Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Nú heystið av álvara kom í luftina er aftur eitt INNANSETURS við kunning til starvsfólk og studentar á Setrinum. INNANSETURS er í fyrstu syftu send øllum starvsfólki á Setrinum, men sum áður kunnað er ætlanin, at lesandi eisini skulu melda seg til sum haldarar av kunningarskrivinum. So boða frá hesum millum tey lesandi. 

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. november 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 48.

ÚTBÚGVING

Biophilia undirvísingarskráin á Námsvísindadeildini
Í løtuni verður arbeitt við heilt nýggjum undirvísingarhættum á Námsvísindadeildini. Hesir undirvísingarhættir eru grundaðir á appina og tónleikaverkið Biophilia hjá Björk. Íslendingar hava gjørt nakrar royndir í íslendskum skúlum við hesi nýggju undirvísingarskrá, og tey hava serliga lagt seg eftir at samantvinna tónleik og náttúruvísindi.
Les alla kunningina her

------------

Tað hevur verið fastur táttur í málsøguundirvísingini á Føroyamálsdeildini at gera ein túr til Sandavágs at kanna rúnasteinin har. Hesin túrur varð gjørdur í oktober í ár, og tað var stórur áhugi at lesa hetta 800 ára gamla skjalið.

Føroyamálsdeildin er við í innleiðsluskeiðinum Fróðskaparhegni, vísindaástøði og siðalæra, sum Náttúruvísindadeildin skipar fyri. Undirvísari verður Jógvan í Lon Jacobsen.

PRÓVTØKUR

Føroyamálsdeildin hevur ásett próvtøkudagarnar fyri vetrarpróvtøkuna. Tvær vera í endanum á desember 2014, meðan allar hinar vera í januar 2015.

------------

Fyrsta próvtøkan á Søgu-og samfelagsdeildini í hesi lestrarhálvuni er tann 31. oktober, har tey lesandi í sosialvísindum og samfelagsplanlegging eru til próvtøku í Geographical Information System (GIS).

FYRISITING

Hesar mannagongdir er settar í gildið fyri Setrið, sí eisini heimasíðu:


------------

EURAXESS og viðurkenning av Charter & Code
Sum fyrsti granskingarstovnur í Føroyum hevur Setrið tann 27. oktober 2014 boðað ES-nevndini frá, at stovnurin tekur undir við Charter & Code, ið snýr seg um reglur og mannagongdir fyri granskarar og granskingarstovnar í Evropa.  Endamálið við Charter & Code, ið er stytting fyri ”The European Charter for Researchers and the Code of Conduct for the Recruitment of Researchers”, er at tryggja granskarum somu rættindi allastaðni í Evropa. Les meira um Charter & Code her. Við hesi fráboðan signalerar Setrið, at stovnurin ætlar at fylgja ásetingunum í hesum skjali. Fyrsta stigið í hesi tilgongd er, at stovnurin ger eina innanhýsis greining og samanber mannagongdir við ásetingarnar í Charter & Code. Hetta arbeiði er byrjað í miðfyrisitingini. Sí viðurkenningarbrævið á hesum leinki.
Arbeiðið við at skipa EURAXESS tænastuna, ið er samskipað av Granskingarráðnum, er komið væl áleiðis. Viðkomandi upplýsingar fyri granskarar, sum vilja koma til Føroya ella fara út í heim at granska, eru savnaðar inn og miðlaðar. Upplýsingarnar eru m.a. um skattaviðurskifti, uppihaldsloyvi og onnur praktisk viðurskifti í samband við at flyta til annað land. Eisini eru lýsingar av føroyska granskingarumhvørvinum gjørdar. Tilfarið er skipað í eina hondbók og ein portal á enskum og føroyskum. Portalurin liggur á www.euraxess.fo

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Jákup Reinert Hansen er settur í fyribilsstarv á Námsvísindadeildini, har hann skal undirvísa læraralesandi á linjuni í kristni.

------------

Í vetur verður Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini 1 ferð um mánaðin í máltáttinum: Orð um orð í Kringvarpi Føroya.

------------

Málstovan, sum hevur hildið til á Føroyamálsdeildini, síðan Málnevndin varð skipað í 1985, er nú flutt á loftið í Reinshúsum.

Zakaris Svabo Hansen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, var í døgunum 6.-9. oktober í Helsinki á arbeiðsfundi í ISLEX-orðabókaverkætlanini.

------------

Lau Blaxekjær á Søgu- og samfelagsdeildini luttekur sum "keynote speaker" á "The Sonlinc Summit for the energy sector in Denmark" 12. november 2014.
Les meira her

 

GRANSKING

Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini, hevur luttikið á workshoppini Social conditions for language change í Keypmannahavn.

------------

Jákup R. Hansen, lektari í kirkjusøgu á Søgu- og samfelagsdeildini, var tann 16. september á “forskerskole” í Lund tann 16. september, hetta um ekklesiologi (kirkjugransking), um kirkjuna í nútíðarsamfelagnum.

ÚTGÁVUR

Lau Øfjord Blaxekjær & Tobias Dan Nielsen (Lund University): "Mapping the narrative positions of new political groups under the UNFCCC", Climate Policy.
Published online: 17 October 2014.
http://dx.doi.org/10.1080/14693062.2014.965656
Les meira her

RÁÐSTEVNUR

Fyrst í september vóru 4 lærarar á Námsvísindadeildini á lærararáðstevnu í Nuuk í Grønlandi. Ráðstevnan snúði seg um, hvønn týdning mál (t.e. talaða málið og skrivaða málið) hevur í øllum lærugreinum.
Les nærri her

------------

Vár í Ólavsstovu, adjunktur á Námsvísindadeildini var 22. august á fundi í Ekspertgruppen Nordens Sprogråd í Keypmannahavn.

28. og 29. august var hon á Norðurlendskum málfundi í Stokkhólmi.

29. oktober var hon á fundi í Ekspertgruppen Nordens Sprogråd í Keypmannahavn.

------------

Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur í døgunum 21-24 oktober verið á “Small Island States” ráðstevnu í Keypmannahavn við heitinum “Island cities and Urban Archipelagos”. Lagt varð fram paper um "Entrepreneurs in Aquaculture" innan tema um "island dynamics".

Lau Øfjord Blaxekær á Søgu- og samfelagsdeildini hevur í vikuni 20-24 oktober verið á Global Green Growth Forum i København, fyriskipað av Undenrigsministeriet. Harafturat var hann á Copenhagen Sustainability Congress, fyriskipað av Københavns Universitet.

SKEIÐ

Tilboð til starvsfólk um telduskeið
Farið verður nú undir at bjóða starvsfólkum eina røð av telduskeiðum í Office 2010. Fyrsta skeiðið verður í Outlook, sum er teldupost- og kalendaraskipanin hjá Setrinum, ið er áløgd øllum starvsfólkum at brúka og halda viðlíka sum okkara fremsti samskiftismiðil.
Talan er um skeið á tríggjar tímar hvørt, sum vera hildin á Setrinum hvønn mikudag seinnapart í Ovastovu, so leingi áhugi er. Tummas Jacobsen frá felagnum Tukan fer at undirvísa. 12 luttakarar kunnu vera á hvørjum skeiði. Mikudagarnir, sum talan er um í fyrstu atløgu, eru:

  • 19. november
  • 26. november
  •   3. desember
  • 10. desember 
  • 17. desember


Tilmeldingar verða gjørdar eftir “først til mølle” prinsippinum og meldast kann til við at senda Lív ein teldupost á: livll(at)setur.fo. Viðmerkjast má, hvønn dato ynski er um at koma á skeið. Skeiðsluttakarar brúka egna teldu og tey sum hava Office 2007 á telduni, kunnu fáa Office 2010 lagt á telduna innan skeiðið, við í góðari tíð at venda sær til kt-deildina.

------------

Álku-skeið í Svøríki
Í viku 37 í ár luttóku tveir studentar av Námsvísindadeildini, Sonja Síminardóttir og Magnar K. Vang, og Mikkjal Mikkelsen, lærari, á einum vikulongum intensivskeiði, sum varð hildið í Svøríki. Hetta intensivskeiðið var 11. skeiðið í røðini, sum Nordplus-netverkið Álka skipaði fyri.
Les alla kunningina her

TILTØK

Skiftislestur fyri lesandi á Setrinum
Altjóða Skrivstovan skipar fyri kunnandi tiltaki um møguleikar fyri skiftislestri við lestri á Setrinum – í Norðurlondum ella longri burtur.
Tiltakið verður í Jónas Broncks gøtu 25, fríggjadagin tann 31. oktober 2014 frá kl. 15.00 til kl. 16.15
Les meira her

------------

Enn ber til at melda seg til ensku málroyndina IELTS, sum verður 8. november.
Les meira her

------------

Í ár verður jólaborðhaldið fyri starvsfólk á Setrinum fríggjadagin 5. desember, minst til at seta X í kalendaran.
Meira kunning kemur seinni. 

------------

Skipað verður aftur í ár fyri Familjujólum í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini. Hetta verður sunnudagin 14. desember kl. 15:00
Meira kunning kemur seinni.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 26. november 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras