Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Freistin at søkja inn til lestur á Setrinum í 2014 eftir kvotu 2 var sett til 15. mars á midnátt. Setrið fekk methøgt tal av umsóknum, heilar 159, sum eru 35 umsóknir fleiri enn í fjør. Spennandi verður at síggja, hvussu nógvar leggjast afturat til umsóknarfreistina til kvotu 1, sum er 1. juli 2014. Sí nærri kunning um upptøku her

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 30. apríl 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 18.

ÚTBÚGVING

Bræv er sent út til tey lesandi á Føroyamálsdeildini um tey lestrarevni, sum verða í boði í heyst. Ónøgd er millum lesandi um, at einki bókmentaligt evni er millum lestrarevnini.

VEGLEIÐING

Framvegis eingin studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini, eftir at Guðrið Poulsen gavst.

PRÓVTØKUR

Í mars fekk Randi Vang MA-prógv í føroyskum á Føroyamálsdeildini.

------------

Endurpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru avgreiddar í mars.

FYRISITING

Kunning um serstøku frívikuna 2014/2015
Heitt verður á starvsfólk um at geva fráboðan umvegis teldupost á hugins(at)setur.fo innan 1. mai 2014, um serstaka frívikan, sum er innvunnin 2014/2015 skal útgjaldast, ella um tygum ynskja at halda hesar serstøku frídagarnar saman við vanligu feriuni.
Sí alla kunningina frá fíggjartoyminum her

------------

Áheitan um skjótari avgreiðslu av  váttanarskjali
Tað vísir seg tíverri, at tað til tíðir gongur long tíð at fáa váttanarskjalið útfylt. Fíggartoymið vil tí heita á tykkum um framyvir at hava í huga, at útreiðslur skulu skrásetast skjótast gjørligt í fíggjarskipanini; hetta merkir, at tað sostatt eisini er neyðugt, at váttanarskjalið verður útfylt og sent aftur til fíggjardeildina skjótast gjørligt.
Sí alla kunningina frá fíggjartoyminum her

------------

Kunning um próvtalsstiga
Á leiðslufundi 4. mars 2014 varð avgerð tikin um at halda fast í verandi siðvenju, at tann lesandi fær lægsta próvtal, um ikki verður møtt til próvtøku, ímeðan kannað verður, hvussu loysn kann fáast fyri øðrvísi skráseting í próvbókini. “Váttan um innskriving” verður tí dagførd til eisini at fevna um 7-stigan.
Sí alla kunningina her

------------

Endaliga lýsingin av starvsøkinum hjá deildarskrivstovum á Fróðskaparsetri Føroya. Allar viðmerkingar frá fyrstu og aðru hoyring umframt frá fundi eru viðgjørdar og tiknar við.

------------

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

Nýggjasta stýrisfundarfrágreiðingin:

GRANSKING

Ph.d-verkætlan um málmenning hjá Sissal M. Rasmussen á Føroyamálsdeildini
Sera nógv foreldur tóku væl undir við fyrra kanningarumfarinum um málmenning hjá føroyskum børnum, sum var í juni í fjør. Nú er seinna umfar í gongd, og Sissal vónar, at nógv fara at svara í hesum seinna umfarinum – eisini starvsfelagarnir á Setrinum,  sum hava børn ella abba- og ommubørn.
Bókadeildin og Nám hava latið bøkur, sum vera latnar sum vinningar, og lutakast verður millum øll tey, sum hava svarað.
Til ber at lesa meiri um kanningina og finna leinkið til sjálvt spurnarskjalið her

------------

EURAXESS á kunningarferð
Seinastu vikurnar hava umboð fyri EURAXESS-verkætlanina  verið á kunningarferð, har vitjað hevur verið á ymsum granskingarstovnum í Føroyum. Fyrsti fundurin var við leiðsluna á Setrinum. Endamálið við hesum stovnsvitjanum var at kunna um nýggja EURAXESS-portalin, EURAXESS-tænastuna og “Charter and Code”. Føroyski EURAXESS-portalurin, ið er eitt praktiskt stuðulsamboð hjá granskarum, er bæði á enskum og føroyskum. Portalurin hevur upplýsingar um m.a. innferðartreytir, at flyta, at finna bústað, arbeiðstreytir, skatt, málskeið, heilsutrygd og sosiala trygd. Eisini eru almennir upplýsingar um Føroyar, upplýsingar um føroyska gransking og fígging til granskingarverkætlanir. Portalurin veitir harafturat praktiskir upplýsingar  til føroyskar granskarar, ið hava hug at fara til onnur lond at granska eina tíð. Sí www.euraxess.fo

Á vitjanunum var serligur dentur lagdur á skjalið “Charter and Code” og at eggja stovnsleiðslum til at taka undir við og seta í gildi ásetingarnar í hesum skjali.  Endamálið við Charter and Code er at tryggja granskarum somu rættindi allastaðni í Europa. Skjalið lýsir karmar, reglur og mannagongdir fyri granskarar og granskingarstovnar. Hetta fevnir m.a. um rættindi, arbeiðsumstøður, leiklutir, ábyrgd og skyldur hjá granskarum og arbeiðsgevarum. Les nærri um Charter and Code her.

Vónin er, at Fróðskaparsetrið gongur á odda og verður fyrsti granskingarstovnur í Føroyum, ið tekur undir við og setur í gildi ásetingarnar í Charter and Code. (Skjalið til Charter and Code)

ÚTGÁVUR

Ólavur Christiansen, Helen Scott, Svend Erik Sørensen:  “A Partial Application of Classic Grounded Theory in a Study of Poverty in Greenland”,  The Grounded Theory Review (2013), Volume 12, Issue 2.

------------

Ætlanin er at fara undir at geva út eina bók: "Syntactic Variation in Insular Scandinavian”. Ritstjórar vera Höskuldur Thráinsson, Caroline Heycock, Zakaris Svabo Hansen og Hjalmar P. Petersen. Bókin skal útgevast í røðini Studies in Germanic Linguistics hjá Ohio State University Press. Freistin fyri at senda úrtøk til ritstjórnina var 01. apríl, og 01. mai fáa høvundarnir boð, hvørt teirra úrtak er góðtikið. Bókin verður útgivin várið 2015.

RÁÐSTEVNUR

Í sambandi við Barna- og ungdómsbókafestivalin fer Sissal Maria Rasmussen, ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini, at halda fyrilesturin “Les og lær” í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl, kl. 14.45

TILTØK

Studentarnir á Føroyamálsdeildini skipa fyri várveitslu 5. apríl í Loftsstovuni bæði fyri lesandi og lærarum.

------------

í sambandi við Barna- og ungdómsbókafestivalin fer Sissal Maria Rasmussen, ph.d.-lesandi á Føroyamálsdeildini, at halda fyrilesturin “Les og lær” í Norðurlandahúsinum leygardagin 5. apríl, kl. 14.45
Ókeypis atgongd.

------------

Leygardagin 17. mai verður enska málroyndin IELTS
Nærri kunning her

------------

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 14. apríl - summarmáladag -  í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er annars, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánað og altíð kl. 15.

Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

-------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinki.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 30. apríl 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras