Skip to main content

Seminar um vaksnamannaútbúgving

Stórur áhugi fyri at menna eina heildarskipan fyri vaksnamannaútbúgving (VÚ) í Føroyum

Umleið 100 fólk, ið umboða ymsar útbúgvingarstovnar, myndugleikar, fakfeløg, áhugafeløg o.o., høvdu leitað sær oman á Hotel Hafnia á seminar um vaksnamannaútbúgving (VÚ), sum NVL – norðurlendskt netverk fyri vaksnamannalæru - skipaði fyri, tann 29. september.

Á seminarinum varð ljós varpað á vaksnamannalæru og VÚ í breiðari merking. Yvirskipaða endamálið var at varpa ljós á VÚ-økið í Føroyum, sum tað sær út í dag, lýst úr ymsum sjónarhornum, og kjak var um, hvussu vit fáa tikið fyrstu stigini til at fyrireika og seta á stovn eina skipaða vaksnamannaútbúgving, ið byggir á hugsjónina um lívslanga læru (LLL). Málbólkurin, ið serliga var havdur í huga, vóru tilkomin, ið ikki hava aðra skúlagongd enn fólkaskúlan, tilkomin við tørvi á førleikamenning, tey ið detta niðurímillum verandi skipanir og tann breiða fjøldin av arbeiðstakarum, ið hava ringast við at fóta sær á einum arbeiðsmarknaði, sum setir vaksandi krøv til útbúgving, førleikamenning og fakligheit.

Á fleiri av tiltøkum NVLs ígjøgnum mong ár hava niðurstøðurnar verið, at ein heildarskipan fyri vaksnamannaútbúgving má raðfestast og setast á stovn. Hóast munagóð átøk nýliga eru sett í verk, t.d. við útbúgving av orðblindalærarum, lesivegleiðarum, MA útbúgving í vegleiðing á Fróðskaparsetrinum, og samskipara til økið innan førleikameting, so vísti fundarfólkið á, at langt er eftir á mál, at verandi støða als ikki er nøktandi fyri land og fólk, og at niðurstøðurnar frá undanfarnum tiltøkum enn standa við. Av tí at skipað vaksnamannaútbúgving fyri fyrstu ferð er sett á dagskrá í einum samgonguskjali, varð heitt á luttakarar um at geva sítt íkast til lýsing av tørvi, skipan og ynski um innihald í eini komandi heildarskipan fyri vaksnamannaútbúgving.

Breið semja var um, at stórur tørvur er á einum inkluderandi útbúgvingarpolitikki, og at greið mál mugu setast fyri, hvussu vit landsumfatandi kunnu skipa eina kvalitetstryggjaða, førleikagevandi vaksnamannaútbúgving, ið er grundað á hugtakið um lívslanga læru.