Skip to main content

Almennir fyrilestrar

Eitt av eyðkennunum fyri Fróðskaparsetrið hevur øll árini verið almennu fyrilestrarnir, sum Fróðskaparsetrið hevur skipað fyri saman við Føroya Fróðskaparfelag. Enn sum áður skipar Fróðskaparsetrið fyri almennum fyrilestrum, um ikki so regluliga sum áður. Um tað eru ynskir um at hoyra um okkurt avíst evni ella onkur er, sum hevur hug at bjóða seg fram at halda fyrilestur, ber til at skriva til Setrið ella ringja til Setursskrivstovuna á 352500.

2018 - og hvat so?

SKRÁIN
09.00-09.15    Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, setur ráðstevnuna [framløga sjónband]
09.15-09.25    Lau Blaxekjær, Fróðskaparsetur Føroya: Inngangur um ráðstevnuna
09.25-09.40    Eydna í Homrum, Havstovan: Uppisjóvarfiskur [framløga sjónband] [framløgutilfar]
09.40-09.55    Petur Steingrund, Havstovan: Botnfiskur [framløga sjónband] [framløgutilfar]
09.55-10.25    Henrik Sparholt, ICES: Regulering av fiskatilfeingi [framløga sjónband] [framløgutilfar]
10.25-10.45    Steðgur
10.45-11.00    Hans Ellefsen, Fiskimálaráðið og Fróðskaparsetur Føroya: Týdningurin av fiskiskapi fyri føroyska samfelagsbúskapin [framløga sjónband] [framløgutilfar]
11.00-11.15    Anfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag: Havfiskiskapur nú og í framtíðini [framløga sjónband] [framløgutilfar]
11.15-11.30    Jógvan Gregersen, formaður í Føroya Ráfiskakeyparafelag: Skulu vit framleiða matvørur í Føroyum – ella skulu vit ikki? [framløga sjónband] [framløgutilfar]
11.30-11.45    Bjarki Vígfusson, búskaparfrøðingur í Sjávarklasinn (Iceland Ocean Cluster): Hvat hevur Ísland gjørt til tess at fáa meira burtur úr fiskatilfeinginum? [framløga sjónband] [framløgutilfar]
11.45-12.00    Mentanartáttur
12.00-12.15    Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag: Úr sjónarhorni fiskimansins [framløga sjónband]
12.15-12.30    Absalon í Buð, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna: Útróðurin á vegamóti [framløga sjónband]
12.30-12.45    Daniel Bromley, professari, University of Wisconsin-Madison: Skal ein nýggjur sáttmáli skrivast um fiskivinnuna? [framløga sjónband] [framløgutilfar]
12.45-13.45    Middegismáli
13.45-14.00    Þórólfur Matthíasson, professari í búskapi, Háskóli Íslands: Fiskiveiðirenta, fiskiveiðiskattir og roknskaparjavnin í fiskiveiðivinnunum [framløga sjónband] [framløgutilfar]
14.00-14.15    Gail Oshorenko, Project Scientist, Marine Science Institute, University of California Santa Barbara: Spurningar um økir og rættindi – sjónarhorn úr Arktis og Kalifornia [framløga sjónband] [framløgutilfar]
14.15-14.30    Oran Young, Bren School, University of California Santa Barbara: Arktisk og sub-arktisk fiskiveiða – tilfeingisfyrisiting í dynamiskum umhvørvum [framløga sjónband] [framløgutilfar]
14.30-14.45    Steðgur
14.45-15.00    Jens Christian Justinussen, Fróðskaparsetur Føroya: Kjakupprit – avleiðingar av ymiskum tíðaruppfatanum innan fiskivinnuna [framløga sjónband] [framløgutilfar]
15.00-16.30    Pallborðsorðaskifti og endi [framløga sjónband]

PhD-verja hjá Hans Andrias Sølvará

19. februar 2016 vardi Hans Andrias ritgerð fyri PhD-heitið. Ritgerðin umfataði bøkurnar 'The Rise of Faroese Separatism', ið kom út sama dag, og 'Frá sjálvstýri móti loysing', sum kom út í 2014.

Andmælingarnir vóru Uffe Østergaard, ph.d., professari emeritus, á CBS, Gunnar Karlsson, dr.phil., professari emeritus á Háskóla Íslands og Beinta í Jákupsstovu, dr. polit. Førsteamanuensis á Høgskolen í Molde.

Verjan, ið var á Námsvísindadeildini og fór fram á donskum, vardi í góðar tveir tímar. Verjan varð tikin upp og sroymd av Raclip. Hetta er fyrstu ferð, at PhD-verja á Fróðskaparsetri Føroya er stroymd. Tað ber til at síggja verjuna.

PhD-verja 1. partur

PhD-verja 2. partur

 

Fyrilestrarøð

Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fróðskaparfelag skipaðu í 2005 og 2006 fyri fyrilestrarøðini Setrið á ferð. Tiltakið varð skipað í samstarvi við kunningarstovurnar í Suðuroy, á Sandi, í Vágum, í Fuglafirði og mentanardeildini hjá Klaksvíkar Býráði. Fyrilestrarøðin var partur av hátíðarhaldinum í samband við at Fróðskaparsetur Føroya fylti 40 ár 20. mai 2005.


Fyrilestrarnir, sum hava verið síðani á vári 2005 - nýggjastu fyrst

18. apríl 2006 Firouz Gaini: “Risiko og trygd í samfelagnum. Nýggj sosiologisk sjónarmið”. Á bóksavninum í Klaksvík.

5. apríl 2006
Petur Zachariassen: “Frá atkvøðum til tingsessir.”  Á Fjørukrónni í Vestmanna.

28. mars 2006
Anfinnur Johansen: “Føroysk fólkanøvn og føroysk navnalóggáva”. Á bókasavninum í Klaksvík.

22. mars 2006
Magni Laksafoss:  “Føroyski búskapurin - tað gongur nokk?”. Á Fjørukrónni í Vestmanna.

8. mars 2006
Magni Laksafoss:  “Føroyski búskapurin - tað gongur nokk?”. Í Samljóði í Skopun.

7. mars 2006
Eyðun Andreassen: "Gandur og gandakellingar". Á bókasavninum í Klaksvík.

22. februar 2006
Malan Marnersdóttir: “Kvinnur og kvæði” Í Kelduni í Skálavík.

8. februar 2006
Malan Marnersdóttir: “Tjóðarsamleiki: bygging og avbygging – konstruktión og dekonstruktión”.Í Miðlahúsinum í Vágsbotni í Tórshavn.

Anfinnur Johansen: “Føroysk fólkanøvn og føroysk navnalóggáva”. Í Sólarris í Húsavík.

1. februar 2006
Andras Mortensen: “Búskapargongdin í Føroyum í seinmiðøld". Í Ovastovu í Tórshavn.

20. januar 2006
Jógvan í Lon Jacobsen – “Føroyskt í altjóðagerðini – Hugburður til enska ávirkan á føroyskt”. Í skúlanum á Viðareiði.

18. januar 2006
Andras Mortensen: “Búskapargongdin í Føroyum í seinmiðøld”. Á Bókasavninum í Fuglafirði.

17. januar 2006
Malan Marnersdóttir: “Kvinnur og kvæði". Í Býráðssalinum í Klaksvík.

10. januar 2006
Sólfinn Hansen: “Søga í tvístøðu” Í Býráðssalinum í Klaksvík.

4. januar 2006
Sólfinn Hansen: “Søga í tvístøðu” Í Ovastovu í Havn.

14. desember 2005
Anfinnur Johansen: “Føroysk fólkanøvn og føroysk navnalóggáva”.  Í Ovastovu í Havn.

13. desember 2005
Magni Laksafoss: “Føroyski búskapurin - tað gongur nokk?”. Á Bókasavninum í Klaksvík.

7. desember 2005
Hans Pauli Joensen: “Geislavirkni í Føroyum frá fjarskotnum bumbum og kjarnorkuverkum.” Í húsunum hjá Sørvágs Húsmøðrafelag.

Anfinnur Johansen: “Føroysk fólkanøvn og føroysk navnalóggáva”. Á Bókasavninum í Fuglafirði.

Magni Laksafoss: “Føroyski búskapurin - tað gongur nokk?”. Í Ovastovu í Havn.

6. desember 2005
Elin Súsanna Jacobsen: “Læknar í 1800-árunum, ein embætismannastætt í menning ”. Í Býráðssalinum í Klaksvík.

30. november 2005
Anfinnur Johansen: “Føroysk fólkanøvn og føroysk navnalóggáva”. Í Gamla skúla í Sandavági.

Firouz Gaini - "Risiko og trygd í samfelagnum. Nýggj sosiologisk sjónarmið”. Á Bókasavninum í Fuglafirði.

Jóan Pauli Joensen: - “Føroyskir brúdleypssiðir”. Í Sólarris í Húsavík.

29. november 2005
Eyðfinn Magnussen: “Føroyabanki - Eitt vakstrarparadís hjá fiski.”  Í Atlantis í Klaksvík.

23. november 2005
Elin Súsanna Jacobsen – “Læknar í 1800-árunum, ein embætismannastætt í menning ”.  Í Virkinum á Sandi.

Petur Zachariassen – “Frá atkvøðum til tingsessir.”  Í hølunum hjá Tvøroyrar Klubba.

22. november 2005
Jonathan Schwartz: “Beyond American Kinship". Í Ovastovu í Havn.

16. november 2005
Eyðfinn Magnussen: “Føroyabanki - Eitt vakstrarparadís hjá fiski".  Á Bókasavninum í Fuglafirði.

Hans Pauli Joensen: “Geislavirkni í Føroyum frá fjarskotnum bumbum og kjarnorkuverkum". Á Bókasavninum í Klaksvík.

9. november 2005
Malan Marnersdóttir: “Kvinnur og kvæði". Í skúlahøllini í Trongisvági.

Eyðun Andreassen: "Konur og menn í kvæðunum". Í Beitishúsunum í Miðvági.

Hans Andrias Sølvará: “Donsk føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga". Í Ovastovu í Havn.

2. november 2005
Firouz Gaini - “Risiko og trygd í samfelagnum. Nýggj sosiologisk sjónarmið”. Í Ovastovu í Havn.

Hans Andrias Sølvará: “Donsk føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga". Í Býráðssalinum í Klaksvík.

Petur Zachariassen – “Frá atkvøðum til tingsessir.”  Á Bókasavninum í Fuglafirði.

Eyðun Andreassen: "Gandur og gandakellingar". Í Kelduni í Skálavík.

26. oktober 2005
Firouz Gaini: “Tristes Tropique, um Levi Strauss”. Í skúlahøllini í Trongisvági.

Jógvan í Lon Jacobsen: “Føroyskt í altjóðagerðini – Hugburður til enska ávirkan á føroyskt". Í skúlanum í Gásadali.

Hans Andrias Sølvará: “Donsk føroysk viðurskifti undir 1. heimsbardaga". Á Bókasavninum í Fuglafirði.

19. oktober 2005
Jógvan í Lon Jacobsen: “Føroyskt í altjóðagerðini – Hugburður til enska ávirkan á føroyskt". Á Bókasavninum í Fuglafirði.

5. oktober 2005
Turið Sigurðardóttir: "Lítla petti í hjarta mínum". Á Bókasavninum í Fuglafirði.

25. mai 2005
Jóan Pauli Joensen: “Grind og grindabýti”. Í Pakkhúsinum í Bø.

18. mai 2005
Malan Marnersdóttir: “Sjóvarbóndin: fyrsta skrivandi skald okkara. Ólavur Trygvason í søgu og kvæði”. Á bókasavninum í Fuglafirði.

11. mai 2005
Firouz Gaini: “Harmaljóð úr suðurlondum”. Í Ovastovu í Havn.

10. mai 2005
Petur Zachariassen: "Frá atkvøðum til tingsessir". Í Býráðssalinum í Klaksvík.