Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar oktober 2013

INNGANGUR

So kom glið á Spekifyrilestrarnar og tann 23. oktober var tann fyrsti av eini røð av Speki fyrilestrum í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum. Hans Andrias Sølvará helt tann fyrsta fyrilesturin, sum hevði heitið "Tilboðið í 1906 – ein politisk myta verður til". Tann næsti fyrilesturin var 30. oktober, tá Jógvan í Lon Jacobsen frá Føroyamálsdeildini helt fyrilestur við heitinum "Skateboard ella rullifjøl?". Komandi mikukvøld 6. november verður tað Annemi L. Joensen frá Sjúkrarøktarfrøðideildini, sum fer at halda fyrilestur við heitinum "Almenn uppíblanding í privat viðurskiftir" og næst aftaná henni verður tað Kristianna Hammer, eisini av Sjúkrarøktarfrøðideildini, sum heldur fyrilesturin "Vón hjá kvinnum nýdiagnostiseraðar við undirlívskrabba", hetta mikukvøldið 13. november. Røðin av Speki fyrilestrum heldur áfram allan veturin.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 27 november kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 48.

ÚTBÚGVING

Tann 24. oktober vóru BA-lesandi á Føroyamálsdeildini útferð í Vágum, har ið tey kannaðu rúnasteinin, sum stendur í kirkjuni í Sandavági, og hugdu at yrkingini, sum Mikkjal á Ryggi høgdi niður í helluna í Hýsisá í Miðvági.

Tann 28. oktober vóru studentarnir á Skjalasavninum, har ið teir fingu høvið at lesa í Kongsbókini (tað er miðaldarhandritið, har ið Seyðbrævið er ein partur)  og fingu frágreiðing um bókina frá Sámali T.F. Johansen, landsskjalavørði. 

FYRISITING

Frá próvbókini um námskort
Av tekniskum ávum bar tíverri ikki til at prenta námskortini fyrst í oktober, sum ætlað.
Námskortini verða prentað so skjótt tekniski trupulleikin er loystur, vónandi innan ein mánaða, og verða tá at fáa á deildarskrivstovunum.

------------

Hósdagin 10. oktober 2013 var seinasta freist at at stilla upp til Ráð teirra lesandi (RTL). Av tí at ikki fleiri enn tveir persónar pr. deild VALDU at stilla upp, varð ikki skipað fyri vali, sí kunngerð. Tey sum umboða RTL eru hesi, býtt á deildir:

  • Sjúkrarøktarfrøðideildin
    Bergur A. Dalsgarð
    Elisabeth Anthoniussen
  • Námsvísindadeildin
    Bogi Hansen
    Eyðstein Ólason Poulsen
  • Søgu- og samfelagsdeildin
    Turid Christophersen
  • Føroyamálsdeildin
    Bjørg Dam        
  • Náttúruvísindadeildin
    Onki umboð
  • Stýrislimur umboðandi lesandi
    Vibeke á Botni (frá Námsvísindadeildini)


Hesari røddini hjá teimum lesandi, sum hevur verið saknað, fara vit við hesum at bjóða vælkomnari og ynskja góðan arbeiðshug.

------------

Kunning um bygnaðarbroytingar
Tillagingar av bygnaðinum hava verið leingi á veg. Nú er tíðin komin at seta í verk nýggja bygnaðin, sum varð kunngjørdur í juli mánað. Nógv góð hoyringssvar komu inn, áðrenn freistin var úti 30. september, og tey hava verið týðandi íkast í arbeiðið við nýggja bygnaðinum. Skjølini “Lýsing av starvsøki hjá útbúgvingarleiðara” og “Yvirskipaðar viðtøkur fyri lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya” hava verið til hoyringar hjá útbúgvingarleiðarum, sum koma at arbeiða á hesum starvsøkjum.

Les alt kunningarskrivið her

Hesi skjøl eru viðheft hesum kunningarskrivi:

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Stephen Leonard, sum er enskur málfrøðingur, er í Føroyum, her hann m.a. arbeiðir við purismu. Hann hevur arbeiðsstøð á Føroyamálsdeildini.

------------

Jóanes Jacobsen, Ph.D., er settur í starv sum adjunktur í búskaparfrøði á Søgu og samfelagsdeildini. Jóannes byrjar í starvinum 1. februar 2014.

Í viku 43 og 44 hevur Emma á Lofti Gren verið í starvspraktik á Søgu og samfelagsdeildini. Emma gongur í 9. flokki í skúlanum á Argjahamri.

Jens Christian Svabo Justinussen, adjunktur á Søgu og samfelagsdeildini, vardi 23. Oktober Ph.D. ritgerð við universitetið í Cambridge.

------------

Í sambandi við at vit hava miðsavnað fíggjarøkið, hevur verið neyðugt at søkt eftir einum bókhaldara.
Tá umsóknarfreistin var farin vóru 14 umsøkjarar til starvið. 4 umsøkjarar vóru til samrøðu, og fall valið á Rannvu í Króki. Rannvá er sett sum bókhaldari á Setursskrivstovuni frá 1. november 2013 at rokna.
Rannvá er 49 ára gomul og hevur starvast sum avloysari á Setursskrivstovuni seinasta árið.  

ÚTGÁVUR

Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur givið út bókina Frá tilboði til læknastríð. Søguvísindalig háttaløg, keldur og uppgávur, Fróðskapur, 2013.

RÁÐSTEVNUR

Tann 4. november kl. 19.00-21.30 skipar Søgu og samfelagsdeildin fyri seminari um verkætlanina “Broytingar í 1800-talinum”.
Talan er um eina verkætlan, sum er fíggjað av Granskingarráðnum, hvørs endamál er at gera eina heildarlýsing av teimum sosialu og búskaparligu kreftum, sum í 1800-talinum grundleggjandi broyttu Føroyar frá tradisjón til modernitet. Seminarið verður í Jónas Broncks gøtu 25, 4. Hædd, høli 1.

------------

Sissal Maria Rasmussen, ph.d. lesandi á Føroyamálsdeildini, hevur verið á ráðstevnu í samband við at Trygfonden hevur latið upp nýtt “Børneforskningscenter”, sí heimasíðu við nærri kunning her.
Luttakari á ráðstevnuni var millum annað Nobelprís móttakarin og professarin á University of Chicago, James J. Heckman.

------------

Institutionen för nordiska språk. Uppsala Universitet.
Mikudagin 30 oktober, kl. 14.15. Hjalmar Petersen: Faroese-Danish Language Contact. Processes and Outcome. Rum 16-2041. Sí meira í leinki.

SKEIÐ

Seinasta mánadag 28. oktober luttók Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini við fyrilestrinum "Integratiónsálitið, tann tvímælti og undervísing í føroyskum fyri útlendingar" á Symposium við heitinum "Grundleggjandi literasitetur fyri vaksin", sum Alfaráðið skipaði fyri á Østrøm. Les meira um Alfaráðið her.

TILTØK

Tann 25. oktober helt Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, fyrilestur við heitinum Uppreistur í Klaksvík fyri starvsfólkum hjá ríkisumboðnum.

------------

Tú, ílegukanningar og framtíðin – almennur fundur á Østrøm
Leygardagin 2. november kl. 14-18 skipa Føroya Lívfrøðingafelag, Føroya Fróðskaparfelag og Fróðskaparsetur Føroya fyri almennum kunningarfundi um ílegukanningar á Østrøm í Havn. Á fundinum verður ljós varpað á nakrar av teimum etisku spurningunum, sum stinga seg upp í sambandi við, at slíkar kanningar verða gjørdar. Les meira um tiltakið her

------------

Starvsfólkadagur
Aftur í ár verður skipað fyri felags starvsfólkadegi, har vit fara at hava ymiskt virksemi, fáa íblástur og hugna okkum saman. Tit eru øll innkallað í kalendaranum tann 8. november kl. 12, tá vit hittast í matstovuni á Námsvísindadeildini til ein lættan bita.
Freistin at svara er mánadagin 4. november kl. 12.
Les alla innbjóðingina her

------------

IELTS-roynd leygardagin 9. november.
9. november 2013 ber til at fara til ensku málroyndina IELTS, ið samsvarar við TOEFL-royndina. IELTS-royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja. Les meira um málroyndina her

------------

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 18. november kl 15 í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánaða og altíð kl 15.
Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

------------

Jólaveitsla
Skipað verður fyri jólaveitslu fyri starvsfólk á Setrinum fríggjakvøldið 6. desember 2013, Nærri kunning seinni, sí Árskalendarin

------------

Familjujólini á Setrinum
Skipað verður árliga fyri tiltaki á Setrinum kallað Familjujól. Her hittast starvsfólk við sínum børnum ella ommu- og abbabørnum til eina hugnaløtu við jólatræi og jólahugna. Í ár verða Familjujól sunnudagin 15.desember í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini frá 15 til 17.
Nærri kunning og tilmelding seinni, sí Árskalendarin

------------

Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum
Setið X í kalendaran beinanvegin !!! Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum verður á Sjúkrarøktarfrøðideildini hósdagin 19. desember frá 14 – 16, sí Árskalendarin

------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinkir.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 27. november 2013 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras