Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Nú oktober mánaður fer at halla og heystið er av álvara kom í luftina er aftur eitt INNANSETURS við kunning til starvsfólk og studentar á Setrinum.

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa INNANSETURS her.

Kunningin í INNANSETURS fer at koyra eftir sama leisti sum áður, har kunningin fyri ein mánað verður savnað og send starvsfólkum og lesandi seinast í einum mánaðarskifti. Nærri kunning um mannagongdir er at finna í niðasta teigi "FRÁBOÐAN".

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. november kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 48.

ÚTBÚGVING

Seinasta mánaðin hava fleiri granskarar úr okkara grannalondum verið og undirvíst í sambandi við masterlæruna á Søgu- og samfelagsdeildini. Talan eru um Jørgen Elm Larsen, ið er lektari á Sociologisk Institut, Københavns Universitet. Hann hevur undirvíst um vælferðarsamfelag og fátækradømi. John Andersen, professari á ENSPAC, Roskilde Universitet, hevur undirvíst í aktiónsgransking og empowerment. Jørgen Amdam, professari í Volda Noregi, hevur undirvíst í planlegging. Kristian Delica, adjunktur frá Roskilde Universitet hevur undirvíst í sosialari innovatión og feltanalysu. Guðrið Weihe, sum starvast innan privatu vinnuna í Danmark, umframt okkara egna Beinta í Jákupsstovu (men starvast í Bodø), hava undirvíst innan politikk, almenna fyrisiting og alment-privat samstarv.

Nakrir av hesum granskarum hava eisini luttikið á almennum tiltøkum, Jørgen Amdam helt fyrilestur á Arkitektadøgunum um norsku planskipanina, og Kristian Delica helt fyrilestur á Býarbókasavninum um bókasøvnini sum lokal borgarahús, ein av týdningarmiklu sosialu innovatiónunum í Danmark seinastu árini.

------------

Hallbera F. West, stjórnmálafrøðingur og farin undir eina ph.d.-verkætlan, sum ber heitið "Lóggávutingið heldur skil á stjórnini - ein spurningur um fólkaræði og dygd". Hallbera hevur arbeiðspláss á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu. Vegleiðari hennara er Beinta í Jákupsstovu, dr.polit., adjungeraður lektari á Setrinum og 1. amanuensis á Høgskolen i Molde.
Fróðskaparsetrið, Aarhus Universitet og Granskingarráðið fíggja verkætlanina saman.

------------

Frá 20. til 28. oktober er ein íslendskur gestalærari á vitjan á Føroyamálsdeildini. Talan er um Guðvarð Má Gunnlaugsson, dosent á Stofnun Árna Magnússonar við Háskóla Íslands. Sambært námsskipanini skulu BA-lesandi taka skeið í tveimum norðurlandamálum og hjánámslesandi í einum norðurlandamáli. Skeiðið í íslendskum fyri BA-lesandi og hjánámslesandi á FøroyamálsdeildiniÍ er viku 43 og 44.

------------

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini eru eind 1, 5 og 9 um at vera lidnar, og lesandi fyrireika seg til próvtøkurnar, sum eru í viku 44. Lestrabyrjan á eind 2, 6, og 10 er 9. november. Vika 45 er lestrarfrí, tó so at onkur endurpróvtøka er.

VEGLEIÐING

Altjóða Skrivstovan er flutt oman í J.C. Svabos gøtu 7
Holger Arnbjerg er vanliga at hitta mánadag til fríggjadag millum kl. 10 og kl. 15 (mikudag kl. 10-18). Altjóða Skrivstovan gevur vegleiðing til lesandi. Hon er partur av lestrarskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum, sum er í gulu húsunum í J.C. Svabos gøtu 7, har ASK heldur til í kjallaranum. Til ber eisini at ringja ella skriva teldupost og avtala aðra tíð; tað kann vera ein fyrimunur, tí so ber til at fyrireika svarið til júst tín fyrispurning.
Tá ið tit skriva og biðja um vegleiðing, hjálpir tað, um tit siga eitt sindur um tykkum sjálvi, eisini er gott, um tit skriva telefon og bústað, so ASK kann senda tykkum møguligt tilfar ella koma í samband við tykkum. ASK er eisini á Skype.

------------

Umleið 100 fólk, ið umboða ymsar útbúgvingarstovnar, myndugleikar, fakfeløg, áhugafeløg o.o., vóru á seminarinum um vaksnamannaútbúgving (VÚ), ið varð fyriskipað av NVL – norðurlendskum netverki fyri vaksnamannalæru 29. september. Á seminarinum varð ljós varpað á vaksnamannalæru og VÚ í breiðari merking. Yvirskipaða endamálið var at varpa ljós á VÚ-økið í Føroyum, sum tað sær út í dag, lýst úr ymsum sjónarhornum. Eisini varð um, hvussu vit fáa tikið fyrstu stigini til at fyrireika og seta á stovn eina skipaða vaksnamannaútbúgving, ið byggir á hugsjónina um lívslanga læru (LLL). Málbólkurin, ið serliga varð havdur í huga, vóru tilkomin, ið ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan, tilkomin við tørvi á førleikamenning, tey, ið detta niðurímillum verandi skipanir og tann breiða fjøldin av arbeiðstakarum, ið hava ringast við at fóta sær á einum arbeiðsmarknaði, sum setir vaksandi krøv til útbúgving, førleikamenning og fakligheit.
Les meira her

PRÓVTØKUR

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini er próvtøkan í Eind 1: Anatomi, lívvirkis- og lívevnafrøði verður fríggjadagin 30. oktober. Eind 5: Lesandi eru liðug við kliniska tíðarskeiðið í grundleggjandi sjúkrarøkt 30. oktober. Tey hava verið á ymiskum somatiskum sjúkrahúsdeildum. Eind 9: Tey lótu inn skrivliga uppgávu 21. oktober. Síðani hava tey arbeitt við heilsuátøkum og hava framløgu mikudagin 28. oktober frá kl. 8 – 12.

FYRISITING

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:


Nýggjastu stýrisfundarfrágreiðingarnar:


------------

Studentavirksemið og ein partur av Søgu- og samfelagsdeildini flyta í Fr. Petersens gøtu 9
Fróðskaparsetrið hevur í eina tíð leigað høli í Bókbindaragøtu, har vísindastarvsfólk á Søgu- og samfelagsdeildini hava havt arbeiðspláss síni, og tey lesandi á øllum setrinum hava havt gott pláss til virksemið sítt. Eitt nú hava Ráð teirra lesandi og MFS hava eisini havt skrivstovur sínar har. Hetta leigumálið varð sagt upp, og Setrið má flyta úr hølunum tann 1. november. Í staðin hevur Setrið leigað ognina hjá Tórshavnar kommunu á horninum Fr. Petersens gøtu og J. Paturssonar gøtu, har tað er klárt at flyta inn.
Á SSD harmast tey um, at starvsfólk á deildini mugu flyta. Roynt hevur verið at fáa teimum í Bókbindaragøtu innivist á í Jónas Bronks gøtu. Eitt nú eru bøkurnar á  fyrstu hædd fluttar út í Fr. Petersens gøtu, og tað hølið gjørt til opið arbeiðshøli hjá vísindaligu hjálparfólkunum, ph.d.-lesandi og øðrum. Tað hevur tíverri kortini ikki borið til at fáa øllum nøktandi høli í Jónas Broncks gøtu. Starvsfólkahópurin á báðum deildunum, SSD og SFD, økist í heilum, og har er snøgt sagt ikki rúm fyri øllum longur.
Tí flytur Bárður Larsen inn í skrivstovuna á triðju hædd við síðuna av Gesti. Og teir fýra búskaparfrøðingarnir, Jóannes, Hermann, Hans og Ólavur flyta út í Fr. Petersens gøtu, har teir fáa skrivstovur á aðru hædd.
Bøkurnar hjá SSD og SSF eru settar upp í veghæddini í Fr. Petersens gøtu og verða atkomiligar eins og áður. Bókavørðurin fær eitt arbeiðspláss har, eins og prent/kopi- og skannimaskina og internet verða sett upp.
Tey lesandi, Ráð teirra lesandi og MFS fáa veghæddina og kjallarahæddina at hava til bólkarúm, skrivstovur, borðtennis og annað.

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Rannvá Dávadóttir er sett í starv sum skrivari á lestrarskrivstovuni. Rannvá er cand.linc.merc í enskum og samskifti frá Copenhagen Business School (ein víðarimenning av gomlu korrespondenutbúgvingini) og hevur harumframt starvsroyndir innan fyrisiting, kunningartøkni og samskifti á fleiri málum, m.a. sum skrivari í Trygd og Sendistovu Føroya í London. Rannvá kemur úr einum starvi sum dagligur leiðari hjá Mariu Poulsen Búnýti.
Rannvá byrjar í starvinum 1. januar 2016.

------------

Herálvur Joensen, stýrisformaður og Sigurð í Jákupsstovu, rektari hava fríggjadagin 9. oktober skrivað undir avtalu um at leingja setanina hjá rektaranum við trimum árum, soleiðis at hon ístaðin fyri at fara úr gildi 31. august 2016 fer úr gildi 31. august 2019. Sigurð í Jákupsstovu tók við starvinum sum rektari fyri Fróðskaparsetur Føroya tann 1. september 2011.

ÚTGÁVUR

Firouz Gaini hevur, saman við Ester Áarskarð (granskingarhjálparfólk), staðið fyri tí føroyska partinum av kanningini handan nýggja norðurlendska frágreiðing um ungdóm, sum kallast Nordic Arctic Youth Future Perspectives. NORDREGIO (Nordic Centre for Spatial Development) er útgevari. Anna Karlsdóttir og Leneisja Jungsberg eru ritstjórar.
Les meira her

------------

Magni Mohr hevur í samstarvi við granskarar úr Danmark, Sveits og Katar almannakunngjørt nýggja vísindaliga grein í tíðarritinum European Journal of Applied Physiology og ber heitið “Muscle variables of importance for physiological performance in competitive football”. Greinin kannar hagfrøðiliga sambandið ímillum virknið í vøddaevnisskiftisenzymum, vøddaproteinnøgd (t.d. jon-flutningsprotein) og vøddafipurtypuslagi og so ymiskt mát fyri kropslig avrik í fótbóltsdystum.
Les meira her

------------

Ása Jacobsen, sum er ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya og granskari á Fiskaaling hevur skrivað forvitnisliga grein saman Jonhardi Eysturskarð, granskara á Fiskaaling, og Hóraldi Joensen, lektara á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Í greinini verður staðfest, at blóðrestir og innvølisrestir í kruvdum laksi elva til rivur (Mynd 1) og skerdan fastleika í laksaflaki. Greinin er prentað í altjóðað vísindaliga tíðarritinum Aquaculture Research. Granskingarráð Føroya og Fiskivinnuroyndir hava stuðlað ph.d.-verkætlanini fíggjarliga.
Les meira her

RÁÐSTEVNUR

Í døgunum 20. og 21. oktober luttók Lau Blaxekjær frá Søgu- og samfelagsdeildini í Global Green Growth Forum (3GF) í Keypmannahavn. 3GF helt eina fyrireikandi verkstovu fyri verandi og nýggj altjóða alment-privat samstørv við serligum denti á grønan vøkstur. Lau fasiliteraði tvær av setunum, ið hvør hevði trý samstørv. Verkstovan varð fyriskipað av 3GF undir Danska Uttanríkisráðnum. Samstarvið millum Fróðskaparsetrið og 3GF er stovnað ígjøgnum granskingarætlanina, Green Growth Dialogue, sum Lau samskipar.

---------------

Lau Blaxekjær frá Søgu- og samfelagsdeildini er við sum luttakari, tá pallborðið um veðurlagið (klimapanelet) í komandi døgum fer at blogga um veðurlagspolitikk og COP21 samráðingarnar. Av øðrum, sum fara at luttaka í blogginum eru Martin Lidegaard, greinarar frá Dansk Energi, Dansk Industri, Greenpeace, FN Forbundet og vindmøllesektoren.
HER er leinki til blogguna

--------------

Á norðurlendskari ráðstevnu hjá Nordic Marcé Society tann 7. og 8. september luttók Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini, við postara um aðra av kvalitativu kanningunum í ph.d.-verkætlan síni, Women’s perceptions of screening for postnatal depression in a small-scale society. Nordic Marcé Society er ein norðurlendsk grein av altjóða felagsskapinum Marcé Society, hvørs endamál er at styðja og miðla gransking innan sálarliga partin av tíðini áðrenn, undir og eftir barnsburð, bæði hjá kvinnuni, makanum og barninum.

SKEIÐ

Tann 1. september skipaði Anna Sofía Fjallheim, ph.d.-lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini, fyri fakligum seminari um barnsburðartunglyndi. Úr Onglandi var komin John Cox, professari emeritus og mennari av screenings-amboðnum EPDS (Edinburgh Postnatal Depression Scale) at hava seminarið. Seminarið var ætlað starvsfólki, sum til dagligt arbeiða við identificering og viðgerð av kvinnum, ið fáa barnsburðartunglyndi.

TILTØK

Tann 1. september skipaði Anna Sofía Fjallheim, ph.d.-lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini, fyri fakligum seminari um barnsburðartunglyndi. Úr Onglandi var komin John Cox, professari emeritus og mennari av screenings-amboðnum EPDS (Edinburgh Postnatal Depression Scale) at hava seminarið. Seminarið var ætlað starvsfólki, sum til dagligt arbeiða við identificering og viðgerð av kvinnum, ið fáa barnsburðartunglyndi.

------------

Á várið 2015 heitti Norðurlandahúsið á Fróðskaparsetur Føroya um at fara undir at skipa fyri almennum fyrilestrum, ið viðgera aktuell evni, sæð frá einum akademiskum sjónarhorni. Nú er samstarvið formliga komið í lag. Avtala er gjørd um, at fyrilestrar verða einaferð um mánaðin í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Ætlanin er at fáa spennandi granskarar og onnur at kunna almenningin um ymisk tíðarhóskandi og viðkomandi evni hjá borgaranum. Fyrilestrarrøðin hevur fingið heitið VITSKA.

Annar fyrilestur verður týskvøldið 3. november, kl. 19.30, í Skálanum í Norðurlandahúsinum. Hesaferð verður tað Árni Bragason, stjóri á NordGen, sum fer at halda fyrilestur um arbeiðið hjá NordGen, sum er ein felagsskapur undir Norðurlandaráðnum, ið arbeiðir fyri at framtíðartryggja ílegumargfeldið hjá djórum og plantuvøkstri í Norðanlondum. Meira kunning HER

------------

Komandi fríggjadag 23. oktober luttekur Lau Blaxekjær frá Søgu- og samfelagsdeildini í einum pallborðskjaki á FaroExpo. Evnið fyri ráðstevnuna í ár er Føroyskt uttanlands og útlendskt í Føroyum.
Les meira her

------------

Føroysku sendistovurnar í Brússel, Keypmannahavn, London og Reykjavík taka væntandi inn starvslesandi komandi hálvár. Tað ber tíverri ikki til at gerast starvslesandi í Moskva hesaferð. Umsøkjarar eru vælkomnir at seta seg í samband við sendistovurnar um møguligar arbeiðsuppgávur og áhugamál, áðrenn umsóknin verður send. Umsóknarfreistin til at gerast starvslesandi á vári 2016 er 26. oktober 2015.
Les meira her

------------

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2015
Les meira her

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:

Staff and Faculty north2north exchange funding call :
Staff and Faculty north2north exchange funding available from and to Danish, Greenlandic and Faroese to other north2north members of UArctic. Apply by October 30.
INFO here

Student north2north call:

UArctic’s north2north program launches a third call for scholarships for students at all levels of higher education (Bachelor’s, Master’s and PhD). The scholarships can be used for student exchanges for spring 2016 or short time exchanges, conference participation and field schools with northern and arctic focus. Application deadline October 30.
INFO here

------------

IELTS test
Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 31. oktober. Nærri kunning seinni her og hjá ask(at)setur.fo

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 25. november. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen, Kristianna Lund Dam og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

------------

Aftur í ár skipar Sjúkrarøktarfrøðideildin fyri hugna fyri starvsfólki á Setrinum við gløgg og køkum. Hetta verður fríggjadagin 18. desember frá kl. 14 til kl. 16 í Kantinuni í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25
Nærri kunning her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 25. november 2015 kl. 12.

Ritstjóri á INNANSETURS

Anna Katrin Matras