Skip to main content

Studentar vegleiða studentum

Komandi vegleiðarar, frá vinstru Bárður Ramsussen, BA-lesandi í søgu, Elisabeth Steinberg, BA-lesandi í stjórnmálafrøði og Gurðið Poulsen, BA-lesandi í føroyskum. Jóannis Iversen, sum lesur KT-verkfrøði væntar á myndini.
Fundur um komandi vegleiðaratoymið
Fundur um komandi vegleiðaratoymið

Nú fer lestrarvegleiðing eisini at vera tøk á Søgu- og samfelagsdeildini, Føroyamálsdeildini og Náttúruvísindadeildini. Fýra studentar fara at arbeiða sum studentalestrarvegleiðarar og hava viðtalu á deildini tveir tímar um vikuna.

Tey fýra Guðrið S. Poulsen, sum lesur føroyskt, Elisabeth Steinberg, sum lesur stjórnmálafrøði, Bárður Rasmussen, sum lesur søgu, og Jóannis Iversen, sum lesur KT-verkfrøði.

Endamálið við vegleiðingini er, at tey skulu hjálpa øðrum studentum at skilja hvussu útbúgvingin er skipað, um fakliga innihaldið, um námsskipan og skeiðslýsingar og annað tílíkt. Hugsanin er studentavegleiðararnir taka lut í kunning um útbúgvingarnar og eru við í innleiðslutiltøkum fyri nýggj lesandi. Sjálvandi vóna vit eisini, at tey saman við øðrum studentum skipa fyri tiltøkum og veitslum.

Studentavegleiðararnir fara at hava regluligt samband við Elisabeth Holm, sum samskipar vegleiðingina á Setrinum.

Lestrarvegleiðing hevur leingi verið á Námsvísindadeildini við Paulinu Poulsen og á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum við Johild Dulavík.

Ætlanin er at studentalestrarvegleiðingin byrjar 1. november. Kunnað verður seinni, hvar og nær studentalestrarvegleiðararnir eru at hitta.