Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar januar 2013

INNGANGUR

Januar mánaði er nú um at vera liðugur og vit komu væl inn í nýggja árið 2013. Hendan fyrsta tíðin hevur óiva hjá nógvum verið upptikin av próvtøkum, men nú hol er sett á enn eina lestrarhálvu, standa nýggjar avbjóðingar fyri framman.

Vit halda áhaldandi fram við at menna kunningarpartin á Setrinum og næsta stigið verður at fáa ein part av setur.fo sum eitt intranet. Hetta verður í fyrsta umfari fyri starvsfólk, men arbeitt verður longu nú við eisini at fáa tey lesandi við her. Inntil hendan uppgávan er rokkin fer INNANSETURS, sum tíðindabræv, at verða okkara felags tíðindaskriv og - kunningingarpallur. Men vit gleða okkum til allar teir nýggju møguleikarnir, sum átakið við intraneti fer at geva okkum.  

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv mikudagin 20. februar kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 8.

ÚTBÚGVING

Fyrst í januar mánað var Kari Søndenå, professari á  Høgskolen í Telemark,  gestlærari á linjuni á Námsvísindadeildini hjá námsfrøðingunum í smábarnapedagogikki. Í hesum sambandi hevði hon eitt upplegg um vegleiðing fyri starvsfólkum á megindeildini fyri hugvísindi fríggjadagin 4. januar. Evnið var vegleiðing í sambandi við bacheloruppgávur.

Mánadagarnar 14. og 21. januar vóru fyrstu fyrireikandi tiltøkini fyri lesandi í 3. og 4. árgangi á Námsvísindadeildini, sum skulu skriva  bachelor- og yrkisrættaðar uppgávur í ár.

Hósdagurin 24. og fríggjadagurin 25. Januar eru kunningardagar í sambandi við linjulestur komandi skúlaár

------------

Mánaðarskiftið januar/februar byrjar nýggj lestrarhálva á Søgu- og samfelagsdeildini. Skeið, sum eru hetta semestrið eru:
Grundskeið: Grundskeið í sosiologi, Nýtíðar heimsøga, Samfelagsvísindalig háttaløg, Samfelagsvísindi sum tvørvísindi, Politisk hugsan, Føroysk nýtíðarsøga, Grundleggjandi fyrisitingarlóg og Grundskeið í lóg. Bachelorskeið á 3. ári: Smátjóðir í danska rikinumn (søga), Komparativur politikkur (Stjórnmálafrøði) og Institutión, organisatión og sosialar broytingar (Sosialvísind og samfelagsplanlegging).

------------

Føroyskt fyri útlendingar í Føroyum
Fróðskaparsetur Føroya fer til várs at bjóða út skeið í føroyskum fyri útlendingar.
Talan er um skeið á BA-stigi, har fortreytin er, at tey lesandi skulu hava miðnámsskúlaprógv ella tað, sum svara til eitt slíkt.
Endamálið er at geva teimum lesandi innlit í føroyska mállæru og málnýtslu. Serliga verður dentur lagdur á málførleikarnar at tosa, at fata, at lesa og partvís eisini at skriva.  Dentur verður lagdur á formsíðu málsins, eins væl og at tey lesandi læra nýta hesa í praksis.
Meira um skeiðið her

------------

Fyrstu vikuna í februar fær Føroyamálsdeildin vitjan av einum donskum gestalærara. Tað er Britta Olrik Frederiksen, sum arbeiðir á universitetinum í keypmannahavn. Hon fer at undirvísa í danskari málsøgu fyri studentum, sum lesa føroyskt. Tað er kravt, at studentarnir skulu taka skeið í tveinum norðurlandamálum, annað av hesum er skeiðið í donskum.

Lýsing av MA-náminum

Føroyamálsdeildin fer væntandi eina ferð í vár undir at gera lýsing av MA-náminum í føroyskum sambært Bologna-leistinum.

VEGLEIÐING

Sum byrjan uppá 2013 hevur nýggja Vegleiðaratoymið miðsavnað seg um vegleiðing fyri alt Setrið við at fara tveir arbeiðsdagar til Gjáar tann 16. og 17. januar. Høvuðsmálið var at gera uppskot til kunningar- og lýsingarherferð fram til umsóknarfreistirnar til útbúgvingar á Setrinum 15. mars (Kvota 2) og 1. juli (Kvota 1). Harafturat hevur toymið gjørt uppskot til ársætlan fyri vegleiðing, eyðmerkt neyðugar stuðulsfunktiónir, gjørt ætlan fyri kunning um økið á heimasíðu, og kjakast um bæði sentralar og desentralar uppgávur. Skipað og raðfest vegleiðing, saman við øðrum stuðulsfunktiónum (t.d. miðladepil/KT, lestrarskrivstovu, stuðul til serligan tørv, lestrarráð) er liður í menningini av einum vælvirkandi lestrarumhvørvi.

Les alt kunningarskrivið her

PRÓVTØKUR

Á Námsvísindadeildini hava í januar verið próvtøkur í einstøkum skeiðspørtum í linjunum føroyskt, serøkið, heilsa,kroppur og rørsla og námsfrøðilig leiðsla.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava próvtøkur verið hesar seinastu vikurnar í: Grundskeið í vísindaástøði, Grundskeið í stjórnmálafrøði og í Altjóða politikki. Eisini hava próvtøkur verið í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (3. ár), har Østrøm fyri fyrstu ferð varð roynt sum próvtøkustað.

------------

Millum 130-140 próvdømingar hava verið á Føroyamálsdeildini í januar 2103.

Eyðun Andreasen hevur havt tvey skeið í heyst. Annað í munnligum kvæðaskaldskapi fyri studentar á grundútbúgvingini. Ellivu studentar hava skrivað heimauppgávu og fáa teir úrslitið av próvdømingini beint eftir mánaðarskiftið.

Hitt skeiðið var fyri master- og bachelorstudentar um Sjúrðarkvæðini. Sjey studentar hava fylgt tí. Teir arbeiða nú við próvtøkuuppgávum, ið verða lidnar fyrru lestrarhálvu í 2013.

BA-studentarnir hava gjørt avtalu við lærararnar á Føroyamálsdeildini um BA-ritgerð, sum verður skrivað nú í várhálvuni.

FYRISITING

Kunningarskriv um strategi

Leiðslan og deildarleiðararnir eru farin undir at gera eina strategi fyri Setrið. Eina langtíðarætlan, sum skal gerast ítøkilig við málum fyri styttri áramál og fyri einstøku deildirnar. Tað ber í sær, at strategiarbeiðið, sum varð gjørt í 2008 og 2009 á Setrinum, skal endurskoðast og nakað av arbeiði skal leggjast afturat. Arbeitt verður fram ímóti at hava uppskot til eina yvirskipaða strategi fyri Setrið klára til 1. apríl í ár.
Les alt kunningarskrivið her

------------

Samstarvsavtala millum Setrið og Aarhus Universitet

Í desember 2012 varð samstarvsavtala undirskrivað millum Setrið og Aarhus Universitet. Avtalan er gjørd millum megindeildina fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Setrinum og Faculty of Health á Aarhus Universitet.
Hetta er ein rammuavtala um hægri útbúgving og gransking á heilsuøkinum. Avtalan leggur m.a. upp til samstarv um vegleiðing av studentum, ið eru undir ph.d., master ella bachelor útbúgving.
Avtalan millum Setrið og Aarhus Universitet sæst her.
Kunning um Faculty of Health á Aarhus Universitet sæst her: http://health.au.dk/om-health/.

------------

Frágreiðingin frá seinasta stýrisfundi 31 oktober 2012 er nú klár og løgd á heimasíðuna her

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

4. januar byrjaði Rósely Reynstind á skrivstovuni hjá Námsvísindadeildini. Rósely kom í starv fyri Andreu Michelsen, sum hevur arbeitt á skrivstovuni síðan 1. januar 2012. Andrea fór úr starvi 31. desember 2012.  Ein av arbeiðsuppgávunum hjá Rósely verður at taka sær av felags telefonavgreiðslu fyri alt Setrið.

------------

Hjálparlærari
Birna Olsen MA-lesandi á Føroyamálsdeildini verður hjálparlærari í bókmentum várið 2013. Anfinnur Johansen hevur tikið við ábyrgdini av staðarnøvnunum, eftir at Eivind Weyhe fór úr starvi fyri aldur í 2012.

Málráðið
Á nýggjárinum fór Føroyska málnevndin í søguna og Málráðið tók við. Jógvan í Lon Jacobsen var í mong ár formaður í málnevndini, men ynskti ikki at halda fram beint nú. Í nýggja málráðnum eru 11 limir og fleiri teirra hava tilknýti til Føroyamálsdeildina. Teir eru Zakaris S. Hansen, sum er formaður, Hjalmar Petersen, Anfinnur Johansen og Eivind Weyhe.

GRANSKING

Norðurlendskt samstarv um gransking í modernistiskum yrkingum
Bergur Djurhuus Hansen er vorðin limur í NorLyr – Netværket Nordisk modernistisk Lyrik. NorLyr varð stovnað í 2003 av granskarum á universitetum í Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi. Endamálið við samstarvinum er at granska í norðurlendskum modernistiskum yrkingum tvørtur um landamørkini í Norðurlondum. Granskararnir hittast og halda fyrilestrar á ráðstevnu eina ferð um árið í norðurlendskum universitetsbýi. Eftir ráðstevnuna koma fyrilestrarnir út í javnlíkamettum tekstsavni.

ÚTGÁVUR

Greinin “Dansk rets udfyldende karakter på Færøerne” eftir Kára á Rógvi og Bárð Larsen á Søgu- og samfelagsdeildini, varð kunngjørd í Ugeskrift for Retsvæsen, litterær afdeling, nr. 4, januar 2013. Les meira her.

------------

Grein um barnamál
Grein við úrslitum frá kanningum í føroyskum barnamáli er komin í tíðarritið Language Acquisition, Vol. 20, Issue 1, 2013. Greinin hevur heitið Acquisition in Variation (and Vice Versa): V-to-T in Faroese Children og er eftir Caroline Heycock, Antonella Sorace, Zakaris Svabo Hansen og Frances Wilson. Leinki til greinina er her.

RÁÐSTEVNUR

Gestur Hovgaard er í døgunum 24-25 januar á Dansk Sociologkongres, har m.a. John Urry og Scott Lash eru gestarøðarar. 23. januar var hann eisin sensor á útbúgvingini “Sundhedsfremme og sundhedsstrategier” á RUC.

SKEIÐ

Á skeið í sambandinum millum granskarar og fjølmiðlar
Bergur Djurhuus Hansen hevur í viku 3 verið á phd-skeiði á universitetinum í Keypmannahavn. Skeiðið snúði seg um samskifti millum granskarar og fjølmiðlar. Hvussu kunnu granskarar vekja áhuga fyri gransking í fjølmiðlunum? Hvussu kunnu granskingarúrslit breiðast út til almenningin? Hvør munur er á samskifti millum starvsfelagar í einum granskingarumhvørvi og samskifti við almenningin og/ella fjølmiðlafólk? Skift varð millum fyrilestrar, kjak og praktiskar venjingar m.a. við videoupptøkum.

Hinir báðir phd.-ararnir, Kristin Magnussen og Sissal Rasmussen eru eisini á phd.-skeiði í januar 2013.

TILTØK

Tann 23. januar varð skipa fyri móttøki á Søgu- og samfelagsdeildini í sambandi við, at Eileen Vang fór úr starvi sum deildarskrivari 1. Januar 2013. Eileen vang hevur verið deildarskrivari í 9 ½ ár.

------------

Mint verður á tilmeldingarfreistina til skeiði í akademiskari uppgávuskriving sum er 1. februar 2013. Les meira um skeiðið her

------------

Seturskjakið við heitinum "Bókmentir og politikkur", sum Føroyamálsdeildin hesuferð skipar fyri, verður hildið á Østrøm hóskvøldið 7. februar kl 19.30. Les meira her.

Næsta Seturskjakið er sett at verða í 7. mars 2012 og tá fer Náttúruvísindadeildin at skipa fyri. Nærri kunning í næsta INNANSETURS og í kalendaranum.

------------

Avgerð er tikin um, at Setursdagur verður tann 17 mai 2013. Endamálið er at hátíðarhalda føðingardagin við ráðstevnu o.ø.. Arbeitt verður við at leggja neyvari skrá og nærri kunning kemur um hetta seinni, sí eisini Árskalendarin.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 20. februar kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras