Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Við summari í hondum er aftur eitt INNANSETURS klárt við kunning til starvsfólk og lesandi á Setrinum.

Setrið luttekur við almennum tiltaki í Bókbindaragøtu 8 á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 12. juni 2015 frá kl. 18.45 til 22.30. Her verður skipað fyri bæði kunning um útbúgvingarmøguleikar og við innsløgum frá lesandi á Setrinum.
Deildirnar fara at hava básar við kunningartilfari har møguleiki verður hjá teimum vitjandi at fáa prát við umboð fyri deildirnar. Eisini verður framsýningin Setrið 50 ár sett upp aftur har til høvið. Ragnar Finnsson og David Eriksen frá Musikkskúla Miðnám fara at framføra guitartónleik. Setrið bjóðar gestunum vaflur við róma og súltitøj, eins og kaffi, te og vatn verður at drekka.
Øll eru hjartaliga vælkomin

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 1. juli kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 27.

ÚTBÚGVING

Á Føroyamálsdeildini er nú avgjørt, hvørji lestrarevni verða boðin út í heyst. Tey eru Politiska skaldsøgan, Ættarnøvn og Nútíðarføroyskt. Harumframt verður Finskt boðið út sum sjálvlestrarevni í sambandi við, at ein gestalærari fer at undirvísa í tvær vikur í november.

Í heyst fær Føroyamálsdeildin vitjan av einum íslendskum gestalærara, sum fer at hava skeið á Fyrra parti á BA.

Føroyamálsdeildin hevði vitjan av lesandi og granskarum av skandinavisku deildini í Wien herfyri. Eftir vitjanina søgdu tveir studentar seg sinnaðar at koma at lesa eina ella tvær hálvur á Føroyamálsdeildini.  Arbeitt verður við hesum málinum í løtuni saman við Altjóða skrivstovuni. Áhugi er eisini í Wien at fáa gestalærarar at undirvísa í føroyskum í Wien.

------------

Gestur Hovgaard, lektari og útbúgvingarleiðari á masterlæruni á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur frá NORDPLUS fingið 20.000 evrur játtaðar til menning av útbúgvingarnetverki. Hetta eru áleið 150.000 kr. í okkara peningi.
Les meira her

Lau Øfjord Blaxekjær, samskipari av West Nordic Studies á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur frá NORDPLUS fingið 44.000 evrur játtaðar til menning av útbúgvingarnetverki. Hetta eru áleið 330.000 kr. í okkara peningi.
Les meira her

PRÓVTØKUR

Á Føroyamálsdeildini eru 7 BA-ritgerðir til dømingar í løtuni.

Higartil hava tey lesandi  á Føroyamálsdeildini havt sín egna prentara við til skrivliga próvtøku. Hetta er nú broytt, soleiðis at ein prentari er settur upp í próvtøkuhølinum á NÁD, meðan prentarin á FMD verður nýttur, tá ið próvtøkur eru har.

------------

18 lesandi á teimum 3 útbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini hava latið inn bacheloruppgávur til próvdømingar.

FYRISITING

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

Nýtt frá lestrarskrivstovuni
Nú er glið við at koma á virksemið í nýggju lestrarskrivstovuni. Elin Brimheim Heinesen varð sett sum leiðari av lestrarskrivstovuni 1. apríl 2015. Tann 26. mai var Anna Tórgarð sett sum hjálparfólk í starvsvenjing. Anna kemur sostatt aftrat teimum trimum, sum longu eru partur av lestrarskrivstovuni, Anna Katrin Matras, samskiftis- og kunningarfólk, Holger Arnbjerg, leiðari av Altjóða Skrivstovuni og Elisabeth Holm, altjóða samskipari. Ætlanin er at seta ein lestrarskrivstovuskrivara sum skjótast, og fyrireikingarnar til setanartilgongdina eru farnar í gongd.
Nú enn fleiri starvsfólk verða í lestrarskrivstovuni, er ikki pláss fyri øllum í Gróthúsinum, har Setursskrivstovan heldur til. Avgjørt er tí, at lestrarskrivstovan og KT-deildin býta um pláss, soleiðis at lestrarskrivstovan flytir oman í J.C. Svabosgøtu, meðan KT-deildin flytir niðan í Gróthúsið. Væntandi verður flytingin fullførd áðrenn tann 1. september, soleiðis at virksemið hjá lestrarskrivstovuni kann byrja av álvara tá.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Gestur Hovgaard er frá 1. mai settur sum útbúgvingarleiðari á nýggju masterútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini (masterlæra).

Starvsfólkini á Søgu- og samfelagsdeildini vóru 12. og 13. mai á starvsfólkaseminari í Skálavík.

------------

Kunning um nýggjan professara
Toke Meier Carlsen, lektari í støddfrøði á Náttúruvísindadeildin
i, er frá 1. juni 2015 eftir umsókn framfluttur í professarastarv í støddfrøði á deildini.

------------

Tann 26. mai var Anna Tórgarð sett sum hjálparfólk í starvsvenjing á Lestrarskrivstovuni

GRANSKING

Hjalmar P. Petersen var í tíðarskeiðnum 19.-22. mai í Helsinki á fundi sum Setursins umboð í netverkinum nordisk gruppe for Parallelsproglighed.

------------

Vit hava fingið sendandi, umvegis evropeiska EURAXESS netverkið, niðanfyristandandi lýsing:
The University of Vic – Central University of Catalonia (UVic-UCC) is willing to recruit and host experienced researchers under the framework of a Marie Sklodowska- Curie Individual Fellowship (MSCA IF). The goal of Individual Fellowships is to enhance the creative and innovative potential of experienced researchers wishing to diversify their individual competence in terms of skill acquisition through advanced training, international and intersectoral mobility.
Individual Fellowships provide opportunities to acquire and transfer new knowledge and to work on research in a European context (EU Member States and Associated Countries) or outside Europe. The scheme particularly supports the return and reintegration of researchers from outside Europe who have previously worked here. It also develops or helps to restart the careers of individual researchers that show great potential, considering their experience.
Funding is provided for two years (European Fellowships) or three years (Global Fellowships). This includes an attractive salary for the researcher, transnational mobility and family allowances as well as a contribution towards management and research-related-costs.
Sí nærri lýsing HER

ÚTGÁVUR

Gestur Hovgaard. 2015. Aquaculture in the Faroes. Chp. 6 in Godfrey Baldacchino (Ed.). Entrepreneurship in Small Island States and Territories. Routledge Studies in Entrepreneurship. New York: Routledge
Les meira her

RÁÐSTEVNUR

19.-22. mai luttóku Zakaris S. Hansen og Kristin M. Magnussen á norðurlendskari orðabókaráðstevnu í Keypmannahavn. Høvuðsevnið á ráðstevnuni var “tann talgildi orðabókarbrúkarin” og fevndi m.a. um máltøkni, appir, orðabøkur á netinum, brúkarakanningar og brúkaraatferð.

------------

Magni Mohr, lektari í heilsuvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, hevur í mai mánað luttikið og lagt nýggj granskingarúrslit fram á tveimum stórum altjóða vísindaligum ráðstevnum í Danmark og USA. Kanningarnar eru m.a. framdar á Fróðskaparsetri Føroya.
Les meira her

------------

EURAXESS ráðstevna
Í døgunum 26. og 27. mai var Norðurlandahúsið karmur um norðurlendska EURAXESS-ráðstevnu, sum Granskingarráðið og Fróðskaparsetrið skipaðu fyri í samstarvi við NordForsk. Hetta var triðja norðurlendska EURAXESS ráðstevnan, har starvsfólk í fyrisitingum á hægri lærustovnum og øðrum granskingarstovnum í Norðurlondum hittust til at tosa um felags áhugamál. Endamálið við ráðstevnuni var at styrkja norðurlond í kappingini um teir bestu altjóða granskararnar við at gera tað so áhugavert og ómakaleyst sum gjørligt at virka sum útlendskur granskari í norðurlondum. Umframt fyrilestrar vóru verkstovur fyriskipaðar, ið t.d. snúðu seg um netverkan, samskifti, skandinaviska mentan, fyriskipan av EURAXESS tænastum á smærri stovum, og móttøku og stuðul til útlendskar granskarar og familjur teirra.

TILTØK

Vitjan á Setrinum
Í sambandi við EURAXESS-ráðstevnuna, ið var í Norðurlandahúsinum 26. og 27. mai, valdu umleið 25 av teimum útlendsku luttakarunum, ið øll eru starvsfólk innan fyrisitingarliga økið á universitetum og á granskingarstovnum, at koma á eina stutta stovnsvitjan á Setrinum og á Havstovuni seinnapartin tann 27. mai. Vitjað varð á Setursskrivstovuni, har Sigurð í Jákupsstovu greiddi frá søgu Setursins, bygnaði, deildum, útbúgvingum, granskingarøkjum og ætlanum við kampus á Debesartrøð. Síðan gekk leiðin niðan á Føroyamálsdeildina, har Jógvan í Lon, útbúgvingarleiðari, greiddi frá søgu FMD, serliga leiklutin ið FMD hevur í mun til føroyska málið og málrøkt, og um útbúgvingar- og granskingarvirksemið á deildini. Frá FMD gekk leiðin yvir á Havstovuna, har Eilif Gaard hevði framløgu um altjóða granskingarsamstarv og leiklut Føroya í hesum høpi. Eisini greiddi hann frá tí samstarvi og leikluti, ið Havstovan hevur í sambandi við undirvísing á NVD og í sambandi við vegleiðing av master- og ph.d.-lesandi innan teirra sektorgransking.

------------

Setrið luttekur við almennum tiltaki í Bókbindaragøtu 8 á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 12. juni 2015 frá kl. 18.45 til 22.30. Her verður skipað fyri bæði kunning um útbúgvingarmøguleikar og við innsløgum frá lesandi á Setrinum.
Les meira her

------------

Nú er møguleiki fyri at søkja um fíggjarligan stuðul frá north2north. Hesin stuðul verður veittur bæði lesandi og granskarum, ið hava heimstað á einum av luttakandi stovnunum, og lesandi og granskarum, ið ynskja at vitja ein av luttakandi stovnunum. Freistin at søkja er 8. juni 2015.
Les meira her

------------

Prógvhandanin 2015 verður fríggjadagin 26. juni 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærri kunning her.

------------

Umsóknarfreist  fyri at søkja inn til bachelor-lestur á Setrinum komandi ár eftir Kvotu 1 og til masterútbúgvingarnar er 1. juli.
Les meira um upptøku her

------------

Starvsfólkaútferðin
Avgerð er tikin um at leggja starvsfólkaútferðina fríggjadagin 3. juli. Hetta fyri at klára at hava útferðina fyri summarsteðgin, og fyri at órógva minst møguligt í sambandi við próvtøkur.
Tit verða vinaliga biðin um at seta dagin av.
Nærri kunning kemur seinni.

------------

Freistin at søkja inn til nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu er longd til 1. august 2015
Les meira her

------------

Næsti stýrisfundur verður 17. september

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 23. september og 25. november. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen , Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 1. juli 2015 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras