Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar januar 2014

INNGANGUR

So eru vit komin til seinasta dag í januar mánaða og kyndilsmessan og ljósari tíðir standa fyri durðum. Hetta er eisini eitt tekin um, at nú fer at nærkast til nýggj lesandi fara at søkja inn til lestur á Setrinum til komandi lestrarár. Í hesum sambandi er nú kunningartilfar, umsóknarblað og leiðbeining løgd á heimasíðuna. Eisini fer Vegleiðaratoymið undir kunningina á miðnámsskuúlunum. Eitt annað kunningarátak verður at senda nýggja útgávu av faldaranum "Skapa teg á Setrinum" út til øll húski í landinum. Les meira um upptøkuna í kunning frá Vegleiðaratoyminum.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. februar 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 9.

ÚTBÚGVING

Undirvísingin á Føroyamálsdeildini byrjar aftur 3. februar 2014. Skeiðini, sum verða boðin út í vár á BA- og MA-stigi eru:

  • Myndamál/semiotikkur (gestalærari: Heðin Jákupsson)
  • Málnýtsla (Zakaris S. Hansen)
  • Samfelagsmálvísindi og purisma (gestalærari: Stephen Pax Leonard og Jógvan í Lon Jacobsen)  
  • Ferðafrásagnir (Bergur D. Hansen).

Fyri fyrstu ferð vórðu skeið lýst alment á heimasíðuni.

------------

Skeið á Sjúkrarøktarfrøðideildini innan ískoytisútbúgvingina byrja nú til várs. Eind 3, sum snýr seg um bachelorritgerðararbeiðið byrjar í viku 7 og endar við próvtøku í viku 22.
Eind 2, patientologi, sum er valfrítt skeið í ískoytisútbúgvingini, byrjar í viku 14 og endar við próvtøku í viku 22.

------------

Enn meira fjarlestur sum partur av undirvísingini á Setrinum
Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini ætlan um at menna fjarlestur enn meira sum part av undirvísingini á Setrinum. Hendan tilgongdin er komin í lag í samstarvi við fyritøkuna Sp/f Videofundir. Byrjað verður við eini fýra mánaðar langari royndartíð, har Setrið samstarvar við lokalar partnarar um at royna hesa videoútgerð, ið er serliga væl egnað til at samskifta og undirvísa við um netið. Spennandi verður at fylgja hesi royndarverkætlan og vónandi fer hendan at leggja lunnar undir enn fleiri tilboð um fjarlestur á Setrinum.
Les nærri kunning um verkætlanina her.

VEGLEIÐING

Upptøkan 2014
Í seinastu viku varð endalig avgerð tikin um upptøkuna 2014. Komandi lestrarár verða 9 bachelorútbúgvingar og 2 masterúrbúgvingar bodnar út, sí yvirlit:

Bachelor
•    Livfrøði
•    Kt-verkføði
•    Lærari
•    Námsfrøði
•    Sjúkrarøktarfrøði
•    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
•    Politikkur og umsiting
•    Søga
•    Føroyskt

Master
•    MA-útbúgving í Løgfrøði
•    MA-útbúgving í Føroyskum

Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er sett at verða 15. mars 2014 á midnátt, meðan umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2014 á midnátt.  Á heimasíðuni liggur nærri kunning um upptøkuna saman við umsóknarblaði og leiðbeining til at søkja inn eftir kvotu 2, sí leinkið. Umsóknarblað og leiðbeining til kvotu 1 verður lagt á heimasíðuna eftir at umsóknarfreistin til kvotu 2 er farin.

------------

Nýggjur studentavegleiðari til FMD
Guðrið Poulsen, sum í meira enn eitt ár hevur verið studentavegleiðari á FMD, gevst í hesi tænastu 1. mars 2014 vegna aðrar avbjóðingar. Tí er neyðugt at finna ein nýggjan studentavegleiðara til Føroyamálsdeildina. Nærri kunning og lýsing verður tøk á deildini í komandi viku. Vit takka Guðrið fyri gott arbeiði og fyri at hava verið við til at bygt hesa tænastuna upp.

------------

Spurnarkanning ímillum lesandi á øllum deildum Setursins
Í sambandi við at Setrið í 2014 verður eftirmett av uttanhýsisserfrøðingum, arbeiðir Vegleiðaratoymið, saman við Ráð teirra lesandi, við at skipa fyri eini spurnarkanning ímillum lesandi á øllum deildum Setursins. M.a. ynskja hesir serfrøðingar innlit í royndir, lestur og lestrarviðurskifti, trivnað, framtíðarætlanir og sjónarmið studentanna í sambandi við menning av Setrinum. Nærri kunning um hetta átakið verður í næsta Innanseturs.

PRÓVTØKUR

Í desember mánaða hevur Setrið skrivað út fýra nýggj masterprógv. Talan er um studentar á útbúgvingini The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate, stytt MARECLIM, ið Fróðskaparsetrið bjóðar út saman við unversitetunum í Bergen, Århus og Íslandi.  Útbúgvingin er eitt altjóða lestrartilboð til tey, ið hava eina bachelor útbúgving í lívfrøði ella fysiskari havfrøði við førleika og áhuga at loysa tvørfakligar havfrøðiligar uppgávur.
Tey fýra, sum fingu prógv hesaferð eru:

  • Anne Jähkel, Týskland
  • Balamuralli Rajasakaren, Singapore
  • Maria Lund Paulsen, Danmark
  • Martin Søndergaard Jørgensen, Danmark


Íalt hevur Setrið nú latið 11 prógv til studentar, sum hava tikið hesa felags norðurlendsku útbúgvingina, sum á fyrsta sinni varð boðin út í 2009.

------------

Tey lesandi á 3. ári á Søgu- og samfelagsdeildini hava verið til próvtøku í teirra fakum og hava tí staðið 5. semester. Næsta og seinasta stígið hjá teimum á BA leiðini er sostatt 6 semester, herundir bacheloruppgávan.

Bára Gullbein Poulsen varð 27. januar liðug sum bachelor í Sosialvísind og Samfelagsplanlegging.

------------

Vetrarpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini vórðu hildnar í januar. Deildin hevur nú avgjørt, at endurpróvtøkurnar skulu liggja í viku 11 og í viku 35. Millum annað vóru 6 næmingar til próvtøku í Málvísindum. Próvtøkan var í tveimum. 3 tímar við ongum hjálparamboðum, har tey skulu svara ymiskum spurningum. Síðani var ein heimauppgáva. Hana hava tey tríggjar dagar til. 

FYRISITING

Nýggj kunning um Rakstrargjald fyri ph.d verkætlanir er løgd á heimasíðuna undir reglugerð. Sí skjalið her

------------

Kunning um serstaka fríviku
Flest allir sáttmálar sum Fíggjarmálaráðið hevur gjørt við fakfeløgini hava áseting um serstøku frívikuna, sum verður innvunnin og hildin í frítíðarárinum, á sama hátt sum frítíð eftir frítíðarlógini.
Starvsfólk, sum er í starvi alt innvinningarárið 2013/2014, tvs. frá 1. apríl 2013 til 31. mars 2014, hevur rætt til 5 serstakar frídagar í frítíðarárinum, sum byrjar 2. mai 2014. Hevur starvsfólkið verið í starvi minni enn alt innvinningarárið, verða serligu frídagarnir lækkaðir samsvarandi
Les alla kunningina um serstaka fríviku frá Hugin Skaalum, fíggjarleiðari her

------------

Leiðslufundarfrágreiðingar

Niðanfyri eru leinkir til seinastu leiðslufundarfrágreiðingarnar.

Várið 2014:

Heystið 2013:


Eisini er nú gjørt eitt pláss á heimasíðu okkara, har allar hesar frágreiðingar eru savnaðar á einum staði, sí leinkið her. Frameftir fara so allar leiðslufundarfrágreiðingar at verða lagdar her. Umframt hetta, fáa tit tær nýggjastu sendandi við INNANSETURS.

ÚTGÁVUR

Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini, hevur saman við øðrum fingið eina grein góðkenda í vísindaliga tíðarritinumð "Herreddity". Talan er um eina grein um populatiónsgenetik av álli.
“Assessing patterns of hybridization between North Atlantic eels using diagnostic single nucleotide polymorphisms".
Høvundarnir eru fylgjandi: Jose Martin Pujolar, Magnus Jacobsen, Thomas Als, J Frydenberg, Eydfinn Magnussen, Bjarni Jonsson, Xuanting Jiang, Ling Cheng, Dorte Bekkevold, Gregory Maes, Louis Bernatchez, and Michael Hansen

RÁÐSTEVNUR

Sissal M. Rasmussen. pd.d. lesandi á Føroyamálsdeildini, hevur luttikið á Syddansk Universitets Børnesprogskonference 2014: Børns sprogtilegnelse i medvind og modvind og á workshop við Eriku Hoff á Trygfondens børneforskningscenter, Århus.

TILTØK

Undirvísarar á Sjúkrarøktarfrøðideildini hava havt almennar framløgur av masteruppgávum 30. januar.

------------

Fundur
Um vikuskiftið 25.-26. januar høvdu Íslandsnevndin á Fróðskaparsetri Føroya og Føroyanevndin í Háskóla Íslands fund á Føroyamálsdeildini. Íslendsku gestirnir komu til Føroya fríggjadagin og fundurin varð hildin leygardagin. Evnið á fundinum var møguleikar og vegir í samstarvinum  frameftir. Umrøðan var tvíliðað: Øðrumegin snúði hon seg um at víðka samstarvið millum universitetini við at taka nýggj økir upp. Hinumegin galt tað um at halda fram við og menna verandi samstarvsøkir.
Umrøðan um samstarvsmøguleikar og –tørv var fjølbroytt, hugmyndarík og eldhugað.
Tað varð staðfest, at næsta ráðstevnan, Frændafundur 9, verður í Íslandi í 2016. Hon verður tvørvísindalig, og nevndirnar fara í næstum í felag at leggja ætlan um høvuðsevnir hennara.
Semja var um, at gott samstarv fer fram millum partarnar á fleiri økjum og at tað eigur at verða styrkt og víðkað. Nevndirnar settu sær fyri hvør sær at kanna møguleikarnar innan fyri ávís evnir og tosa síðan saman um ítøkiligar mannagongdir.
Les meira her

------------

Mándagin 10. februar kl. 19.30 verður skipað fyri Nordplus tiltaki í Norðurlandahúsinum um junior og vaksna skránna hjá Nordplus. Talan er her ikki um hægri útbúgvingar. Øll eru vælkomin

------------

Umsóknarfreistin til at søkja um yvirskipaðan stuðul eftir Nordplus skipanini er 3. mars 2014

------------

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 17. februar kl 15 í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánaða og altíð kl 15.
Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

-------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinkir.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. februar 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras