Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Komandi mánadagur er føstulávintsmánadagur og vit fara inn í mars mánað. Fyrireikingarnar til at skriva BA-ritgerðina fylla nógv, serliga hjá teimum lesandi. Nú eru bert fýra mánaðir eftir til vit aftur fara at senda eitt nýtt lið av útbúnum víðari, antin til vinnu ella víðari lestur.

Samstundis nærkast umsóknarfreistin til at søkja inn til lestur á Setrinum í 2014 eftir kvotu 2. Hendan er sett til 15. mars á midnátt. Tey, ið søkja inn eftir kvotu 1, hava freist 1. juli á midnátt. Sí nærri kunning um upptøku 2014 her

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. mars 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 13.

ÚTBÚGVING

13. februar møttu tey umleið 15, ið skriva BA-ritgerð nú í vár, á Føroyamálsdeildini. Hetta var aðru ferð tey hittust at tosa um ritgerðina. Hesin fundurin var í sambandi við, at tey skuldu fáa ritgerðarevnið staðfest og vegleiðara ásettan. Freistin fyri innlating er 1. juli 2014.

------------

Arbeiðið við bachelor-ritgerðunum á Søgu- og Samfelagsdeildini er nú farið í gongd, og allar ritgerðir skulu latast inn í seinasta lagi 2. juni kl. 12. Arbeiðið fer fram soleiðis, at øll fáa tillutað ein vegleiðara, sum eftir avtalu stuðlar undir framburðinum í verkætlanini. Mett verður, at íalt 12-14 bachelorar á teimum trimum útbúgvinginum fáa handað prógv á felags próvhandanardegnum hjá Setrinum 27. juni 2014.

VEGLEIÐING

Lestrarvegleiðarin á Føroyamálsdeildini, Guðrið Poulsen, hevur sagt seg úr starvi til 1. mars 2014. Umsóknarfreistin at søkja starvið var týsdagin 18. februar 2014 kl. 12. Tó manglar okkum umsóknir og tí  vóna vit at finna ein avloysara millum tey lesandi. Les starvslýsing her og send okkum eina umsókn.

------------

Talgild spurnablaðskanning um Setrið úr sjónarhorni studentanna
Heitt verður á tykkum lesandi, ið enn ikki hava svarað spurnablaðskanningini, ið skjøtil varð settur á 19. februar, um at vísa beinasemi og gera tað í dag. Kanningin letur aftur á midnátt í kvøld 28. februar. Hetta er ein møguleiki hjá tykkum at sleppa til orðanna, geva tykkara íkast og siga tykkara hugsan.
Hví hesa kanning?
Í sambandi við, at Setrið verður eftirmett av útlendskum serfrøðingum í 2014, er eitt av økjunum, ið tey hava áhuga fyri og ynskja nærri innlit í, sjónarmiðið hjá lesandi. Við støði í hesum ynski og spurningum frá eftirmetingarpanelinum hevur Vegleiðaratoymið í samstarvi við Ráð teirra lesandi tikið stig til hesa kanning, ið ber heitið “Fróðskaparsetrið úr sjónarhorni studentanna”.

Endamál
Endamálið við kanningini er at fáa at vita, hvat lesandi á Setrinum halda um útbúgving, eftirmeting, trivnað og lestrarumhvørvi. Somuleiðis er endamálið at fáa kunnleika um framtíðarætlanir hjá lesandi og um, hvussu tey halda, at Setrið kann mennast.

Leinkið til spurnablað: https://da.surveymonkey.com/s/seturfo
Loyniorð: lesandiseturfo

Til tess at fáa eina so greiða og umboðandi støðumynd sum møguligt, er neyðugt at so nógv lesandi sum til ber svara talgilda spurnablaðnum. Tí heita vit vinaliga á øll lesandi um at luttaka í kanningini og svara eftir bestu sannføring.
Tøkk til tykkum, ið longu hava svarað & tykkum, sum fara at svara!

Vegleiðaratoymið

PRÓVTØKUR

Nú próvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru av á hesum sinni, hava fimm studentar staðið fyrra part av BA-náminum. Fyrri partur, ið eisini hevur verið nevndur støðisnámið, er settur saman av kravdum lærugreinum. Hesir studentar eru nú farnir undir seinna part av BA-náminum og lesa nú vallærugreinir saman við eldri BA- og MA-studentum.

Umframt tær vanligu próvtøkurnar í vallærugreinunum stóð ein studentur próvtøku í einum sjálvlestrarevni. Sjálvlestrarevni er vallærugrein, ið studenturin sjálvur setir saman eftir ávísum treytum.

Trý MA-prógv eru útskrivað á Føroyamálsdeildini hendan mánaðin. Tóta Árnadóttir, Katrin Reinert og Hanna Absalonsen hava fingið prógv. Væntandi koma nøkur afturat í ár.

FYRISITING

Kunning um lønarseðlar
Gjaldstovan hevur boðað frá, at Mínboks verður nú loyst frá Netmiðluni frá 1. mars 2014 at rokna. Hetta merkir, at lønarseðlar verða bara sendir í talgilda postkassan Mínboks og at Netmiðlan verður løgd niður.
Innritað verður á www.minboks.fo, og har sær starvsfólkið sínar lønarseðlar. Hevur starvsfólk ikki Mínboks, verður eisini meldað til har.
Síðani í 2005 hevur Gjaldstovan sent lønarseðlar talgilt í Netmiðluna. Teir lønarseðlarnir eru nú allir fluttir í Mínboks í serskilda mappu, sum eitur ’Gamlir lønarseðlar’.
Úr Netmiðluni bar til at senda lønarseðlar víðari við teldubrævi. Tað verður ikki gjørt longur, tí Mínboks sendir ikki brúkaranum skjøl við teldubrævi.
Vinarliga
Hugin Skaalum,
fíggjarleiðari

------------

Kunning um temadagar á deildunum 
Sum boðað frá í telduposti, dagfestur 11. oktober 2013,  verður skipað fyri einari uppfylging av trivnaðarkanningini, sum varð gjørd í 2012.
Setrið hevur í hesum sambandi heitt á Maritu Mortensen at skipa fyri arbeiðinum. Marita er sálarfrøðingur (Cand. Psych. Aut), og hevur seinastu árini havt egið virkið, har hon í høvuðsheitum arbeiðir við terapi og organisatiónsmenning.
Fyrst verður skipað fyri einum temadegi fyri hvørja deild, har samrøður verða hildnar um trivnað og arbeitt verður við at gera virkisætlanir. Eftir at deildirnar hava verið ígjøgnum temadagarnar, verður skipað fyri temadegi fyri leiðslu og samstarvsnevnd, har arbeitt verður víðari við úrslitunum frá deildardøgunum. 
Temadagarnir byggja á hugtakið sosialan kapital.
Temadagarnir liggja soleiðis:

  •   2. mai – SSS
  •   5. mai – NÁD
  •   6. mai – FMD
  •   8. mai – NVD
  •   9. mai – SFD
  • 12. mai – SSD
  • 19. mai – leiðsla og samstarvsnevnd


6,5 tímar eru settir av til hvønn temadag íroknað frokost.

------------

Kunning um eftirmetingina av Fróðskaparsetrinum
MMR setti í heyst eitt uttanhýsis eftirmetingarpanel, sum skal eftirmeta virksemið hjá Setrinum. Í panelinum sita Linda Nielsen, forkvinna, dr.jur., Københavns Universitet, Juerg Glauser, professari, University of Zurich og Jón Torfi Jónasson, ph.d., Háskóli Íslands.
Panelið hevur greitt frá, at tey arbeiða út frá motto'inum:  ”Vi evaluerer for at udvikle”. Tey trý í panelinum vóru í Føroyum 30. september til 2. oktober 2013, har tey høvdu arbeiðsfundir við MMR, rektara, fyrisitingarstjóra, dekanar og umboð fyri deildirnar á Setrinum.

Les alla kunningina á hesum leinki

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, var 28. februar opponentur til verju av ph.d. ritgerð hjá Jannu Egholm Hansen. Ritgerðin hevur heitið “Religion og religiøsitet på Færøerne i det 21. århundrede: Betwixt and Between”. Ritgerðin varð vard við Institut for Kultur og Samfund við Aarhus Universitet fríggjadagin 28. februar kl. 13.

ÚTGÁVUR

FLR – Føroyskt Lógar Rit er komið út aftur. Ritið kom út frá 2001 til 2007 í til samans 18 útgávum, og hava lesandi og granskarar á nýggju masterútbúgvingini í løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini tikið stigið at endurstovna virksemið. Sum við universitet aðrastaðni, har tey hava ‘Law Review’, er ætlanin, at lesandi skulu stjórna FLR. Ritið verður væntandi givið út árliga í prentformi og leypandi á netinum.
Í FLR hesa ferð eru fimm greinir:

  • Kári á Rógvi:  Færøernes retshistoriske tilknytning til Danmark
  • Arne Mikkelsen: Kunnu kærustovnar herða avgerðir?
  • Bjarni Mortensen: Bygnaðarbroytingar, tænastumenn og grundgevingar
  • Snorri Fjallsbak: Orðið „eigur“ í føroyskari felagsverklóg
  • Torkil V. Rasmussen: Ein undrunarverd eftirlitsfrágreiðing hjá Sjúrði Rasmussen


Tríggjar greinir eru frá lesandi á masterstigi í løgfrøði (antin á masterútbúgvingini ella á stakskeiðum, og ætlanin er, at øll lesandi á master skulu geva grein út sum part av útbúgvingini.

RÁÐSTEVNUR

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur luttikið á symposiunum Gramatik i fokus við universitetið í Lund (6-7 februar). Heitið á fyrilestrinum: "Variation i dativ i færøsk".

TILTØK

Fyrilestur við Jens Bruun Kofoed professara verður í Auluni á Námsvísindadeildini mánakvøldið 3. mars, kl. 20. Evnið er: “Er tað vísindaliga møguligt at viðgera Gamla testamentið sum eina søguliga álítandi keldu?”
Les meira um tiltakið her

------------

Umsóknarfreistin til at søkja um yvirskipaðan stuðul eftir Nordplus skipanini er 3. mars 2014

------------

Umsóknarfreistin at søkja inn til lestur á Setrinum til komandi lestrarár eftir kvotu 2 er 15. mars 2014 á midnátt. Les meira her

------------

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 17. mars kl 15 í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánað og altíð kl. 15.
Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

-------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinki.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. mars 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras