Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar, november 2012

INNGANGUR

So kom aftur eitt INNANSETURS við kunning til starvsfólk og studentar á Setrinum.

Fari aftur at minna á, at kunna millum tey lesandi, um at melda seg sum haldara av INNANSETURS. Og so eisini, um at seta tiltøk í Kalendarin, sum er okkara amboð at geva okkum øllum á Setrinum sama møguleika til at fylgja við í øllum tí virksemi, sum fer fram á stovninum og við tilknýti til stovnin.

Evstamark
fyri tilfari til komandi tíðindabræv er ásett til: mikudagin 28. november kl. 11. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 48.

ÚTBÚGVING

Á Námsvísindadeildini eru fyrstu grundskeiðini hjá 1-árs lesandi í føroyskum og í vísindaástøði, fyrstu skeiðspartarnir í  felagsskeiðunum hjá 2-árs lesandi umframt fyrstu skeiðspartarnir (modulini) í øllum linjugreinum nú liðug. Hjá flestu lesandi og lærarum hava eftirmetingar og próvtøkur verið á skránni seinastu tíðina.  
Fyrsta skeiðið í ískoytisútbúgvingini fyri námsfrøðingar og lærarar er somuleiðis avgreitt og skeiðsluttakararnir hava verið til próvtøku í vísindaástøði. Annað skeiðið í ískoytisútbúgvingini – fakliga modulið – byrjaði vikuskiftið 26 – 27. okt.

Seinastu dagarnar hevur Ann Kari Skarðhamar, professari á universtetinum í Oslo, verið gestalærari á linjuni í føroyskum fyri læraralesandi. Ann Kari er serfrøðingur í bókmentaundirvísing og hevur undirvíst teimum lesandi í, hvussu teir tríggir rithøvundarnir, Wiliam Heinesen, Gunnar Hoydal og  Chr. Matras hava lýst barndóm í sínum bókmentum.  

------------

29. oktober vitjaði Alyson Bayles Søgu og samfelagsdeildina, har hon hevur undirvíst í altjóða politikki
Í viku 44 er Beinta í Jákupsstovu á Søgu og Samfelagsdeildini, har hon undirvísir í stjórnmálafrøði og tann 6. november fer arktiski ambassadørurin at halda fyrilestur um arktis í Østrøm.

VEGLEIÐING

Nýggja studentavegleiðaratoymið fór til verka 1. nov, so nú ber til hjá lesandi at seta seg í samband við studentavegleiðaran á NVD, FMD og SSD. Studentavegleiðarar eru 3.árs lesandi á Setrinum, sum 4 tímar hvør um vikuna fara at røkja vegleiðarauppgávur.

Les nærri kunning her

PRÓVTØKUR

Tær fyrstu endurpróvtøkur á Føroyamálsdeildin vóru síðast í oktober, hinar vera nú í november og desember, meðan tær regluligu próvtøkurnar verða í januar.

FYRISITING

Tey nýggju lesandi hava síðani september mánaða fingið tikið lestrarmyndir. Hesar verða brúktar til námskortini. Hesi verða nú gjørd klár og fara at verða útflýggjaði á skrivstovunum á deildunum. Tey lesandi verða kunnaði tá tey eru klár. Hetta kann koma at taka tíð. Enn eru nøkur, sum mangla at fáa tikið mynd, tey eru vælkomin á Setursskrivtovuna at fáa hetta gjørt eftir avtalu við Randi Durhuus ella á telefon 292506.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Randi Frederiksberg  tekur 1. november 2012 við starvinum sum leiðsluskrivari/greinari á Fróðskaparsetri Føroya. Starvið er tíðaravmarkað til eitt ár.
Randi er 43 ára gomul og útbúgvin cand. scient. Hon hevur seinasta árið verið búsitandi í Spaniu, har hon hevur nomið sær altjóða MBA. 

------------

Fríggjadagin 5. okt. vóru Jógvan (Egga) Jensen, Árni Dahl og Kurt Madsen, lærarar á Námsvísindadeildini heiðraðir fyri trúgva tænastu. Á samkomu fyri starvsfólk á Námsvísindadeildini handaði Malan Marnersdóttir, dekanur, teimum trimum gávu í hesum sambandi.
Egga, Kurt og Árni hava verið knýttir at Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) ávikavist í 41, 40 og 35 ár. Egga hevur undirvíst í ítrótti, Kurt í alis- og støddfrøði og Árni í føroyskum.

------------

Helle Røsvik Durhuus, sum seinastu 16 árini hevur røkt starvið sum skrivari á Setursskrivstovuni, hevur valt at fara í 1 ára farloyvi. Í hennar stað er komin Rannvá í Króki. Rannvá er 48 ár og hevur 26 ára starvsroyndir úr skrivstovuyrkinum.

------------

Guðmundur G. Haraldsson, Professor of Organic Chemistry, University of Iceland vitjar Náttúruvísindadeildina síðani 1. oktobur 2012, undir sínum 1 ára farloyvi frá Universitetinum í Íslandi.

Knud Simonsen, lektari í Havfrøði á Náttúruvísindadeildini, er farin í 1 ára farloyvi frá 1. novembur 2012.

Gunnvør Hoydal, lívfrøðingur, hevur fingið skrivstovupláss á Náttúruvísindadeildini í tíðarskeiðnum 1. novembur 2012 til hálvan januar 2013, ímeðan hon undirvísir í skeiðnum Ryggleys dýr.

------------

Sára Joensen er komin aftur á deildarskrivstovuna á Føroyamálsdeildin eftir sjúkrafráveru. Tina K. Jakobsen, granskingarhjálpari, er komin aftur úr barnburðarfarloyvi. Ingun Christensen verður knýtt at deildini fram til ársskiftið.

GRANSKING

Ítøkiliga kanningararbeiðið í sambandi við granskingarverkætlanina "Undirvísing og læring", sum starvsfólk á Námsvísindadeildini gera í samstarvi við starvsfelagar á Háskóla Íslands, er nú farið í gongd. Talan er um spurnakanning, sum fatar um allar næmingar í 8. og 9. fl í Føroyum. Eftir ætlan skulu ítøkiligu kanningarnar verða lidnar í viku 46.
Øll granskingarverkætlanin fatar um 6 tættir. Hesir eru: 1) Innanhýsis skipan, 2) Læruumhvørvi, 3) Hugburður til læru, 4) Námsætlanir og undirvísingarhættir, 5) Uppgávur og ábyrgd hjá næmingum, 6) Foreldraluttøka.
Í Føroyum savna vit okkum í fyrsta umfari um part av 3. tátti, nevniliga hugburðin hjá næmingunum til læring. Komandi vár er ætlanin at víðka kanningina til eisini at spyrja foreldrini um, hvat tey halda um skúlaviðurskifti, og at enda fáa eisini lærarar og skúlaleiðsla høvi at geva sítt íkast.

Í løtuni er Hans H. Hansen, undirvísingarleiðari, í holt við at leggja seinastu hond á eina verkætlan við heitinum "Styrki og veikleiki við gomlu læraraútbúgvingini". Verkætlanin er ein spurnakanning millum fólkaskúlalærarar.Endamálið við spurnablaðakanningini er at tekna eina yrkisliga mynd av teimum seinastu 100 lesandi, ið hava tikið prógv eftir gomlu læraraútbúgvingini á Føroya læraraskúla. Svargevanir tóku prógv í 2007, 2008, 2009, 2010 og 2011. Úrslitið av hesi kanning skal fyrst og fremst nýtast sum íblástur, tá ið læraraútbúgvingin verður stillað, og tá ið eitt dygdargott eftirútbúgvingartilboð skal mennast komandi árini.

------------

Á Føroyamálsdeildin arbeiða Hjalmar Petersen og Jógvan í Lon Jacobsen við eini verkætlan um dialektbroytingar og um hugburð til dialektir í Føroyum.

ÚTGÁVUR

Firouz Gaini, antropologur á Námsvísindadeildini, hevur eina grein í nýggjastu útgávuni av danska tíðarritinum "Jordens Folk”, sum Dansk Etnografisk Forening gevur út. Í evnisblaðnum um “Asfalt” (nr. 1 – 2012), sum inniheldur 5 áhugaverdar etnografiskar greinir, hevur Gaini skrivað greinina “En sømand går i land”

------------

J. A. Stevenson, C. Rae, J. S. Gilbert, S. Harangi, R. Lukács B. Højgaard, U. Árting, S. PyneO’Donnell, A. MacLeod, S. Loughlin, A. E. Milodowski and M. Cassidy. Observations of Distal Tephra From the Eyjafjallajökull 1, 2010 Summit Eruption. Journal of Geophysical Reasearch vol. 115, 2012.

------------

Kristianna Hammer lektari og ph.d frá Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum hevur skrivað eina grein við heitinum, “Hope Pictured in Drawings by Women Newly Diagnosed with Gynecologic Cancer” og hon er útgivin í altjóða tíðarritinum “Cancer Nursing.” Les meira her

RÁÐSTEVNUR

Tann 7. november skulu Hans Andrias Sølvara og Beinta í Jákupsstovu frá Søgu- og samfelagsdeilini hava framløgur á NORA ráðstevnuni Nordic Welfare í Reykjavík.

------------

Fyrst í oktober luttók Hjalmar P. Petersen frá Føroyamálsdeildini á ráðstevnu í Íslandi, sum snúði seg um at nýta norðurlendsku málini í samskifti millum norðbúgvar. Lena Reinert var í oktober á skeiði í Lund um fjarundirvísing. 5. november skal Jógvan í Lon Jacobsen á fund í Reykjavík um ta íslendsku-norðurlendsku netorðabókina Islex.

NORDLIKS-netverksfundur
15.-16. november er ársfundur í NORDLIKS (NORDisk LItteratur, Kultur og Sprog). Tað er Nordplus-netverkið fyri móðurmálsdeildirnar á universitetunum í Norðurlondum. Fundurin er í Kristiansand og Malan Marnersdóttir, sum er kontaktfólk á Føroyamálsdeildini, verður á fundinum. Hon skal m.a. leggja fram frágreiðing um Nordliks-skeiðið, sum var í juni í Post-kolonialismu í norðurlendskum bókmentur. Skeiðið var fyri MA- og ph.d.-lesandi og var 5 ECTS.  24 lesandi úr øllum Norðurlondum tóku lut, av teimum fingu 22 prógv.

Les meira um Nordlinks her

SKEIÐ

Boot-camp á Østrøm
Dagarnar 29. okt. til 02. november var ein sokallaður Innovation Boot-Camp á Østrøm. Talan var um eina kapping millum lesandi úr øllum Norðanlondum, sum dystaðust um at menna tað besta hugskotið innan fiski- alivinnuna. Endamálið við hesi kapping var at varpa ljós á møguleikarnar við innovasjón í marinu vinnuni, hetta fyri at fáa lesandi at fata áhuga fyri hesum vinnum sum spennandi arbeiðspláss, eisini viðvíkjandi innovasjón.
Sjálv kappingin gekk væl, og tey lesandi eru eina stóra uppliving ríkari. Nú verður filmur og annað tilfar evnað til, sum norðurlendsk virki og stovnar (herundir universitet) kunnu brúka í sínum arbeiði at draga til sín lesandi.
Verkætlanin byggir á samstarv millum Innovit Entrepreneurship Center í Reykjavík og Fróðskaparsetur Føroya, og hevur annars partnarar úr øllum Skandinavia. Hon er stuðlað av Nordic Innovation, sum er stovnur undir Norðurlendska Ráðharraráðnum. Eftirmetingin av verkætlanin fer at avgerða, hvørt farið verður víðari við at menna hetta slagið av verkætlannararbeiði. Tað er Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, sum umboðar Setrið í hesum samanhangi.

TILTØK

Seturskjakið við heitinum "Tórshavn sum universitetsbýur", sum Søgu- og samfelagsdeilin hesuferð skipar fyri, verður hildið á Østrøm hóskvøldið 8. november kl 19.30. Les meira her.

Næsta Seturskjakið er sett at verða í 10. januar 2012 og tá fer Námsvísindadeildin at skipa fyri. Nærri kunning í næsta INNANSETURS og í kalendaranum.

------------

Føroyamálsdeildini saman við Háskúlin fyriskipar hesum almennum fyrilestrum í november:

  • Mánakvøldið 05. nov. kl. 19.30: Pól Jespersen: "Frá Thales til `Big-Bang´”.
    Fyrilesturin fer at snúgva seg um royndirnar seinastu 25. øldirnar at seta upp eina vísindaliga grundaða heimsmynd.
  • Mánakvøldið 12. nov. kl. 19.30: Jógvan D. Hansen: "Vesturlendska heimsmyndin í hugmyndasøguligum ljósi".
    Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvussu hugmyndin av alheiminum og okkara støðu í honum hevur ment seg til í dag. Nortið verður eisini við, hvønn týdning broyttar heimsmyndir hava á okkara sjálvsfatan.


Fyrilestrarnir eru í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 16

------------

Trivnaðarnevndin fyriskipar JÓLAVEITSLU 2012 í hølunum í Jónas Bronksgøtu 25, stovuhæddin, fríggjadagin 7. desember 2012 klokkan 19. Skrivarar á deildunum taka ímóti tilmelding/gjaldi. Kostnaður pr. persón er kr. 100. Tilmeldingarfreistin er sett til fríggjadagin 30. november 2012 kl. 12.  Æltanin er, at allar deildirnar fyriskipa sítt "festliga innslag".Sí innbjóðing her.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.
Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.
Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 28. november kl 11.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras