Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Í løtuni er friðarligt á Setrinum, nú fólkið er farið í summarfrí. Men um minni enn ein mánaða koyra vit aftur við fullari ferð. Longu 19. august byrja tey fyrstu lestrarárið, og tey seinastu byrja lestrarárið 2. september. Væntandi byrja 274 nýggj lesandi á Setrinum.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 28 august kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 35.

ÚTBÚGVING

274 nýggj lesandi eru í ár upptikin til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum. Tilsamans 378 umsóknir komu til útbúgvingarnar.

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

    13 Føroyskt  
    16 Orku- og umhvørvisverkfrøði  
    38 Lærara          
    38 Námsfrøði      
    22 Sjúkrarøktarfrøði
    32 Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi)
    20 Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi)
    18 Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi)
    28 Master í løgfrøði
      4 Master í føroyskum
    45 Master í vegleiðing

Í seinasta lagi mánadagin 5. august skulu umsøkjar vátta, at tey taka við lestrarplássinum.

Lestrarárini á Setrinum 2013 byrja soleiðis:

  • Námsvísindadeildini mánadagin 19. august
  • Náttúruvísindadeildini mánadagin 19. august
  • Sjúkrarøktarfrøðideildini mánadagin 26. august 
  • Søgu- og samfelagsdeildini mánadagin 2. september
  • Føroyamálsdeildini mánadagin 2. september


------------

Tá freistin at vátta innskriving til nýggju vegleiðaraútbúgvingina var úti 15. juli, vóru 43 váttanir innkomnar, so áhugin er sera stórur. Umleið helmingurin av hesum bólki eru fólk, ið hava fjølbroyttar og praktiskar royndir sum skúla- ella lestrarvegleiðarar í fólkaskúlum, á miðnámsskúlum, á Vinnuháskúlanum og á Fróðskaparsetrinum. Fleiri teirra havi drúgvar royndir bæði sum lærarar og lestrarvegleiðarar.  Vegleiðaralesandi koma úr øllum landinum, og samansetingin av hesum bólki er sera fjølbroyttur, bæði hvat viðvíkur útbúgvingarbakgrund, starvsroyndum, kyni og aldursmuni.

VEGLEIÐING

Studentavegleiðaraskipanin eftirmett
Eftirmetingarfundur var 22. juli um royndirnar við studentavegleiðaraskipanini, ið varð sett í verk 1. november í fjør sum ein royndarverkætlan. Semja var um, at verandi skipan heldur fram í komandi lestrarári, men við ávísum broytingum. Uppgáva studentavegleiðarans er fyrst og fremst at vegleiða í spurningum, ið hava við lestrarviðurskifti at gera. Vegleiðaratoymið, ið eisini fór til verka um somu tíð í fjør, arbeiðir saman við studentavegleiðarunum við ætlanum og menning av hesum øki. Toymið hevur m.a. arbeitt við hesum málum:

  • hevur gjørt uppskot til eina ársætlan fyri vegleiðing á øllum deildum
  • vísir á týdningin av góðum innleiðslutiltøkum fyri nýggj lesandi
  • arbeiðir við kunningarætlan fyri 2014
  • ger tilmæli um hægri raðfesting av vegleiðing

Málið er, at vegleiðing skal verða ein sjálvsøgd, sjónlig, vælvirkandi, javnbjóðis og professionel stuðulstænasta til øll lesandi á Setrinum.

------------

Nýggjur studentavegleiðari til NVD
Unn Vagnsdóttir Johannesen, lívfrøðilesandi, sum í nakrar mánaðir hevur verið studentavegleiðari á NVD, gevst í hesi tænastu vegna aðrar avbjóðingar. Tí er neyðugt at finna ein nýggjan studentavegleiðara til komandi lestrarár. Nærri kunning um hetta kemur í næsta Innanseturs. Vit takka Unn fyri hennara innsats og ynskja góðan byr.

FYRISITING

------------

Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya
Ein arbeiðsbólkur við 5 lesandi av Setrinum hevur í vár orðað reglugerðina fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya. Reglugerðin varð undirskrivað av rektaranum, Sigurð í Jákupsstovu og umboði teirra lesandi, Birnu Gaard tann 21. juni í ár. Les meira her

Leinki til reglugerðina fyri Ráð teirra lesandi á Fróðskaparsetri Føroya

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Á Námsvísindadeildini koma hesi starvsfólk í starv í august mánaði:

  • Vár í Ólavsstovu, adjunktur í móðurmálspedagogikki
  • Erla Olsen, adjunktur í undirvísing lívfrøði og náttúru & tøkni
  • Harald Winther Knudsen, námslektari í støddfrøði, fyribils í eitt ár
  • Jóhannes Miðskarð, adjunktur í pedagogiskari leiðslu og fyrisiting
  • Kalpana Vijayavarathan, adjunktur í fremmandamálspedagogikki við enskum

    RÁÐSTEVNUR

    Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini, luttók á ICLaVE 7 í Tróndheimi. Her var eitt panel um føroyskt:  The Faroe Islands: A linguistics laboratory

    Fyrilestrarnir vóru:

    • Karoline Kuehl: Pluricentric Danish: The variety Faroe-Danish and its registers
    • Kurt Braunmueller: Faroe-Danish and puristic Faroese. On the mechanism of the emergence of new local varieties.
    • Hjalmar P. Petersen: The Transmission Processes and Results in the Faroese-Danish Language Contact Situation.

    SKEIÐ

    Skeið í vísindaástøði í Østrøm
    Í viku 35, frá mikudegnum 28. til og við leygardagin 31. august, verður innleiðsluskeið í vísindaástøði fyri lesandi á MA í vegleiðing. Sum fyrr kunngjørt í sambandi við upptøkutreytirnar skulu umsøkjarar, ið ikki hava lokið útbúgving á bachelorstigi (tvs. lærarar útbúnir eftir gomlu skipanini), luttaka á innleiðsluskeiði í  vísindaáðstøði áðrenn lestrarbyrjan. Skeiðið er valfrítt fyri lesandi, ið annars lúka upptøkutreytirnar til MA-lestur.

    TILTØK

    Skráin til Frændafund 24. og 25. august er komin
    Ráðstevnan verður á Námsvísindadeildini. Øll eru hjartaliga væl komin, og eingin tilmelding krevst. Á heimasíðu okkara ber til at síggja skránna og úrtøk av fyrilestrunum á føroyskum og íslendskum, les meira her

    ------------

    Móttøku- og innleiðslutiltak í Østrøm 29. august
    Hósdagin 29. august er móttøku- og innleiðslutiltak í sambandi við nýggju vegleiðaraútbúgvingina. Tiltakið, ið er formliga byrjanin á útbúgvingina, er kl. 15.00 -17.00 í Østrøm á Skálatrøð. Á innleiðslufundinum hitta lesandi lestrarfelagar, útbúgvingarleiðaran, Sif Einarsdóttir, PhD, dosent við Háskóla Íslands og starvsfólk á Setrinum, ið eru tengd at útbúgvingini. Malan Marnersdóttir, professari og dekanur, bjóðar vælkomin. Síðani greiðir Sif Einarsdóttir nærri frá innihaldi og skipan av fyrsta modulinum, ið hevur skeiðsheitið “Counseling and Communication”.  Eisini greiðir hon frá skipan, læru- og undirvísingarhættum, læruúrtøkum, uppgávuarbeiði og øðrum viðvíkjandi útbúgvingini sum heild. Samskiftispallurin, ið nýttur verður til hesa útbúgving er Moodle, ið eisini kemur á dagsskrá til hetta tiltak.

    ------------

    Móttøkutiltak fyri nýggj lesandi á Setrinum
    Fríggjadagin 6. september kl. 15-17
    verður skipað fyri felags móttøkutiltaki fyri teimum nýggju lesandi á Setrinum. Tiltakið verður á Østrøm. Á hesi samkomu hittast øll nýggj lesandi á Setrinum, og høvi verður at heilsa uppá hvønn annan í einum hugnaligum umhvørvi.

    Sí skránna her
    ------------

    Markleys útbúgving 2013
    Týsdagin 17. september verður skipað fyri Markleysari Útbúgving 2013 í Norðurlandahúsinum.
    Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum. Tiltakið fyri miðnámsskúlarnar verður um dagin, men onnur, ið ætla sær undir hægri útbúgving, eru vælkomin til tiltakið, sum verður fyriskipað um kvøldið.

    Temaið í ár verður altjóðagerð. Setrið luttekur eisini og verður serligur dentur lagdur á at kunna um møguleikar við skiftislestri, har Setrið kann verða portrið fyri lesandi, bæði út í heim og heimaftur. Á tiltakinum verður kunnað um nógvu valmøguleikarnar, sum kunnu verða til íblásturs, eins og ein betri kunning hjá teimum, ið leita sær eftir útbúgvingarmøguleikum.

    Altjóða Skrivstovan á Setrinum samstarvar við MFS, Vegleiðarafelagið og Statoil Faroes, ið verður høvuðsstuðul til tiltakið í ár.

    Nærri kunning kemur  seinni.

    ------------

    Vísindavøkan 2013
    Í ár verður skipað fyri Vísindavøku fríggjadagin 27. september 2013 frá kl. 8.00 til 0.00, har eisini Setrið luttekur.

    Hesa ferð verður yvirskriftini "Food for thought", har ljóskastarin verður settur á matgransking. Nógv spennandi tiltøk til allar sansir verða fyri bæði stór og smá.

    Høvuðstiltakið verður í Østrøm, í stóru hølunum, sum tiltakið var í fjør (básar/framsýningar og ein rúgva av tiltøkum), og í vanligu fyrilestrarhølunum, har framløgur fara at verða. Eisini verður ein partur av tiltakinum á Granskarasetrinum iNOVA.

    Aftur í ár verður miðlaheiðurslønin latin, eins og ein teknikapping til børn og ung verður útskrivað. Allar tekningar vera sýndar á Vísindavøkuni.

    Les meira um vísindavøkuna her

    FRÁBOÐAN

    Tilmelding til INNANSETURS
    Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

    Tilfar til INNANSETURS
    Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

    Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

    Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

    Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. august 2013 kl 12.

    Ritstjóri av INNANSETURS

    Anna Katrin Matras