Skip to main content

INNANSETURS juli 2012

INNGANGUR

Tað sum tú nú sært á skíggjanum er fyrsta útgáva av einum kunningarskrivi kallað INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar. Hetta er ein liður í menningini av betri samskifti og kunning á Setrinum. Ì fyrstu atløgu er gjørdur ein frymil, sum sær soleiðis út. (sí eisini leinki)

•    INNGANGUR
•    ÚTBÚGVING
•    VEGLEIÐING
•    PRÓVTØKUR
•    FYRISITING
•    STARVSFÓLKATÍÐINDI
•    GRANSKING
•    ÚTGÁVUR
•    RÁÐSTEVNUR
•    SKEIÐ
•    TILTØK

Teigarnir um Útbúgving, Vegleiðing og Próvtøkur eru ætlaðir fyri bæði lesandi og starvsfólk á Setrinum. So fylgja teigarnir Fyrisiting, Starvsfólkatíðindi, sum eru serstakliga fyri starvsfólk á Setrinum. Aftan á hetta koma Gransking, Útgávur, Ráðstevnur, Skeið og Tiltøk, har bæði starvsfólk og lesandi fara at finna viðkomandi tilfar. Er einki tilfar til ein teig í einum tíðindaskrivi, so sæst hesin ikki.

Ætlandi kemur nýtt kunningarskriv 14. hvønn dag. Men av tí, at summarfrítíðin nú stendur fyri durðum, fer at verða ein støðgur frá hesum tíðindaskrivinum til mánaðarskiftið august/september. Tit verða kunnað nærri um hetta.

Vit fara at heita á tykkum um at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hetta tilfar verður sent til annakm(at)setur.fo. Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki inniheldur persónsviðkvæmt tilfar. Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

INNANSETURS verður í fyrstu syftu send øllum starvsfólki á Setrinum, men ætlanin er, at lesandi eisini skulu melda seg til sum haldarar av kunningarskrivinum.

Vit bíða nú spent eftir eini afturmelding av hesum nýggja átaki og allar viðmerkingar verða jaliga móttiknar.

ÚTBÚGVING

Í juni mánað vóru bæði bachelor og yrkisrættaðu próvtøkurnar á skránni á Læraraskúlanum. Umframt vanliga undirvísing, starvsvitjanir, fundarvirksemi o.a. ígjøgnum árið hevur starvsliðið á Læraraskúlanum vegleitt og próvdømt 74 B.Ed-lesandi (3.árs lesandi) og 61 Yrv-lesandi (4. árs lesandi) farna lestrarár. Aftrat hesum kemur so vegleiðing og próvdøming í sambandi við linjur og onnur skeið, so her er komið væl av skafti.
Ein av stóru avbjóðingunum farna lestrarár var at fáa fjórða árið og serliga yrkisrættaðu verkætlanina framda, hetta er ikki roynt áður. Verða afturmeldingarnar frá próvdómarunum havdar í huga, so kann sigast, at hetta hepnaðist bara væl. Úrslitini vóru sum heild góð, onkur framúr góð. Fyrireikingarnar til komandi lestarár á Læraraskúlanum eru komnar væl áleiðis.

Á Læraraskúlanum byrjar lestrarárið  aftur mánadagin 20. august 2012

--------------------

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum eru allar próvtøkur, sum eru í várhálvuni, nú avgreiddar og lesandi eru farin í summarfrí. Ongin undirvísing er á SRFS frá viku 27 – 33.
Í viku 34 er skeið fyri nýggj lesandi í fyrstuhjálp 20. og 21. og forskeið í evnafrøði er 22. og 23.
Lestrarbyrjan á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er vika 35 – mánadagin 27. august 2012.

--------------------

Á Føroyamálsdeildini byrjar lestrarárið aftur mánadagin 3. september 2012.

--------------------

Á Søgu og Samfelagsdeildini er lestrarárið 2011/12 liðugt og próvtøkurnar farnar aftur um bak.
Í farnu viku fingu tey 53, sum høvdu søkt um upptøku á útbúgvingunum, svar.
Innleiðsla fyri teimum 1. árslesandi verður í Jónas Broncks gøtu 25, 4. hædd, mánadagin 3. september kl. 10.00, har tey 2. árslesandi eisini verða við. 3. árslesandi møta týsdagin 4. september kl. 10.00.
Upplýsingar um útbúgvingar og skeið, umframt bókmentir, lesi- og tímatalvur eru annars at finna her.

--------------------

Á Náttúruvísindadeildini byrjar lestrarárið aftur mánadagin mánadagin 20. august 2012

PRÓVTØKUR

Á Læraraskúlanum hava tey fyrstu, sum eru útbúgvin eftir nýggju skipanini fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar á Setrinum, fingið prógv 15. juni, 30 lærarar og 29 námsfrøðingar.

----------------------

Á hinum deildunum hava endaligar próvtøkur ikki verið hildnar í summar.

FYRISITING

Avgreiðslurnar á deildunum eru afturlatnar soleiðis í summar:

  • Sjúkrarøktarfrøðiskúlin  frá 16.juli – 6. august 2012
  • Føroyamálsdeildin frá 9. juli til 3. august 2012
  • Søgu- og samfelagsdeildin frá 9. juli til 13. august 2012
  • Náttúruvísindadeildin frá 4.juli – 6. august 2012
  • Læraraskúlin letur ikki aftur

--------------------

Upptøkan 2012
Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetrinum var úti 2. juli 2012, vóru innkomnar tilsamans 350 umsóknir. Hetta er munandi fleiri enn í fjør, tá talið var 273.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis, tá tikið varð útgangsstøðið í 1. ráðfesting:

  • 23 føroyskt BA
  •   5 føroyskt hjánám   
  • 39 KT-verkfrøði
  • 12 lívfrøði
  • 87 lærara
  • 58 námsfrøði
  •  8  náttúruvísindi   
  • 31 samfelagsvísindi
  • 64 sjúkrarøktarfrøði
  • 23 søga


Eftir viðgerð av umsóknunum, varð hósdagin 12. juli boðað frá, at 213 vóru upptikin. 

  • 30 føroyskt BA     
  • 2 føroyskt hjánám  
  • 34 KT-verkfrøði       
  • 15 lívfrøði           
  • 35 lærara           
  • 35 námsfrøði       
  • 25 samfelagsvísindi  
  • 22 sjúkrarøktarfrøði 
  • 15 søga  


Vegna ov veikt studentagrundarlag verður onki nám í náttúruvísindum við denti á jarðfrøði ella havfrøði í 2012. Tríggir av umsøkjarunum til náttúruvísindi, sum uppfylla fortreytirnar fyri at verða tikin upp til lívfrøði, eru tó bodnir at taka ta útbúgvingina.

Øll fingu skrivlig boð um sína støðu, og eru kunnað um hvar tey standa á biðilistum. Brævbjálvarnir vórðu sendir umsøkjarunum við Posta 12. juli.

--------------------

Trivnaðarkanningin
Samstarvsnevndin fyri Setrið bílegði í vár trivnaðarkanning frá Marketminds. Hendan varð gjøgnumførd í mai. Sune Poulsen frá Marketminds hevur greinað rádáturnar í sambandi við trivnaðarkanningina.  Fyrsta útkastið varð lagt fram á fundi við samstarvsnevndina fríggjadagin 22. juni 2012. Á fundinum varð avgerð tikin um, at Sune Poulsen og umboð fyri samstarvsnevndina fara at leggja úrslitið fram á deildunum eftir summarfrítíðina. Starvsfólkini fáa her høvi at seta spurningar og kjakast um, hvussu vit á bestan hátt kunnu nýta úrslitið til at menna trivnaðin á Fróðskaparsetrinum framyvir.  

Framløgurnar verða soleiðis:

  • Søgu- og Samfelagsdeildin    mánadagin 10. september kl. 9-10.30
  • Sjúkrarøktarfrøðiskúlin    mánadagin 10.september kl. 13-14.30
  • Føroyamálsdeildin        týsdagin 11. september     kl. 9-10.30
  • Læraraskúlin        týsdagin 11. september kl. 13-14.30
  • Náttúruvísindadeildin    mikudagin 12. september kl. 9-10.30
  • Setursskrivstovan        mikudagin 12. september kl. 13-14.30

--------------------

Telefon
Í samband við, at leiðslan hevur tikið avgerð um at býta fastnettelefonirnar út við fartelefonir, er fylgjandi vegleiðing gjørd við grundarlagið úr roknskaparreglugerðini hjá Fróðskaparsetri Føroya, sí her.

--------------------

Árskalendari
Í løtuni verður arbeitt við at fáa ein felags árskalendara fyri alt Setrið. Hesin verður so lagdur á heimasíðuna og alt tilfar verður lagt í hann herfrá. Hetta skal vera við til at geva øllum á Setrinum sama møguleika til at fylgja við í øllum tí virksemi, sum fer fram á stovninum og við tilknýti til stovnin. Ætlanin er at fáa kalendaran kláran til september mánað.

--------------------

Euraxess
Í heyst verða Føroyar væntandi partur av EURAXESS netverkinum
( ec.europa.eu/euraxess/index.cfm/general/index ).
EURAXESS er eitt netverk av tænastuveitarum í Europa, hvørs mál er at stimbra flytføri hjá granskarum. Hetta verður m.a. gjørt við at veita tænastu til granskarar, sum flyta frá einum landi til eitt annað. Talan kann verða um ráðgeving, um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og  onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land.
Talan er um átak hjá Granskingarráðnum, sí alt skrivið her

STARVSFÓLKATÍÐINDI

1. august 2012 kemur nýtt vísindafólk í starv á Náttúruvísindadeildini. Talan er um Bárður A. Niclasen adjunktur í náttúruvísindum.
Durita Dahl Djurhuus er byrjað á Náttúruvísindadeildini sum ph.d. lesnadi. Verkætlanin er kallað "Bioactive peptides from marine secondary products".
Eisini byrjar Tina Ziska sum laborantur á Náttúruvísindadeildini 1. september 2012 

--------------------

Í mai mánað varð søkt eftir námslektarum til 5 tíðaravmarkað størv á Læraraskúlanum, hesi eru nú øll sett. Tey, sum eru sett, eru:

  • Súsanna Olsen, námsfrøðilig leiðsla
  • Erla Olsen, lívfrøði
  • Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøði
  • Hildur Patursson, smábarnapedagogikk
  • Gerda Holm Poulsen, týskt

--------------------

Á Føroyamálsdeildini er Hjalmar P. Petersen nýsettur lektari í málfrøði og Bergur D. Hansen er settur adjunktur í bókmentum frá 1. august 2012.

--------------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini er Poula Lervig sett í starv sum adjunktur í løgfrøði. Hon byrjar í starvinum 1.oktober 2012.

GRANSKING

Fyrst í juni varð undankanning gjørd í Venjingarskúlanum í sambandi við granskingarverkætlanina um undirvísing og læring, sum granskarar á Læraraskúlanum eru farnir undir. Verkætlanin, sum verður gjørd í samstarvi við granskarar á Háskóla Íslands, fatar í fyrstu syftu um kanningar, sum seta sjóneykuna á hugburðin hjá næmingum, lærarum og foreldrum, tá ið hugsað verður um, hvussu, hvat og á hvønn hátt næmingar læra í fólkaskúlanum.

Í heyst er so ætlanin at gera eina stóra teldutøka spurnakanning í fólkaskúlum í øllum landinum, og kanningarúrslitini verða síðan løgd fram á eini námsvísindaligari ráðstevnu í Íslandi komandi vár.

Eisini er Karolina Matras, ph.d.-lesandi á Læraraskúlanum, har evnið er "Langtíðarkanning av byrjanarlesing hjá føroyskum børnum"

--------------------

Á Føroyamálsdeildini eru í løtuni 2 ph.d’arar. Bergur D. Hansen arbeiðir við Ferðafrásagnum K.O. Viderøes, meðan Kristin M. Magnussen arbeiðir við Gøtunøvn í Føroyum.
Aðrar verkætlanir, sum deildin arbeiðir við eru:

  • Talgilding av søvnunum (bandasavni, orðasavni, navnasavni og skjalasavni)
  • Framhaldandi dagføring av Føroyskari orðabók
  • Framhald av Føroyskari bókmentasøgu
  • Islex (ein íslendsk-norðurlendsk netorðabók)
  • Barnabókmentir
  • Ritverk Símunar av Skarði
  • Lærubók í málvísindum
  • Skráseting av fólkanøvnum

RÁÐSTEVNUR OG SEMINAR

Í september skipar Sjúkrarøktarfrøðiskúlin fyri seminari.

Talan er um eitt norðurlanda skeið innan netverkið  Nordkvist sum verður í Tórshavn, frá 24 – 28 september.
Sjúkrarøktarfrøðiskúlin er limur í netverkinum Nordkvist. Í hesum sambandi verður skúlin vertur fyri einum skeiði, har 2 lesandi og 1 lærari úr 15 Sjúkrarøktarfrøðiskúlum  úr øllum Norðanlondum luttakað. 

Les meira her

SKEIÐ

Beint fyri summarfrítíðina varð kunngerðin um ískoytisútbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar lýst, og samstundis lýsti Fróðskaparsetrið/Læraraskúlin við eftirútbúgvingartilboði fyri lærarar og námsfrøðingar komandi lestaraár. Eftirútbúgvingartilboðið fatar um ískoytisútbúgving til bachelor og linjugreinalestur.
Sí nærri kunning

--------------------

Sjúkrarøktarfrøðiskúlin bjóðar út skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi í heyst. Skeiðið er ætlað teimum við miðallangari heilsufakligari framhaldsútbúgving, og endamálið er at lesandi fáa innlit í vísindaligar tilgongdir til egið heilsufakligt yrki, og at tey menna akademiskan førleika at fara undir eina bachelorritgerð.

Skeiðið er 10 ECTS námsstig og er partur av ískoytisútbúgving til BSc í sjúkrarøktarfrøði og í komandi tvørfakligari ískoytisútbúgving til BSc í heilsu. Skeiðið er kravd fortreyt fyri at fara undir bachelorritgerðina.
Sí nærri kunning

--------------------

Aftur til heystar bjóðar Fróðskaparsetur Føroya próvskeið í føroyskum. Her lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt bæði í arbeiði og gerandislívi.
Skeiðið verður hildið í tíðarskeiðnum 11. september 2012 – 26. februar 2013, samanlagt 18 vikur. Undirvíst verður týsdagar  kl. 16.00 – 19.15   Lærari verður Lena Reinert.  Sí nærri kunning

--------------------

Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya aftur út skeið í enskum. Skeiðini verða bjóðað út í samstarvi við University of Cambridge ESOL Examinations.
Talan er um skeiðini Cambridge First Certificate in English, har undirvíst verður hósdagar kl. 13.00 – 16.00 og Cambridge Certificate of Proficiency in English, har undirvíst verður mikudagar  kl. 09.00 – 12.00. Skeiðini byrja 24. og 25 oktober 2012 og koyra til mai/juni 2013 (31 vikur)   Lærari verður Sharon Christiansen. Sí nærri kunning

TILTØK

Innleiðsludagur 2012 verður hildin fríggjadagin 31. august á Fabrikkini hjá Østrøm. Á hesi samkomu hittast øll nýggj lesandi, har høvi verður at heilsa upp á hvønn annan í einum avbjóðandi og hugnaligum umhvørvi. Skráin er at síggja her

--------------------

Aftur í ár bjóðar MFS  øllum áhugaðum at koma til Vitan 2012 og luttaka í einstakum ella fleiri fyrilestrum, sum verða á Østrøms Fabrikk, mikudagin 18. juli, og byrjar kl 10. VITAN eru av kjakfyrilestrar, har fokusøkið er vitan. Vitanarsamfelagið er framtíðin, og MFS vil vera við til at fremja vitanarsamfelagið í Føroyum. Evnini hesaferð eru:

  • Íverksetan
  • At arbeiða uttanlands
  • Akademia í Føroyum
  • Delfinir í viðgerð av børnum við menningartarni


Les meira um tiltakið her

--------------------

Markleys Útbúgving 2012/13:
Aftur í ár verður skipað fyri tiltakinum Markleys Útbúgving. Hetta er upplýsingararbeiði fyri fráfaringarflokkarnar í miðnámsskúlunum, sum verður hildið í Norðurlandahúsinum  6. september 2012.
Fyri Fróðskaparsetur Føroya er tað í ár skipað soleiðis, at hvør útbúgving, umboðað av undirvísarum og lesandi, fáa 10 minuttir hvør at presentera útbúgvingina. Umframt hetta er ein básur, sum er opin um dagin frá kl.9.00 til 15.00.

Les meira um tiltakið her