Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Komandi sunnudagur er fyrsti sunnudagur í advent og jólini nærkast í hvørjum. Desember mánaður gevur okkum høvi at leita saman til hugna, og fríggjakvøldið 11. desember verður jólaborðhaldið fyri starvsfólk á Setrinum. Vit melda okkum til á deildunum og er freistin fyri tilmelding sett til 5. desember. Vit gleða okkum øll til eitt hugnaligt kvøld.

Eisini fara vit at minna á tiltøkini Familjujólini á Setrinum sunnudagin 13. desember 2015, kl. 15 og Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum fríggjadagin 18. desember frá kl. 14 til kl. 16. Nærri kunning um øll tiltøk niðast í tíðindabrævinum.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 6. januar kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 1.

ÚTBÚGVING

Í viku 47 og 48 hevur eitt intensivt skeið í finskum verið á Føroyamálsdeildini. Talan er um eitt valfrítt lestrarevni, sum studentar á framhaldinum kunnu velja.  Studentarnir fáa 15 undirvísingartímar í finskum, og eftir tað lesa teir finskt sum sjálvlestrarevni. Lærari er danin Kim Sandvad West, sum er ph.d.-lesandi í Finnlandi. Próvtøkan verður í mars 2016.

------------

Masterlæran á Søgu- og samfelagsdeildini hevur í sambandi við fakskeiðini í oktober og november havt vitjan av fleiri granskarum, ið hava undirvíst innan øll trý fakøkini. Hesi eru Jørgen Elm (DK), Jørgen Amdam (DK), Gurðið Weihe (DK), Kristian Nagel Delica (DK), Dag Harald Claes (NO) og Tord Skogedal Linden (NO).

9. november varð skipað fyri projektseminari á masterlæruni, hetta fyri at seta ferð á hendan partin av prosessini, sum so eisini verður fylgd upp við vegleiðing og øðrum átøkum í tilgongdini.

10. november hevði Firouz Gaini fyrilestur um: ”Býumhvørvi í útnorðri: Á hvønn hátt kann býurin brúkast at greina sosialar, mentanarligar og politiskar broytingar í seinmodernaða útjaðarasamfelagnum”. Fyrilesturin varð hildin í sambandi við útbúgvingarnar hjá bachelor- og masterlesandi á Søgu- og samfelagsdeildini.

VEGLEIÐING

Studentavegleiðingin á Søgu- og samfelagsdeildini og Náttúruvísindadeildini er flutt yvir á Lestrarskrivstovuna í J. C. Svabos gøtu 7.
Bárður Rasmussen er studentavegleiðari fyri Søgu- og samfelagsdeildini og Náttúruvísindadeildini. Tá tit ynskja samband við studentavegleiðingina er møguligt at ringja á tlf. 292579 ella at senda ein teldupost til bardurr(at)setur.fo.
Høvuðsuppgáva studentavegleiðarans er at vegleiða í spurningum, ið hava við lestraviðurskifti at gera. Hesir fevna m.a. um fakliga innihaldið í útbúgvingunum, námsskipan, akademiskt arbeiðslag, hvussu tann einstaki lesandi kann leggja lesturin til rættis, lestrarlív og trivnaðarspurningar.

Skrivstovutíðir fyri lestrarvegleiðaran fyri Søgu- og samfelagsdeildina og Náttúruvísindadeildina eru:

  • Mánadag 09:00 til 15:00  
  • Týsdag 09:00 til 15:00
  • Fríggjadag 09:00 til 15:00

PRÓVTØKUR

Vetrarpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini eru ásettar. Tær fyrstu vera í desember 2015, meðan hinar vera í januar 2016.

------------

Á Masterlæran á Søgu- og samfelagsdeildini endaði fakskeiðsperiodan 30. oktober og tey lesandi hava latið inn sínar próvtøkuuppgávur.

FYRISITING

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

Frá Lestrarráðnum á Søgu- og Samfelagsdeildini
Seinastu árini hevur Søgu- og Samfelagsdeildin víðkað munandi um útboðið av útbúgvingum á deildini. Tí er nú tørvur á at gera reglur um uppseting og innihald á námsskipanum á Søgu- og Samfelagsdeildini, so hesi líkjast og hava sama bygnað. Hetta er umráðandi, ikki minst fyri tey lesandi, sum eru høvuðsbrúkarar av námsskipanini.
Lestrarráðið á Søgu- og Samfelagsdeildini hevur nú lagt seinastu hond á ein frymil fyri námsskipanir fyri útbúgvingarnar á deildini. Frymilin tekur støði í krøvunum í kunngerð fyri Setrið umframt verandi royndum við námsskipanum og við íblástri frá námsskipanum frá øðrum hægri lærustovnum.
Væntandi vera námsskipanirnar tí dagførdar fyrst í 2016. Lestrarráðið metir, hetta er eitt framstig fyri tey lesandi, sum lætt kunnu seta seg inn í eina røð av viðurskiftum í samband við sína útbúgving. Harumframt fer tað við nýggja leistinum at vera munandi lættari at samanbera ymsu útbúgvingarnar á Søgu- og Samfelagsdeildini.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Starvsmannafelagslimir hava haft álitisfólkaval tann 22.10.2015 og eru Liljan Witt og Helle Durhuus vald til álitisfólk á Fróðsskaparsetri Føroya og varaálitisfólk eru Marjun í Túni Mortensen og Winny í Pætursastovu

------------

Anna Katrin Matras, sum seinastu árini hevur røkt starvið sum samskiftis- og kunningarfólk, fyrst á Setursskrivstovuni og nú á Lestrarskrivstovuni, hevur valt at fara í fyribils eitt árs farloyvi við møguleika fyri at leingja farloyvið við hálvum ári aftrat, frá 1. januar 2016 at rokna, í sambandi við, at hon er farin undir fulltíðarlestur í Masterlæru í sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Setrinum.

Elisabeth Holm, sum seinastu árini hevur røkt starvið sum altjóða samskipari, fyrst á Setursskrivstovuni og nú á Lestrarskrivstovuni, fer í farloyvi fyribils næstu tvey árini frá 1. februar 2016 at rokna, í sambandi við, at hon hevur fingið bjóðað stuðul (“a full scholarship”) frá Heriot-Watt Universitetinum í Edinburgh í Skotlandi til at fara í holt við eina ph.d.-verkætlan við heitinum “New times, ‘new speakers’ of Faroese and multilingual ‘native’ speakers: The global economy, contemporary mobilities and dimensions of change in language practices and values”.

Lestrarskrivstovan fer í næstum at søkja eftir avloysarum fyri Onnu Katrin Matras og Elisabeth Holm.

-------------

Hildur við Høgadalsá, kliniskur útbúgvingarleiðari, hevur seinasta arbeiðsdag 30.11.15. Hildur var fyrstu ferð sett á Sjúkrasystraskúla Føroya 1977 og var á skúlanum fram til 1985, tá ið hon tók við sum varaleiðari á Heimasjúkrasystraskipanini. Har var hon fram til til 1994, tá ið hon kom aftur á skúlan, og hevur verið her fram til í dag.
Hildur hevur undirvíst, verið rektari eitt skeið og kliniskur útbúgvingarleiðari síðani 1. apríl 2011.
Stórar broytingar hava verið í útbúgvingini hesa tíðina, og tað hevur eyðkent Hildur, at hon hevur luttikið fult og konstruktivt í broytingararbeiðinum, altíð við tí í huga, at tað skuldi tæna útbúgvingini best og vera samfelagnum at frama.
Kliniska útbúgvingarleiðarastarvið er sera umráðandi í útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing, har 90 ECTS ella 1½ ár er klinisk útbúgving. Kliniski útbúgvingarleiðarin hevur tætt samband við øll klinisk útbúgvingarpláss, og samstarvar um lærugongdir og tíðarskeið. Eisini  leggur hon til rættis klinisk vegleiðaraútbúgving og skipar fyri evnisdøgum og fundir við klinikkina.
Sum áður kunngjørt, so tekur Durita G. Joensen við sum kliniskur vegleiðari 1. desember.
Vit takka Hildur fyri sera gott samstarv, fakligt og námsfrøðiligt íkast á høgum støði og ynskja Duritu vælkomnari á SFD.

GRANSKING

Fyrsti partur av dialektverkætlanini, sum fer fram á Føroyamálsdeildini, var avgreiddur í oktober, tá ið grímukanningar vórðu gjørdar millum 9.-floks næmingar á føroyskum skúlum kring landið. Grímukanningin snýr seg um, at næmingarnir skulu meta um nakrar røddir, sum verða avspældar fyri teimum. Røddirnar eru ymsastaðni úr landinum, men tað vita næmingarnir ikki. Síðan skulu teir seta nøkur lýsingarorð í samband við hesar røddirnar. Endamálið er at kanna, um nøkur ávís jalig lýsingarorð verða sett í samband við ávísar føroyskar dialektir. Annar partur, sum snýr seg um at gera samrøður við nakrar útvaldar næmingar á hesum somu skúlum, er byrjaður.  Grímukanningina gjørdu starvsfólk og á studentar Føroyamálsdeildini, Heðin Jákupsson og Edit Bugge. Tað innsavnaða tilfarið frá grímukanningini legði Heðin Jákupsson inn í ein excel-grunn.

ÚTGÁVUR

Firouzi Gain, lektari á Námsvísindadeildini, hevur útgivið bókina Gonguverk samfelagsins. Undirheitið er "Hugleiðing um tíð og samfelag". Tað er Mentunargrunnur Studentafelagsins, ið gevur bókina út.

RÁÐSTEVNUR

Jákup Reinert Hansen, lektari í kirkjusøgu, hevur luttikið í ráðstevnu hjá Leitourgia, Nordisk liturgisk netværk, í Reykjavík 10.-13. november. Fyrilestur hansara “Sproglig stil og kirkelig loyalitet” verður at lesa á www.leitourgia.org

SKEIÐ

Nordplusfundur í Tallinn
Í døgunum 19. og 20. november luttók Elisabeth Holm, altjóða samskipari á Lestrarskrivstovuni, á fundi og eftirmetingarseminari í høvuðsnevnd Nordplus (Nordplus Programme Committee) í Tallinn í Estlandi. Limir í høvuðsnevnd Nordplus eru norðurlond og baltalondini Estland, Letland og Litava. Í hesum høpi eru Føroyar, Grønland og Áland eygleiðarar, men tá talan er um luttøku í verkætlanarsamstarvi o. ø., ið Nordplus skipanin hevur at bjóða, tá verða sjálvstýrandi londini sædd sum sjálvstøðug lond. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan um Nordplus.  Umboð Føroya í Nordplusnevndini eru Holger Arnbjerg, ASK, og Janus Jensen, NÁD, og Elisabeth Holm, LSS, er tiltakslimur. Les meira um Nordplus.

------------

Góðska í hægri útbúgvingum
Elisabeth Holm, altjóða samskipari á lestrarskrivstovuni, luttók 9. oktober – fyri Sigurð í Jákupsstovu - á fundi og seminari um góðsku í hægri útbúgvingum & SCL (“Student-centered learning”) í norska undirvísingarmálaráðnum í Oslo. Fundurin var liður í arbeiði við temanum góðska í hægri útbúgvingum, sum ein norðurlendskur ad hoc bólkur, settur av Ráðharraráði norðurlanda, arbeiðir við. Fyri Setrið er rektarin limur í hesum arbeiðsbólki. Hugtakið SCL varð viðgjørt úr ymsum sjónarhornum, og upplegg til kjak á fundinum var ein fyrilestur, ið hevði heitið: “Enhancing student learning through ‘student-centered approaches’: What matters for educational quality? Áherðsla varð løgd á kvalitet í útbúgvingum við m.a. at mæla til, at øll ið varða av eini útbúgving hittast regluliga til kjak um læruúrtøkur, læru- og undirvísingarhættir, próvtøkuformar, eftirmeting, osfr. Hetta er við til at skapa eina góðskumentan, ið setur studentin í miðdepil. Les meira um ‘SCL’ í frágreiðing, sum EI og ESU hava latið úr hondum. Leinki til frágreiðingina.

TILTØK

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2015
Les meira her

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:

IELTS test
Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 31. oktober. Nærri kunning seinni her og hjá ask(at)setur.fo

------------

Jólaborðhald á Fróðskaparsetrinum
Fríggjadagin 11. desember 2015 kl. 18 verður skipað fyri jólaborðhaldi fyri starvsfólki á Setrinum í Jónas Broncks gøtu 25. Til matna verður jólabuffet frá Bowlinghøllini. Deildirnar skipa fyri undirhaldi og tónleikarar spæla til borðhaldið og dansin. Kostnaður er kr. 100 og tilmelding og rindan er á deildini.
Les matarskránna her

------------

Týðandi kunningarfundur 11. desember í høllini á Námsvísindadeildini fyri øll lesandi og starvsfólk á Setrinum
Kunningarfundurin snýr seg um tær nýggju tænasturnar – m.a. setursteldupostadressur og ókeypis atgongd til Office 365 pakkan – sum øll nú fáa bjóðaðar. Harumframt verður kunning um, hvussu valið av lesandi til stýrið fyri Setrið, sum verður seinni í desember, fer fram.
11. desember 2015 verður kunningarfundur fyri øllum lesandi, undirvísarum o.ø. starvsfólkum um nýggju tænasturnar, umframt um komandi valið av lesandi til stýrið. Kunningarfundurin verður hildin í høllini (auluni) á Námsvísindadeildini. Nærri klokkutíðir verða fráboðaðar seinni umvegis teldupost.
Hetta er skráin fyri kunningarfundin:

  1. Ráð teirra lesandi hevur framløgu um val av umboð fyri lesandi til stýrið.
    Turið Christophersen.
  2. Kunning um nýggjar t-postadressur til øll lesandi:
    Nú fáa øll lesandi eina seturs t-postadressu - stud.nr.@student.setur.fo – sum Setrið framyvir altíð fer at brúka til samskifti við tey lesandi.
    Óli Simonsen.
  3. “Study Smarter” framløga um Microsoft Education / Office 365 pakkan.
    Microsoft umboð og lesandi frá DK.
  4. Kunning um gjaldskeið á lestrarskrivstovuni
    Elin Brimheim Heinesen


Les alla kunningina her

------------

Aftur í ár skipar Sjúkrarøktarfrøðideildin fyri hugna fyri starvsfólki á Setrinum við gløgg og køkum. Hetta verður fríggjadagin 18. desember frá kl. 14 til kl. 16 í Kantinuni í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25
Nærri kunning her

------------

Jólahald fyri starvsfólki á Setrinum við familju
Sunnudagin 13. des. 2015, kl. 15 verður jólahald fyri starvsfólki við familju í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini. Eins og undanfarnu ár verður jólatræ, jólapakki, sangir og undirhald.
Vónandi verður undirtøkan góð.

------------

Komandi fundur í Samstarvsnevndini verða lýstir seinni. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru nú :  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Kristianna Lund Dam, Liljan Witt  og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

------------

Stýrisfundir komandi ár:

  • 2. mars 2016
  • 17. mai 2016
  • 15. september 2016
  • 22. november 2016

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 6. januar 2016 kl. 12.

Ritstjóri á INNANSETURS

Anna Katrin Matras