Skip to main content

Lestrarskrivstovan

Lestrarskrivstovan (LSS) er nýggj eind á Fróðskaparsetrinum, ið varð stovnsett á vári í 2015. Eindin er partur av miðfyrisitingini og leiðari á lestrarskrivstovuni er Elin Brimheim Heinesen.

Lestrarskrivstovan røkir kunnandi, vegleiðandi, fyrisitingarligar og fakliga ráðgevandi uppgávur við serligum atliti at lestrarviðurskiftunum hjá komandi, verandi og farandi lesandi og skal saman við øðrum fyrisitingarligum eindum virka fyri øktum tænastustøði fyri lesandi, starvsfólk og gestir hjá Setrinum.

Lestrarskrivstovan loysir sínar uppgávur í tøttum samstarvi við leiðsluna og fyrisitingina á Setrinum, deildarskrivstovurnar, lestrarvegleiðarar og útbúgvingarleiðarar, umframt við lestrarráð, Ráð teirra lesandi, KT-deildina og eksternar KT-samstarvspartar.

Tær uppgávur, ið LLS hevur sum endamál at røkja, eru býttar í niðanfyristandandi høvuðsøki:

•    Lestrarskrivstovan samstarvar við aðrar deildir á Setrinum um fyrisiting av økjum, sum hava beinleiðis við viðurskifti hjá umsøkjarum og lesandi at gera, og at menna fyrisitingarligu mannagongdirnar á hesum økjum fyri at gera tær smidligari.
•    Lestrarskrivstovan samskipar vegleiðingina á Setrinum og er við til mennir ymisk amboð og tænastur, sum tryggja, at brúkarar Setursins fáa hóskandi hjálp og kunning um viðkomandi lestrarviðurskifti.
•    Lestrarskrivstovan marknaðarførir og kunnar í miðlum um útbúgvingar og gransking á Setrinum.
•    Lestrarskrivstovan kunnar og vegleiðir um møguleikar fyri lestri heima og uttanlands (her undir skiftislestri) og um stuðulsmøguleikar til tess. Altjóða Skrivstovan er partur av Lestrarskrivstovuni.
•    Lestrarskrivstovan veitir viðkomandi ráðgeving og stuðul til ovastu leiðsluna og onnur á Setrinum – her undir um altjóða útbúgvingarpolitikk, góðskutryggingaramboð og mannagongdir, savnat inn hagtøl og ger kanningar, umframt loysit ymiskar samskiftis- og umsitingaruppgávur, sum hava við lesandi at gera.
•    Lestrarskrivstovan rekur tænastudepil fyri granskarar (EURAXESS)

Stuðulstænasta til lesandi

Lestrarskrivstovan hevur til uppgávu at vera við til at hjálpa, vegleiða og stuðla teim lesandi við at røkka útbúgvingarmálum sínum. Hesar stuðulstænastur fevna í breiðastu merking um lestrar- og yrkisvegleiðing, vegleiðing í sambandi við serligan tørv, KT-vegleiðing, bókasavnskunning, fakliga vegleiðing og annað, ið hoyrir til eina og hvørja útbúgving og eitt gott lestrarumhvørvi.  

Stutt sagt er talan um stuðul í øllum viðurskiftum, ið eru tengd at ella hava beinleiðis við lestur, lestrarviðurskifti ella trivnaðin hjá teim lesandi at gera.

Á Fróðskaparsetri Føroya leggja vit áherðslu á at veita góðar stuðulstænastur. Yvirskipaða endamálið er, at tú sum lesandi kennir teg so vælkomnan, sum til ber, at tú fært eina góða lestarbyrjan, góðar lestrarvanar, at trivnaður tín er í hásæti, og at tíðin á Setrinum verður bæði avbjóðandi, mennandi og spennandi.

Tey, ið hava tørv á einhvørjari stuðulstænastu, eru tí  vælkomin at seta seg í samband við lestrarskrivstovuna.