Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

So er aftur eitt lestrarár farið afturum og fólkið á Setrinum kann gleða seg til eina góðan summarsteðg. Sum altíð er friðarligt á Setrinum hesa tíðina, men í august mánað koyra vit aftur við fullari ferð. Longu 17. august byrja tey fyrstu lestrarárið, og tey seinastu eru komin í gongd seinast í august mánað.

Í summarsteðginum heldur eisini INNANSETURS frí og tí er evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv ikki fyrr enn mikudagin 26. august kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 35.

ÚTBÚGVING

Tá freistin at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya var úti 1. juli 2015, vóru innkomnar tilsamans 379 umsóknir.
Les alla kunningina her

------------

Lau Blaxekjær var í døgunum 1.-11. juni í Beijing í Kina sum eksternur undervísari á tí viðurkenda universitetinum "Sino-Danish Center for Education and Research".
Les meira her

PRÓVTØKUR

Gestur Hovgaard var 9. juni á Roskilde Universitet opponentur í sambandi við ph.d. ritgerð hjá Charlotte Bech Lau, við heitinum “jeg vil bare ha’ et fuckin liv - et eksemplarisk studie mellem unge i en gråzone og kommunale sundhedspolitikker om at gentænke sundhedsfremmedagsordenen i relation til ulighed i sundhed. Harumframt var hann eisini próvdómari á útbúgvingini “Plan, By og Proces”.

------------

Hetta seinasta lestrarárið 2014/15 hava 119 lesandi fingið prógv á Setrinum.
Býtið er soleiðis:
Sjúkrarøktarfrøðideildin
13 B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
Námsvísindadeildin
22 B.Ed. (Bachelor of Education) og diplom í undirvísing (1.-10. flokk)
  2 B.Ed. Ískoytisútbúgving fyri lærarar
21 B.Ed. (Bachelor of Education) og diplom í námsfrøðiligum arbeiði
  1 B.Ed. Ískoytisútbúgving fyri námsfrøðingar
26 Diplomprógv á masterstigi í Vegleiðing
Føroyamálsdeildin
 7 B.A. í føroyskum
 1 hjánám í føroyskum
 1 MA í føroyskum
 1 samansett MA-prógv í føroyskum og ítrótti
Søgu- og samfelagsdeildin
 2 M.A. í løgfrøði
 7 B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Sosialvísindi og samfelagsplanlegging)
 3 B.S.Sc. í samfelagsvísindum (Politikkur og umsiting)
 1 M.S.Sc.  í stjórnmálafrøði og enskum
 4 B.A. í søgu
Náttúruvísindadeildin
 4  B.Sc. í KT-verkfrøði
 3  í Lívfrøði

FYRISITING

Nýggjasta stýrisfundarfrágreiðingin:

------------

Hølisviðurskifti
Hóast Setrið hevur leigusáttmála til hølini í Bókbindaragøtu 8  til 30. apríl, er ætlanin at flyta til heystar, helst 1. november. Tórshavnar Kommuna eigur hølini á horninum J. C. Svabos gøta og Jóannesar Paturssonar gøta, har Advokatskrivstovan fyrr helt til og Setrið hevur fingið í boðið at leiga hesi, í útgangsstøði í 5 ár. Hølini eru í góðum standi, men ábøtur skulu gerast. Talan er um 18 rúm í ymiskum støddum, umframt køk og ves. Hesi kunnu brúkast sum skrivstovur, men eisini sum eitt nú bólkarúm. Talan verður ikki um at brúka hesi hølini til beinleiðis undirvísing. Harumframt eru eitt stórt rúm og 2 minni rúm + køkur og ves í kjallaranum, sum møguliga kundi verið til tey lesandi. Nýggj starvsfólk skulu setast í starv í løgfrøði og búskapi og hesi koma afturat at teimum, sum í dag hava skrivstovu í Bókbindaragøtu. Eisini koma tvær ph.d. lesandi, Runa P. Høgensen og Hallbera West, sum eisini skulu hava skrivstovupláss.
Ein annar møguleiki fyri leigumáli er Sjóhúsið hjá Tórshavnar Kommunu, sum er  6 til 7 túsund fermetrar til støddar.

------------

KT økið
KT fyritøkan E7 (fyrr Atlandstøkni) skal gera ein KT-komponent (ein data hub) til at lesa tilfar frá próvbókini og inn aftur í aðrar skipanir. Ætlanin er fyrst at royna at brúka í sambandi við Moodle skipanina. Smáar ábøtur eru gjørdar á próvbókina og hóast tað enn mangla amboð í próvbókini, verður hetta arbeiðið steðgar nú, tí ætlanin er í framtíðini at fáa eina nýggja próvbók.

------------

Samstarv
Í Sjúkrakassagrunninum eru 7 milliónir krónur settar av til eitt granskingar- og útbúgvingarsamstarv millum Setrið, Deildina fyri Almannaheilsu og Landssjúkrahúsið. Ætlanin er at fáa bygt ein depil upp, sum í fyrsta umfari verður ein virtuellur depil, sum seinni kann mennast til ein fysiskan depil. Fundur hevur verið í mars mánað um eitt fyrsta uppskot, sum nú er reviderað. Ein partur av ætlanini er at fara undir at menna Master útbúgving í fólkaheilsu, sum 120 ECTS, men verður tikin sum partíðarlestur yvir 4 ár. Annar partur er hálv fígging av einum av ph.d. starvi og triði partur eitt granskingarstarv til fólk við lektaraførleika í 3 ár. Upptøkugrundarlagið fyri at sleppa inn á masterútbúgvingina er heilsuvísindaligar bachelorútbúgvingar umframt vælferðar- og sosialar útbúgvingar. Roknað verður við svari frá Granskingarráðnum mánaðarskiftið august/september.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Bogi Bech Jensen, sum hevur verið professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini síðan 1. januar 2014, fer nú í annað starv. Hann tekur við starvi sum rektari á Skúladeplinum í Marknagili 1. august 2015. Bogi fer tó framhaldandi at hava tilknýti til Setrið, tí frá 1. august 2015 verður hann adjungeraður professari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini.

------------

Benadikt Joensen er settur í starv sum námslektari í orkuverkfrøði á Náttúruvísindadeildini. Benadikt fer  serliga at undirvísa í orkuverkfrøði og luttaka í menning av hesum fakøki á Fróðskaparsetrinum. Hann byrjar í starvinum tann 1. august 2015.

------------

Martin Zachariasen er frá 1. mai 2015 settur sum adjungeraður professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur frammanundan í eitt áramál verið adjungeraður lektari í teldufrøði.

------------

Tann 1. juni 2015 fekk Fróðskaparsetur Føroya á fyrsta sinni ein professara í støddfrøði. Talan er um Toke Meier Carlsen, ið kom í starv sum lektari í støddfrøði á Fróðskaparsetri Føroya tann 1. apríl 2014.

------------

Jónrit Halling er sett sum lektari í mýlskari lívfrøði á megindeildini fyri náttúruvísindum og heilsuvísindum. Jónrit hevur kandidatútbúgving, cand. pharm., frá Danmarks Farmaceutiske Universitet í 2003 og ph.d. útbúgving frá Syddansk Universitet í 2008. Jónrit byrjar í starvinum tann 1. september í ár.

------------

Mikudagin 10. juni var skipað fyri samkomu í høllini á Námsvísindadeildini í sambandi við, at Jóni Johannesen, húsavørður, eftir tænastu í fleiri enn fjøruti ár, fór úr starvi 15. apríl í ár.

GRANSKING

Í mai mánað luttók Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, á tveimum stórum altjóða vísindaligum ráðstevnum, har hann legði fram nýggj granskingarúrslit. Kanningarnar eru m.a. framdar á Fróðskaparsetri Føroya.
Les meira her

ÚTGÁVUR

"Leder vejen til Paris også til et bedre klima?"
Europakommissiónin hevur ein blogg, har Lau Blaxekjær hevur skrivað eitt íkast um veðurlagspolitikkin hjá EU og líkindini fyri ein altjóða avtalu í París í desember mánað. Fundur hevur verið í Bonn millum heimsins lond fyri at gera seinastu fyrireikingarnar áðrenn toppfundin í París, les meira her.

------------

Lau Øfjord Blaxekjær & Tobias Dan Nielsen. 2014. “Asien. Kina nægter at lade sig kue”. s. 173-203. Mapping the narrative positions of new political groups under the UNFCCC, Climate Policy, published online 17 October 2014.

------------

Lau Øfjord Blaxekjær & Tue Sander Hanse. 2014.  “Historien om FN’s COP-møder”. s. 21-32. Mapping the narrative positions of new political groups under the UNFCCC, Climate Policy, published online 17 October 2014

------------

Gestur Hovgaard hevur í juni givið út kapittul í antologiini Entrepreneurship in Small Island States and Territories. Routledge. Kapitlið hevur tittulin: “Entrepreneurs in Aquaculture: A Case Study from the Faroes”.

------------

Gestur Hovgaard
hevur í juni givið út kapittul í antologiini Remapping Gender, Place and Mobility. Global Confluences and Local Particularities in Nordic Peripheries. Ashgate. Kapitlið hevur tittulin: “Being away, being at home, being both: the case of Faroese maritime workers”.

RÁÐSTEVNUR

Gestur Hovgaard var 17. juni á ráðstevnu í Nuuk við heitinum “Køn, Uddannelse og Befolkningsstrømme”, fyriskipað av Ministeriet for Børn, Ligestilling, Integration og Sociale Forhold. Framløga um “Masterlæru” og panelluttakari.

------------

Og dansurin gongur ….
Tað er heitið á kvæðaráðstevnuni, sum byrjar mánakvøldið 20. juli og endar hóskvøldið 23. juli við veitslu og dansinátt. Í miðdepli á ráðstevnuni eru norðurlendsk kvæði og vísur, serliga føroyska kvæða- og dansimentanin.
Vónin er, at ráðstevnan fer at stimbra áhugan fyri at granska í kvæðunum og dansinum og at eggja til nýhugsan í arbeiðinum við kvæðamentanini.
Ráðstevnan er í Norðurlandahúsinum. Bjóðað verður vælkomin í H. N. Jacobsens bókahandli mánakvøldið, og ráðstevnan verður sett í Norðurlandahúsinum týsmorgunin tann 21. juli kl. 8.30.
Les meira um ráðstevnuna og melda til á www.ballads2015.fo

SKEIÐ

Komandi summar, frá 8. til 27. august verður aftur skipað fyri Faroese Summer Institute. Faldarin og plakatin er júst komið frá prentsmiðju og er tað onkur av tykkum, sum fer uttanlands í summar og vil taka tilfar við til universitet har, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við Altjóða Skrivstovuna á ask(at)setur.fo og fáa hetta útflýggjað.

TILTØK

Freistin at søkja inn til nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu er longd til 1. august 2015

Les meira her

------------

Næsti stýrisfundur verður 17. september

------------

Ráðstevna um “Career Management Skills” (CMS) 28. September 2015
Mánadagin 28. September skipa NVL og norðurlendska vegleiðaranetverk NVLs fyri ráðstevni í Norðurlandahúsinum um hugtakið “Career Management Skills” (CMS) og leiklut vegleiðarans í sambandi við førleikameting (validering). Nærri kunning og skrá kemur seinni.

------------

Seminar um fyriskipan av útbúgvingatilboðum til vaksin 29. September 2015
Týsdagin 29. september skipar NVL (norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæring) fyri seminari um lívslanga læring (LLL), førleikamenning og útbúgvingartilboð til vaksin (VÚ) í breiðum týdningi. Seminarið verður á Hotel Hafnia frá kl. 12 – 17. Á skránni verða m.a. framløgur um norðurlendska strategi og politikk fyri VÚ-økið, og høvuðsúrslit úr norðurlendsku PIAAC-kanningini (the Programme for the International Assessment of Adult Competencies) verða løgd fram. Eisini verður kjak um tørv og støðuna viðvíkjandi LLL og VÚ í Føroyum. Nærri kunning og skrá kemur seinni.

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 23. september og 25. november. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen, Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. august 2015 kl. 12.

Ritstjóri á INNANSETURS

Anna Katrin Matras