Skip to main content

SETURSTÍÐINDI – málgagn til neyðuga kunning

  • teigarnir um undirvísing, vegleiðing og prógvtøkur eru serstakliga fyri lesandi og starvsfólk á Setrinum
  • fylgja teigar eru serstakliga fyri starvsfólk á Setrinum, men lesandi finna tó viðkomandi tilfar, eitt nú um ráðstevnur, skeið, seminarir og aðrar fyriskipanir

INNGANGUR

ÚTBÚGVING

Í juni mánað vóru bæði bachelor – og yrkisrættaðu próvtøkurnar á skránni á Læraraskúlanum. Umframt vanliga undirvísing, starvsvitjanir, fundarvirksemi o.a. ígjøgnum árið hevur starvsliðið á Læraraskúlanum vegleitt og próvdømt 74 B.Ed-lesandi (3.árs lesandi) og 61 Yrv-lesandi (4. árs lesandi) farna lestrarár. Aftrat hesum kemur so vegleiðing og próvdøming í sambandi við linjur og onnur skeið, so her er komið væl av skafti.

Ein av stóru avbjóðingunum farna lestararár var at fáa fjórða árið og serliga yrkisrættaðu verkætlanina framda, hetta er ikki roynt áður. Verða afturmeldingarnar frá próvdómarunum havdar í huga, so kann sigast, at hetta hepnaðist bara væl. Úrslitini vóru sum heild góð, onkur framúr góð.

Fyrireikingarnar til komandi lestarár á Læraraskúlanum eru komnar væl áleiðis og lestrarárið byrjar aftur mánadagin 20. juni 2012

--------------------

Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum eru alla próvtøkur, sum eru í várhálvuni, nú avgreiddar og lesandi eru farin í summarfrí. Ongin undirvísing er á SRFS frá viku 27 – 33.
Í viku 34 er skeið fyri nýggj lesandi í fyrstuhjálp 20. og 21. og forskeið í evnafrøði er 22. og 23.
Lestrarbyrjan á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er vika 35 – mánadagur 27. august 2012.

--------------------

Á Føroyamálsdeildini byrjar lestrarárið aftur mánadagin 3. september 2012.

--------------------

PRÓVTØKUR

Á Læraraskúlanum hava tey fyrstu, sum eru útbúgvin eftir nýggju skipanini fyri lærara- og námsfrøðingaútbúgvingarnar á Setrinum, fingu prógv 15. juni, 30 lærarar og 29 námsfrøðingar.

----------------------

Á hinum deildunum hava endaligar prógvtøkur ikki verið hildin í summar

FYRISITING

Avgreiðslurnar á deildunum er afturlatnat soleiðis í summar

  • Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum  frá 16.07. – 06.08
  • Føroyamálsdeildini frá 9. juli til 3. august 2012

--------------------

Trivnaðarkanning
Upptøka 2012
Lestrarbyrjan og innleiðsluskeið
Telefon
Euraxess
Vitan 2012
Árskalendara

--------------------

STARVSFÓLKA TÍÐINDI

1. august 2012 koma tvey nýggj vísindafólk í starv á Náttúruvísindadeildini. Talan er um tveir adjunktar í náttúruvísindum, Bárður A. Niclasen og Uni E. Árting. Eisini byrjar Tina Ziska sum laborantur á Náttúruvísindadeildini 1. september 2012 

Í mai mánað varð søkt eftir námslektarum til 5 tíðaravmarkað størv á Læraraskúlanum, hesi eru nú øll sett. Tey, sum eru sett, eru:

  • Súsanna Olsen, námsfrøðilig leiðsla
  • Erla Olsen, lívfrøði
  • Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøði
  • Hildur Patursson, smábarnapedagogikk
  • Gerda Holm Poulsen, týskt


Á Føroyamálsdeildini er Hjalmar P. Petersen nýsettur lektari í málfrøði

GRANSKING

Fyrst í juni varð undankanning gjørd í Venjingarskúlanum í sambandi við granskingarverkætlanin um undirvísing og læring, sum granskarar á Læraraskúlanum eru farnir undir. Verkætlanin, sum verður gjørd í samstarvi við granskarar á Háskóla Íslands, fatar í fyrstu syftu um kanningar, sum seta sjóneykuna á hugburðin hjá næmingum, lærarum og foreldrum, tá ið hugsað verður um, hvussu, hvat og á hvønn hátt næmingar læra í fólkaskúlanum.

Í heyst er so ætlanin at gera eina stóra teldutøka spurnarkanning í fólkaskúlum í øllum landinum, og kanningarúrslitini verða síðan løgd fram á eini námsvísindaligari ráðstevnu í Íslandi komandi vár.

-------------

RÁÐSTEVNUR

Í september skipar Sjúkrarøktarfrøðiskúlin fyri ráðstevnu.

SKEIÐ

Beint fyri summarfrítíðina varð kunngerðin um ískoytisútbúgving fyri lærarar og námsfrøðingar lýst, og samstundis lýsti Fróðskaparsetrið/Læraraskúlin við eftirútbúgvingartilboði fyri lærarar og námsfrøðingar komandi lestaraár. Eftirútbúgvingartilboðið fatar um ískoytisútbúgving til bachelor og linjugreinalestur.
Sí nærri kunning

--------------------

Sjúkrarøktarfrøðiskílin bjóðar út skeið í vísindaástøði og granskingarháttalagi í heyst. Skeiðið er ætlað teimum við miðallangari heilsufakligari framhaldsútbúgving, og endamálið er at lesandi fáa innlit í vísindaligar tilgongdir til egið heilsufakligt yrki, og at tey menna akademiskan førleika at fara undir eina bachelorritgerð.

Skeiðið er 10 ECTS námsstig og er partur av ískoytisútbúgving til BSc í sjúkrarøktarfrøði og í komandi tvørfakligari ískoytisútbúgving til BSc í heilsu. Skeiðið er kravd fortreyt fyri at fara undir bachelorritgerðina.
Sí nærri kunning

--------------------

Aftur til heystar bjóðar Fróðskaparsetur Føroya próvskeið í føroyskum. Her lærir tú at nýta málið sum amboð á ein góðan og fjøltáttaðan hátt bæði í arbeiði og gerandislívi.
Skeiðið verður hildið í tíðarskeiðnum 11. september 2012 – 26. februar 2013, samanlagt 18 vikur. Undirvíst verður týsdagar  kl. 16.00 – 19.15   Lærari verður Lena Reinert.  Sí nærri kunning

--------------------

Í heyst bjóðar Fróðskaparsetur Føroya aftur út skeið í enskum. Skeiðini verða bjóðað út í samstarvi við University of Cambridge ESOL Examinations.
Talan er um skeiðini Cambridge First Certificate in English, har undirvíst verður hósdagar kl. 13.00 – 16.00 og Cambridge Certificate of Proficiency in English, har undirvíst verður mikudagar  kl. 09.00 – 12.00. Skeiðini byrja 24. og 25 oktober 2012 og koyra til mai/juni 2013 (31 vikur)   Lærari verður Sharon Christiansen. Sí nærri kunning

TILTØK

Innleiðsluskeiðið 2012 verður hildið fríggjadagin 31. august á Fabrikkini hjá Østrøm.