Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar jólini 2012

INNGANGUR

So stendur jólahøgtíðin fyri durðum og vit gleða okkum øll til at sleppa at halda jól og nýggjár saman við familju og vinum okkara. Óiva hevur tíðin undan verið skundmikil har nógv hava verið upptikin av próvtøkum. Ella eisini mugu onkur okkara taka hetta við sum part av høgtíðini, tí hetta stendur á skrá í januar mánaða. 

At øll hava havt nógv um oyruni setur eisini dám á INNANSETURS hesuferð, tí ikki er nógv tilfar komið. Men soleiðis eigur helst at verða undan jólum. Vit venda treystliga aftur eftir nýggjár og er evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv mikudagin 23. jabuar kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 4.

FYRISITING

Sum øll okkara hava merkt, so hevur verið arbeitt við at umleggja KT skipanir á Setrinum. Postskipanin Groupwise er nú niðurløgd, og vit hava ístaðin fingið Microsoft skipanina Exchange/Outlook. Við nýggju loysnini verður postskipanin frameftir hýst hjá Føroya Tele.

Í sambandi við umleggingina hevur kunning verið løgd á heimasíðuna. Hendan er at finna undir INNANSETURS, leinkið er her

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Kári á Rógvi Pd. D. lektari á Søgu- og samfelagsdeildini gjørdist miðskeiðis í jólamánaðinum uttanhýsis lektaravikarur á Københavns Universitet, Juridisk Fakultet. Talan er um endurnýggjan av fyribils skipan, hvareftir lesandi á KU kunnu fáa vegleiðing at skriva serritgerð um føroysk viðurskifti. Setanin er endurnýggja og økt, so ætlandi verður enn meira gjørt við samstarvið komandi tíðina. Les meira her

------------

Fyrr í ár varð Gestur Hovgaard, lektari Søgu- og Samfelagsdeildini, av danska Videnskabsministeriet útnevndur sensor á deildini Environment, Society and Space (ENSPAC) við Roskilde Universitetscenter. Fyrstu uppgávurnar sum sensor verða avgreiddar í januar 2013.

ÚTGÁVUR

Bárður Larsen, seturslærari í løgfrøði og Kári á Rógvi, Ph.D., lektari í løgfrøði, ið báðir starvast við at byggja upp lógkunnleika á Fróðskaparsetri Føroya, geva í hesum døgum út Lærubók í Fyrisitingarlóg. Báðir hava drúgvar og ymiskligar royndir við lóg bæði teoretiskt og praktiskt. Les meira um bókina her

SKEIÐ

Sjúkrarøktarfrøðideildin bjóðar kliniskt vegleiðaraskeið várið 2013. Talan er um skeið á bachelorstøði og øll heilsustarvsfólk við miðallangari framhaldsútbúgving hava møguleika at søkja. Endamálið við skeiðnum er, at ein mennir sín førleika at vegleiða, undirvísa, próvdøma og eftirmeta innan kliniska partin av heilsuútbúgvingunum. Les nærri um skeiðið her

------------

Aftur til várs verður møguleiki hjá lesandi at luttaka á skeiði í akademiskari uppgávuskriving. Talan er um eitt tilboð, sum er ókeypis fyri lesandi á Fróðskaparsetrinum, men gevur ikki ECTS. Tað verður Bjørg Jacobsen, sum verður undirvísari. Freistin at melda til er 1. februar 2013. Les meira her

TILTØK

Aftur í ár luttekur Setrið á Jobmatch, sum verður hildið í hugnaligu hølunum hjá Østrøm. Tað eru Tórshavnar kommuna, Altjóða Skrivstovan við Fróðskaparsetur Føroya, Vinnuhúsið og MFS  sum fyrireika karmarnar eisini til hesa Jobmatch starvsstevnu. Í ár verður Jobmatch fríggjadagin 28. desember frá kl. 13.00 til 20.00 á fabrikkini hjá Østrøm á Skálatrøð. Les meira um tiltakið í Árskalendaranum.

------------

Fyrsta Seturskjakið í nýggja árinum verður á Østrøm hóskvøldið 10 januar kl 19.30, har evnið er "Elituflokkar ella?". Hesuferð er tað Námsvísindadeildin sum skipar fyri. Les meira í Árskalendaranum

------------

Próvhandan fyri sjúkrarøktarfrøðingar
Mikudagin 16. januar 2013 kl. 14.00 verður próvhandan fyri nýklaktu sjúkrarøktarfrøðingum, hold 2009, hildið á Østrøm. Nærri kunning kemur um hetta seinni í Árskalendarin.

------------

Avgerð er tikin um, at Setursdagur verður tann 17 mai 2013. Endamálið er at hátíðarhalda føðingardagin við ráðstevnu o.ø.. Arbeitt verður við at leggja neyvari skrá og nærri kunning kemur um hetta seinni, sí eisini Árskalendarin.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 23. januar kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras