Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Nú stendur vikuskiftið fyri durunum og tá vit møta til arbeiðis mánamorgunin er kyndilsmessa og vit kunnu gleðast um, at dagarnir nú rættuliga fara at leingjast. Hetta er eisini eitt tekin um, at nú fer at nærkast til nýggj lesandi fara at søkja inn til lestur á Setrinum til komandi lestrarár. Vegleiðaratoymið er farið undir kunningina á miðnámsskúlunum og undan jólum kom kunningartilfar, umsóknarblað og leiðbeining á heimasíðuna. Aftur í ár verður nýggj útgáva av faldaranum "Skapa teg á Setrinum" send út til øll húski í landinum. Hetta verður mánadagin 2. mars.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. februar 2015 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 9.

ÚTBÚGVING

Undirvísingin á Føroyamálsdeildini byrjar aftur 2. februar.
Á Fyrra parti av BA eru tað lærugreinarnar: Norrønt II, Bókmentagreining II, Bókmentasøga II, Ljóð- og formlæra og Samskifti og Fjølmiðlar.
Á Seinna parti av BA og á MA verður undirvíst í lestrarevnunum: Barnabókmentir, Bókmentatíðarskeiðið 1950-árini og Setningafrøði.
Aftur at hesum eru tvey skeið í føroyskum fyri útlendingar á BA-stigi, Faroese for foreigners I & II. Undirvísingin á hesum skeiðum fer fram sum blendisundirvísing, t.e. at undirvísingin bæði er fjarundirvísing á netinum og at lesandi hittast nakrar ferðir á Føroyamálsdeildini. Ábyrgd av skeiðunum hevur Hjalmar P. Petersen, undirvísari verður Lena Reinert.

------------

Arbeitt verður við at taka upp aftur á linju í alisfrøði á Námsvísindadeildini, hetta í samstarvi við NVD. Sama er galdandi fyri linju í ítrótti, har lagt verður upp til eitt samstarv við Magna Mohr, lektara í heilsuvísindum.

VEGLEIÐING

Silja Aldudóttir hevur sagt upp sum studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini. Deildin takkar henni fyri dygdargott arbeiði.

PRÓVTØKUR

Í døgnum 26. og 27. januar vóru 8 lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini til próvtøkur í sosialvísindum og samfelagsplanlegging. Arbeiðið við BA ritgerðunum hjá teimum byrjar beinanvegin.

------------

Vetrarpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini verða avgreiddar í januar, men vegna kavaroksstorm máttu nakrar útsetast. Tann síðasta verður tí fyrst í februar.

FYRISITING

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

Eftirmetingin av Setrinum
Leiðslan er nøgd við eftirmetingina av Setrinum, har niðurstøðan samanumtikið varð, at Setrið klárar seg væl undir teimum givnu umstøðunum. Føroyska samfelagið er lítið og sama er galdandi fyri fíggingina, sum Setrið hevur at arbeiða við. Tí verður neyðugt at raðfesta soleiðis, at dentur verður lagdur á granskingarøki, sum eru týðandi fyri hetta samfelagið, samstundis sum arbeitt verður við at fáa enn fleiri lesandi og fleiri útbúgvingar. Setrið hevur longu lagt lunnar undir Bologna arbeiðið og hetta eigur at verða ment enn meira, har arbeiðið verður skipað bæði top-down og bottom-up.
Frameftir eigur víðari arbeiðið við eftirmetingini at verða sett á skrá, so vit halda fast um ta víðari menningina, sum víst verður á. Hetta fer sjálvsagt at krevja bæði enn meira fíggjarliga orku og arbeiðsmegi. Eftirmetingin er umbiðin av Mentamálaráðnum og mugu vit rokna við, at Setrið fær eina afturmelding haðani um víðari menningina.

------------

Einki greitt samlað yvirlit er, ið vísir, hvussu nógv tíð fer til undirvísingararbeiði og fyrireiking.  Farið verður nú undir at skipa hetta betur. Fyrsti liður í hesum verður at fáa yvirlit yvir, hvussu nógvir tímar verður undirvíst og vegleitt, - t.e. sonevndir kontakttímar við tey lesandi.  Harumframt má greiða fáast á, hvussu nógv tíð fer til at gera og rætta uppgávur, fyrireika próvtøku og ymiskar aðrar uppgávur tongdar at fyrisiting og undirvísing.  Endamálið er at gera sjónligt, hvat krevst fyri at fremja undirvísingina og á tann hátt kunna meta um, hvørt býtið millum gransking og undirvísing er hóskandi.

------------

SMAKKA hevur sagt sáttmálan um at reka kantinuna á Námsvísindadeildini upp.
Smakka hevur sent Setrinum hesi boð: Tíverri mugu vit ásanna, at tað ikki ber til at fáa lønsemi í raksturin á núverandi grundarlagi og hava vit tí valt at gevast pr. 1. februar.
Vit vilja takka fyri okkum, og vóna, at  Setrið finnur eina loysn, so at kantinan kann gerast ein miðdepil fyri tykkum øll, lesandi og starvsfólk á Setrinum.
SMAKKA savnar nú alla orkuna um at gera Føroya bestu kafé í Norðurlandahúsinum, og vit eru altíð fús at geva tilboð upp á mat til fundir og tiltøk, eisini út úr húsinum.

------------

Ein fyriskipanarbólkur er settur at fyriskipa hátíðarhaldið í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár. Hátíðarhaldið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mai 2015.
Fyriskipanarbólkurin er mannaður við umboðum fyri allar deildir, einum lesandi fyri hvør sína megindeild og fyrisitingini. Bólkurin skal samstarva við leiðslu og akademiska ráðið.
Bólkurin er mannaður soleiðis:

  • Jørgen Meitilberg (formaður)
  • Johild Dulavík
  • Uni Árting
  • Lena Reinert
  • Annika Antoniussen
  • Lau Blaxekjær
  • Anna Katrin Matras
  • Umboð fyri lesandi: Turid Christoffersen og Bergur Dalsgarð


Winny í Pætursastovu er somuleiðis knýtt at bólkinum.
Um tú hevur okkurt hugskot til hátíðarhaldið, so skalt tú vera meira enn vælkomin at seta teg í samband við bólkin.

GRANSKING

Lau Øfjord Blaxekjær, Post Doc, samskipari á West Nordic Studies, er verkætlanarleiðari í einum bólki, sum hevur vunnið 300.000 DKK í eini kapping um eina nýggja verkætlan fyri NOAK: "Building Bridges with the African Group of Negotiators in the Global Climate Negotiations". Í verkætlanarbólkinum eru 5 granskarar frá CICERO – Center for International Climate and Environmental Research, Oslo; Lunds Universitet; University of Manchester.

ÚTGÁVUR

Lau Blaxekjær, Post Doc og samskipari av West Nordic Studies, hevur saman við øðrum útgivið:
Blaxekjær, Fang, Green-Weiskel, Kallbekken, Lahn, Nielsen and Sælen (2014), Building Bridges with the Like Minded Developing Countries. Internal Report for The Nordic Working Group for Global Climate Negotiations (NOAK), Nordic Council of Ministers.

-----------

Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini: „Aufstand in  Klaksvík – die Anstellung eines Arztes, die zum Aufstand führte“, Tjaldur 52/53, desember 2014

------------

Hjalmar P. Petersen og Jógvan í Lon Jacobsen, lektarar á Føroyamálsdeildini, hava eina grein í tí nýggjasta Fróðskaparriti um fyrisetingina fyri í føroyskum.

RÁÐSTEVNUR

Í døgunum 1. til 13. desember luttók Lau Blaxekjær á veðurlagsfundi hjá ST í Peru.
Her fekk hann høvi til:

  1. At halda á við síni gransking við nýggjum politiskum bólkum innan veðurlagssamráðingar (les meira her)
  2. At halda á við samstarvinum við Nordisk Ministerråd í eini svenskari-norskari-danskari granskingarverkætlan um møguleikarnar fyri at luttaka við enn meira uppbyggjandi í veðurlagssamráðingum
  3. At byrja eina nýggja granskingarverkætlan um: “Arktis i FNs klimaforhandlinger: Geopolitisk, narrativt og visuelt”.

SKEIÐ

Skipað verður fyri skriviskeiði fýra mikudagar í februar: 4., 11., 18. og 25. februar. Lærari er Bjørg Jacobsen. Meira kann lesast á heimasíðuni. Les meira her

TILTØK

Føroyamálsdeildin hevur sett 29. januar av til at endurskoða námsskipanina.

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:

Mint  verður á freistina fyri umsóknum til Nordplus, sum er mánadagin 2. mars 2015.
Les meira her

Umsóknarfreist  fyri Kvotu 2 er 15. mars í Danmark og 15. apríl í Føroyum

Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 16. mai. Nærri kunning hjá ask(at)setur.fo

------------

Skipað verður fyri hátíðarhaldi í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár. Hátíðarhaldið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mai 2015. Nærri kunning seinni

------------

Prógvhandanin 2015 verður fríggjadagin 26. juni 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærri kunning seinni.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. februar 2015 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras