Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

So varð hetta lestrarárið av og fólkið á Setrinum kann gleða seg til eina góðan summarsteðg.

Tað er áður kunnað um, at vit á Setrinum fara at fáa eitt intranet. Hetta er nú komið undir land.  Tá vit fyri einum ári síðani byrjaðu við mánaðarliga tíðindabrævinum, var hetta ein fyrsti liður fram ímóti einum felags intraneti fyri alt Setrið  og avgjørt er, at okkara intranet fer at bera sama navnið: INNANSETURS. Í fyrstu syftu verður hetta fyri starvsfólkið á Setrinum, men meiningin er, at øll lesandi sjálvandi eisini skulu gerast partur av INNANSETURS. Allir brúkarar fáa í summar nærri kunning  sendandi umvegis teldupostskipanina, og miða verður eftir at hava eina felags kunning um nýggja intranetið, tá byrjað verður aftur eftir summarfrítíðina.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 24. juli kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 30.

ÚTBÚGVING

Føroyamálsdeildin tekur inn til BA- og MA-lestur í føroyskum heystið 2013.
Lýst fer at verða við framhaldsskeiði: Faroese for Foreigners 2. Og grundskeiði: Faroese for Foreigners 1. Fyriskipari: Hjalmar P. Petersen. Lærari: Erla Bech Nolsø.

Á Føroyamálsdeildini byrjar lestrarárið aftur mánadagin 2. september 2013

------------

Søgu- og samfelagsdeildin tekur til heystar upp lesandi innan tær 3 verandi bachelorútbúgvingarnar, Smátjóðir og altjóðagerð (søguvísindi), Politikkur og umsiting samfelagsvísindi) og Sosialvísindi og samfelagsplanlegging, umframt til MA í løgfrøði. Skeiðini í hesum útbúgvingum kunna eisini takast sum stakgreinalestur, um pláss annars er.

Í sambandi við samstarv millum Háskóla Íslands, Universitetið á Ákureyri, Universitetið í Bodø, Universitetið í Grønlandi og Fróðskaparsetur Føroya um at menna eina felags norðurlendska masterútbúgving var hans Andrias Sølvará í Grønlandi í døgunum 16.-21 juni. Næsti fundurin verður í Føroyum 14.-15. september.


Á Søgu- og samfelagsdeildini byrjar lestrarárið aftur mánadagin 2. september 2013

------------

Á Námsvísindadeildini og Náttúruvísindadeildini byrjar lestrarárið  aftur mánadagin 19. august 2013, meðan tey á Sjúkrarøktarfrøðideildini byrja lestrarárið aftur mánadagin 26. august 2013.

VEGLEIÐING

48 umsøkjarar til MA í Vegleiðing
Sera stórur áhugi er fyri at fara undir MA útbúgvingina í lestrar- og yrkisvegleiðing, sum Setrið fyriskipar í samstarvi við Háskóla Íslands. Fyriskiparar høvdu vónað, at ímillum 15 og 25 vegleiðarar og onnur áhugaði fóru at søkja inn á hesa parttíðar útbúgving, men tá umsóknarfreistin var farin, vóru ikki minni enn 48 umsóknir móttiknar. Umsøkjarar fáa nærri boð um upptøku í viku 27. Les meira um útbúgvingina her 

PRÓVTØKUR

Próvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru um at vera lidnar fyri í summar. Tey ið hava tikið Mállæra 2 hava eisini verið til próvtøku.

------------

Á Søgu og samfelagsdeildini hava 15 lesandi staðið bachelorprógv innan samfelagsvísindi (sosialvísindi og samfelagsplanlegging), stjórnmálafrøði og søgu. Nøkur afturat verða liðug komandi mánaðarnar.
Tvey hava staðið diplomútbúgving í almennari fyrisiting.
Tær seinastu próvtøkurnar á Søgu og Samfelagsdeildini vórðu 25. og 26. juni, hetta í Politiskari hugsan.

FYRISITING

Fróðskaparsetrið hevur gjørt av at keypa journalskipanina 360° frá Formula. Journalskipanin er ein sokallað Enterprise Content Management (ECM) skipan, sum flestu almennir stovnar í Føroyum brúka.
Meira kunning um journalskipanina her

GRANSKING

25-29 ICLAVE í Trondheim. Her verður eitt seminar um føroyskt og Føroyar sum eina málrannsóknarstovu. Luttakarar verða: Hjalmar P. Petersen, dr. phil. og lektari á Føroyamálsdeildini, Kurt Braunmüller, prof., og Karoline Kühl, dr. phil.

Í samband við phd-verkætlan hjá Sissal M. Rasmussen, Føroyamálsdeildin, um málmenning hjá føroyskum børnum, hevur verið skipað fyri spurnakanning, sum er send út til øll foreldur at børnum, sum eru 8-36 mánaðir. Spurnakanningin er  svarað á netinum. Kunning um kanningina eins og leinkið til sjálva spurnakanningina,  liggur á heimasíðuni hjá Setrinum. Stórur áhugi hevur verið fyri kanningini um málmenning hjá føroyskum børnum. Heimasíðan hevur verið væl vitjað og foreldur hava verið ófør at fylla spurnarskjalið út. Tað er enn møguleiki at luttaka.

-------------

Gestur Hovgaard, lektari og Rolf Guttesen, adjungeraður, lektari frá Søgu- og samfelagsdeildini hava verið á Ríkisskjalasavninum, at leita fram tilfar til gransking okkara innan 1800-tals søguna.

ÚTGÁVUR

Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur saman við Grétar Eythórsson, professara í stjórnmálafrøði við universitetið á Akureyri, grein í nýggjasta nummarinum av Stjórnmál og Stjórnsýsla (Icelandic Review of Politics and Administration). Greinin hevur heitið: "Vestnorden. A functional Region?"

RÁÐSTEVNUR

Frændafundur 8 verður á Læraraskúlanum 24. og 25. august 2013
Setursfólk verða hervið mint á Frændafund og bent á at kunna seg við skránna, sum liggur á heimasíðu okkara (ella er á veg hagar í hesi løtu). Setið x í kalendaran út fyri teimum evnum og fyrilestrum, sum tit hava áhuga fyri og komið fjølment á Frændafund.
Hetta er eitt gott høvi at hoyra fyrilestrar um eitt fjølbroytt úrval av evnum.
Serliga vilja vit benda lærarum og granskarum á, at kanna skránna og at benda studentum sínum á teir fyrilestrar, sum kunnu vera áhugaverdir fyri teir. Í summum førum ber kanska til at geva studentunum til uppgávu sum part av náminum at greiða frá og umrøða høvuðspunkt í einum fyrilestri.  
Málsligir fyrilestrar úr m.a. námsfrøðiligum sjónarhornum eru væl umboðaðir. Ikki minst tey, sum lesa á Føroyamálsdeildini og á Læraraskúlanum mugu liggja framvið og ikki lata hetta gleppa sær av hondum. Lærarar, vinaliga gerið studentum tykkara vart við hetta.
Eisini søga, mentan, bókmentir, filmur myndlist, bindimentan o.o. eru í boði.
Ókeypis atgongd. Øll eru hjartaliga væl komin.

Vinaliga,
Nevndin.

------------

IClaVE7. Ráðstevna um málvariatión: 7th International Conference on Language Variation in Europe. Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini luttekur. Hann heldur fyrilesturin: The Transmission Processes and Result in the Faroese-Danish Language Contact Situation.

SKEIÐ

Tað norðurlendska summarskeiðið í føroyskum á Føroyamálsdeildini endar 29. juni, og tá hevur tað vart í tríggjar vikur. Teir 23 skeiðsluttakararnir, sum eru úr Danmark, Noregi, Svøríki og Finnlandi, hava verið sera ídnir og nærlagdir. Tímar hava verið hvønn dag frá kl. 9 til 15. Nakrar útferðir hava verið gjørdar, m.a. ein undir Vestmannabjørgini og ein til Saksunar, Tjørnuvíkar og Gjáar. Próvtøka verður 29. juni, og um kvøldið verður veitsla í matarhøllini á Námsvísindadeildini. 

TILTØK

Fríggjadagin 21. juni var hátíðarhald í auluni á Námsvísindadeildini í sambandi við próvhandan, har Sigurð í Jákupsstovu, rektari, handaði lesandi á megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi prógv. Talan var um 32 námsfrøðingar, 35 lærarar, 15 bachelorar í søgu, samfelagsvísindum og stjórnmálafrøði, 2 diplom í almannafyrisiting, 5 námsfrøðingar, sum hava tikið ískoytisprógv til bachelor, umframt lesandi á Føroyamálsdeildini, sum hava fingið prógv fyrr í ár.

Fyri fullsettari aulu bóru hesi fram røðu, Sigurð í Jákupsstovu, rektari, Malan Marnersdóttir, dekanur, Janus Jensen, deildarleiðari, Berlys Nordendal, námsfrøðingur, Hansa M. Glerfoss, lærari og  Sigrid Joensen, deildarskrivari á søgu- og samfelagsdeildini. Umframt røður vóru eisini felagssangur og tónleikur á skránni.

Millum 350 og 400 fólk vóru til tiltakið.

Sí myndir frá tiltakinum her

------------

Fríggjadagin 6. september kl. 15-17 verður skipað fyri felags móttøkutiltakið fyri teimum nýggju lesandi á Setrinum. Tiltakið verður á Østrøm, skráin verður kunngjørd seinni.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 24. juli kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras