Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Um 2 dagar fara vit inní juni mánað, sum er byrjanin upp á eitt komandi summar. Tá er bert ein mánaður eftir til umsóknarfreistina til kvotu 1, sum er 1. juli 2014. Og á Mentanarnáttini komandi fríggjakvøld 6. juni verður skipað fyri tiltaki á Østrøm har eisini verður kunnað um upptøkuna  Sí nærri kunning um tiltakið her.

Seinni í mánaðinum, fríggjadagin 27. juni 2014, verður skipað fyri próvhandanini 2014 í Norðurlandahúsinum. Ská og nærri kunning sæst her.

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. juni 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 26.

ÚTBÚGVING

Eftirútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar
Treytað av nøktandi luttøku fer Fróðskaparsetrið/Námsvísindadeildin at skipa fyri eftirútbúgvingartilboðum lestrarárið 2014-15 í

  • Linjugreinalestur fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar og
  • Ískoytisútbúgving fyri námsfrøðingar og fólkaskúlalærarar

Les meira her

------------

Í seinasta Innanseturs varð sagt, at lesandi á Føroyamálsdeildini vóru misnøgd við, at ov lítið var av bókmentaligum lestrarevnum fyri heystið 2014. Hetta tók deildin til eftirtektar og hevur fingið avtalu við ein íslendskan bókmentafrøðing, sum eitur Soffía Auður Birgisdóttir, um eitt 5 ECTS-skeið í norðurlendskum samtíðarbókmentum; Bergur D. Hansen fer at hava eitt 5 ECTS-skeið í nýggjum føroyskum skaldskapi í 10’unum.

VEGLEIÐING

Í døgunum 22. og 23. mai var Vegleiðaratoymið við Gjógv,  har fyrireikingar vóru gjørdar til komandi lestrarár. Arbeitt varð við at leggja ein árskalendara og fleiri afturvendandi tiltøk vórðu ásett. Tað sum nú fyrst stendur fyri durðum, er kunningartiltakið um lestur á Setrinum, ið verður á Østrøm komandi fríggjakvøld á Mentanarnáttini. Les meira um hetta tiltakið her.
Eisini varð arbeitt við tiltøkum fyri heystið, har tað m.a. verður arbeitt við, saman við Dinu Andersen frá Syddansk universitet, at fyriskipa temadagar um evnið “At seta studentin í miðdepil”. Temadagarnir verða eftir ætlan í fyrru helvt av september mánaða. Høvuðsmálbólkurin eru undirvísarar, men partar av skránni fara eisini at venda sær til aðrir málbólkar, t.d. leiðslu, miðfyrsiting, deildarskrivstovur og vegleiðarar. Nærri kunning um tiltakið kemur seinni á heimasíðuna.

PRÓVTØKUR

6 MA-prógv eru útskrivaði á Føroymálsdeildini hesa hálvuna. Eftir MA-ritgerðina endar MA-lesturin við einum meistarafyrilestri.

  • Tóta Árnadóttir helt meistarafyrilestur við heitinum “Fuglamotiv í føroyskum kvæðum – formur, innihald og granskingarsjónarhorn”,
  • Randi Vang við heitinum “Hvussu tulkar bókmentaverkið Rökkurbýsnir eftir Sjón hugmyndaheim 17. aldar?”,
  • Hanna Absalonsen við heitinum “Sálmatýðingarnar hjá Victori Danielsen í átrúnaðarligum og tjóðarbyggjandi høpi”,
  • Katrin Reinert við heitinum “Føroyskur skaldskapur av manna munni endurnýttur – í romantikkinum og í dag”,
  • Katrin Jacobsen við heitinum "Møður og døtur í ævintýrunum".
  • Eyðbjørg Fossádal helt sín fyrilestur tá hon gjørdist cand.phil.


Vit ynskja teimum øllum hjartaliga til lukku við próvnum.

FYRISITING

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Louise Meier Carlsen, cand.scient., byrjar sum adjunktur í støddfrøði og didaktikki á Námsvísindadeildini tann 1. august.

------------

Poul Guttesen, lektari, ph.d. á Námsvísindadeildini fer í farloyvi lestrarárið 2014-15.

------------

Sunleif Rasmussen, námslektari og komponistur á Námsvísindadeildini fer í farloyvi lestrarárið 2014-15. Hann skal skriva eina symfonikonsert fyri Helsinki filharmonikararnar og eina obokonsert fyri Odense symfoniorkester.

------------

Gestur Hovgaard, lektari, ph.d. á Søgu- og samfelagsdeildini gevst sum útbúgvingarleiðari fyri samfelagsvísindi tann 31.08.2014.

------------

Tann 1. mai 2014 fór Rannveig Winther, granskingarhjálpari á Føroyamálsdeildini, frá fyri aldur. Hon varð sett í starv í  1987 og arbeiddi øll árini á bandasavninum, sum hoyrir til deildina. Bandasavnið er eitt savn av upptøkum við fólkaminnum, sangi, kvæðum og øðrum. Rannveig arbeiddi bæði við innsavning og skráseting, og hetta greiddi hon samvitskufult úr hondum. Føroyamálsdeildin vil hervið veita Rannveig eina hjartans tøkk fyri trúgva tænastu.

------------

Fróðskaparsetrið hevur sett Magna Mohr í starv sum lektari í heilsuvísindum. Starvið er liður í menning av heilsuvísindaliga fakøkinum á Setrinum. Les meira her

GRANSKING

EURAXESS kunningarferð 2014 at enda komin
Síðan EURAXESS-portalurin lat upp í desember 2013, hevur verið arbeitt við at kunna granskingarstovnar um endamálið við EURAXESS-tænastuni og um portalin www.euraxess.fo  sum amboð. Á hesum kunningarfundum var serligur dentur lagdur á EURAXESS Rights, ið virkar fyri at fáa granskarar, arbeiðsgevarar og stuðulsveitarar at seta í gildi ásetingarnar í skjalinum ”The European Charter for Researchers and the Code of Conduct for the Recruitment of Researchers”, stytt Charter and Code. Hesar ásetingar snúgva seg um reglur og mannagongdir fyri granskarar og granskingarstovnar í Evropa. Eitt av høvuðsendamálunum við vitjanunum var at eggja stovnsleiðslum til at seta Charter and Code á dagsskrá, at gera innanhýsis greining av hesum reglum og mannagongdum, og síðan seta Charter and Code í verk við tí endamáli at tryggja, at granskarar hava somu rættindi og javnbjóðis kor allastaðni í Evropa. Vitjað hevur verið á so at siga øllum granskingarstovnum í Føroyum.  Fyrsta vitjanin var á Setrinum fyrst í mars, og tann síðsta í røðini var á Landssjúkrahúsinum 21. mai.  Við í EURAXESS-verkætlanini eru Dagmar Joensen-Næs, verkætlanarleiðari (Granskingarráðið) og Elisabeth Holm, altjóða samskipari á Setursskrivstovuni.

------------

Tórshavnar kommuna játtaði í hesum mánaðinum stuðul til eina verkætlan, sum gevur møguleika at sameina undirvísing og gransking. Bæði læraralesandi og skúlanæmingar fara at luttaka í verkætlanini. Hendan verkætlanin er grundað á nøkur av teimum tilmælum, sum vórðu løgd fram á norðurlendskari verkstovu fyrst í mars í ár.
Les meira um verkætlanina her

RÁÐSTEVNUR

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur saman við Renatu Szczepaniak hildið fyrilesturin: The decline of the synthetic genitive and the grammaticalization of prepositional phrases as possessive constructions in Faroese. Stað: Berlin. Germanic Genitives. Workshop á Freie Universität Berlin.

SKEIÐ

Seminar um førleikameting 30. september
Týsdagin 30. september 2014, frá kl. 09 – 12, verður skipað fyri seminari um førleikameting við atliti at hægri lestri. Førleikameting, eisini nevnt validering, snýr seg um at meta, skjalfesta og viðurkenna aðrar viðkomandi førleikar enn teir, ið eru ognaðir innan formligu útbúgvingarskipanina. Førleikar verða mettir í mun til læruúrtøkur á útbúgvingum. Á seminarinum verður greitt nærri frá hesum hugtaki, endamáli og góðari praksis.  Dømi frá universitetum og øðrum lærustovnum verða lýst, og ljós verður varpað á bæði norðurlendskan og evropeiskan politikk á økinum. Tiltakið, ið hevur heitið “Recognising Lifelong Learning – International Perspectives and Practices”, verður í samkomuhøllini á NÁD. Fyrilesarar verða við Timo Halttunen og Mari Koivisto, ið starvast á Turku Universitetinum í Finnlandi. Nærri lýsing og skrá kemur á www.setur.fo

------------

Summarskeið í føroyskum fyri norðurlendskar studentar verður á Føroyamálsdeildini 2.-21. juni 2014. Stívliga 20 lesandi úr øllum Norðurlondum hava teknað seg. Hetta er eitt av teimum sonevndu Nordkursskeiðunum, sum Norðurlendska ráðharraráðið fíggjar. Tey lesandi fáa 10 ECTS fyri skeiðið, sum tey kunnu fáa góðskrivað í lestri sínum á heimauniversitetinum. Lærarar á skeiðinum vera Lena Reinert og Victoria Absalonsen.

------------

Fimm studentar á Føroyamálsdeildini fara á Nordkurs-summarskeið í øðrum Norðurlondum: Tveir fara til Stokkhólms, tveir til Århus og ein til Tróndheims. Føroysk lesandi fáa stuðul til ferðina frá Studna.

TILTØK

Setrið luttekur aftur í ár við almennum tiltaki á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 6. juni 2014 frá kl. 18.45 til 22.30. Les meira um tiltakið her

------------

Skipað verður fyri starvsfólkaútferð fríggjadagin 13. juni 2014. Ætlanin er at gera ein túr til Sandoynna. Nærri kunning um túrin kemur her

------------

Prógvhandanin 2014 verður fyriskipað fríggjadagin 27. juni 2014 í Norðurlandahúsinum.  Les meira um tiltakið her

------------

Umsóknarfreistin at søkja inn til útbúgvingarnar á Setrinum eftir kvotu 1 er 1. juli 2014 á midnátt. Sí nærri kunning um upptøku her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. juni 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras