Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Eftir ein steðg við kunningini í INNANSETURS, verður hesin táttur nú uppafturtikin og koyrt verður eftir sama leisti sum áður, har kunningin fyri ein mánað verður savnað og send starvsfólkum mánaðarskiftið eftir. Nærri kunning um mannagongdir er at finna í niðasta teigi "FRÁBOÐAN".

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa INNANSETURS her.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. oktober 2014 kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 44.

ÚTBÚGVING

í viku 40 og 41 skipar Føroyamálsdeildin fyri skeiði í svenskum fyri føroysklesandi á fyrsta og øðrum ári við svenskum gestalærara.

Frá lestrarársbyrjan til heystfrítíðina hevur tann íslendski bókmentafrøðingurin Soffía Auður Birgisdóttir skeið í norðurlendskum samtíðarbókum fyri BA- og MA-lesandi á Føroyamálsdeildini.

------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini eru tikin inn tilsamans 56 nýggj lesandi, 15 í søgu, 16 í politikki og umsiting og 25 í sosialvísindi og samfelagsplanlegging.

VEGLEIÐING

Silja Poulsen, studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini, er á vegleiðaraskeiði í Danmark í viku 40.

PRÓVTØKUR

í viku 39 fingu 11 lesandi prógv á Føroyamálsdeildini, 9 BA’arar, ein MA’ari og ein, sum hevur lisið samansett MA.

------------

18 hava í summar tikið prógv á Søgu- og samfelagsdeildini, 5 í Søgu, 5 í Politikki og umsiting, og 8 í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging.

Jens Christian Svabo Justinussen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, leyk ph.d. við samfelagsfrøðideildina (Faculty of Human, Social, and Political Science) á University of Cambridge í Onglandi. Ritgerðin Sustainable Management – a Question of Time, snýr seg um føroyska fiskivinnuumsiting og viðger spurdómin, hví tað verður ovurfiskað í Føroyum. Opponentar vóru Peter Dickens, Dr. Phil, University of Cambridge og Jesper Raakjær, ph.d., Innovative Fisheries Management (IFM), Aalborg Universitet.

FYRISITING

Próvbókin
Í eina tíð hevur verið mett, at próvbókin sum amboð ikki hevur verið tíðarhóskandi í mun til tørvin hjá Setrinum. Leiðslan hevur tí tikið avgerð um at byrja eina verkætlan, ið skal lýsa tørvin á eini tíðarhóskandi skrásetingar- og góðskutryggingarskipan fyri Setrið. Verkætlanin skal lýsa fyrimunir og vansar við at menna próvbókina og fyrimunir og vansar við útvaldum skipanum, sum eru í nýtslu á øðrum universitetum. Úrslitið av verkætlanini skal vera eitt fullgott grundarlag undir eini avgerð um, hvør er tann rætta framtíðartryggja loysnin á eini skrásetingar- og góðskutryggingarskipan fyri Setrið.
Arbeiðið verður skipað sum ein verkætlan við tí, sum hartil hoyrir. Arbeiðs-, tíðar- og kostnaðarætlanir verða lagdar, sum lýsa, hvussu allir brúkarabólkar á Setrinum verða tiknir við og hoyrdir. Meira kunning kemur, tá lýsingin av verkætlanini er klár. Partur av endurskoðanini er at gera tilmæli um, hvar í bygnaðinum skipanin skal liggja.

------------

Nýggjastu leiðslufundarfrágreiðingarnar:

------------

Nýggjastu stýrisfundarfrágreiðingarnar:

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Starvsfelagar sum fara úr starvi
Elly Ejdesgaard Hansen, skrivari á NVD, hevur sagt seg úr starvi frá 1. november. Vit takka Elly fyri dygdargóða tænastu og ynskja henni blíðan byr framyvir.
Randi Durhuus, próvbókaleiðari, segði seg úr starvi frá 1. oktober. Vit takka Randi fyri dygdargóða tænastu og ynskja henni blíðan byr framyvir.

Nýggir starvsfelagar
Lív Lützen byrjaði á Setursskrivstovuni 28. august. Lív er 30 ára gomul, hevur skrivstovuútbúgving, sum hon tók á Smyril Line, har hon lærdi. Ætlanin var, at Lív skuldi hjálpa til og taka sær av fyrifallandi uppgávum á Setursskrivstovuni. Nú Randi Durhuus hevur sagt seg úr starvi, er setanin hjá Lív longd fram til 1. mars, ímeðan arbeitt verður fram ímóti at lýsa ymisk virkisøki á Setursskrivstovuni nærri, áðrenn nýtt fólk verður sett í starv.

------------

Jógvan í Lon Jacobsen, lektari á Føroyamálsdeildini, var gestalærari á universitetinum í Bergen í viku 38.

------------

Ben Singleton, ph.d. lesandi við Örebro Universitet í Svøríki, er í løtuni gestalesandi á Søgu- og samfelagsdeildini, hetta fram til 4. oktober. Ben granskar í viðurskiftinum millum vísindi og hvalaveiðu, og ger í hesum sambandi eina røð av viðtalum meðan hann er her.

Gestur Hovgaard, lektari á  Søgu- og samfelagsdeildini, var 26. september opponentur til ph.d. ritgerð um Vestnorðurlendska EU-skeptisismu. Ritgerðin varð vard við Háskóla Íslands.

Karin Dahl er 1. oktober sett sum hjálparfólk á skrivstovuni á Søgu- og samfelagsdeildini, hetta 10 tímar um vikuna, hetta fram til árslok.

Tann 1. september tók Jens Christian Svabo Justinussen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, við sum útbúgvingarleiðari fyri útbúgvingarnar Sosialvísindi og Samfelagsplanlegging og Politikk og Umsiting.

Lau Øfjord Blaxekær, ið er kandidatur í Statskundskab og í nærmastu framtíð skal verja sína ph.d. ritgerð við Københavns Universitet, er settur í 1 ár til at taka sær av felags vesturnorðurlendsku útbúgvingini í Governance and Sustainable Management. Hann er staðsettur á Søgu- og samfelagsdeildini.

ÚTGÁVUR

Gestur Hovgaard, Beinta í Jákupsstovu og Hans A. Sølvará hava redigerað bókina Vestnorden, nye roller i det internationale samfund. Í bókini eru greinar frá starvsfólki á Søgu- og samfelagsdeildini, umframt á fleiri norðurlendskum universitetum.

RÁÐSTEVNUR

Sissal M. Rasmussen, ph.d. lesandi á Føroyamálsdeildini, var á ráðstevnuni 13th International Congress for the Study of Child Language í Amsterdam eina viku í juli.

Á norðurlendskum málfundi í Stockholmi 28. og 29. august var javnsett málnýtsla serliga viðgjørd. Hjalmar P. Petersen á Føroyamálsdeildini er umboð Setursins í arbeiðsbólki hjá Norðurlendska ráðharraráðnum, sum arbeiðir við javnsettari málnýtslu. Sí meira um hetta: http://setur.fo/tidindi/javnsett-malnytsla/newspointer/1/

------------

Tann 8 september luttók Jens Christian Svabo Justinussen, adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini, á einari verkstovu í Bergen um Arctic Preconditions, pitfalls and potentials, har hann hevði eina framløgu um evni sæð frá einum føroyskum sjónarhorni. Verkstovan varð skipað av Konrad Adenauer Stiftung.

SKEIÐ

Vikuskiftið 26. til 29. september var fyrsti arbeiðsfundur á Føroyamálsdeildini millum tey, ið standa fyri Icelandic Online, sum er ein ókeypis skipan á netinum til at læra seg íslendskt, og fólk frá deildini. Peningur er fingin frá Nordplus at gera eina føroyska útgávu, Faroese Online, av pørtum av undirvísingarforritinum, ið skal vera serliga til vaksin, ið vilja læra seg føroyskt. Verkætlanarleiðari er Hjalmar P. Petersen, lektari á Føroyamálsdeildini og tekniskt hjálparfólk er John Mikkelsen, BA-lesandi á deildini.
Leinki til IcelandicOnline.

21 norðurlendskir studentar vóru á Nordkurs summarskeiði á Føroyamálsdeildini 2. til 21. juni. Altjóða summarskeið var eisini hildið á Føroyamálsdeildini 4. til 23.  august fyri 27 studentum. Skeiðini eru hvørt 10 ECTS til støddar.

TILTØK

Føroyamálsdeildin luttók á Vísindavøkuni við tiltakinum “Fá 13 røtt í føroyskum”. Stórur áhugi var fyri at royna seg.

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 29. oktober 2014 kl 12.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras