teimum, sum eru liðug við pedagog- og læraraútbúgvingarnar og aðrar útbúgvingar á Setrinum í summar.  Harafturat verða øll fagnað, sum hava fingið prógv á Setrinum í lestrarárinum 2012-13.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 20. mars kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras