Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Seinastu tveir mikudagarnar hava upptøkur verið gjørdar til eina komandi fyrilestrarrøð í Sjónvarpinum av Spekifyrilestum. Avtala er gjørd við Kringvarpið um, at vísindafólk á Setrinum halda fyrilestrar uppá uml. 20 minuttir, sum verða sendir eina ferð um vikuna, frá fyrst í november mánaða.
Nýtt umfar av upptøkum verður í januar mánaða, og verða fyrilestrar til hesar upptøkur fyrireikaðir nú. Tit, ið vilja luttaka, eru vælkomin at seta tykkum í samband við Onnu Katrin Matras, samskiftis- og kunningarfólk á tlf 292517 ella á annakm(at)setur.fo.

Vit fara eisini at minna øll  fulltíðarlesandi á Setrinum á, at val til Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróðskaparsetri Føroya verður mikudagin 23. og hósdagin 24. oktober 2013. Seinasta freist at at stilla upp til valið til RTL er hósdagin 10. oktober 2013, les nærri kunning um hetta undir tiltøk her í tíðindabrævinum.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 30 oktober kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 44.

ÚTBÚGVING

Á Føroyamálsdeildini verður arbeitt við at gera lestrarskránna fyri várið 2014 klára. Vit vóna at kunna bjóða eini 4, kanska 5, evni út til várs og fáa helst brúk fyri uttanseturslærarum.

------------

Jógvan í Lon Jacobsen, lektari á Føroyamálsdeildini, var gestalærari á universitetinum í Bergen frá 16.-19. september, har ið hann undirvísti í føroyskari málsøgu, fonologi, morfologi og tekstalestri sum part av einum skeiði í vesturnorrønum. Til undirvísingina í málsøgu vóru eini 40-50 lesandi, av tí at tað bæði vóru lesandi á støðis og á framhaldi, meðan talið til hinar tímarnar lá um 10-12. Uppihald og ferð verður goldið av Nordliks.

------------

Í vikuskiftinum 14.-15. september vóru umboð fyri Ilisimatusarfik (Universitetið í Grønlandi), Universitetið á Akureyri, Háskóla Íslands og Norland Universitetið í Bodø í Føroyum og arbeiddu saman við umboðum fyri Fróðskaparsetur Føroya við nýggjari felags masterútbúgving, sum hevur fingið heitið West Nordic Studies. Arbeiðsdagarnir vóru í Klaksvík og í Havn. Eftir ætlan skulu tey fyrstu lesandi takast upp á nýggju útbúgvingini á heysti í 2014. Sigurð Í Jákupsstovu, Hans Andrias Sølvará og Jens Chr. S. Justinussen luttóku fyri Fróðskaparsetrið.

------------

Undirvísingarkalendarin fyri Náttúruvísindadeildin er klárur og sæst her

VEGLEIÐING

Studentavegleiðingin og viðtalutíðir
Lesandi eru vælkomin at seta seg í samband við studentavegleiðarar, ið fegnir taka eitt prát, stuðla og vegleiða í spurningum, ið hava við lestrarviðurskifti at gera. Øll vegleiðing fer fram í trúnaði.
Samband fæst við studentavegleiðaran á deildini við at venda sær til vegleiðaran í viðtalutíð, skriva ella ringja til:

  • NVD-studvegl(at)setur.fo, tel. 352555, viðtalutíðir á Náttúruvísindadeildini:
    • týsdagar kl. 10.00 – 12-00
    • hósdagar kl. 13.00 – 15.00
  • SSD-studvegl(at)setur.fo , tel. 352581 viðtalutíðir á Søgu- og samfelagsdeildini:
    • mánadagar kl. 10.00 – 12.00
    • týsdagar kl. 13.00 – 15.00
    • hósdagar kl. 13.00 – 15.00
  • FMD-studvegl(at)setur.fo , tel. 352525 viðtalutíðir á Føroyamálsdeildini:
    • týsdagar kl. 10.30 – 12.30 og sambært avtalu.

GG. Telefonin svarar bert í viðtalutíð.

------------

Lestrarvegleiðingin á Føroyamálsdeildini, sum higartil hevur hildið til í Reinshúsum, flytur inn á Føroyamálsdeildina, nú Málstovan flytur inn í Reinshús.  Tað verður vónandi avgreitt eina ferð í oktober.

PRÓVTØKUR

Endurpróvtøkurnar á Føroyamálsdeildini verða í oktober.

FYRISITING

------------

Val til Ráð teirra lesandi (RTL) á Fróðskaparsetri Føroya
Skipað verður fyri vali til Ráð teirra lesandi (RTL) mikudagin 23. og hósdagin 24. oktober 2013 á øllum deildum á Setrinum. Í RTL verður valt eitt umboð og eitt varaumboð frá hvørjari deild:

• Føroyamálsdeildin (FMD)
• Námsvisindadeildin (NÁD)
• Nátturuvisindadeildin (NVD)
• Sjúkrarøktarfrøðideildin (SFD)
• Søgu- og samfelagsdeildin (SSD)

Øll fulltíðarlesandi á Setrinum hava valrætt og valbæri til RTL.Tey, ið ynskja at stilla upp, sum umboð, boða lestrarvegleiðaranum á deildini frá í seinasta lagi hósdagin 10. oktober.

Sí nærri kunning um valið her

------------

Fróðskaparsetur Føroya eftirmetast
Fróðskaparsetur Føroya verður nú eftirmett av uttanhýsis serfrøðinganevnd, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur sett. Frágreiðing verður eftir ætlan liðug á heysti 2014.
Í lógini um Fróðskaparsetur Føroya er ásett, at landsstýrismaðurin skal skipa fyri eftirmeting av Fróðskaparsetri Føroya, og at uttanhýsis serfrøði skal gera eftirmetingina. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at ein slík uttanhýsis eftirmeting verður gjørd. Arbeiðið verður gjørt í samstarvi við leiðsluna á Fróðskaparsetrinum.
Serfrøðinganevndin hitti landsstýrismannin á fundi mánadagin 30. september, og týsdagin 1.oktober var nevndin á vitjan á øllum deildum á Fróðskaparsetrinum.
Tey, ið manna serfrøðinganevndina eru: Linda Nielsen, professari, dr.jur. Københavns Universitet, Jón Torfi Jónasson, professari, PhD. Háskóli Íslands og Jürg Glauser, professari, University of Zürich. Mentamálaráðið fer at veita nevndini skrivarahjálp í sambandi við arbeiðið.
Serfrøðingarnir skulu meta um virksemið á Fróðskaparsetrinum í síni heild við serligum denti á útbúgving.  Tey fáa fríar teymar at meta um øki, ið tey sjálv halda hava týdning fyri ein útbúgvingar- og granskingarstovn, sum skal virka á altjóða støði.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Mirjam Joensen er sett sum granskingarhjálpari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 1. oktober 2013. Mirjam er sett í tíðaravmarkað starv til 1. oktober 2014. Hon skal vera partur av verkætlan um "Føroyar í 1800-talinum", sum er fíggjað av Granskingarráðnum.

Súsanna Olsen er sett í starv sum námslektari á Søgu- og samfelagsdeildini frá 1. november 2013. Talan er um tíðaravmarkað starv – fyribils til 1. november 2014.

Erika Hayfield
er sett í starv sum adjunktur í samfelagsvísindum á Søgu- og samfelagsdeildini frá 1. januar 2014.

ÚTGÁVUR

Hans Andrias Sølvará, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini: Uppreistur í Klaksvík – læknasetanin sum elvdi til uppreistur. Fróðskaparrit 60, Fróðskapur 2013.

Kári á Rógvi,
lektari á Søgu- og samfelagsdeildini: Felagsverklóg – foroyskur kollektivur arbeiðsrættur. Fyribilsútgáva. Fróðskaparsetur Føroya, 2013

RÁÐSTEVNUR

Symposium um grundleggjandi literasitet
Mánadagin 28. oktober verður ráðstevna um integratión, frálæru og grundleggjandi literasitet. Tiltakið, ið verður á Østrøm, er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku. Tilmelding fer fram við at senda ein t-post til elisabethh(at)setur.fo, har tygum upplýsa navn og arbeiðsstað (t.d. deild ella stovn). Freistin at boða frá luttøku er hósdagin 24. oktober kl. 12.00.
Sí nærri kunning og skrá her

-----------

Bergur Djurhuus Hansen luttekur í døgunum 2. – 4. oktober á ráðstevnu hjá “Netværket Nordisk Modernistisk Lyrik” á universitetinum í Göteborg. Evnið á ráðstevnuni í ár er “Køn og lyrik”. Bergur heldur fyrilestur við heitinum: “Køn og krop i digte af Tóroddur Poulsen, Olga Ravn og Sissal Kampmann”.

SKEIÐ

20. og 21. september var ársfundurin hjá Nordkurs hildin í Stokkhólmi.
Sum ábyrgdari fyri Nordkurs í føroyskum var Jógvan í Lon Jacobsen á fundinum í Stokkhólmi. Á ársfundinum vórðu skeiðini í 2013 eftirmett, samstundis sum støða varð tikin til, hvørji skeið verða hildin í 2014. Studentarnir vóru yvirhøvur væl nøgdir við skeiðið í Føroyum, og í 2014 verður aftur skeið í føroyskum. Umleið 200-250 norðurlendskir studentar taka lut á onkrum av teimum mongu summarskeiðunum, sum verða fyriskipað í Norðurlondum. Tríggir føroyskir studentar vóru á summarskeiði í summar: tveir í Århus og ein í Stokkhólmi. Skeiðini verða fíggjað av Norðurlendska ráðharraráðnum. 

TILTØK

Næsti fundur í Vísindamót verður mánadagin 21. oktober kl 15 í Jónas Broncks gøtu 25, stovuhæddin. Avtalað er, at fastir fundir liggja 3. mánadag í hvørjum mánaða og altíð kl 15.
Sí eisini lóg fyri Vísindamót, viðtikin á fundi 10. juni 2013

------------

Starvsfólkadagur
Skipað verður fyri starvsfólkadegi fyri starvsfólk á Setrinum fríggjadagin 8. november 2013. Skrá og nærri kunning seinni, sí Árskalendarin

------------

Jólaveitsla
Skipað verður fyri jólaveitslu fyri starvsfólk á Setrinum fríggjakvøldið 6. desember 2013, Nærri kunning seinni, sí Árskalendarin

------------

Familjujólini á Setrinum
Skipað verður árliga fyri tiltaki á Setrinum kallað Familjujól. Her hittast starvsfólk við sínum børnum ella ommu- og abbabørnum til eina hugnaløtu við jólatræi og jólahugna. Í ár verða Familjujól sunnudagin 15.desember í samkomuhøllini á Námsvísindadeildini frá 15 til 17.
Nærri kunning og tilmelding seinni, sí Árskalendarin

------------

Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum
Setið X í kalendaran beinanvegin !!! Gløgg fyri starvsfólk á Setrinum verður á Sjúkrarøktarfrøðideildini hósdagin 19. desember frá 14 – 16, sí Árskalendarin

------------

Í komandi ári eru hesir merkisdagar settir inn í árskalendaran, sí leinkir.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 30. oktober 2013 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras