Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar november 2013

INNGANGUR

Hetta vikuskiftið hava vit seinastu dagarnar í november og tí nærkast jólini í hvørjum. Desember mánaði gevur okkum høvi at leita saman til hugna, og longu komandi fríggjakvøld verður jólaborðhaldið fyri starvsfólk á Setrinum. Tað sær gott út við tilmeldingum, og er tað onkur, sum ikki hevur minst til at seta seg á listan, so hava tit møguleikan til komandi mánadag. Vit gleða okkum øll til eitt hugnaligt kvøld.

Eisini fara vit at minna á tiltøkini Familjujólini á Setrinum og Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum, sí nærri kunning um hetta undir tiltøk

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 18. desember kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 51, sum verður tað seinasta í 2013.

ÚTBÚGVING

Í døgunum 4.-5. desember verða Gestur Hovgaard og Hans Andrias Sølvará lektarar á Søgu- og samfelagsdeildini í Íslandi (Akureyri), har teir skulu luttaka á arbeiðsfundum saman við umboðum fyri universitetini í Útnorði um norðurlendsku masterútbúgvingina, sum eftir ætlan byrjar á heysti í 2014.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini hevur Finn Laursen, lektarí í sosialum arbeiði undirvíst á útbúgvingini Sosialvísind og samfelagsplanlegging í viku 45. Randi Jacobsen hevur í viku 46 og 47 havt skeið í Roknskapi og roknskaparhald fyri lesandi á Sosialvísind og samfelagsplanlegging.

------------

19.-27. november hevur íslendingurin Guðvarður Már Gunnlaugsson, sum starvast á Háskóla Íslands, skeið í íslendskum fyri studentum á Føroyamálsdeildini. Samstarvið er skipað undir Nordliks, sum er eitt norðurlendskt netverk, sum norðurlendska ráðharraráðið fíggjar, og sum umfatar allar móðurmáls- og bókmentadeildirnar á universitetunum í Norðurlondum.

PRÓVTØKUR

Vetrarpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru lagdar til januar 2014, meðan endurpróvtøkurnar verða avgreiddar í desember 2013.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Fríggjadagin 8. november 2013 varð skipað fyri felags starvsfólkadegi.
Dagurin hilnaðist avbera væl og fólk fingu nógv burturúr og vóru í góðum lag. Vit hittust í matstovuni á Námsvísindadeildini til ein lættan bita, síðani varð farið í tveimum bólkum. Annar bólkurin fór niðan í Hoydalar til uttandura tiltak við CoastZone, har dentur varð lagdur á samstarv og avbjóðingar. Hin bólkurin fekk innførslu í, hvussu eitt grafisk prent verður gjørt, og møguleika at gera sítt egna grafiska prent saman við Oggi Lamhauge og Jónu Rasmussen.

Afturkomin á Námsvísindadeildina fingu vit ein áhugaverdan fyrilestur um strongd. Síðani varð farið oman í fimleikahøllina at dansa. Dagurin endaði við einum góðum bita í matstovuni á Námsvísindadeildini.

Ein nýggjur táttur hevur tikið seg upp á starvsfólkadegnum, framyvir verða starvsfólk, sum hava verið í starvi í 25, 30, 40 og 50 ár heiðrað. Í ár høvdu vit tað stóru gleði at heiðra hesi starvsfólk fyri trúgva tænastu

  • Asbjørn Johannesen, 25 ár
  • Turið Sigurðardóttir, 25 ár
  • Winny í Pætursastovu, 25 ár
  • Eyðun Andreassen, 25 ár
  • Malan Marnersdóttir, 30 ár
  • Jógvan Jensen, 40 ár


Sí myndir frá tiltakinum her

------------

Hanne Kronborg er heystið 2013 sett sum adjungeraður lektari í sjúkrarøktarfrøði á Sjúkrarøktarfrøðideildini.
Hanne Kronborg er lektari á Institut for Folkesundhed - Sygeplejevidenskab á Århus Universitet. Hon er kliniskur granskari, sum leggur dent á heilsu- og sjúkrarøkt hjá børnum og familjum teirra. Meir um Hanne Kronborg sæst á her. Hanne Kronborg fer at luttaka í arbeiðinum á SFD við menning av útbúgving og gransking. Hon fer serliga at hava ein virknan leiklut í vegleiðing av ph.d. lesandi á SFD.

Elisabeth Hall er sett sum adjungeraður professari í sjúkrarøkt á Sjúkrarøktarfrøðideildini frá 1. desember 2013 at rokna.
Elisabeth hall er Professor Emeritus á Institut for Folkesundhed - Sygeplejevidenskab á Århus Universitet. Hon arbeiðir við eini kvalitativari tilgongd, serliga við sjúkufyribyrging og rehabilitering. Meira um Elisabeth Hall sæst á her. Arbeiðið hjá Elisabeth Hall á SFD fer serliga at fevna um at menna granskingarførleika á SFD, at vegleiða ph.d. lesandi og at vegleiða komandi adjunktum á SFD.

GRANSKING

Fundur hevur verið á Søgu- og Samfelagsdeildini, millum deildina, psykiatriska  depilin og sjúkrarøktarfrøðideildina um eitt tvørvísindaligt samstarv innan økið: sosial heilsa. Talan var um ein gevandi fund, har semja var um at vít høvdu nógv til felags og fara at arbeiða fyri at menna hetta samstarv víðari.

------------

Miðskeiðis í august luttók Heini í Skorini, ph.d.-lesandi og staðsettur á Søgu- og samfelagsdeildini á einum seminari saman við nøkrum av heimsins fremstu mannarættindaserfrøðingum. Saman orðaðu tey eitt skriv til OIC (Organization of the Islamic Cooperation), sum er felagsskapurin hjá øllum teimum tilsamans 57 muslimsku londunum í heiminum. Skrivið snýr seg um mannarættindastøðuna í muslimska heiminum og hvussu nýggi mannarættindastovnurin hjá OIC kann betra um døpru hagtølini. Les meira her

ÚTGÁVUR

Erling Isholm, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini: Die Freundschaftliche Bezetzung der Färöer, Tjaldur Nr. 50, Deutsch-Färöischen Freundeskreises, juli 2013.

------------

Málmaðurin í útvarpinum 3 eftir Jógvan í Lon Jacobsen, lektara á Føroyamálsdeildini, er júst útkomin. Útgevari er Sprotin. Bókin er slakar 200 síður til støddar og inniheldur umframt spurningar til málmannin veturin 2010-2011 hugleiðingar um mál og nakrar eldri máltættir frá 1990-unum.

RÁÐSTEVNUR

23. november var Zakaris S. Hansen, adjunktur á Føroymálsdeildini, í Reykjavík á fundi í orðabókaverkætlanini Islex, sum er ein samnorðurlendsk netorðabók, ið Føroyamálsdeildin er knýtt uppí. Á fundinum hittust umboð fyri íslendsku, finsku og føroysku ritstjórnirnar at umrøða støðuna og hvussu arbeitt verður frameftir við finska og føroyska partinum. Orðabókin gongur úr íslendskum og yvir í hini norðurlendsku málini og finskt. Danski, norski og svenski parturin eru stórt sæð liðugt ritstjórnaðir, men føroyskt og finskt komu seinni uppí, og teir partarnir eru tí ikki lidnir enn. Um leið helmingurin av tí føroyska er ritstjórnað, men nakað minni av tí finska. Avgerandi fyri, hvussu skjótt arbeiðinum líður, er eyðvitað tøk fígging til arbeiðið.

------------

60 luttakarar til ráðstevnu á Østrøm um integratión og grundleggjandi literasitet
Á hesum symposium varð ljós varpað á grundleggjandi literasitet og integratiónsspurningar. Nakrir av teimum spurningum, ið settir vóru á breddan, vóru: Á hvønn hátt tekur samfelagið ímóti tilflytarum, hvørji undirvísingartilboð eru til hendan fjølbroytta málbólk, hvussu verður frálæran í føroyskum fyri útlendingar skipað, hvørjir førleikar eiga professionellir alfabetiseringslærarar at hava, og hvar kunnu lærarar ogna sær hesar førleikar? Ímillum fyrilesararnar, har teir flestu vóru norðurlendskir granskarar, vóru Kalpana Vijayavarathan, lektari á Námsvísindadeildini, og Hjalmar Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini.
Ráðstevnufrágreiðin, ið er á donksum, kann takast niður her.

TILTØK

Tann 23. november vitjaði amerikanski sendiharrin í Keypmannahavn Søgu og samfelagsdeildina, har hann tosaði við starvsfólk og lesandi. Eini 25 fólk fingu høvi til at heilsa uppá amerikanska sendiharran.

------------

UCAS-vegleiðing á Føroya Handilsskúla.
Hevur tú ætlanir um at lesa í Stóra Bretlandi í 2014? 2. desember kl. 19 skipar Altjóða Skrivstovan fyri kunning og vegleiðing í at fylla UCAS-umsóknarbløð 2014 út. Sí nærri kunning í Árskalendaranum.

------------

Fróðskaparsetur Føroya bjoðar til tíðindafundar komandi týsdag 3. desember kl 10:00 á Náttúruvísindadeildini. Hetta er í sambandi við, at Fróðskaparsetrið raðfestir varandi orku og setur professara í orkuverkfrøði í starv. Sí viðhefta kunningarskriv.

------------

Jólaveitsla
Skipað verður fyri jólaveitslu fyri starvsfólk á Setrinum fríggjakvøldið 6. desember 2013, Nærri kunning seinni, sí Árskalendarin

------------

Studentarnir á Føroyamálsdeildini skipa fyri jólaborðhaldi fyri lesandi og starvsfólkum tann 13. desember, og áhugin er stórur bæði millum lesandi og starvsfólk.

------------

Familjujólini á Setrinum
Skipað verður fyri árliga tiltakinum á Setrinum kallað Familjujól. Her hittast starvsfólk við sínum børnum ella ommu- og abbabørnum til eina hugnaløtu við jólatræi og jólahugna. Í ár verða Familjujól sunnudagin 15.desember í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini frá 15 til 17.
Nærri kunning og tilmelding seinni, sí Árskalendarin

------------

Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum
Setið X í kalendaran beinanvegin !!! Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum verður á Sjúkrarøktarfrøðideildini hósdagin 19. desember frá 14 – 16, sí Árskalendarin

------------

Framløgufundur – “launching event” – um EURAXESS-portalin verður hósmorgunin 19. desember kl. 09.30 í Kaffihúsinum á Bryggjubakka.
EURAXESS-portalurin, sum frá 19. des hevur heimstað á euraxess.fo, er partur av nýggju EURAXESS-tænastuni í Føroyum, sum Granskingarráðið – í samstarvi við Fróðskaparsetrið – er farið at byggja upp.  Hendan tænasta skal gera tað lættari fyri granskarar at flyta millum lond at arbeiða. Føroyska tænastan verður partur av netverki við umleið 200 sentrum í 38 londum.
EURAXESS-portalurin veitir upplýsingar til granskarar, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska. Hesir upplýsingar fevna m.a. um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land. 
Ein týdningarmikil partur á portalinum verður tænastan EURAXESS Jobs. Har fer at bera til at finna leys størv, sum granskingarstovnar í Evropa lýsa við. Møguleiki verður at leita eftir størvum innan eitt ávíst granskingarevni og innan landafrøðilig øki. Á EURAXESS Jobs skulu øll leys størv, sum verða fíggjað ígjøgnum FP7, lýsast. Føroyskir stovnar og virkir fara eisini at kunna lýsa síni størv her og røkka hvørjum króki í Evropa uttan kostnað.
Øll áhugaði eru vælkomin til framløgufundin.
Les meira um EURAXESS-tænastuna her

------------

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 20. januar kl 15 í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánaða og altíð kl 15.
Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

-------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinkir.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 18. desember 2013 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras