Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Nú stundar til jóla og sum siðvenja er gevur jólamánaðurin okkum høvi at leita saman til hugna. Jólaborðhaldið fyri starvsfólk á Setrinum verður fyriskipað longu komandi fríggjakvøld 5. desember. Nógv hava longu meldað seg til, og er freistin fyri tilmelding sett til í dag, 28. november, á deildunum. Meira kunning er undir tiltøkum. Vit gleða okkum øll til eitt hugnaligt kvøld.

Eisini fara vit at minna á tiltakið Familjujólini á Setrinum, sí eisini nærri kunning um hetta undir tiltøkum

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 17. desember kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 51, sum verður tað seinasta í 2014.

ÚTBÚGVING

Ískoytisútbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøðideildini, eind 3, er byrjað og endar í desember 2014.

Masterskeið innan sjúkrarøktarfrøði, eind 1, er byrjað og endar somuleiðis í desember 2014.

------------

Kunning um skeiðsvirksemi á løgfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini  heystið 2014 og várið 2015.
Les kunningina her

PRÓVTØKUR

Próvtøkur á Sjúkrarøktarfrøðideildini fyri heystið og veturin eru lagdar soleiðis: ástøðisparturin, eindirnar 2, 6 og 10, 10. januar 2015 og kliniski parturin 14. januar 2015.

FYRISITING

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

Nordplusfundur í Vilnius
Í døgunum 19. og 20. nov. luttóku Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni, og Elisabeth Holm, altjóða samskipari, á fundi í høvuðsnevnd Nordplus (Nordplus Programme Committee) í Vilnius í Litava. Í sambandi við fundin var eitt seminar um “Education & Work Life”. Limir í høvuðsnevnd Nordplus eru norðurlond og baltalondini Estland, Letland og Litava. Í hesum høpi eru Føroyar, Grønland og Áland eygleiðarar, men tá talan er um luttøku í verkætlanarsamstarvi o. ø., ið Nordplus skipanin hevur at bjóða, tá verða sjálvstýrandi londini sædd sum sjálvstøðug lond. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan um Nordplus.  Tað er MMR, ið hevur útnevnt 2 limir og 1 tiltakslim til umboð Føroya sum eygleiðarar í Nordplusnevndini.

------------

Bologna á Setrinum umrøtt í norðurlendskum tíðarriti
“Den færøske vej til Bologna”. Hetta er heitið á grein, sum 20. november stóð í norðurlendska nettíðarritinum DialogWeb. Greinina hevur Kristianna Winther Poulsen skrivað. Samrøða er við trý starvsfólk á Setrinum og eitt umboð úr Mentamálaráðnum. Les greinina á hesum leinki

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Christina Janusardóttir Isaksen er sett í starv sum skrivari á Náttúruvísindadeildini. Hon hevði sín 1. starvsdag 4. november. Vit bjóða Christinu at verða hjartaliga vælkomnari.  

------------

Kári av Rógvi, ph.d., professari og útbúgvingarleiðari í løgfrøði, byrjaði sum konstitueraður dómari í landsrættinum frá 1. november og til komandi summar. Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði, á Søgu- og samfelagsdeildini, verður hetta tíðarskeiðið útbúgvingarleiðari í løgfrøði í hansara staði.

GRANSKING

Granskingarbólkurin á Søgu- og samfelagsdeildini um 1800-talið (Mirjam, Gestur, Erling, Rolf og Hans Andrias)  helt 5. november seminar á deildini, um hvørja ávirkan idésøgulig rák hava á samfelagsligar broytingar. Á seminarinum luttóku fólk kring landið, sum arbeiða við søguligum spurningum, og upplegg vóru hildin av Jannu E. Hansen (Århus), Rolf Guttesen, Jákupi R. Hansen og Gesti Hovgaard.

ÚTGÁVUR

Ása Róin, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini hevur givið grein út í tíðarritinum Journal of Aging Studies. Greinin hevur heitið: "Embodies ageing and categorisation work amongst retirees in the Faroe Islands".

------------

Magni Mohr, ph.d. og lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur 3 nýggjar vísindaligar greinar úti í heyst.
Grein 1 í Journal of Sport and Health Sciences: Effects of small-volume soccer and vibration training on body composition, aerobic fitness, and muscular PCr kinetics for inactive women aged 20-45.
Grein 2 í Journal of Sport Sciences: Caffeine supplementation does not affect match activities and fatigue resistance during match play in young football players.
Grein 3 í Scandinavian Journal of Medicine and Sciences in Sports: Plantar flexor neuromuscular adjustments following football match-play in hot and cool conditions.
Les meira her

------------

Jóannes Jacobsen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini hevur givið grein út við heitnum "Revisiting the Modernization Hypothesis: Longevity and Democracy". Greinin er prentað í tíðarritinum World Development. 
Les meira  her

----------

Jens Christian S. Justinussen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini hevur givið grein út við heitinum "The Challenges & Opportunities for Arctic Microstates in Developing an Energy Sector: The Role of Human Capital and Knowledge Institutes”. Skrivað hava Coco Smits, Rasmus Gjedsø Bertelsen, og Jens Christian S. Justinussen. Greinin er útgivin í Arctic Yearbook 2014.
Les meira  her

-----------

Gestur Hovgaard, ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini hevur grein í Arctic Yearbook 2014 við heitinum “Arctic Tourism: Realities & Possibilities”. Greinin er skrivað av Pat Maher, Hans Gelter, Kevin Hillmer-Pegram, Gesti Hovgaard, John Hull, Gunnari Þóri Jóhannessyni, Annu Karlsdóttur, Outi Rantala og Albinu Pashkevich.  
Greinin kann lesast her

------------

Granskingarbólkurin á Søgu- og samfelagsdeildini um 1800-talið (Mirjam, Gestur, Erling, Rolf)  hava í november útgávuni av Frøði smærri greinar um Føroyar í 1800-talinum.
Les meira her

------------

Lesandi á í eind 9 á Sjúkrarøktarfrøðideildini hava, sum úrslit av próvtøkuni á eindini, skrivað greinar innan heilsuframa og fyribyrging.  Greinarnar eru at lesa í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum fram til januar 2015.

RÁÐSTEVNUR

Anna Sofía Fjallheim, ph.d., lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hevur tikið lut á altjóða ráðstevnu í Wales 10. til 12. september. Ráðstevnan hevði heitið: International Marce Society Biennial Scientific Conference 2014. Hon legði partar av síni verkætlan fram: “Identification of Postnatal Depressions in a Small – Scale Society – A Mixed Method investigation of EPDS in the Faroe Islands.

------------

Erika Anne Hayfield, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini Fróðskaparsetrinum og Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum og granskari (postdoc) á NTNU í Tróndheimi, luttóku á ráðstevnuni "Gender Equality in the Arctic: Current realities, Future Challenges" (Kynsjavnstøða í arktisku samfeløgunum), ið varð hildin á Akureyri í Íslandi 30. og 31. oktober í ár.
Les meira her

------------

Gestur Hovgaard, ph.d., lektari á Søgu- og samfelagsdeildini hevur í døgunum 20. og 21. november verið á seminar um aktiónsgransking, hetta á Roskilde Universitet. Talan er um seminar, har talan er um at byggja europeiskt netverk og samstarv innan hetta øki.

SKEIÐ

Føroyamálsdeildin var við á tí tvørfakliga skeiðinum Fróðskaparhegni, vísindaástøði og siðalæra, sum NVD tók stig til. Tað var Jógvan í Lon Jacobsen, sum tók lut vegna Føroyamálsdeildina, har ið hann undirvísti í málvísindaligum háttaløgum. Endamálið var, at studentarnir skuldu kunna samanbera hugvísindalig háttaløg við háttaløg í øðrum vísindagreinum. Dentur varð lagdur á eyðkenni við kvantitativum og kvalitativum kanningum og hvat tær kunnu nýtast til, hvat tær siga um veruleikan og hvørji atlit eru neyðug at taka í greiningarpartinum.

------------

Ársfundur í NORDLIKS
Tey góðu tíðindini frá fundinum eru, at pengar eru eftir hetta Nordplus-fíggjarárið til studenta- og læraraumbýti. Ársfundurin viðgjørdi virksemið í netverkinum og komandi umsókn netverksins til CIMO, sum umsitur heildarjáttanina hjá Nordplus. Tað hava í mong ár verið flestir studentar úr Finnlandi, sum lesa á eini aðrari norðurlendskari máldeild, har tey læraralesandi fara aloftast til Svøríkis, tí Finnland er tvímælt, finskt og svenskt. Føroyamálsdeildin hevur havt stórt gagn av læraraumbýtinum.
Tey, sum hava hug at fara á aðra deild í Norðurlondum at lesa og vilja søkja um studning frá NORDLIKS, kunnu venda sær til Berg D. Hansen, sum yvirtekur kontaktfólkauppgávuna frá Maluni Marnersdóttur.
Les alla kunningina her

TILTØK

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini hevur heilsuátak í eind 9 hevur verið 30. oktober. Sum úrslit av próvtøkuni á eindini hava lesandi skrivað greinar innan heilsuframa og fyribyrging.  Greinarnar eru at lesa í Vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum fram til januar 2015.

------------

Mánadagin 1. desember fer Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni við Setrið at kunna um nakrar møguleikar, ið eru eftir bachelor. Kunningin er serliga ætlað teimum, sum eru á triðja ári. Tiltakið verður á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncks gøtu 25, 4. hædd, undirvísingarhøli 3, frá 12:30 til 13.30. Um onkur hevur eitt hvørt ávíst, ið tey vilja hoyra meira um, so eru tey vælkomin at senda ein teldupost til holgera(at)setur.fo ella ssd-studvegl(at)setur.fo

------------

Í ár verður jólaborðhaldið fyri starvsfólk á Setrinum fríggjadagin 5. desember 2014 kl. 19 í Jónas Broncks gøtu. Til matna verður jólabuffet frá Hansu Johannesen. Tilmelding í seinasta lagi í dag, fríggjadagin 28. november. Kostnaður kr. 100 og tilmelding og rindan á deildini. Les alla innbjóðingina her

------------

Studentarnir á Føroyamálsdeildini skipa fyri jólaborðhaldi á deildini leygarkvøldið 29. november fyri lesandi og starvfólkum.

------------

Altjóða Skrivstovan við Setrið skipar fyri kunning og vegleiðing í at fylla UCAS-oyðubløð fyri 2015 út.
Tiltakið verður á Føroya Handilsskúla í Havn mánadagin 8. desember 2014 kl. 19.
Um tú hevur egna farteldu við, ber til at skráseta teg og fylgja við í tíni egnu umsókn undir kunningini.

------------

Skipað verður aftur í ár fyri Familjujólum í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini. Hetta verður sunnudagin 14. desember kl. 15:00
Meira kunning her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 17. desember 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras