Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Aftur í ár verður nýggj útgáva av faldaranum "Skapa teg á Setrinum" send út til øll húski í landinum. Hesin er ætlaður sum kunning um bachelorútbúgvingarnar á Setrinum. Faldarin verður borin út komandi mánadagin, 2. mars.

Sum áður kunnað um, er INNANSETURS ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. mars 2015 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 13.

ÚTBÚGVING

Masterútbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini, bæði Nordic Master og Meistaralæra, verða fyrireikaðar. Farið verður undir at kunna um hesar í næstum. Ætlanin er at taka fyrstu studentarnar upp til heystar.

------------

MA í vegleiðing
Vegleiðaraútbúgvingin, ið er parttíðar MA-útbúgving, er nú í 4. lestrarhálvu. Síðan lestrarbyrjan í 2013 hava undirvísarar úr ymsum londum og av Setrinum undirvíst vegleiðaralesandi. Á fyrsta skeiðnum í ár, “Career Guidance in Communities and Group Counselling” (Vegleiðing í eindum og bólkum), var intensiv undirvísing 22. – 24. januar. Tá undirvístu Rita Buhl, lektari, og Randi Skovhus, lektari, á VIA University College í Århus. Næsta skeið á skránni er: “Organization/Management of Services and Intervention” (Skipan av vegleiðaratænastum og átøkum). Undirvísingin fer fram 5. – 7. mars og undirvísari er Guðbjørg Vilhjálmsdóttir, professari við Háskóla Íslands. 

-----------

Fundir hava verið um framhald av Vegleiðaraútbúgvingini til næsta lestrarár. Mentamálaráðið skal finna fígging til hetta seinna árið, men enn er einki svar komið frá teimum. Afturmeldingin er, at avbjóðingin er bæði at finna fígging til Setrið og at finna fígging til vikartímar hjá teimum lesandi, sum eru í føstum starvi. Setrið hevur, hóast hetta, tikið avgerð um at halda á fram við Vegleiðaraútbúgvingini.

------------

Á heimasíðuni  hjá NETVUX vóru í  í januar tvær greinir, ið umrøða vegleiðaraútbúgvingina á Setrinum. Hendan heimasíðan er heimasíða NVLs, sum er norðurlendskt netverk fyri vaksnamannaútbúgving.Fyrra greinin, ið Kristianna Winter Poulsen hevur skrivað, hevur heitið “Vejlederuddannelse på Færøerne – nordisk samarbejde i praksis”. Les greinina á hesum leinki. Seinna greinin, ið hevur heitið “Spændende eventyr på Færøerne”, byggir á samrøðu við Sif Einarsdóttur, útbúgvingarleiðari og professari við Háskóla Íslands, ið eisini samskipar VALA-netverkið.  Les greinina á hesum leinki og um VALA her.

------------

Á Føroyamálsdeildini verður lestrarhálvan fyri heystið 2015 nú løgd til rættis. Sum nakað nýtt er ætlanin at bjóða eitt 5 ECTS-skeið í finskum, ætlað BA- og MA-lesandi. Um undirtøkan verður nóg stór, fáa BA-lesandi á fyrra parti eisini eina innleiðslu í finskt sum part av Málvísindum.

------------

4. – 11. mars vitja 3 vegleiðaralesandi frá Høgskolen í Bergen sum skiftislesandi á Setrinum. Tey fylgja skeiðnum Skipan av vegleiðaratænastum og átøkum, har undirvísing er frá hósdegi 5. mars til og við leygardegnum 7. mars.  Undirvísingin fer fram í kjallaranum í Hoyvíkar kirkju. Í vikuni eftir vitja tey á Setrinum. Skiftislesturin er fingin í lag umvegis VALA, ið er eitt Nordplus-netverk fyri universitetsútbúgvingar í lestrar-, yrkis- og karrieruvegleiðing í Norðurlondum. Les meira um VALA og skiftismøguleikar fyri vegleiðaralesandi

VEGLEIÐING

Bergur Djurhuus Hansen tekur sær fyribils av lestrarvegleiðarauppgávunum á Føroyamálsdeildini. 

PRÓVTØKUR

Allar próvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru lidnar. Endur- og sjúkrapróvtøkur vera í viku 11.

FYRISITING

Leiðslan er farin undir at kunna politisku skipanina um strategiarbeiðið. Í fyrsta umfari hevur verið kunnað í Mentamálaráðnum og síðani á  landsstýrisfundi 23. februar. Tikið hevur verið væl ímóti og áhugi tykist at vera. Næsta stig verður at kunna politisku flokkarnar og verður byrjað upp á hetta beinanvegin. Ætlanin er at verða liðug við hetta kunningarumfarið í mars mánað. Leiðslan ynskir somuleiðis at bjóða politisku flokkunum á kunningarferð á Setrinum, møguliga longu í apríl. Farið verður undir at fyrireika hetta í næstum.

------------

Nevndin fyri Grunn Torvalds á Steinum hevur avgjørt at broyta leistin fyri at geva gávugóðs í ár. Í staðin fyri at nevndin útnevnir ein persón til at fáa gávugóðsið, er avtala gjørd við Musikkskúlan, um at tey í eitt 3 ára skeið fáa 50.000 kr. árliga til eina ella fleiri verkætlanir, har málið er at geva fleiri av dugnaligu næmingunum møguleika fyri at luttaka. Í 2015 er ætlanin at skipa fyri tveimum verkætlanum við luttøku av útlendskari serfrøði. Hendan broyting kann verða viðvirkandi til, at gávugóðsið úr Grunni Torvalds Poulsen á Steinum kemur fleiri listafólkum til góðar. Samstarvið við útlendskar lærarar/fakfólk er eisini mennandi fyri lærarar á Musikkskúlanum.

------------

Arbeitt verður við at fáa í lag ein Mál- og avrikssáttmála við Mentamálaráðið. Í Reglugerðini fyri stýrið er áseting fyri hesum. Leiðslan hevur verið á einum fundi, um hvussu sáttmálin skal gerast og er ætlanin at taka støði í leisti sum Fíggjarmálaráðið hevur ment. Í høvuðsheitum skulu fokusøki og mál lýsast, hetta fyri eitt ár í senn. Tó verður eisini ein longri ætlan orðað. Tá klárt er, verður hetta lagt fyri stýrið til góðkenningar. Neyðugt verður eisini at fyriskipa eina hoyring millum starvsfólk á Setrinum. Eitt av endamálunum er at finna eina kobling ímillum fígging og avrik. Vónandi kann slíkur sáttmáli verða grundarlag undir einum meiri bindandi samstarvi millum Mentamálaráðið og Setrið.

------------

Hølini, har Handilsskúlin í Havn í dag húsast, verða tøk, tá Marknagilsdepilin verður klárur. Arbeitt hevur verið við at kanna møguleikan fyri, at Setrið fyribils kann flyta ein part av sínum virksemi inn í bygningin tá. Leigumálið í Bókbindaragøta gongur út í 2016 og kemur at dýrka munandi, um tað skal leingjast. Um Setrið skal flyta inn í handilsskúlahølini má bygningurin innrættast til endamálið. Mentamálaráðið viðger spurningin. Ætlanin er tó framvegis, at ein varandi loysn fyri Fróðskaparsetrið skal staðsetast á Frælsinum-Debesartrøð.

------------

Fíggjarstøðan hjá Setrinum er trong fyri 2015. Samskift verður um hetta við Mentamálaráðið.

-----------

Samstarvið millum Megindeildirnar. Arbeitt verður við at menna fakligt samstarv millum megindeildirnar um ávísar linjur á lærara- og pedagogútbúgvingunum.

------------

Stýrisfundurin, sum skuldi verið hildin 18. februar, er fluttur til 9. mars 2015

------------

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

EURAXESS-verkætlanin, ið Granskingarráðið hevur staðið fyri seinastu tvey árini, er nú komin á mál. Verkætlanin, sum hevði til endamáls at byggja upp eina EURAXESS tænastu í Føroyum, er gjørd í samstarvi við Setrið. Hon endaði formliga 31. desember 2014. Stýrið fyri EURAXESS varð á fundi í Granskingarráðnum 18. februar kunnað um gongdina í verkætlanini og um tær avbjóðingar, ið nú liggja fyri framman. EURAXESS  hevur til endamáls at gera tað lættari fyri granskarar at flyta til og úr Føroyum at arbeiða í styttri ella longri tíð. Granskingarráðið skal framvegis hava yvirskipaðu ábyrgdina av tænastuni og av at dagføra føroyska EURAXESS portalin. Tænastudeplar skulu framvegis vera á Granskingarráðnum og á Fróðskaparsetrinum. Les tíðindaskriv frá fundinum 18. februar á hesum leinki.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Tá umsóknarfreistin var farin, vóru 11 umsøkjarar til starvið sum próvbókasamskipari. Setanarnevndin valdi at kalla 3 umsøkjarar inn til samrøðu, og er Lív Lindenskov Lützen sett í starvið sum próvbókasamskipari.

GRANSKING

Green Growth Dialogue:
Lau Blaxekjær og Jens Christian Justinussen hava fingið121.000 kr. fra NORA til at byrja eitt nýtt granskingarnetverk í Útnorðri og Kanada. Fokus verður sett á umskiftið til grøna orku, sum er eitt høvuðsevni í nýggju masterútbúgvingini "Almenn fyriskipan og burðardygg leiðsla" (Governance og sustainable management).
Pengarnir verða brúktir til eina workshop um útbúgving og grøna orku. Workshoppin verður í Norðurlandahúsinum  27.-28. apríl við luttøku úr Kanada og frá teimum universitetunum sum eru við í felags masterútbúgvingini (Grønland, Ísland og Noreg, les meira um útbúgvingina her
Læs mere om grøn vækst i Norden her

ÚTGÁVUR

Eyðfinn Magnussen: "Haruveiðan í Føroyum 2014 og annað tilfar um føroysku haruna" (Hunting of hare in the Faroe Islands in 2014 and other information on Faroese hare), NVD Rit 2015:01 Tak niður her

------------

Magni Mohr, lektari, er við í nýggjari grein um CTD sum er almannakunngjørd í altjóða vísindaliga tíðarritinum JIMD Reports. Greinin hevur heitið: ”Carnitine Levels in Skeletal Muscle, Blood, and Urine in Patients with Primary Carnitine Deficiency During Intermission of l-Carnitine Supplementation”.
Setrið er við í vísindaligum samstarvið við Landssjúkrahúsið, Ríkissjúkrahúsið og Bispebjerg Hospital um CTD.
Jan Rasmussen, lækni á Medisinsku Deild á Landssjúkrahúsinum hevur staðið á odda fyri granskingarverkætlanini, sum m.a. er framd í samstarvi við Magna Mohr, lektara á Fróðskaparsetri Føroya.
Samandráttur av greinin sæst her

RÁÐSTEVNUR

ISA 2015:
Lau Blaxekjær hevur luttikið á árligu altjóða ráðstevnuni hjá "International Studies Associations". Í ár var ráðstevnan í New Orleans, USA, við luttøku av 5.500 fólkum úr øllum heiminum.
Lau legði fram tvær granskingargreinar um serstakar politiskar bólkar, sum luttaka í veðurlagsamráðingunum hjá ST. Eisini var hann sokallaður”discussant” til tvey av pallborðunum, eitt um veðurlagspolitikk og eitt um  japanskan politikk.

------------

Týsdagin 3. og mikudagin 4. mars verður seminar á Søgu- og Samfelagsdeildini um Føroyar í 1800-talinum. Seminarið er liður í verkætlan, sum deildin hevur fingið granskingarstuðul til frá Granskingarráði Føroya. Hevur tú áhuga at vera við, ert tú vælkomin at skriva til gesturh@setur.fo ella tinakj(at)setur.fo
Les meira her

TILTØK

Arbeiðsfundur verður um Faroese Online í Reykjavík í tíðarskeiðnum 27. februar til 2. mars. Komið er nú hartil, at nærri skal hyggjast at tí føroyska handritinum.  Tað eru Hjalmar P. Petersen, lektari, og John Mikkelsen, BA-lesandi, sum eru í Reykjavík hetta tíðarskeiðið.

------------

Føroyamálsdeildin fyrireikar saman við øðrum móðurmálsdagin, sum verður hildin 25. mars, føðingardag Hammershaimbs.

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 22. apríl. Tey sum mannað samstarvsnevndina eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen , Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:


Umsóknarfreist  fyri Kvotu 2 er 15. mars í Danmark og 15. apríl í Føroyum

Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 16. mai. Nærri kunning hjá ask(at)setur.fo

------------

Skipað verður fyri hátíðarhaldi í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár. Hátíðarhaldið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mai 2015. Nærri kunning seinni.

------------

Prógvhandanin 2015 verður fríggjadagin 26. juni 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærri kunning seinni.

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 23. september og 25. november.Tey sum manna samstarvsnevndina eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen , Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. mars 2015 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras