Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar mars 2013

INNGANGUR

Orsaka av streymsliti og tekniskum trupuleikum varð hetta INNANSETURS ikki sent tykkum í gjár, sum ætlað. Men her kemur so kunning til starvsfólk og lesandi á Setrinum.

Og so stendur páskahøgtíðin fyri durðum og vit gleða okkum øll til nakrar frídagar saman við familju og vinum okkara. Gott at sleppa at njóta føroyska várið, sum vónandi fer at vísa seg frá síni bestu síðu.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv mikudagin 17. apríl kl. 12
. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 16.

ÚTBÚGVING

Felagsskeiðið í málsøgu fyri lesandi á Námsvísindadeildini og Føroyamálsdeildini endar 21. mars 2013. Tá er undirvísingin fyri læraralesandi liðug, meðan tey lesandi á Føroyamálsdeildini halda fram til 16. mai 2013. 

------------

Á Náttúruvísindadeildini er eitt nýtt lið av studentum til útbúgvingina “The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate” (MARECLIM) byrjar aftur í august mánaða 2013. Fyribils eru tríggir nýggir útlendskir studentar upptiknir, men umsóknarfreistin  fyri studentar við norskum ID nummari er 15. apríl, so enn kunna koma fleiri umsóknir til hesa masterútbúgvingina, sum Setrið er partur av.

Í tíðarskeiðnum 20 til 29. august 2013 fer undirvísingin í MARECLIM útbúgvingini fram á Náttúruvísindadeildini. Tá verður undirvíst í fakinum: "Ecology of the Northeast Atlantic and Northwest European Seas with an emphasis on potential impacts of Climate Change"

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini er skeiðið í søgu (3. ár) “smátjóðir í danska kongaríkinum” nú liðugt, og provtøkur verða í næstum.

VEGLEIÐING

Studentavegleiðarin á Føroyamálsdeildini Guðrið Poulsen boðar frá broytingum í viðtalutíðunum. Eftir páskafrítíðina verður viðtalan mánadag frá kl. 12.00 til 14.00 og týsdag frá kl. 11 til 13.00.

PRÓVTØKUR

Lærarar, sum taka ískoytisútbúgving í føroyskum á Føroyamálsdeidlini, fara upp til próvtøku í apríl 2013.

------------

Setrið skrivað út masterprógv
Í januar mánaða í ár skrivaði Fróðskaparsetrið út  6 masterprógv til studentar, sum hava tikið útbúgvingina  “The Joint Nordic Master Programme in Marine Ecosystems and Climate” (MARECLIM).  Hetta er ein tvey ára altjóða útbúgving, sum Fróðskaparsetrið bjóðar í samstarvi við unversitetini í Bergen, Íslandi og Aarhus.
Les meira um útbúgvingina

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini hava próvtøkur verið 21. og 22. mars á bachelor í sosialvísindi og samfelagsplanlegging. Tey flestu av hesum lesandi á hesi útbúgvingini hava nú bara sína BA uppgávu eftir.

Á Søgu- og samfelagsdeildini  hevur tann fyrsti á ársnáminum “Almannafyrisiting”, íalt 60 ects, nú staðið øll skeiðini. Ársnámið er eitt ávegis stig móti BA, men eisini ætlað sum ein eftirútbúgving til fólk í almennari umisting. Námið er ment á SSD, men verður fyriskipað m.a. í samstarvi við universitet uttanlanda. Námið hevur fak innanfyri økini sosialt arbeiði, løgfrøði, samfelagsvísindi og sálarfrøði.

FYRISITING

Kunning um kvota 2
Í fjør var á fyrsta sinni møguligt at søkja inn til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroya gjøgnum kvotu 2. Kvota 2 er ætlað teimum, sum ikki hava nóg gott miðaltal frá gymnasialum miðnámsskúla, ella umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Her verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.

Freistin at søkja gjøgnum kvotu 2 varð broytt til 15. mars í ár, í fjør var freistin 2. juli. Hetta er gjørt fyri at lætta um viðgerðina av umsóknunum. Boð um upptøku verða (fyri bæði kvotu 1 og 2) send í seinasta lagi mánadagin 15. juli 2013.

Sigast má, at tað er stórur áhugi fyri at søkja gjøgnum kvotu 2. Tá freistin var úti vóru 124 umsóknir komnar.

Býtið gjørdist soleiðis:

  • Lærari 36
  • Námsfrøði 32
  • Sjúkrarøktarfrøði 34
  • Føroyskt 5
  • Politikkur og umsiting 6
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging 7
  • Søga 4


 Upp til 20% av teimum lesandi verða tikin inn eftir kvotu 2-skipanini.

------------

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Starvsfólk á Føroyamálsdeildini eru kunnað um strategiina á deildarfundi.

GRANSKING

Fundur verður mánadagin 25. og týsdagin 26. mars millum Søgu- og samfelagsdeildina og samstarvfelagar á norðurlendskum og baltiskum universitetum og granskingarstovnum. Hesin fundur snýr seg um framtíðar samstarv í netverkinum Nordic Baltic Small States (NBSS).  Hetta netverk hevur virkað í 2 ár, stuðlað av NOS-H (Nordisk Ministerråd), og fundurin skal eisini taka samanum royndinar av arbeiðinum higartil. At vitja okkum her koma fólk úr Íslandi, Grønlandi, Noregi og Estlandi, meðan onnur verða við á eini skype-linju.

ÚTGÁVUR

Beinta í Jákupsstovu, adjungeraður lektari á Søgu- og samfelagsdeildini og Regin Berg, sum lesur stjórnmálafrøði í Skotlandi, hava givið út grein í tíðarritinum Stjórnmál og Stjórnsýsla við heitinum “The Faroe Islands. Security Policy in a Process of Devolution”.

Arbeitt verður á Søgu og samfelagsdeildini við at geva út bók við greinum frá luttakarum á ráðstevnuni  “Útnorður í 21. øld”, sum var í Norðurlandahúsínum í apríl 2012.

Netverkið NBSS hevur gongd á bókaútgávu, sum partur av verkæltan sínari (sí undir gransking).

RÁÐSTEVNUR

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeidlini, luttók á ráðstevnuni: Rom for språk, sum var í Bergen frá 14-16 oktober. Her helt hann fyrilesturin: Bilingualism connected to close related languages.
Eisini luttók Hjalmar í í panelorðaskiftinum seinni tann dagin saman við Ellen Bialystok og Mila Vulcanova.

------------

Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini luttók á Dansk Sociologkongres 25. og 26. januar.

Beinta í Jákupsstovu, adjungeraður lektari á Søgu- og samfelagsdeildini fer mánaðarskiftið apríl/mai til Nuuk á ráðstevnu um Geopolitics in the High North, fyriskipað av Grønlands Universitet, Universitetet i Oslo og Copenhagen Business School. Les meira her

SKEIÐ

Autentisk simulatión á Sjúkrarøktarfrøðideildini
Í løtuni er Sjúkrarøktarfrøðideildin í fer við at uppgradera stýrisystemini til okkara simulatiónsdukkur, sum vera nýttar í undirvísingini í sjúkrarøktarfrøði.  Í hesum sambandi hevði deildin í seinastu viku vitjan av  Dorte Truelsen Gram, Lektara á Sjúkrarøktarfrøði deildini á University College Lillebælt í Odense. Hon helt fyrilestur um at nýta simulatión í undirvísingini í sjúkrarøktarfrøði útbúgvingini, ið hon eisini hevur skrivað ritgerð um.  Sum partur av fyrilestrinum hevði hon eisini  work shop venjingar í mun til at leggja til rættis simulatións undirvísing.
Endamálið er at skapa eitt trygt rúm, har útgangsstøði er, at tann lesandi skal læra og gerðast meira sikkur í at útinna sjúkrarøkt, venja førleikar, hegni og kunnleika seg uttan at tað, sum ikki gekk heilt væl, fer at hava fatalar fylgir fyri sjúklingin. Eitt av endamálunum er, at lesandi reflektera við ástøði um sína útinntu sjúkrarøkt og mennist og lærir av hesum áðrenn lesandi fer út í praksis.
Simulatiónsvenjing verður nógv nýtt av t.d. flogskiparum.

TILTØK

Gestafyrilestur á Náttúruvísindadeildini
Í sambandi við at Stein Fredriksen, lívfrøðingur og professari á Universitetinum í Oslo, vitjar á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, heldur hann ein gestafyrilestur við tí spennandi heitinum: "Right or wrong conclusions? The importance of equal precisions level in biodiversity studies". Fyrilesturin verður í Stórustovu á Náttúruvísindadeildini týsdagin 26. mars kl 13.15.
Øll eru vælkomin.

------------

Hóskvøldið 11. apríl kl. 19.30 verður Seturskjak á Østrøm við evninum: “Viðgerð av typu 2 diabetes, verri ella betri í framtíðini?” hesuferð er tað Sjúkrarøktarfrøðideildin sum skipar fyri. Nærri kunning kemur í Árskalendaranum

------------

19 apríl 2013 skipar Rolf Guttesen, adjungeraður lektari á Søgu- og samfelagsdeildin fyri tvørfakligari ekskursión við túri úr Havn og til Gásadals. Á túrinum verður steðgað á á úrvaldum støðum, har tikið verður fram søgulig, geografisk, samfelagslig og planviðurskifti í fortíð og nútíð. Túrurin er fyri starvsfólkum og lesandi á SSD. Tilmelding við at senda teldupost Sigrid.

------------

Hóskvøldið 16. mai kl. 19.30 verður Seturskjak á Østrøm við evninum: “Lóggáva og planlegging í dagsins føroyska samfelagi” hesuferð er tað Søgu og samfelagsdeildin sum skipar fyri. Nærri kunning í Árskalendaranum

------------

Fríggjadagin 19. apríl kl. 14-16 verður skipað fyri innanhýsis sosialum kjaktiltaki fyri starvsfólki á Setrinum. Tiltakið verður á Østrøm har ábit og kaffi/te/øl verður at fáa.
Leiðsla og deildarleiðarar

------------

Avgerð er tikin um, at Setursdagur verður tann 17 mai 2013. Endamálið er at hátíðarhalda føðingardagin við ráðstevnu o.ø.. Arbeitt verður við at leggja neyvari skrá og nærri kunning kemur um hetta seinni, sí eisini Árskalendarin.

------------

Prógvhandan á Námsvísindadeildini
Ársins prógvhandan verður fríggjadagin tann 21. juni kl. 14 í auluni á Námsvísindadeildini. Prógv verða  handað teimum, sum eru liðug við pedagog- og læraraútbúgvingarnar og aðrar útbúgvingar á Setrinum í summar.  Harafturat verða øll fagnað, sum hava fingið prógv á Setrinum í lestrarárinum 2012-13.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 17. apríl kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras