Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar

INNGANGUR

Við heystinum eru vit komin væl inn í fyrstu lestrarhálvu av hesum lestrarárinum. Fyrstu prógvtøkurnar hava longu verið, meðan enn fleiri standa fyri durðum. Vit gleðast um, at nógv nýggj lesandi eru við at finna sín gerandisdag á Setrinum.

INNANSETURS er ætlað bæði starvsfólki og lesandi á Setrinum. Tað eru fleiri lesandi, sum hava meldað seg til sum haldarar av hesum kunningarskrivi. Gott hevði verið, um aftur varð boðað frá hesum átaki millum tey lesandi. Møguleiki er at melda seg til at fáa INNANSETURS her.

Kunningini í INNANSETURS fer at koyra eftir sama leisti sum áður, har kunningin fyri ein mánað verður savnað og send starvsfólkum og lesandi seinast í einum mánaðarskifti. Nærri kunning um mannagongdir er at finna í niðasta teigi "FRÁBOÐAN".

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 21. oktober kl. 12. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 43.

ÚTBÚGVING

Næstu skeiðini á masterlæruni á Søgu- og Samfelagsdeildin eru byrjað. Talan er um fakskeið, tvs. skeið innan tey trý fakøkini á masterlæruni. Í hesum sambandi koma ein røð av viðurkendum útlendskum granskarum, og tí verða hesi skeiðini eisini bjóðaði fram fyri øðrum áhugaðum, ið ynskja at luttaka (sí heimasíðuna).

------------

Í døgunum 28. september – 2. oktober, 2015 eru Pär-Ove Forss og Cathrine Gladh frá Mittuniversitetinum á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum fyri at endurnýggja verandi samstarvsavtalu frá 2010 og fyri at umrøða víðkaðar samstarvsmøguleikar.
Les meira her

------------

Í viku 43 og 44 verður skeið í íslendskum hildið á Føroyamálsdeildini. Ein íslendskur gestalærari kemur á vitjan, og BA-lesandi á fyrsta og øðrum ári fáa tá undirvísing í íslendskum sum part av lestrinum í føroyskum. Serligur dentur verður lagdur á íslendska málsøgu.

VEGLEIÐING

Ingilín Strøm er byrjað sum studentavegleiðari á Føroyamálsdeildini. Ingilín lesur føroyskt á 2. ári. Føst viðtalutíð er mánadagar kl. 12-14 í studentarúminum uttan fyri skúlastovuna á 3. hædd.

PRÓVTØKUR

Fyrst próvtøkuuppgávurnar á masterlæruni á Søgu- og Samfelagsdeildini eru nú latnar inn. Talan er  um skeið í metodologi.

FYRISITING

STARVSFÓLKATÍÐINDI

Á Náttúruvísindadeildini er Sunniva Sigurdardóttir sett í starv sum laborantur frá 19. oktober 2015 at rokna.
Les meira her

---------

4. september vardi Ása Róin, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini,  sína ph.d. ritgerð við heitinum "On the making of age. A constructionist study on ageing and later life in the Faroe Islands" við Linköping Universitet.
Les meira her

Á Sjúkrarøktarfrøðideildini er Durita Gunnvør Joensen sett í starv sum námslektari í sjúkrarøktarfrøði á. Hon tekur við starvinum tann 1. desember 2015.
Les meira her

------------

21.-24. september var Jógvan í Lon Jacobsen gestalærari á universitetinum í Bergen, har hann undirvísti norskum og fremmandum skiftisstudentum í føroyskum.

GRANSKING

Søgu- og Samfelagsdeildin er vertur fyri netverksfundi 2. til 4. oktober. Talan er um netverkið “Social Innovation, Planning and Community Studies” (SIPLACS), ið er eitt undirvísingar- og granskingarnetverk umfatandi Grønland, Ísland, Føroyar, Danmark og Norra, stuðlað av Nordforsk. Gestur Hovgaard, lektari hevur leiðslu av hesum netverki, og nøkur av fólkunum í netverkinum undirvísa samstundis á nýggju masterútbúgvingunum á SSD.

------------

Verkætlanir
Fyrr í ár var Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini, við í einari portugisiskar umsókn til granskingarráðið í Portugal. Verkætlanin nevnist:
Seasonal Coat Colour and the impact of Climate Change on the genetic composition of boreal species
Hendan verkætlanin er nú góðkend av granskingarráðnum, og pengarnir játtaðir til verkætlanina.

------------

Á Føroyamálsdeildini eru tær seinastu fyrireikingarnar nú gjørdar til eina kanning um broytingar í føroyskum bygdarmálum. Tann fyrsti parturin verður gjørdur í oktober í ár og snýr seg um at savna inn tilfar um hugburð til bygdarmál.  Her verða næmingar í nøkrum framhaldsskúlum nýttir sum heimildarfólk. í 2016 verða samrøður gjørdar við fólk í ymsum bygdum. Talan er um tríggjar aldursbólkar: Ung, miðaldrandi og eldri. Ætlanin er so at samanbera tær nýggju upptøkurnar við gamlar upptøkur, sum eru til skjals á Føroyamálsdeildini. Á henda hátt ber til at kanna møguligar broytingar í føroyskum bygdarmálum í 20. og 21. øld. Verkætlanin verður gjørd í samstarvi við granskarar á universitetinum í Bergen. Í sambandi við fyrireikingarnar vóru tveir granskarar, Helge Sandøy og Edit Bugge, úr Bergen á vitjan á deildini 14.-18. september. Á Føroyamálsdeildini arbeiða Jógvan í L. Jacobsen og Hjalmar P. Petersen við verkætlanini.  

ÚTGÁVUR

Firouz Gaini, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur skrivað greinina «Udstilling på hjul. Museale eksperimenter i Autopia» í nýggjari bók, sum Aarhus Universitetsforlag í hesum døgum gevur út.
Les meira her

------------

Magni Mohr, lektari á Fróðskaparsetrinum, hevur saman við útlendskum granskarum almannakunngjørt nýggja vísindaliga grein í tíðarritinum European Journal of Applied Physiology, sum ber heitið “Muscle damage, inflammatory, immune and performance responses to three games in 1 week in competitive football players”.
Les meira her

------------

Bergur Djurhuus Hansen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, útgav vísindaliga grein í bókini Kjønnskrift/Kønskrift/Könskrift. Modernisme i nordisk lyrik. Í bókini eru vísindaligar greinir, sum bókmentagranskarar á universitetum í Norðurlondum hava skrivað. Yvirskipaða evnið í bókini er kyn og yrkingar, og Bergur Djurhuus Hansen viðger í greinini “Kend din krop” yrkingar eftir donsku Olgu Ravn, svenska Magnus William-Olsson og føroyska Tórodd Poulsen. Forlagið Alvheim & Eide Akademisk Forlag í Bergen hevur givið út bókina.
Les meira her

------------

Í sambandi við ph.d. ritgerð sína hevur Gro Gade Haanes, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, givið grein út í vísindaliga tíðarritinum Journal of Clinical Nursing. Heitið á greinini er “Discrepancy between self-assessments and standardised tests of vision and hearing abilities in older people living at home: an ROC curve analysis”.
Les meira her

------------

Í august 2015 gav Qin Zin, lektari á Náttúruvísindadeildini, út tvær vísindaligar greinar, sum eru at finna í tveimum ymiskum altjóða tíðarritum.
Les meira her

------------

I summar hevur Eyðfinn Magnussen, lektari á Náttúruvísindadeildini, fingið tvær greinar um rottur góðkendar í altjóða vísindaligum tíðarritum:

  • Tíðarritið “Norwegian Journal of Entomology” hevur góðkent greinina:
    Occurrence of fleas (Siphonaptera) and lice (Phthiraptera) on Faroese rats (Rattus norvegicus)
    Greinin er skrivað saman við Jens-Kjeld Jensen
  • Tíðarritið “Infectious Diseases” hevur góðkent greinina:
    Is it too cold for Leptospira interrrogans transmission on the Faroese Islands?"
    Greinin er skrivað saman við Per Moestrup Jensen á Keypmannahavnar Universiteti
  • í summar hevði Eyðfinn eina grein í danska danska veiðitíðarritinum  “Jagt & Jægere”.Greinin eitur: “Facebook var nøglen til indsamling af data for den færøske harejagt
    og kann lesast her
  • Grundað á hesa greinina, kom ein grein á heimasíðuni ScienceNordic:
    Citizen Science in the Faroe Islands: Helps both hunters and animals
    Tann greinin kann lesast her.
  • Út frá ScienceNordic-heimasíðuni varð greinin umsett til danskt til heimasíðuni Videnskab.dk     “Borgervidenskab på Færøerne hjælper både jægerne og dyrene
    Hon kann lesast her

RÁÐSTEVNUR

Lau Blaxekjær, samskipari av West Nordic Studies, luttók  í døgunum 21.-23. september 2015 á eini altjóða verkstovu um marknaðargrundaðan fiskivinnupolitikk. Hetta var í samband við ráðstevnuna “The Consequences of Rights-Based Fisheries in the Arctic” sum varð hildin á Dartmouth College, Hanover, NH.
Les meira her

------------

Á altjóða ráðstevnu í Trondheimi 12. – 14. august hevði Anna Sofía Fjallheim, ph.d. lesandi á Sjúkrarøktarfrøðideildini, framløgu um triðju kanningina í sínari ph.d. ritgerð “Women´s experience with postnatal depression in a small-scale society”.
Les meira her

------------

Bogi Bech Jensen, adjungeraður professari á Náttúruvísindadeildini, hevur saman við øðrum skrivað og lagt fram á vísindaráðstevnu í Portugal. Evnið er um praktiskir hættir at meta um feilir í vindmyllugeneratorum er evni í vísindaligu greinini.
Les meira her

------------

Bergur Djurhuus Hansen, adjunktur á Føroyamálsdeildini, hevur luttikið á ráðstevnu við fyrilestri um yrkingar og økokritikk í Hamar í Noregi. Ráðstevnan vardi tveir dagar, 28. - 29. sept., og var liður í samstarvi millum granskarar í Norðurlondum, sum eru knýttir at netverkinum “NorLyr-netværket nordisk modernistisk lyrik”. Granskararnir í netverkinum halda fyrilestrar fyri hvørjum øðrum eina ferð um árið, og fyrilestrarnir verða síðani til greinir, sum verða javnlíkamettar og givnar út í bók. Fyrr í ár gav netverkið út bókina Kjønnskrift/Kønskrift/Könskrift.
Norlyr-ráðstevnan komandi ár verður hildin á Føroyamálsdeildini, og fer at vara tveir dagar. Væntandi fara einir 12-14 granskarar at luttaka. Fleiri teljast millum fremstu lýrikk-granskarar í Norðurlondum. Fyrri ráðstevnudagurin verður almennur, og tá verður høvi hjá bæði studentum og øðrum áhugaðum at koma og lurta.

SKEIÐ

18. og 19. september var ársfundurin hjá Nordkurs hildin í Føroyum. Nordkurs er ein norðurlendskur felagsskapur, sum skipar fyri summarskeiðum fyri móðurmálslesandi í Norðurlondum. 24 fólk úr øllum Norðurlondum vóru á fundinum, sum varð hildin á Hafnia. Útferðir vórðu gjørdar til Kirkjubøar og Nólsoyar.

Triði arbeiðsfundur í starvsbólkinum fyri málskeiðið á netinum
, har føroyski parturin er kallaður Faroese Online, var í Helsinki 21. og 22. september. Á fundi fyri Føroyamálsdeildina var John Mikkelsen. Mánadag seinnapart var statusfundur, og týsdag fyrrapart var eitt seminar um tillagingar av íslendska skeiðnum Icelandic Online til onnur mál og málbólkar hildið,  skráin sæst her. Á seminarinum hevði John Mikkelsen framløgu um, hvussu føroyska tillagingin verður gjørd. Seinnapartin týsdag var fundur um arbeiðið framyvir hjá verkætlanini.

TILTØK

Í samband við, at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár í 2015, hevur Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, játtað at heiðra Setrið við einari vitjan, har hon flytir fram røðu mikudagin 7. oktober kl. 15.30 í Læraraskúlahøllini.

Les meira her

-------------

Umsóknarfreistin til íslendska lestrarstuðulin er 1. desember 2015
Les meira her

------------

Frá Altjóða Skrivstovuni:

Staff and Faculty north2north exchange funding call :
Staff and Faculty north2north exchange funding available from and to Danish, Greenlandic and Faroese to other north2north members of UArctic. Apply by October 30.
INFO here

Student north2north call:

UArctic’s north2north program launches a third call for scholarships for students at all levels of higher education (Bachelor’s, Master’s and PhD). The scholarships can be used for student exchanges for spring 2016 or short time exchanges, conference participation and field schools with northern and arctic focus. Application deadline October 30.
INFO herehttp://www.uarctic.org/news/2015/9/danish-greenlandic-and-faroese-north2north-scholarships-for-both-outbound-and-inbound-students/

------------

IELTS test
Næsti møguleiki fyri at taka IELTS test er leygardagin 31. oktober. Nærri kunning seinni her og hjá ask(at)setur.fo

------------

Fundur í Samstarvsnevndini 25. november. Tey, sum manna samstarvsnevndina, eru:  Erla Olsen, Hans Andrias Sølvará, Sigurð í Jákupsstovu, Tina K. Jakobsen, Kristianna Lund Dam og Jørgen Meitilberg. Um starvsfólk vilja hava mál fyri á samstarvsnevndarfundi, verða tey vinaliga biðin um at seta seg í samband við lim í Samstarvsnevndini.

------------

Aftur í ár skipar Sjúkrarøktarfrøðideildin fyri hugna fyri starvsfólki á Setrinum við gløgg og køkum. Hetta verður fríggjadagin 18. desember frá kl. 14 til kl. 16 í Kantinuni í veghæddini í Jónas Broncks gøtu 25
Nærri kunning her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Ert tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.

Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum. Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.

Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 21. oktober 2015 kl. 12.

Ritstjóri á INNANSETURS

Anna Katrin Matras