Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Nú nærkast freistin at søkja inn til lestur á Setrinum eftir kvotu 2 skipanini. Í ár er freistin sett 1 mánað seinni enn undanfarnu ár, nemliga mikudagin 15. apríl á midnátt.

Og longu 1. mai er næsta freist fyri upptøku, nemliga til nýggju masterútbúgving, West Nordic Studies í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu, sum Setrið bjóðar út saman við 4 øðrum universitetum í útnorðri.

Sum áður kunnað um, er INNANSETURS ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa Innanseturs her.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. apríl 2015 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 18.

ÚTBÚGVING

Nú freistin at søkja til SACS skeiðið í summar er farin, hava 32 meldað til. SACS skeiðið verður hildið í døgunum  frá 21. til 27. juni. Les nærri um skeiðið her

------------

Orkuverkfrøðiútbúgvingin á Náttúruvísindadeildini er broytt og tillagað til upptøku 2015. Eitt nú er hon longd ½ ár, sum serliga er ætlað til starvsvenjing í vinnulívinum. Nýggja útbúgvingin er væl móttikin uttanseturs, og semja er um, at vinnulívið væl kann taka ímóti lesandi hiðani.

------------

Arbeitt verður framhaldandi við at styrkja samstarvið millum megindeildirnar á Setrinum um undirvísing. Arbeitt verður við at taka upp aftur á linju í alisfrøði á NÁD, hetta í samstarvi við NVD. Bogi Bech Jensen, Bárður Niclasen og Benadikt Joensen gera í løtuni eitt upplegg til linjufak í alisfrøði á NÁD. Hetta verður gjørt í samstarvi við teir 2 fólkaskúlalærararnar, sum hava linju í alisfrøði.
Eisini í linju í ítrótti verður lagt upp til eitt samstarv millum megindeildirnar og er her talan um  Magna Mohr, lektara í heilsuvísindum, sum ger eina ætlan fyri linju í ítrótti á NÁD. Møguleikin fyri samstarvi við linjuna Heilsa, kroppur og rørsla verður eisini kannað.
Sami leistur verður eftir ætlan eisini brúktur fyri føroyskt á linju og grundskeið í føroyskum á NÁD, hetta í  í samstarvi við FMD.

------------

Í løtuni eru 27 bachelorverkætlanir í gongd á Námsvísindadeildini.

------------

Námsskipan fyri Master á Søgu- og samfelagsdeildini , eisini nevnd “meistaralæra“, er nú klár og verður send Mentamálaráðnum.

-------------

Arbeitt verður á Føroyamálsdeildini við at leggja fak saman í størri eindir. Málið er at fáa hetta klárt til heystar.

------------

Anna V. Ellingsgaard, sum hevur  undirvíst í miðlafrøði á Føroyamálsdeildini er deyð, 48 ára gomul. Minningarorð er á heimasíðu setursins setur.fo/tidindi/minningarord-um-onnu-vagsheyg-ellingsgaard/

Vit minnast Onnu við virðing.

------------


Tólpark er við at verða sett upp á INOVA. Útgerðin er komin og partvís klár at taka í brúk, væntandi um ein mánað. Vinnuframi hevur fíggjað og keypt útgerðina, men Setrið hevur ræðisrættin og hevur Magni Mohr hesa ábyrgd, Hetta gevur eisini nýggjar møguleikar hjá bæði linjufaki í ítrótti á NÀD, undirvísingini á SRF og í lívfrøði NVD.

VEGLEIÐING

Gongd er nú komin á samstarv við Studentaskúlan í Hoydølum um brúgvabygging við NVD. Anna Katrin Matras og Holger Arnbjerg hava fyrireikað hendan møguleikan. Hans Pauli Joensen dekanur kallaði inn til fyrsta fundin millum útbúgvingarleiðarnar á NVD og fakfólkini á Studentaskúlan Hoydølum. Avtalað er, at Bogi Bech Jensen eftir páskir heldur ein fyrilestur á skúlanum og samstundis kunnar um útbúgvingarnar. Eisini er avtalað gjørd um, at eitt katalog skal gerast um møguleikar á NVD, sum skal kunna brúkast og samkoyrast við undirvísingina í Hoydølum.

PRÓVTØKUR

Á Náttúruvísindadeildini vóru próvtøkur í lærugreinunum: “Innleiðandi lívfrøði II” og “Lívrunnin evnafrøði”  16.03.2015 og 23.03.2015.

------------

Ph.d. verja hjá Bergi D. Hansen, adjunkti, á Føroyamálsdeildini er ásett at verða 24. apríl. Í metanarnevndini eru: Turið Sigurðardóttir, forkvinna, Bergur Rønne Moberg og Dagný Kristiánsdóttir.
Nærri kunning verður seinni.

FYRISITING

Nýggjastu stýrisfundarfrágreiðingarnar:

------------

Á stýrisfundi 9. mars varð eisini tronga fíggjarstøðan viðgjørd. Niðurstøðan er, at antin mugu fleiri pengar játtast ella mugu sparingar setast í verk. Í fyrstu atløgu verða ætlaðar starvssetanir útsettar. Men í onkrum førum er torført at spara, eitt nú til útgerð sum er neyðug at hava fyri virksemið. Tí er fundur avtalaður við Mentamálaráðið um hetta eftir páskir.

------------

Fundur er eisini avtalaður við Mentamálaráðið um framskrivingar. Leggjast skal ein karmur fyri komandi ár og verður Setrið fyri fyrstu ferð tikið við í hetta framskrivingararbeiðið. Hædd skal takast fyri teimum avleiðingum, sum standast av tí virksemi sum longu er sett í gongd í 2015. Samstundis skuldi hetta gjørt tað neyvari at fíggjarstýra. Talan er um m.a. nýggju masterútbúgvingina West Nordic Studies, meistaralæruna á Søgu- og samfelagsdeildini, vegleiðaraútbúgvingina og eina komandi bachelor í búskaparfrøði. Ætlanin er at leggja fram hesar karmar 1. apríl. Vónandi sæst nakað aftur av hesum.

------------

Arbeiðið við sáttmála um mál og avrik við Mentamálaráðið, fer ætlandi  í gongd nú og er fundur aftur um hetta 27. mars. Mentamálaráðið vil hava sáttmálan undirskrivaðan 1. mai.

------------

Fundur hevur verið við Mentamálaráðið um at flyta pedagogikum sum lestur inn á Setrið. Talan verður um bæði tann teoretiska og partar av tí praktiska partinum. Hildið verður fram við hesum arbeiði m.a. um hvussu tað skal skipast.

-------------

Nýggja masterútbúgvingin West Nordic Studies er nú marknaðarførd og kunnandi fundur er lýstur at verða mánakvøldið 30. mars kl. 19 í Jónas Broncks gøtu. Arbeitt verður nú eisini at fáa marknaðarført hinar masterútbúgvingarnar.

------------

Á leiðslufundi fyri 1½ mánað síðan var semja um at gera ein leist at brúka til allar starsfólksamrøður. Skrivararnir á deildunum hava havt hesar samrøður og verða hesar nú fyriskipaðar fyri øll starvsfólk á Setrinum.

------------

Arbeitt verður við at fáa kantinuna á NÁD í gongd aftur. Samráðingar hava verið við  PM-pluss og í løtuni verðu arbeitt við at fáa hølini góðkend av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Ætlanin er at lata upp 1. mai. Møguleiki skal verða fyri at bílegga á netinum og soleiðis verða bæði starvsfólk og lesandi í Jónas Broncks gøtu ein náttúrligur partur av hesi loysnini. Talan verður um ein leigusáttmála millum Setrið og PM-pluss, við einum royndarári.

------------

Arbeiðið við Útbúgvingarkunngerðini er nú tikið upp aftur. Bygnaðurin á Setrinum er nógv broyttur og tí verður neyðugt við nógvum broytingum. Í løtuni er Útbúgvingarkunngerðin til ummælis á NÀD og SFD. Tá tey hava svarað, fer hon so aftur til hoyring á øllum Setrinum.

------------

Arbeitt verður við at fáa skránna til 50 ára haldið 20. mai lidna.

------------

Hølisviðurskiftini ov trong, eisini á NVD. Í løtuni verða hølir á Havstovuni brúkt og kannað verður, um møguleiki er fyri at lána hølir á Vinnuháskúlanum eisini. Malan Marnersdóttir, dekanur, og Janus Jensen, útbúgvingarleiðari, hava eisini verið á fundi við Hanus Joensen, skúlastjóra á Venjingarskúlanum um  møguleikan fyri at leiga hølir á Venjingarskúlanum til undirvísingina á Setrinum og er hann positivur fyri hesum.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Á Náttúruvísindadeildin er í løtuni og fram til august mánað professaravitjan av Gethin Roberts av universitetinum í Ningbo í Kina. Hann fekk samband við Setrið á eini Markleysari Útbúgving, har hann samskifti við Hans Paula Joensen og Holger Arnbjerg. Hann arbeiðir mest við signalprocessering, GPS. Gethin Roberts hevur skrivstovu í Ovastovu og kann hava verkfrøðiliga undirvísing, eins og avtalan er, at hann heldur fyrilestrar og kunnar um universitetið í Ningbo, meðan hann her á Setrinum.

------------

Ynski er komið frá Føroyamálsdeildini um at fáa fleiri adjungeraðar lektarar knýttar at deildini.

ÚTGÁVUR

Fróðskaparsetur Føroya og Havstovan hava luttikið virkin í stórari norðurlendskari verkætlan, hvørs endamál er  menning av framkomnum DNA-grundaðum analýsuhættum til eyðmerking og greining av sildastovnum  í Norðuratlantshavinum. Partur av hesum arbeiði er almannakunngjørt í niðanfyristandandi grein og tilhoyrandi ískoytisgrein:
Stock structure of Atlantic herring Clupea harengus in the Norwegian Sea and adjacent waters. MARINE ECOLOGY PROGRESS SERIES, Mar Ecol Prog Ser.,  Vol. 522: 219–230, 2015. Published March 2

  • Christophe Pampoulie, Guðmundur J. Óskarsson, Marine Research Institute, Skúlagata 4, 101 Reykjavík, Iceland
  • Aril Slotte, Institute of Marine Research, Bergen, Norway
  • Sarah J. Helyar, Ásbjörn Jónsson, Guðbjörg Ólafsdóttir, Sigurlaug Skírnisdóttir og Anna Kristin Daníelsdóttir Matís Ltd., Vinlandleið 12, 113 Reykjavík, Iceland
  • Lísa Anne Libungan, University of Iceland, Faculty of Life and Environmental Sciences, Askja, Sturlugata 7, 101 Reykjavík, Iceland
  • Jan Arge Jacobsen, Faroe Marine Research Institute, Tórshavn, Faroe Islands
  • Hóraldur Joensen, University of the Faroe Islands, Tórshavn, Faroe Islands
  • Henrik Hauch Nielsen, DTU Food Lyngby, Denmark
  • Sindri Karl Sigurðsson, Síldarvinnslan hf., Fjarðabyggð, Iceland

------------

Turið Sigurðardóttir, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur givið út fyrstu bókina um føroyskar barnabókmentir í síni heild, les meira her

RÁÐSTEVNUR

Ráðstevna um vegleiðing i NLH 4. mai 2015
4. mai skipa fyrstu masterlesandi í vegleiðing við Fróðskaparsetur Føroya fyri ráðstevnu í NLH um vegleiðarafakið, breiddina, endamálið og møguleikarnar við vegleiðing í dagsins globaliseraða samfelag - við dømum um, hvussu tað verður brúkt í øðrum londum.
Nærri kunning seinni

TILTØK

Kunningarfundur um nýggju masterútbúgvingina West Nordic Master í almennari fyriskipan og burðardyggari leiðslu verður mánakvøldið 30. mars kl. 19 á Søgu og Samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, gøtuhæddini, Tórshavn.
Les meira her

------------

Týsdagin tann 7. apríl 2015, kl. 10.00 – 12.00 skipa lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya fyri almennum fyrilestri um sambandið ímillum almennan politikk og fyrisiting og føroysku oljuvinnuna. Fyrilesturin verður hildin í Jóna Bronks gøtu 25 í Tórshavn.

------------

Umsóknarfreist  fyri at søkja inn til lestur á Setrinum komandi ár eftir Kvotu 2 er 15. apríl. Les meira um upptøku her

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 22. apríl. Tey sum manna samstarvsnevndina eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen , Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

------------

Ráðstevna um vegleiðing í NLH 4. mai 2015.
4. mai skipa fyrstu masterlesandi í vegleiðing við Fróðskaparsetur Føroya fyri ráðstevnu í NLH um vegleiðarafakið, breiddina, endamálið og møguleikarnar við vegleiðing í dagsins globaliseraða samfelag - við dømum um, hvussu tað verður brúkt í øðrum londum.
Nærri kunning seinni

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:

Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 16. mai. Nærri kunning hjá ask(at)setur.fo

------------

Skipað verður fyri hátíðarhaldi í sambandi við at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár. Hátíðarhaldið verður í Norðurlandahúsinum mikudagin 20. mai 2015. Nærri kunning seinni.

------------

Prógvhandanin 2015 verður fríggjadagin 26. juni 2015 í Norðurlandahúsinum. Nærri kunning seinni.

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 23. september og 25. november.Tey sum manna samstarvsnevndina eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen , Kristianna Lund Dam  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. apríl 2015 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras