Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Við summari í hondum er aftur eitt INNANSETURS klárt við kunning til starvsfólk og lesandi á Setrinum.

Setrið luttekur við almennum tiltaki á Østrøm á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 7. juni 2013 frá kl. 19 til 23. Her verður skipar fyri bæði kunning um útbúgvingarmøguleikar og við innsløgum frá lesandi á Setrinum.
Deildirnar fara at hava básar við kunningartilfari har møguleiki verður hjá teimum vitjandi at fáa prát við umboð fyri deildirnar. Eisini verður framsýning sett upp við lutum, sum lesandi á Námsvísindadeildini hava evnað í skapandi lærugreinunum. Til tiltakið fara lesandi frá tónleikalinjuni á Námsvísindadeildini eisini at syngja og spæla. Setrið bjóðar gestunum vaflur við róma og súltitøj, eins og kaffi, te og vatn verður at drekka.
Øll eru hjartaliga vælkomin

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. juni kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 26.

ÚTBÚGVING

Hans Andrias Sølvará, deildarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini og Sigurð í Jákupsstovu, rektari vóru í døgunum 13. til 15 mai í Íslandi í sambandi við menning av eini felags norðurlendskari masterútbúgving. Næstu ferð umboðini í nevndunum (Academic Board og Steering Comittee) hittast verður í Nuuk frá 17.- til 19. Juni. Hans Andrias Sølvará umboðar Setrið á fundunum í Nuuk.

------------

Erling Isholm og Kári á Rógvi hava mánaðarskiftið apríl-mai verið í Íslandi í sambandi við menning av skeiði í føroyskari rættarsøgu – eitt samstarv millum søgu og løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini.

------------

Dagarnar 2. og 3. mai høvdu lærararnir á Námsvísindadeildini arbeiðsdagar norðuri við Gjógv. Dagarnir á Gjáargarði vóru ein liður í arbeiðinum við at eftirmeta lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar og vóru fyriskipaðir av leiðsluni á deildini saman við Randi Frederiksberg, ráðgeva hjá Setrinum.
Sum grundalag undir eftirmetingini vóru gjørdar samrøður við nøkur av teimum, sum vóru liðug við útbúgvingina á sumri í 2012, og sum sostatt eru tey fyrstu, sum eru liðug eftir nýggju skipanini. Endamálið við hesum samrøðum er at fáa at vita teirra hugsan um nýggju skipanina.
Millum samrøðuevnini vóru m.a. fyrsta lestrarárið, breyta- og skeiðsskipanin á 2. lestrarári, linjugreinalesturin, 4. lestrarárið og starvslæran.
Nøkur lesandi í 3. árgangi svaraðu eisini einum spurnablaði um somu viðuskifti.
Samanumtikið eydnaðust arbeiðsdagarnir við Gjógv væl. Her komu fram nógv hugskot um ábøtur og tillagingar í verandi skipan. Eftir er nú at skipa hugskotini í eina virksemisætlan umframt at samantvinna eftirmetingina og strategiarbeiði hjá deildini, sum liggur fyri framman. 

----------

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini verður Eind 1, "Vísindaástøði og granskingarháttaløg" í ískoytisútbúgvingina til Bsc í sjúkrarøktarfrøði, endurtikið á heyst 2013.

VEGLEIÐING

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini eru fleiri fyrispurningar í mun til umsóknarfreistina 1. juli.
Johild Dulavík er umframt lestrarvegleiðari eisini altjóða samskipari. Komandi viku, frá 3. – 7. juni fáa vit læraravitjan úr Luleå, Svøríki.  Hetta er liður í samstarvinum Nordkvist, sum er netverk undir Nordplus.

Tvey finsk 2. árs lesandi eru í kliniskari útbúgving á skurðdeildini G4 á Landssjúkrahúsinum, har tey skulu vera 6 vikur tilsamans. Áðrenn tað, vóru tey á Lágargarði í 3 vikur, tey eru 9 vikur í alt. Tað málsliga er ein avbjóðing, men sum annar teirra sigur, so styrkir hetta um observatiónsevnini. Hettar kemur til sjóndar í teirra reflektiónum.
Tey koma umvegis samstarvi við netverkið NBNN, Nursing Baltic Nursing Network. Í hesum netverki er avtala gjørd um, at lesandi ikki fara til próvtøku í tí landi, tey vitja. Tað málsliga  og mentanin er ein stór avbjóðing, og tí hava  limirnir í Netverkinum avgjørt at lesandi, ið fara uttanlanda í stytri tíðarskeið, ikki skulu til próvtøku, men tó ganga teimum læruúrtøkum fyri tíðarskeiðið á møti.

PRÓVTØKUR

Á Føroyamálsdeildini eru próvtøkurnar nú byrjaðar. Próvtøka hevur verið í ljóð- og bendingarlæru, sum Hjalmar P. Petersen hevur undirvíst í.

Føroyskt fyri útlendingar er liðugt. Tey fara til próvtøku tann 8 juni.

Alneyðugt er sum skjótast at fáa sett eina próvstovu á stovn á Setursskrivstovuni, sum kann samskipa allar próvtøkurnar á Setrinum. 

------------

Á Søgu- og samfalgsdeildini eru í viku 22 próvtøkur í Samfelagsvísindaligum háttaløgum og Føroyskari nýtíðarsøgu, í viku 23 verður próvtøka í Nýtíðar heimssøgu og í viku 24 verður próvtøka í Samfelagsvísindi sum tvørvísindi.

Tær fyrstu Bachelorritgerðirnar – 17 í tali - eftir tí nýggju skipanini vórðu latnar inn 27. mai – próvtøkurnar verða í juni.

------------

Ískoytisútbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Eind 3 í ískoytisútbúgvingini til Bsc, Bachelorritgerðin, er um at vera liðug. Ritgerðirnar vóru latnar inn 21.05.2013 og munnliga próvtøkan verður komandi mána- og týsdag, 3. og 4. juni. 24 luttakarar vóru á skeiðinum, sum fyri fyrstu ferð eisini fevndi um onnur heilsustarvsfólk enn sjúkrarøktarfrøðingar.

Lesandi á kliniska vegleiðaraskeiðinum hava latið próvtøku uppgávurnar inn 24.05.2013. Skeiðið er valskeið í ískoytisútbúgvingini. 27 luttakarar vóru á skeiðinum.

Í dagførdu útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing eru lesandi nú í eind 12, har tey arbeiða við eini ‘mini bachelor verkætlan’, sum tey skulu lata inn 17. juni. Skrivliga uppgávan er uttanhýsis próvtøka.

FYRISITING

Starvshópurin á Føroyamálsdeildini hevur verið á Hotel Føroyum, har tey gjørdu MA frymilin eftir Bologne.

------------

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Vár í Ólavsstovu adjunktur í móðurmálsnám- og undirvísingarfrøði 
Komandi lestrarár fær Megindeildin fyri hug-, samfelags- og námsvísindi nýggjan adjunkt. Tað er Vár í Ólavsstovu, sum leyk ph.d.-prógv frá Syddansk Universitet í 2011.
Les meira her

------------

Ólavur Christiansen, lektari á Søgu- og samfelgsdeildini tók 1. mai við sum skrivari hjá Búskaparráðnum.

12 umsóknir vóru til starvið sum vísindafólk í samfelagsvísindi á Megindeildini fyri Hug- Samfelag og Námsvísindi. Starvið skal eftir ætlan setast 1. juli.

RÁÐSTEVNUR

24. apríl helt Svein-Ole Mikalsen,  ph.d.,lektari á Náttúruvísindadeildini fyrilestur fyri Lívfrøðingafelagnum. Heitið var "47 molekyler - himmel eller helvete? Noen tanker rundt etikk og andre problemstillinger ved genomsekvensering."

------------

Fyrst í mai mánaða var Malan Marnersdóttir, dekanur Megindeildin fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi, á ráðstevnu í San Francisco í felagsskapinum The Society for the Advancement of Scandinavian Studies (SASS). Hon var við í bólki, sum er farin at kanna, um og hvussu nýggju hugmyndirnar um londini norðast í Atlantshavi hava nakað í felag. Enska heitið á verkætlanini er The Idea of a Collective High North, og hon varð løgd fram í verkstovu fríggjadagin 3. mai. Umframt Maluna var Bergur Rønne Moberg við í bólkinum saman við Kirsten Thisted og Ann-Sofi Gremaud frá universitetinumí Keypmannahavn, Birgit Kleist Pedersen frá Ilisimatusarfik í Nuuk, Ebbe Volquardsen frá universitetinum í Giessen í Týsklandi og Elisabeth Oxfeldt frá universitetinum í Oslo. Úti við 200 fólk hava lagt fram á ársins SASS-ráðstevnu, ið byrjaði 3. og endaði 4. mai.

------------

Kristianna Hammer, Ph. lektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, luttók síðst í apríl mánaða á ráðstevnu í Íslandi, har hon helt fyrilestur. Hendan ráðstevnan var tað fyrsta innan økið “Health and Well Beeing in Arctic Regions ” í tí Arktiska felagskapinum “University of the Arctic Thematic Networks” sum var hildin 30. Apríl á Universitetinum í Akureyri. Les meira her

-------------

Jóhannes Miðskarð, Ph..á Námsvísindadeildini luttók í døgunum 10.-12. maj 2013 á ráðstevnu um viðurskiftir hjá børnum og ungum í Grønlandi. Heitið á ráðstevnuni var “Barndómurin í broyting –sjónarhorn á barni í familjuni og í námsfrøðiligum stovnum”. Jóhannes hevði fyrilestur og eina verkstovu um tvørprofessionelt samstarv, ið er eitt tað sjónligasta tekinið uppá stórar broytingarnar,  ið aktuelt fara fram innan almennar tænastur til børn og ung. Les meira her

------------

Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeilini fer 7. juni at hava fyrilestur við heitinum Faroese referendums and danish-faroese relations á altjóða ráðstevnuni Referendums and the European democratic ideal, sum verður á universitetinum í Clermont-Ferrand í Fraklandi 6. og 7. juni.

SKEIÐ

Norðurlendskt summarskeið (Nordkurs-skeið) verður á Føroyamálsdeildini frá 10.-30. juni 2013. Hetta er summarskeið í føroyskum máli fyri norðurlendskum studentum.  Tey lesandi fáa 10 ECTS fyri skeiðið, um tey standa próvtøkuna. Skeiðið er oftast fullteknað, og tað er tað eisini í ár.

Trý lesandi av Føroyamálsdeildini fara á Nordkurs-skeið í ár. Tvey fara til Århus og ein til Stokkhólms. 

Sissal M. Rasmussen fer á Ph.d-skeið “Theories in Language Acquisition 24.-28. juni” sum er skipað fyri av NorPhLex (Phonological and lexical acquisition in mono- and bilingual children in the Nordic and the Baltic states).

TILTØK

Í samband við phd-verkætlan hjá Sissal M. Rasmussen um málmenning hjá føroyskum børnum, verður spurnakanning send út til øll foreldur at børnum, sum eru 8-36 mánaðir. Spurnakanningin verður svarað á netinum. Kunning um kanningina eins og leinkið til sjálva spurnakanningina, kemur at liggja á heimasíðuni hjá Setrinum frá 1 juni 2013.

-----------

Prógvhandanin á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Prógvhandanin fyri tey, ið hava tikið í ískoytisútbúgvingina til Bsc í sjúkrarøktarfrøði, verður 5. juni kl. 14 – 16 í fyrilestrarhølinum á Jónas Broncks gøtu 25

------------

Sum kunnað um í innganginum, luttekur Setrið við almennum tiltaki á Østrøm á Mentanarnáttini fríggjakvøldið 7. juni 2013 frá kl. 19 til 23. Sí skránna her

------------

Prógvhandan á Námsvísindadeildini
Ársins prógvhandan verður fríggjadagin tann 21. juni kl. 14 í auluni á Námsvísindadeildini. Prógv verða  handað teimum, sum eru liðug við pedagog- og læraraútbúgvingarnar og aðrar útbúgvingar á Setrinum í summar.  Harafturat verða øll fagnað, sum hava fingið prógv á Setrinum í lestrarárinum 2012-13.

------------

Mánadagin 24. juni kl. 14-16 verður skipað fyri innanhýsis sosialum kjaktiltaki fyri starvsfólki á Setrinum. Tiltakið verður á Østrøm har ábit og kaffi/te/øl verður at fáa.
Leiðsla og deildarleiðarar.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. juni kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras