Skip to main content

Kennur tú tín prostata?


Tak niður grein

Kennur tú tín prostata?

Sosialurin nr. 133 · 21. november 2014

Skriva greinina hava: Rannvá Laksáfoss, Birita Dahl, Reidunn Djurhuus Magnussen og Lena J. Nybo Hvítklett

Inngangur:
Í Føroyum fáa 28 menn staðfest prostatakrabba um árið. Hóast nærum hvør einasti maður fyrr ella seinni fær prostatakrabba, so merkja teir flestu einki til tað. Sjúkan kemur sníkjandi og kann koma langt, áðrenn hon veruliga ger vart við seg. Enn finst eingin kanning, ið kann staðfesta, um tú ert í vanda fyri at útvikla prostatakrabba. Menn mugu tí verða varugir við tær broytingar, sum sjúkan hevur við sær, og við minsta illgruna, skalt tú ringja til læknan.