Skip to main content

INNANSETURS – kunning til starvsfólk og studentar, september 2012

INNGANGUR

Eftir ein summarsteðg er INNANSETURS aftur við kunning til starvsfólk og studentar á Setrinum. Í seinastu kunning varð nevnt, at ætlandi skuldi nýtt kunningarskriv koma 14. hvønn dag og er hetta enn okkara ætlan. Men evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er sett mikudagin 3. oktober kl. 11, tvs nakað seinni. Tit kunnu rokna við einum nýggjum INNANSETURS í viku 40/41.

Aftur nú verður heitt á tykkum um at senda kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hetta tilfar verður sent til annakm(at)setur.fo.

INNANSETURS er í fyrstu syftu send øllum starvsfólki á Setrinum, men ætlanin er, at lesandi eisini skulu melda seg til sum haldarar av kunningarskrivinum.

ÚTBÚGVING

Á Føroyamálsdeildini eru 28 nýggir studentar byrjaðir  í ár. Tey flestu taka allar lærugreinarnar, meðan nøkur taka einstøk skeið. Frammanundan lesa 23 BA-studentar á Føroyamálsdeildini. Harumframt eru 8, sum lesa føroyskt sum hjánám, tí tey hava ella ætla at taka aðra høvuðsgrein. MA-studentarnir eru 15 í tali. Tað merkir, at vit í løtuni hava 71 innskrivaðar studentar lestrarárið 2012-2013.

Av tí at tey nýggju lesandi eru so nógv í tali, fer undirvísingin fram á Læraraskúlanaum, tí at Føroyamálsdeildin ikki hevur nóg stór høli, ið kunnu hýsa øllum.

--------------------

Lestrarárið á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) byrjaði aftur mánadagin 20. august. 76 studentar byrjaðu í 1. flokki, 38 lærarar og 38 námsfrøðingar. Fyrsta vikan hjá teimum nýggju lesandi var innleiðsluvika. Á skránni var m.a. kunning um ymisk viðurskifti, sum eru viðkomandi fyri lesturin umframt setursskúli við Gjógv í tríggjar dagar.

Fríggjadagin 31. august vóru tey nýggju lesandi við í felags innleiðsludegnum fyri lesandi á Setrinum.

Í 2. árgangi byrjaði lesturin á hugvísinda- og náttúrubreytunum eisini 20. august, meðan lesandi í 3. sg 4. árgangi byrjaðu upp á linjulesturin.

--------------------

Á Náttúruvísindadeildini eru nýggj BSc-lesandi byrjað 20. august 2012. Á KT-verkfrøði byrjaðu 36 studentar og á Lívfrøði 11 studentar. 

--------------------

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum byrjaðu 23 nýggj lesandi lestrarárið mánadagin 27. august 2012. Nýggj lesandi høvdu, eins og undanfarin ár, møguleika at byrja við forskeiði í lívevnafrøði og einum skeiði í fyrstuhjálp. Forskeiðini bæði vóru í viku 34. Tað er krav, at lesandi hava staðið fyrstuhjálparskeið, áðrenn tey fara í klinisk útbúgvingartíðarskeið fyrstu ferð.

Í vár var skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi, sum er partur av ískoytisútbúgvingini, boðið út. 78 umsóknir komu inn, og við støði í tí stóra áhuga, sum er hjá heilsustarvsfólki at uppstiga til bachelor, avgjørdi Sjúkrarøktarfrøðiskúlin at taka helvtina av umsøkjarunum inn í ár og hin helvtin fekk í boði at byrja komandi heyst.

--------------------

Lestrarárið á Søgu- og Samfelagsdeildini byrjaði aftur mánadagin 3. september. Gott 40 lesandi byrjaðu á 1. ári, ávikavist 17 á søgu og 25 í samfelagsvísindum. Dekanurin bjóðaði vælkomin við eini røðu um, hvussu tað var at lesa á einum universiteti. Síðani var felags morgunmatur, kunning um lestarviðurskiftini á deildini frá deildarleiðaranum, umframt frá lesandi á 3. árgangi. Harafturat var rundvísing á deildini.

Annar árgangur heldur fram við støðisútbúgving síni, meðan tey 3. árs lesandi nú byrja sínar spesialiseringar. Ávikavist 7 og 12 lesandi fara inn á tær útbúgvingarnar søga og stjórnmálafrøði. 12 lesandi byrjað á útbúgvingini í Sosialvísindum og Samfelagsplanlegging.

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at tríggir árgangir eru í senn á deildini, sum nú hevur eini 110 fulltíðarlesandi, umframt eini 120 stakgreinalesandi, serliga innan lóg.

PRÓVTØKUR

Her er leinki til árskalendara fyri undirvísing og próvtøkur á Náttúruvísindadeildini

FYRISITING

Frágreiðingar frá leiðslufundunum fara frameftir at verða partur av INNANSETURS kunningini. Her eru tær 3 seinasta frágreiðingar fyri summari:

Leidslufundur 25 juli 2012
Leiðslufundur 23 august 2012
Leiðslufundur 28 august 2012

--------------------

Uppskot um "Guest Student's Guide" sent leiðsluni
2. juli sendu starvsfólk á NVD leiðsluni á Setrinum (Rektara, báðum dekanunum, fyrisitingarstjóranum og deildarleiðaranum á NVD) uppskot um "Guest Student's Guide". Hetta er ein vegleiðing um, hvussu útlendskir studentar skulu bera seg at, tá teir søkja inn á Setrið.

Tey seinastu árini er tað vorðið alt meira vanligt, at útlendingar spyrja seg fyri, um hvat teir kunna lesa á Setrinum, og hvussu teir bera seg at við á søkja inn á Setrið. Higartil hevur eingin niðurskrivað mannagongd verið hesum viðvíkjandi, og tað hevur verið latið upp í hendurnar á tí einstaka læraranum, sum varar av fakinum, at taka sær av málinum.

Við "Guest Student's Guide" fer í framtíðini av verða munandi lættari at avgreiða hesar fyrispurningarnar, og studentarnir fara at fáa eitt meira fullfíggjað svar upp á tað, teir spyrja um.

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

Tvey nýggj starvsfólk eru komin á Føroyamálsdeildina í ár,

  • Bergur D. Hansen er settur sum adjunktur í bókmentum
  • Sissal Rasmussen sum ph.d-studentur, sum arbeiðir við evninum "Barnamál"

--------------------

Á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum) eru hesi nýggj starvsfólk:

  • Sámal Matras Kristiansen, sum undirvísir í linjugreinini samfelagsfrøði fyri læraralesandi,
  • Hildur Patursson, sum undirvísir í linjugreinini smábarnapedagogikkur fyri námsfrøðilesandi
  • Gerda Holm Poulsen, sum undirvísir í linjugreinini týskt fyri læraralesandi
  • Johannes Eysturdal, húsavørður, sum avloysir Einar Skála, sum er farin frá vegna aldur

--------------------

Á Søgu- og samfelagsdeildini er Sonja Jógvansdóttir byrjað sum ph.d. lesandi, og fer at skriva um fátækradømi í Føroyum. Sonja hevur privata fígging í 1 ár, hetta við Gesti Hovgaard sum vegleiðara.

Eisini er Heini í Skorini, ph.d. lesandi í Onglandi, knýttur at Setrinum.

--------------------

Tann 1. oktober 2012 kemur Uni E. Árting í starv á Náttúruvísindadeildini. Talan er um adjunktstarv í náttúruvísindum.

Á Náttúruvísindadeildini eru hesi ph.d. og MSc lesandi innskrivað í 2012:

  • Heidi S. Hansen, MSc í lívfrøði, innskr. 9/2-2012 Les meira her
  • Heini W. Rasmussen, ph.d. í aling á sjónum, innskr. 8/5-2012 Les meira her
  • Ása Jacobsen, ph.d. í biotøkni, innskr. 22/6-2012 Les meira her
  • Katrina Ottosen, ph.d. í havlívfrøði, innskr. pr. 6/7-2012, byrjað 20. august Les meira her
  • Nordic Master Programme MARECLIM Les meira her,  har 8 altjóða lesandi (5 heiltíð + 3 stakgreinalesandi) innskrivað til skeiðið: Vistskipanin í Norðureysturatlantshavi og Norðurhøvum við serligum denti á møguligum avleiðingum av veðurlagsbroytingum.
  • Durita Dahl Djurhuuser byrjað á Náttúruvísindadeildini sum ph.d. lesandi. Verkætlanin er kallað "Bioactive peptides from marine secondary products".

GRANSKING

Á Søgu og samfelagsdeildini er talan um eina sera sera spennandi og avbjóðandi tíð, sum er fyri framman. Her eru tey 7,5 normeraðu størvini, umframt sínar sterkt øktu undirvísingarskyldur, eisini komin við í fleiri nýggjar granskingarverkætlanir. Seinast hava Gestur Hovgaard, Hans Andrias Sølvará, Erling Isholm og Rolf Guttesen (adj. lektari) frá Granskingarráð Føroya fingið játtað gott 900.000 krónur til felags tvørvísindaliga granskingarætlan um føroyska samfelagsmenning í 1800-talinum.

SKEIÐ

Í viku 39,  frá 23 sept. til og við 28 sept., er Sjúkrarøkarfrøðiskúlin vertur fyri Nordisk intensivkursus Nordkvist Netværk. Tað eru 14 skúlar úr Norðurlondum, sum luttaka við 1 lærara og 2 lesandi hvør. Sum vertur kann Sjúkrarøktarfrøðiskúlin bjóða 4 lesandi við á hetta skeiðið. Evnið er  “At liva eitt gott lív við diabetes”

Endamálið við skeiðinum er m.a. at:

  • Styrkja førleikarnar hjá lesandi til fyribyrging og heilsuframa til borgarar/sjúklingar við diabetes innan framtíðarinnar heilsuverk
  • At geva møguleika fyri samstarvi tvørturum landamørk í Norðurlondum
  • At geva lærarunum møguleika fyri at gera granskingarbólkar við tí endamáli at menna vitan í mun til hetta økið.


Próvdómaraskeið verður í heyst fyri sjúkrarøktarfrøðingum við hægri útbúgving og kliniskum vegleiðarum. Hetta er triðju ferð, at Sjúkrarøktarfrøðiskúlin skipar fyri próvdómaraskeiði. Síðani 2006, tá ið seinast var skipað fyri próvdómaraskeiði hevur tað leingi verið ynski um, at Sjúkrarøktarfrøðiskúlin aftur skipaði fyri hesum skeiði. Eisini hesa ferð er Birthe Kamp Nielsen undirvísari. Birthe Kamp Nielsen er sjúkrarøktarfrøðingur og kandidatur í sjúkrarøktarfrøði, cand.cur., og forlagsritstjóri. Hon hevur drúgvar royndir við útbúgving, undirvísing og menning av sjúkrarøktarfakinum. Birthe Kamp Nielsen verður nógv brúkt sum próvdómari og hevur umframt Censorbogen ment og útgivið fleiri sjúkrarøktarfakligar bókmentir og bókmentir til aðrar heilsuútbúgvingar. Skeiðið verður 8. og 9. november.

TILTØK

Vísindavøkan
27. og 28. september 2012 skipar Granskingarráðið fyri Vísindavøku á fimta sinni. Hetta verður størsta Vísindavøkan higartil, sum í ár verður fyriskipað í Öström og har á leið. Tiltakið er sum vant partur av evropiska tiltakinum Researchers' Night og í ár við fíggjarligum stuðuli frá ES.

Ein filmskapping er útskrivað har freistin at lata inn var 20. september. Eisini hava  fólk møguleika at geva boð uppá, hvør dugir serliga væl at miðla gransking til almenningin. Freistin her var 10. september. Báðir vinnararnir verða kosnir á kvøldsetuni á Vísindavøkuni.

Fróðskaparsetur Førroya saman við øðrum Granskingarstovnum fyrireika sínar básar, har vit fara at vísa fram og fortelja um okkara gransking. Á fundi í PR-bólkinum 10. september er kunnað nærri um básin og tilfar, sum skal gerast klárt.

Avtalur eru gjørdar við 23 granskarar, sum skulu hava framløgur. Vísindafólk av Setrinum verða hesi.

  • Bárður Niclasen, ph.d., adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:
    “Havið á teldu - hvat teldur læra okkum um aldu og streym við Føroyar”
  • Hjalmar P. Petersen, dr.phil., lektari á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum:
    “At granska í føroyskum”
  • May-Britt Skoradal Jacobsen, granskari á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum á Fróðskaparsetrinum:
    “Er vandi fyri at 9. floks-næmingar fáa typu 2 diabetes?”
  • Kristin Magnussen, ph.d.lesandi á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetrinum:
    "Gøtunøvn - uppkalling ella orientering?"
  • Gunnar Restorff, ph.d., lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum:
    “Støddfrøðingur í Føroyum - ein letingi millum arbeiðsmenn”


Vísindavøkublaðið verður borið í hvørt hús19. september. 

Skráin fyri Vísindavøku sæst her

 Brúk eri fyri einum hjálparfólki til Vísindavøkuna 2012, sí lýsing eftir fólki her

FRÁBOÐAN

Tilmelding til INNANSETURS
Er tú so óheppin ikki at hava móttikið tíðindabrævið? So er møguligt til at melda til her.

Tilfar til INNANSETURS
Møguleiki er fyri at senda okkum kunningartilfar, sum tit meta eigur at vera við í INNANSETURS. Hygg nærri her.
Vit tilskila okkum rættin til at ritstjórna í tilfarinum.Tað er av týdningi, at INNANSETURS ikki skal innihalda persónsviðkvæmt tilfar.
Tá tú skrivar ein tíðindastubba, minst tá til at hava eina yvirskrift, eina lýsing, tíðspunkt, stað, fyrireikara og kontaktpersón.

Evstamark fyri tilfari til komandi tíðindabræv er mikudagin 3. oktober kl 11.

Ritstjóri av INNANSETURS

Anna Katrin Matras