Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar, oktober 2012

INNGANGUR

Nú heystið av álvara kom í luftina er aftur eitt INNANSETURS við kunning til starvsfólk og studentar á Setrinum. 

INNANSETURS er í fyrstu syftu send øllum starvsfólki á Setrinum, men sum áður kunnað er ætlanin, at lesandi eisini skulu melda seg til sum haldarar av kunningarskrivinum. So boða frá hesum millum tey lesandi.

Fyrr er boða frá, at arbeitt hevur verið við einum felags árskalendara fyri alt Setrið. Hesin er nú klárur og er lagdur á heimasíðuna. Leinkið er tann guli knøtturin "Kalendari" til vinstru á skýggjanum. Árskalendarin skal vera við til at geva øllum á Setrinum sama møguleika til at fylgja við í øllum tí virksemi, sum fer fram á stovninum og við tilknýti til stovnin. Fyritreytin er sjálvsagt, at øll kunna um sítt virksemi á hesum staði. 

Og longu nú er ásett evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv: mikudagin 31. oktober kl. 11. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 44.

ÚTBÚGVING

Í døgunum 12. og 13. september hittust umboð fyri universitetini í Nordland í Noregi, Háskúla Íslands, Universitetið á Akureyri og Ilisimatusarfik í Grønlandi á Søgu og Samfelagsdeildini fyri at leggja seinastu hondina á arbeiðið at skriva umsókn til Norðurlandaráðið um fígging til at menna ein felags Norðurlendskan Master: “Managing Societal Development in the High North”. Umsóknin varð latin inn 14. september 2012.

------------

Nýggja námskipanin fyri útbúgving til sjúkrarøktarfrøðing, sum er skrivað sambært lóg, kunngerð og eisini ífylgi Bologna krøvunum er nú liðug.
Lestrarskipanin broyttist frá at vera skipað í lestrarhálvum til eindir á 10 vikur (15ECTS) í 2010. Hesi lesandi eru nú komin til 9. Eind. Námsskipanin verður løgd út á heimasíðuna, tá ið hon er rættlisin. Ætlanin er ikki at umseta hana til danskt, men til enskt.
Mannagongdin er, at rektarin skal góðkenna námsskipanina, men hon skal eisini sendast til Den danske Sundhedsstyrelse til góðkenningar, sum er ein fortreyt fyri, at lesandi kunnu fáa autorisatión, tá ið tey dimmitera frá SRFS.

Ískoytisútbúgvingin á Sjúkrarøktarfrøðiskúalnum byrjaði mánadagin 1. oktober. Tey vera her í viku 40, 43, 46 og 49, so her er nógv folk og nógv virksemi á Jónas Broncksgøtu 25 í heyst.

------------

LMS-skipanin Moodle til umsiting av undirvísingartilfari og næminga innlatingum hevur síðani januar í ár verðið royndarkoyrd á Náttúruvísindadeildini.
Nú er hon tikin í nýtslu fyri tey nýggju lesandi, sum byrjaðu í ár. Íverksetingin á NVD hevur sum heild riggað væl, og er samskipað av Gunnar Restorff og Petur Zachariassen við hjálp frá Føroya Tele, KT deildini og umsitingini.
Eisini vera gjørdar royndir við at brúka hesa skipan á Føroyamálsdeildini. Sum frá líður kann skipanin eisini brúkast til fjarlestur. Í hesum sambandi kann nevnast at svenska Mittuniversitetet, sum NVD samstarvar við um fjarlestur-skeið sum partur av KT-verkfrøði útbúgvingini, nú brúkar eina Moodle-skipan til fjarlesturin. Starvsfólk frá Mittuniversitetinum koma vantandi á vitjan á NVD í viku 45 fyrst í novembur mánaða.

Glið er við at koma á Bologna-arbeiðið á Náttúruvísindadeildini, og nú vera allar skeiðslýsingar fyri verandi skeið dagførdar smb. Bologna-leiðreglum um læruúrtøkur v.m.. Ein útbúgvingarprofilur fyri Lívfrøði er eisini gjørdur.

VEGLEIÐING

Síðani í vár hevur verið arbeitt við at fáa skipað eitt vegleiðaratoymið fyri Setrið. Nú er komið væl áleiðis og sett eru fýra lesandi á Setrinum, sum hava játtað at verða vegleiðarar. Les meira um hetta her.

PRÓVTØKUR

Endurpróvtøkur hava verið á Søgu- og samfelagsdeildiniu í vísindaástøði og eldri heimssøgu.

------------

Tilmeldingarfreistin til próvtøku á Føroyamálsdeildini var 1. okt., og 27 næmingar hava teknað seg til próvtøku.

FYRISITING

Skrivstovan á Føroymálsdeildini er stongd vegna heystfrítíð frá 15. oktober til 22. oktober.

------------

Kunnað verður um, at Fróðskaparsetrið hevur gjørt sáttmála við Festi Spf.  um leigu av hølunum hjá Østrøm. Avtalan fevnir um brúk av hølunum tveir dagar um vikuna, býttir eftir hesum leisti:

  • Leigutíðarskeiðini eru skipaði í modulir á fyrrapart, seinnapart og kvøld
  • Setrið leigar tveir dagar um vikuna her av er ein dagur á 3 modulir, sum kann flytast og skipast eftir tørvi, tá hølini eru tøk
  • Seinni dagurin er í samanhangandi modulum og er settur at vera hósdagur
  • Modul, ið møguliga eru óbrúkt, tá avtalutíðarskeiðið endar, verða flutt yvir í nýtt avtalutíðarskeið


Sáttmálatíðarskeiðið er frá 1. oktober 2012 til 30. juni 2013.

Fróðskaparsetrið kann heita á Festi Spf. um at gera hølini klár í sambandi við tiltøk, t.e. uppsetan av stólum og borðum.  Tað stendur Setrinum frítt at brúka hølini eftir tørvi. Festi er í løtuni í samráðingum við fyritøku um at reka café í niðaru hølunum. Festi hevur í hesum sambandi biðið um at ein serlig veitingarskrá verður gjørd við atliti til tey lesandi á Setrinum og hetta hevur fyritøkan, ið skal reka staðið, játtað. Somuleiðis kann Setrið frítt framleiga og /ella læna hølini út til aðrar stovnar í tann mun tørvur er á tí, tó skal Festi Spf. kunnast frammanundan.

Vónandi taka tey lesandi væl ímóti staðnum og gera tað til teirra, hetta fer uttan iva at bøta munandi um lestrartrivnaðin á Setrinum. Somuleiðis er avtalan ætlað deildunum sum hava plásstrot, hetta má tó samskipast, tí annars verður tað meira møði enn føði.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Á Søgu- og samfelagsdeildini ert Poula Lervig byrjað sum adjunktur í løgfrøði frá 1. oktober 2012.

------------

Frá Føroyamálsdeildini:
Sára Joensen á skrivstovuni er í farloyvi til 29. oktober. Ruth Johansen er fyribils sett at avloysa nakrar dagar um vikuna, til Sára kemur aftur.

Jógvan í Lon Jacobsen, lektari á Føroyamálsdeildini, var gestalærari í Bergen frá 18. til 25. september.  Hann undirvísti norskum BA- og MA-studentum í føroyskari málsøgu og føroyskari ljóð- og bendingarlæru. Henda undirvísing var partur av einum vesturnorðurlendskum skeiði, sum Helge Sandøy, professari, og Þorsteinn Indriðason, íslendskur lektari, skipaðu fyri.

Hósdagin 18. oktober er Jógvan í Lon boðin at halda fyrilestur á universitetinum í Bergen í sambandi við eitt hátíðarhald til minnis um tann kenda norska málvísindamannin Torleif Hannaas. Hetta hátíðarhaldið er á hvørjum ári, og siðvenja er at bjóða einum útlendskum málfrøðingi at halda ein fyrilestur. Í ár er Jógvan í Lon Jacobsen boðin at halda henda fyrilestur, sum hevur heitið "Språkvariasjon i moderne færøysk."

GRANSKING

 Í viku 39 hevði Føroyamálsdeildin vitjan av einum íslendskum málfrøðingi, Jóhannesi Gísla Jónsson. Hann var í Føroyum saman við tveimum lesandi av Háskólanum. Ørindi teirra vóru at kanna føroyskt mál. Eitt av tí, sum hevur teirra áhuga, er at kunna samanbera íslendskt og føroyskt. Tí hóast íslendskt og føroyskt eru lík á mongum økjum, so eru stórir munir teirra millum á nógvum økjum, serliga innan bendingarlæruna. Og tað eru hesir munir, sum íslendingarnir halda vera spennandi.

------------

Arbeitt verður við at gera eina samstarvsavtalu ímillum Fróðskaparsetrið og DTU um gransking innan varandi orku, aðrar orkukeldur og orkusparing. Í hesum sambandi vitjaði Hans Hvidfelt Larsen frá DTU Fróðskaparsetrið og aðrar stovnar í døgunum 24.-25. septembur. Fundir vóru m.a. hildnir við Náttúruvísindadeildina, SEV og Jarðfeingi. Uppskot til samstarvsavtalu ímillum DTU og Fróðskaparsetrið/NVD er gjørd.

ÚTGÁVUR

Hans Andrias Sølvará hevur grein í Frændafundi 7 við heitinum “Gudfrøðistreymar og trúarligar vekingarrørslur í Føroyum og Íslandi”. Frændafundur 7, Hugvísindastofnum, Reykjavík, 2012

Tríggjar av niðanfyri standandi greinum hjá Ólavi Christiansen eru endurútgivnar sum kapitlar í bók útgivin  í USA: Holton, J.A. & Glaser, B.G., Eds. (2012). The Grounded Theory Review Methodology Reader: Selected Papers 2004-2011. Mill Valley, CA: Sociology Press. 
Greinirnar hava hesar titlar:

  • The Literature Review in Classic Grounded Theory Studies: A methodological note. 
  • The rationale for the use of classic GT. 
  • A simpler understanding of classic GT and how it is a fundamentally different methodology. 

------------

Arne G. Kolbeinshavn, Poul Vestergaard, Øystein Patursson, Hannes Gislason, 2012. Rapid growth of farmed cod in sea cages in the Faroe Islands, Aquaculture 358–359, 224-233.
dx.doi.org/10.1016/j.aquaculture.2012.06.036

RÁÐSTEVNUR

Á verkætlanarfundi í Reykjavík í døgunum 10. til 12. September um “geografiskan mobilitet” í útnorði hittust samfelagsgranskarar og hagfrøðingar úr Noregi, Føroyum, Íslandi og Canada. Gestur Hovgaard luttók vegna Setrið. Les meira her

Gestur Hovgaard og Beinta Í Jákupsstovu
eru í hesum døgum á seminari í verkætlanini “Nordic-Baltic Small States (NBSS). Third International Workshop: Identity”. Seminarið er í Vilnius, Litaua. Har halda tey framløgu við heitinum “Born: In a semi-sovereign microstate. National identity: Multiple”.

Ása Róin hevði eina presentatión á ESA  Research Network 20 Midterm Conference in Lund, September 20-21, 2012. Heitið var: "Disclaiming and assuming responsibility: a discourse analysis of older women’s attitudes and their strategies for coping with urine incontinence in their daily living"

Durita D. Djurhuus, Sydnes M, Provan F, Stagsted J, Joensen H, Mikalsen S-O. A search for bioactive peptides in fish mucus. Poster at 19th International Symposium on Regulatory Peptides, 20-23 August 2012, Copenhagen, Denmark. Published in: Regulatory Peptides 177 (Suppl 1), S19, 2012.

SKEIÐ

Frá Søgu- og samfelagsdeildini:
Í viku 39 helt John Andresen, professari av Roskilde Universiteti, skeið í samfelagsplanleggini fyri 3. árslesandi á Sosialvísindi og samfelagsvísindi. Partur av skeiðnum var ein eskursión til Suðuroyar.

Í viku 41 byrjar skeiðið Nationalisma í lokalum og globalum høpi, sum Uffe Østergård, professari við Copenhagen Business School kemur at standa fyri. Uffe kemur til Føroya fríggjadagin 5. oktober.

Eisini fer Finn Laursen, lektari á Ålborg Universitet í viku 41 at hava skeið í Sosialvísindi fyri 3. árslesandi á Sosialvísindi og samfelagsvísindi.

------------

Í viku 43 kemur Jóhanna Barðdal, íslendskur málfrøðingur, at halda fyrilestur á Føroyamálsdeildini um eitt grammatiskt ástøði, sum kallast Construction Grammar, og sum snýr seg um, at tann grundleggjandi eindin í mállæru eru grammatiskir bygnaðir heldur enn smáar setningafrøðiliga eindir.

Jóhanna Barðdal granskar í fallnýtslu og øðrum líknandi fyribrigdum. Umframt at halda fyrilestur, fer hon eisini at undirvísa teimum lesandi í hesum slagnum av mállæru. 

------------

Í viku 39,  frá 23 sept. til og við 28 sept., var Sjúkrarøkarfrøðiskúlin vertur fyri Nordisk intensivkursus Nordkvist Netværk. Evnið var  “At liva eitt gott lív við diabetes”. Skeiðið var framúr gott eftirmett fyri fakliga innihaldið, sosiala lívið og karmarnar. Næsta skeið verður væntandi í Finnlandi um 2 ár.

TILTØK

Fleiri fyrilestrar verða á Føroyamálsdeildini í heyst. Háskúlin og Fróðskaparsetrið bjóða almennar fyrilestrar nøkur mánakvøld í heyst kl. 19.30 í Loftsstovu á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 16. Fyribils skráin er henda:

  • Mánakvøldið 08. okt. kl. 19.30: Páll Kunoy: "Skarðsbygd".
    Í fyrilestrinum greiðir Páll Kunoy frá bygdini á Skarði og orsøkunum til, at hon avtoftaðist. Tað hendi í 1919, tá ið tey seinastu skarðsfólkini rýmdu haðani.
  • Mánakvøldið 05. nov. kl. 19.30: Pól Jespersen: "Frá Thales til `Big-Bang´”.
    Fyrilesturin fer at snúgva seg um royndirnar seinastu 25. øldirnar at seta upp eina vísindaliga grundaða heimsmynd.
  • Mánakvøldið 12. nov. kl. 19.30: Jógvan D. Hansen: "Vesturlendska heimsmyndin í hugmyndasøguligum ljósi".
    Fyrilesturin fer at snúgva seg um, hvussu hugmyndin av alheiminum og okkara støðu í honum hevur ment seg til í dag. Nortið verður eisini við, hvønn týdning broyttar heimsmyndir hava á okkara sjálvsfatan.
  • Í viku 43 er íslendski professarin Sigurður Konráðsson á vitjan hjá Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hann arbeiðir á Kennaraháskóla Íslands og fer m.a. at halda almennan fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini: Mikudagin 24. oktober kl. 15.00: "Broytingar í nútíðar íslendskum".

------------

Seturskaféin við heitinum Fólkaheilsupolitikkur: forboðspolitikkur ella tilboðspolitikkur?, sum Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipaði fyri í vikuni á Østrøm, var væl vitjað. Eini 80 fólk luttóku. Les meira her.
Næstu ferð, sum verður 8. november, fer Søgu- og samfelagsdeildin at skipa fyri um evnið "Tórshavn sum universitetsbýur". Nærri kunning í næsta INNANSETURS og í kalendaranum.

------------

Trivnaðarnevndin kunnar um, at jólaveitslan 2012 verður í hølunum í Jónas Bronksgøtu 25, stovuhæddin, fríggjadagin 7. desember 2012. Kunna verður um klokkutíð seinni.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.
Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.
Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 31. oktober kl 11.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras