Skip to main content

KUNNINGARFUNDUR OG SEMINAR

Nýggjar tænastur til øll lesandi og starvsfólk á Setrinum

Bæði lesandi og starvsfólk fáa nú ókeypis atgongd til Office 365 pakkan, umframt at øll lesandi fáa setursteldupostadressur.  Kom á kunningarfund og seminar um nýggju tænasturnar og um komandi valið av lesandi til stýrið:

Fríggjadagin 11. desember 2015
kl. 13.00-16.00
í høllini (auluni) á Námsvísindadeildini

Fundurin/seminarið er fyri øll lesandi, undirvísarar o.o. starvsfólk og fer at snúygva seg um nýggju tænasturnar, umframt um komandi valið av lesandi til stýrið.

Skráin fyri kunningarfundin:

  • Kunning um nýggjar t-postadressur til øll lesandi:
    Nú fáa øll lesandi eina setursteldupostadressu – (stud.nr.)@student.setur.fo – sum m.a. skal brúkast til elektroniska valið av stýrislimum og sum login til ymiskar teldutøkar tænastur hjá Setrinum. Setrið fer framyvir altíð at brúka hesa t-postadressu til samskifti við tey lesandi.
    Óli Simonsen

  • “Study Smarter” framløga/seminar um Microsoft Education / Office 365 pakkan.
    Hvussu kann Office 365 pakkin gera mín lesnað ella mítt arbeiðið lættari? Hvat kann eg brúka pakkan til?
    Microsoft umboð og lesandi frá DK.

  • Kunning um gjaldskeið á lestrarskrivstovuni
    Setrið fer at bjóða út gjaldsskeið í ymiskum Microsoft forritum í Office 365 pakkanum í 2016.
    Elin Brimheim Heinesen

Hvat er ein “Study Smarter” framløga / seminar?

Fróðskaparsetrið hevur gjørt avtalu við Microsoft, sum gevur øllum aktivum lesandi, lærarum o. ø. starvsfólkum á Setrinum ókeypis atgongd til Office 365. Í sambandi við, at Setrið bjóðar øllum Office 365 pakkan, koma umboð frá Microsoft til Føroya at halda framløgu / seminar, har tey ynskja at kveikja lesandi og undirvísarar og vísa á fyrimunirnar í at brúka KT í dagliga arbeiðnum.

Microsoft hevur síðan 2010 hildið Study Smarter framløgur og seminar fyri meira enn 10.000 lesandi í Danmark. Ætlanin við framløgunum er at vísa, hvussu dagliga arbeiðið kann gerast lættari við talgildum amboðum á íblásandi hátt, har øll kunnu vera við.

“Study Smarter” framløgan gevur teimum lesandi:

  • Íblástur til at skapa sunnar lestrar- og arbeiðsvanar við KT
  • Innlit í, hvussu ein best skipar sítt arbeiði og setur uppgávur upp við Office, Windows og í skýnum – og hvussu samstarvað verður við onnur á tryggan og effektivan hátt.
  • Góða fatan av, hvussu ein kann brúka KT til at spara tíð og fáa fyrimunir í undirvísing og til próvtøkur.
  • Styrkja KT-førleikarnar hjá teimum lesandi.

 
Tey, sum halda framløgurnar eru ungir danskir KT-frøðingar, sum sjálvir lesa hægri lesnað og brenna fyri at vísa øðrum, hvussu KT kann betra um upplivingina av lesnaðinum. Framsøgufólkini tosa í eygnahædd við brúkararnar og eru sjálvi úrvalsbrúkarar av Office og Windows, sum tey brúka dagliga í sambandi við teirra egna lesnað.

Um Office 365 pakkan
Øll fáa um stutta tíð online atgongd til Office 365 pakkan. Júst nær hetta verður, fæst nærri kunning um seinni. Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit.

Tey lesandi kunnu leggja Office pakkan inn á upp til fimm eindir (teldu, iPad, iPhone ella Smartphone osfr.)

  • Til ber at synkronisera fílur í skýnum OneDrive uppá tvørs av eindunum.   Til ber at deila fílur og skjøl við onnur.
  • Til ber at arbeiða saman um skjøl online, presentatiónir, rokniørk o.a.
  • Og fáa fullan funktionalitet, tá tú ert offline.


Gevið gætur!
KT deildin á Setrinum supporterar IKKI hendan pakkan, tí tað er ikki kapasitetur til tess. Hjálp kann fáast frá Microsoft forhandlarum og á heimasíðuni hjá Microsoft – so sum her: http://www.microsoft.com/da-dk/uddannelse/studerende/study-smarter.aspx

MEN Setrið fer at bjóða ymisk telduskeið í næstum, sum eru viðkomandi hjálp í hesum føri.